fríggjadagur 12. september 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 175 - 12. september 2008
Sethús – Norðuri í sundinum 19, Kollaf.
Hugnalig gomul sethús í trimum hæddum við garasju,
húsini eru bygd uml. 1900, stødd uml. 42 fermetrar hvør
hæddin + garasja. Á miðhæddin er, gongd, trappa upp til
loft, baðirúm við brúsu, køkur og spísi/sitistova út í eitt. Á
loftshæddini er, gongd, úti á loftinum og tvey kømur.
Kjallarin er óinnrættaður. Húsini standa væl fyri í
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, skjótt til skúla
og barnagarð, húsini eru væl hildin bæði uttan og innan,
garður kring húsini og sera vakurt útsýni í allar ættir.
Prísuppskot : 900.000,00 kr.
Sethús – Húsagøta 19, Kollaførður
Hugnaligu húsini eru í tveimum. Hartil er hjallur og úthús
(gróthús). Annað húsið er 38,8 og hitt 22,8 í alt 61,6 m2.
Húsini kunnu byggjast saman. Grundøkið er 453 m2.
Upprunaliga byggiárið er 1797, men alt er bygt um og av
nýggjum í 1992 so sum veggir, gólv, rør, el, frárensl,
vindeygu o.a. Í øðrum húsinum er inngongd, durur, køkur,
stova, kamar, baðirúm og eitt lítið kamar / hemsur yvir
stovuni. Í hinum er inngongd, fýrrúm / vaskirúm og nýtt
baðirúm. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum,
veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi, nær við
barnagarð, skúla, kirkju, samkomuhús, læknahús, handil,
bankar, býbuss til Havnar. Frálíkt útsýni er yvir bygdina og
førðin.
Prísuppskot : 700.000,00 kr.
Virkisbygningur – Oyravegur 16 Oyri
Talan er um fleiri bygningseindir, m.a. er framleiðsluhøll til
skeljaframleiðslu íroknað skrivstovuhølir og starvs-
fólkarúm, framleiðsluhøll til rækjudráttir og høll við uml.
6.000 m3 frostgoymslu. Samlað gólvídd er um. 3.626
fermetrar. Harumframt eru eini sethús, gólvídd 255
fermetrar og smiðjubygningur íroknað fólkarúm, saman-
bygdur við garasju til trukkar, gólvídd uml 400 fermetrar,
somuleiðis er pláss fyri framhaldandi útbyggingum.
Møguleiki er at keypa alt undir einum ella einstakar
partar. Eisini er møguleiki at gera leiguavtalu fyri verandi
virksemi. Bygningarnir lúka heilsufrøðislig krøv, væl
Virkisbygningur/sethús
– Heiðavegur 72, Saltangará
Ognin er ein vælútgjørdur vinnubygningur í Saltangará í
tveimum hæddum Hvør hæddin 140 fermetrar.Íalt 280
fermetrar. Grundøki 480 fermetrar. Byggiár 1960. Báðar
hæddirnar verða sum nú er, nýttar til skrivstovuhølir. Í
miðhæddini er durur, fyrrúm gongd, 2 skrivstovuhølir, wc
og køkur. Í ovaru hæddini er gongd, wc og 3 skriv-
stovuhølir. Bygningurin er útgjørdur við el-, teldu- og
telefoninnlegging. Ognin kann eisini nýtast sum sethús,
og er løtt at gera til tvær íbúðir.
Prísuppskot : 1.3 milliónir kr.
Tvíhús : Áarrás 7, Argir
Tvíhúsini eru í 2 hæddum hvør á 68 m2 – í alt 136 m2.
Grundøkið er 300 m2. Byggiár: 1989, men mangt ymiskt er
gjørt við húsini, so tey eru sum nýggj. M.a. er niðasta
hædd innrættað, innhurðar skiftar og ketil skiftur í 2006. Í
neðra er inngongd, hall / garderoba, millumgongd, fýrrúm
/ vaskirúm, baðirúm, 2 størri kømur og 2 smærri kømur. Í
erva er trappugongd / gongd, køkur / borðsstova / stova,
baðirúm og 2 kømur. Harafturat er ovastaloft / goymslu-
rúm. Íbúð kann gerast í neðra og inngongd kann gerast í
erva. Harafturat kann garaga gerast. Húsini standa í nátt-
úruvøkrum, veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi við blindan veg og hava gott útsýni. Stutt er til
dagstovnar, skúlar, busssamband og nýggja ringvegin.
Prísuppskot : 2.2 milliónir kr.
Handils og skrivstovubygningur
– Heiðavegur Saltangará
Ognin er ein handilsbygningur (Stokkastovan ). Húsini
eru í 2 hæddum - hvør hæddin 352 fermetrar - íalt 704
fermetrar. Býggiár 1976. Niðara hæddin verður útleiga til
handilsvirksemi. Í niðaru hædd er stórt handilshøli, køkur,
skrivstova, wc, goymslurúm og bryggers / fýrrúm. Ovara
hædd er í ferð við at verða gjørd heilt av nýggjum. Bygn-
ingurin verður seldur samlaður, ella niðara hædd fyri seg
og ovara hædd fyri seg. Bygningurin liggur sera væl fyri
mitt í býnum. Tað er millum annað møguleiki at gera 4
íbúðir í ovaru hædd á umleið 88 fermetrar hvør. Hesar
kunnu gerast lyklaklárar um áhugi er fyri tí. So lat okkum
frætt frá tær, um áhugi er.
Hóskandi boð ynskist.
Tvíhús – Norðskálavegur 17, Norðskála
Norðara helvtin av tvíhúsinum er nú liðug. Húsini eru í 2
hæddum – samlað búvídd umleið 180 fermtrar. Húsini
hava Føroyaprofilklædning, svart alminiumstak, tætt
tróður við dúki, plastikvindeygu og úthurðar. Innhurð-
arnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum
er sveisað vinyl. Í miðhæddini er durur, gongd, stova og
køkur í einum við útgongd til altan, baðirúm við brúsu,
við møðuleika fyri vaskirúmi, hjúnarrúm, 2 kømur og
goymslurúm. Niðara hæddin er óinrættað, tað er møgu-
leiki at gera trappuniðurgongd frá goymslurúminum.
Prísur: 1.190.000,00 kr.
Íbuð – undir Kongavarða H1 th Argir
Væl dámda íbúðin undir Kongavarða á 102 m2 er til sølu.
Bert hendan eina er eftir í hesari støddini. Íbúðin, sum er í
gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Harafturat
er felagsøki. Hon er væntandi liðug várið 2009. Har er
trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garde-
roba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og
kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og
barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum
felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki.
Íbúðin er á 1. hædd í blokki H til høgru. Afturat keyps-
kostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00 fyri mvg, ið
keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið.
Prísuppskot: 1.538.710,00 kr.
Randarhús – Millum Gilja 71, Hoyvík
Stór randarhús við tveimum íbúðum og bilskúri til tveir
bilar. Hvør íbúð er uml. 80 fermetrar, harafturat hevur
íbúðin á aðru hædd stórt loft sum kann innrættast. Húsini
eru væl hildin, bygd 1986. Íbúðin á veghæddini hevur
inngongd, gongd, vaskirúm, køkur/stova út í eitt, hjún-
arrúm, kamar og baðirúm, altanhurð er út í garðin. Ovara
íbúðin hevur inngongd, dur, trappu upp, gongd, køkur/
stova út í eitt, hjúnarrúm, 2 kømur og baðirúm, altanhurð
út í garðin. Á loftinum eru vindeygur sett í. Dekk er millum
hæddirnar og brandmúrur til báðar síðir. Húsini eru væl
hildin og liggja í hugnaligum og barnavinarligum um-
hvørvi, við urtagarði og góðum sólagangi. Beint við
dagstovn og gøtu yvir til Hoyvíkar skúla. Húsini liggja frítt
fyri, gott útsýni, helst frá ovari íbúðini. Ognin verður seld
sum eitt hús við tveimum íbúðum ella hvør íbúð sær.
Prísuppskot: 2.2 milliónir kr.
Grundstykki – Brattalíð 19, Tórshavn
Grundstykki, sum liggur einastandi væl fyri, er 607 m2 til
víddar og er væl egnað til at byggja m.a. tvíhús á. Vegur er
til ognina.
Prísuppskot : 1.6 milliónir kr.
Sethús – á Kirkjubø, Miðvágur
Góð sethús í tveimum hæddum við stórari garasju.
Byggiár 1982 hvør hæddin 110 fermetrar, grundøkið 729
fermetrar. Á miðhæddini er gongd, køkur, borðs-stova/
stova, hjúnarrúm, baðirúm og trý kømur. Húsini hava
nýggjan køk, hvítvørur, eisini nýggjar innhurðar og
baðirúmið gjørt av nýggjum við gosbað. Í kjallarainum er
vaskirúm, eitt kamar og stór garasja við el. portri. Húsini
standa væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi
við blindan veg. Sera vakurt útsýni út á førðin og granni
til kendu søguligu prestakonuna Barbaru. Húsini hava
stóran garð, túnið og trappunar eru lagdar við flísum.
Prísuppskot 1.6 milliónir kr.
Grundstykki – Grønalíð 19, Tórshavn
Grundstykkið matr.nr. 886ax, sum liggur heilt einastandi
væl fyri í gangifarstøðu frá býnum, er 494 m2 til víddar og
er sera væl
Prísuppskot : 1.3 milliónir kr.
Sethús – Torbjarnargøta 1, Norðragøta
Snotiligu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hæddum. Ovara
hæddin er 164m2 og niðara hæddin er 40m2, afturat
hesum er ein garasja ið er 36 m2 - í alt 240 m2. Grundøkið
er 740 m2. Byggiár: 2002. Í ovaru hæddini, sum er deild
upp í 2 partar, er durur, køkur/stova, sjónvarpsstova, wc, 2
kømur, kantór, hjúnarrúm við egnum baðirúmi og
trappa til niðaru hæddina. Eisini er stór terassa. Í niðaru
hæddini er gongd, kamar, baðirúm, brúggers/fýrrúm og
haðani inngongt til garasjuna. Húsini eru gjørd av
sibiriskum lerki, hava aluminiums vindeygu við herðaðum
glasi uttan og takið er tjørupapp. Húsini standa í
friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi
og hava sera gott útsýni. Stutt er til allar hentleikar. Húsini
eru vilíkahaldsfrí.
Prísuppskot: 2.5 milliónir kr.
Sethús Kristiansgøta 41, Hoyvík
Sera dámliguligu og hugnaligu húsini eru í 2 hæddum –
niðara hædd er 102,5 m2 og ovarar hædd er 63,5 – í alt 166
m2. Hartil er garaga á 12 m2 og drívhús – pavillion á 12 m2.
Grundøkið er 608 m2. Byggiár: 1991. Í niðaru hædd er
inngongd, bryggers, klædnarúm / garderoba, hjúnarrúm
við baðirúmi, trappurúm, køkur / alrúm og borðsstova /
stova við útgongd til útigólv / terassu. Í ovaru hædd er
trappupallur / trappugongd, klædnarúm, baðirúm og 3
kømur. Runt húsini er garður / hugnaligur urtagarður við
beðum, lampum og góðari mold. Húsini standa í
friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi
við blindan veg og hava sera góðan sólargang og nakað
av útsýni. Dagstovnur, skúli, spælipláss, fótbóltsvøllur,
kirkja, samkomuhús og nýggja handilsgøtan er nær við,
og busssamband er beint yvir um vegin.
Prísuppskot 2.8 milliónir kr.
Sethús – Tinghúsvegur 44-46, Tórshavn
Nú eru tvær áhugaverdar ognir við framtíðarmøguleikum
mitt í býnum til sølu. Ognirnar liggja í 2. grundumráði, har
byggistigið kann fara upp til 0,5 við kjallara, 2 hæddum
og lofti. Húsini, ið standa á ognunum eru í vánaligum
standi. Alt má setast í stand og høvuðsumvælast, ella
rívast niður og byggjast upp av nýggjum. Ognirnar liggja
sera væl fyri í miðbýnum í friðarligum, veðurgóðum og
hugnaligum umhvørvi og hevur gott útsýni. Allir hugs-
andi stovnar og handlar eru beint við hondina. Ognirnar
(matriklarnir) kunnu seljast saman ella hvør sær. Ognirnar
verða seldar, um hóskandi boð fæst.
egnað til góðsking av aliúrdráttum, pelagiskan fiski t.v.s.
alla matvøruframleiðslu við høgum heilsufrøðsligum
krøvum. Bygningseindirnar eru allar í góðum standi,
ongar átrokandi ábøtur ery neyðugar. Liggja á ídnaðarøki/
havnaøki við kajkanti á Oyri, ið er ein djúphavn, soleiðis at
stór skip kunnu leggja til. Øll uttanumsøkir eru javnað og
stoypt/asfalterað. Bygningarnar liggja sera væl fyri í
miðstaðarøkinum, sami teigur annahvørt tú kemur frá
Skálaførðinum, Klaksvík, Vágunum ella Havnini. Ognirnar
verða seldar um hóskandi boð verður givið