fríggjadagur 12. september 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2008
35
Á pappírinum er
HK Slovan Duslo
Sala favorittur, men
kvinnurnar hjá
Stjørnuni eru til
reiðar at gera alt, sum
stendur í teirra makt,
fyri at koma víðari í
Europa
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Stjørnan í fjør fór til
Montenegro at spæla EHF-
Cup, var tað so sum so,
hvørjum roknað varð við.
Úrslitið
av
dystunum
gjørdist tó eitt serstakliga
tepurt tap, sum einamest
komst av ov stórari virðing
í fyrra dystinum og kanska
eisini einum dómaraavriki,
sum var til fyrimunar fyri
heimaliðið.
Sjálvandi er virðingin
framvegis til staðar, nú
gyltu klaksvíkarkvinnurnar
aftur skulu royna seg í
EHF-kappingini,
men
í
størri
mun
tykist
vera
galdandi, at tær spæla fyri
at vinna.
- Sjálvandi gera vit tað.
Tú fer altso ikki á vøllin
fyri at tapa ella at spæla
javnt. Vit spæla í øllum
førum fyri at vinna, og tað
gera vit eisini bæði fríggja-
og sunnudagin, sigur Bára
Skaale Klakstein, sum er
ein
av
spælarunum
á
liðnum.
Bára var ikki við á ferðini
í fjør, og tí er spenningurin
kanska eisini eyka stórur
hesaferð.
- Tað er jú hetta, sum vit
hava
vant
fram
ímóti.
Onkrir smærri steðgir hava
verið í venjingunum hjá
okkum, men yvir høvur
hava vit verið ígongd, síðani
kappingin endaði í vár, so
kropsliga eru vit so væl
fyri, sum til ber. Hinvegin
er tað sjálvandi ein vansi, at
vit ikki hava havt møguleika
at spæla so nógvar dystir, tí
føroyska kappingin hevur
ligið still, men onkrir venj-
ingardystir hava tó verið.
Eitt nú spældu vit tríggjar
av slagnum seinasta viku-
skifti, sigur Bára.
Um mótstøðuna sigur hon,
at tað er avmarkað, hvussu
nógv tey kenna til liðið.
- Henrik Gerster (venj-
arin, blðm.) hevur sæð fleiri
videobond, men tær hava
havt stórar útskiftingar í
hópinum. Men á pappírinum
telur liðið fleiri A- og U21-
landsliðsspælarar, og í fjør
taptu tær tepurt móti donsk-
um liði í EHF-kappingini,
so einki er at ivast í, at tær
hava eitt sterkt lið.
- Men vit ætla so at spæla
okkara kjans. Og vónandi
verður tað í eini fullsettari
høll, soleiðis at áskoðararnir
kunnu bera okkum seinasta
pettið uppeftir, sigur Bára.
Liðið hjá Stjørnuni er tó
nakað skert undan dyst-
inum. Una Olsen hevur
brotið ein fingur, og tí er
hon ikki tøk, og væntandi
er Joan Midjord Djordjevic
eisini úti við skaða í
lærinum.
Sum tað sást í Sosialinum í
gjár, so skal mansliðið hjá
Neistanum eisini í altjóða
eldin um vikuskiftið.
Neistin spælir her seinna
dystin móti Lovcen úr
Montenegro, og fyrst og
fremst líkist hetta einum
møguleika at síggja hond-
bóltsspæl í altjóða flokki.
Samlaða
úrslitið
er
nevnliga ikki tann heilt
stóri spurningurin, eftir at
munurin í fyrra dystinum
var heili 14 mál.
Mett eftir hesum, so er
Lovcen greiður favorittur,
men tað er vert at bíta merki
í, at talan er um eitt lið, sum
er munandi sterkari heima
enn úti. Og tí er ikki heilt
óhugsandi, at Neistin hevur
ein møguleika at gera um
seg í dystinum leygardagin.
Eftir dystin í Montenegro
varð sagt, at Neistin mis-
nýtti ov nógvar upplagdar
møguleikar, og fáast hesir í
kassan, samstundis sum
verjan stendur væl, so kann
talan gerast um spennandi
dyst, hóast samlaða úrslitið
ikki verður vikað tað stóra.
-mørk
EB/Streymur-ÍF
Eitt fet í
senn
EB/Streyma-legan
hevur verið hálvg-
um tóm seinastu
vikuna, men hóast
strævnar lands-
liðsuppgávur
eru spælararnir
til reiðar at taka
enn eitt fet nærri
gullinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum oddalið var EB/
Streymur stórleveran-
dørur til landsliðsleg-
urnar farnu vikuna, og
hetta hevur ávirkað fyri-
reikingarnar hjá Sig-
fríði Clementsen og
Magna Mohr, sum hava
ábyrgdina av liðnum.
Hóast ikki allir mans
vóru í dysti, so merkja
ferðingin og fráveran
frá vanligu venjingini,
at spælararnir kanska
ikki hava havt fokus á
gullferðini seinastu dag-
arnar, og fyrsta uppgáv-
an hjá venjarunum er at
rætta hetta innaftur.
Og hvussu er og ikki,
so er EB/Streymur stór-
favorittur á heimavølli.
Higar til hevur liðið
spælt 10 heimadystir,
sum allir eru endaðir við
sigri, og sjálvandi verður
nú farið eftir nummar 11
av slagnum.
Hjá ÍF er støðan hin-
vegin, at liðið enn ikki er
leyst úr botninum. Við
fleiri innanhýsis botn-
uppgerðum á skránni
komandi umførini kann
hvørt stig tí gerast lív-
bjargandi, og tí er einki
at ivast í, at tað verður
eitt ÍF-lið í verjukendum
útgangsstøði, sum fer á
vøllin
við
Margáir
sunnudagin.
Inn fyri at vinna
Neistin eisini í eldin
Seinnu árini hevur
Stjørnan verið í flokki fyri
seg í heimligu kappingini.
Stóra avbjóðingin hjá
liðnum er tí í Europa, har
tær í fjør vóru um reppið
at spæla seg víðari
Gullið tykist bara
koma nærri fyri hvønn
heimadyst, sum EB/
Streymur spælir
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur