Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 175 - 12. september 2008 ] B68-HB: HB vil halda gongdini Bæði HB og B68 hava havt góð úrslit og avrik sein­astu vikurn­ar. Spurn­in­gurin­ er so, hvussu lan­dsliðs­ steðgurin­ hevur ávirkað hetta Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu umførini tyk­ ist HB veruliga hava fingið glið á bæði spæl og málskjóting. Kanska hevur mót­ støðan ikki verið tann mest ræðandi, tá bæði Skála og B71 hava vitjað í Gundadali, men sigrarnir hava lyft liðið á stigatalvuni, og uttan iva hava hesir eisini skumpað væl undir sjálvsálitið í hópinum, sum annars hevur verið nakað slitið. HB hevur harafturat verið í teirri sjáldsomu støðu, at liðið ikki hevur verið tagað sundir av landsliðsferðingini, tó at U21­hópurin hevur kravt sín part. Men tí hava fortreytirnar hjá venjarunum verið mun­ andi betri, enn tær hava verið fleiri aðrastaðni. Hjá B68 hevur størsti vansin í so máta verið, at høvuðsvenjarin, Bill McLoud Jacobsen hevur verið burturstaddur við U21­liðnum, men venj­ ingarnar hava tó verið í góðum hondum, skilst, og so er spurningurin, um toftamenn megna at halda fast í góðu gongd­ ini, sum hevur eyðkent liðið síðani summar­ steðgin, soleiðis at seinastu fetini kunnu takast frá niðurflytingar­ vandanum. Bæði B71 og Skála hava møguleikan­. Mest san­n­líkt yvirlivir bert an­n­að teirra, og til hetta krevst ein­ sigur sun­n­udagin­ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað stendur nógv á spælarunum, sum fara á vøllin í Traðardali við Sand sunnudagin. Við 18 stigum eru B71 og Skála jøvn í botninum, men munurin upp til KÍ røttu megin strikuna er bara trý stig, og tí kann ein sigur av álvara blása lív í vónina um, at lokalu hetjurnar – Eli Hentze og John Petersen – kunnu bjarga sínum liði. Og tað verða tvey lið í sterkastu uppstiling, sum fara á vøllin. Hjá B71 kom væl við, at landsliðið hevði steðg. Hjá B71 máttu bæði Clayton Soares og Símun Rógvi av vøllinum seinast, og tað var viðvirkandi til tennis­tapið í Gundadali móti HB. Men teir eru báðir tøkir aftur hesaferð. Hjá Skála hevur manningartalið verið mest sum fult seinastu ferðirnar. Hinvegin hava skaðar og slit argað eitt nú Paula Hansen og Boga Gregersen, sum báðir eru týðandi spælarar á liðnum. Men við landsliðssteðginum hava teir báðir eisini fingið nakað av hvíld, soleiðis at teir eru púrasta klárir til 90 minuttir, har talan mest sum við vissu verður um kontant spæl, nógvar nærdystir og høgan intensitet. Higar til hevur Vík­ in­gur staðið seg væl móti NSÍ. Nú eysturoyaruppgerðin­ er í Sarpugerði, er hetta samstun­dis møguleikin­ hjá Víkin­gi at krøkja seg í heiðurs­ merkjastríðið aftur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá talan er um lið, sum liggja nær oddinum, so er nakað av slitið á lyklaspæl­ arar, tá landsdystir annars geva øðrum liðum frí. Hesa ferð er sviðin størri hjá NSÍ, sum hevur havt Boga Løkin, Jóhan Troest Davidsen og Jónas Tór Næs í landsliðsleguni, umframt at aðrir spælarar eisini hava verið við U21­liðnum, sum eisini hevur havt strævna ferða­ og dystarskrá. Hjá Víkingi er slitið kanska ikki heilt so stórt, og einki er at ivast í, at teir meira enn fegnir vilja leggja nógva orku í dystin sunnudagin. Bæði tí talan er um grannauppgerð, men ikki minst tí hetta tykist vera seinasti møguleikin at krøkja seg aftur í heiðursmerkjastríðið. Her var Víkingur millum mest seriøsu biðlarnar, men tvey heimatap á rað hava gjørt sítt til at punktera góðu gongdina, og tí er liðið hálvgum dottið í ongamannaland tey bæði seinastu umførini. Ein støða, sum tó kann broytast, koma trý stig á kontina hesaferð. Víkingur-NSÍ: Víkingarnir vilja aftur á beint Talan er um satt botnbrak á Sandi. Hóast tað enn eru fimm dystir eftir, tá sunnudagurin fer at halla, er taparin á Sandi mest sum dømdur til niðurflyting B71-Skála: Háspenningur í botninum Vitjanirnar hjá NSÍ í Sarpugerði plaga at borga fyri intensiteti. Og tann parturin er neyvan broyttur, hóast mótstøðan nú eitur Víkingur Seks debutantar í ein mánað Ikki færri enn seks nýggir landsliðsspælarar fingu herfyri handað bronsunál frá Fótbóltssambandinum. Bronsunál verður latin, tá spælari spælir sín fyrsta A­landsdyst, og seinastu tríggjar dystirnar hava debutantarnir verið seks í tali. Nevnliga René Tórgarð, Egil á Bø, Leif Niclasen, Andreas Lava Olsen, Bogi Løkin og Pætur Dam Jacobsen. Umframt teir seks hava Jóns Tór Næs, Kristoffur Jacobsen og Høgni Madsen spælt sín fyrsta A­landsdyst í ár. Høpisleys skriving Daniel Jensen, sum í fyrrakvøldið gjørdist danskur matchvinnari í Portugal, hevur nú sagt, hví hann og liðfelagarnir framdu kollektivt boykott móti donsku miðlunum. – Vit hildu okkum hava fingið óneyðuga nógvan kritikk frá nøkrum miðlum, og hesum vóru vit troyttir av. Tað var bara nakað, sum vit gjørdu av í skiftirúminum. Og hetta var ikki meint sum kritikkur av fjepparunum. Fyri mítt viðkomandi má eg bara siga, at eg havi ilt við at taka tað í álvara, tá persónar skriva um viðurskifi, sum teir als ikki hava skil fyri, sigur Daniel Jensen við bold.dk.