Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 175 - 12. september 2008 lýsingar Ú t bj ó ði ng Tollfrí søla í Vága Floghavn Raksturin av virksemi við tollfríari sølu í Vága Floghavn verður við hesum alment boðin út av P/F Vága Floghavn. Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja í sein- asta lagi 15. novembur 2008. Orsakað av bygging av nýggjum hølum til endamálið, kann sáttmálaskeiðið tó byrja seinni um byggiarbeiðið verður seinka. Sáttmála- skeiðið gongur út eftir tveimum árum at rokna frá einum mánaða áðrenn at tollfría sølan opnar, tó í seinasta lagi frá 1. novembur 2008. Møguleiki verður fyri at leingja sáttmálaskeiðið við einum árið afturat um semja er um hetta partanna millum. Útboðið fevnir um Útboðið fevnir um rættin til rakstur av tollfríari sølu frá tveimum handilshølum í Vága Floghavn; eitt fyri komandi og eitt fyri farandi ferðafólki. Tey ið bjóða uppá rakstur av tollfríari sølu í Vága Floghavn skulu sum partur av sáttmálanum um rættin til tollfríu søluna leiga tey hølir, sum P/F Vága Floghavn veitir til endamálið, og øll tollfrí søla í Vága Floghavn skal fara fram frá teimum ávístu hølum. Tilboðsgevarar skulu sjálvir og fyri egna rokning stilla goymsluhølir til taks, sum uppfylla øll krøv frá TAKS fyri slík hølir. Tollfríu sølubúðirnar í Vága Floghavn skulu verða opnar fyri sølu hvønn dag í vikuna í minnsta lagi frá kl. 08:00 til 20:00, og annars í samband við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum. Útboðstreytirna eru nærri greinaðar í útboðstilfarinum, sum kann keypast frá P/F Vága Floghavn. Hvør kann bjóða Einstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir juridiskir persónar, ið uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar bjóða í felag (samtak) skal klárt verða tilskila hvønn av samtakspørtunum P/F Vága Floghavn kann føra møguligar samráðingar við. Hvussu fæst útboðstilfarið Útboðið verður almannakunngjørt á heimasíðuni hjá P/F Vága Floghavn (www.floghavn.fo) og í føroyskum fjøl- miðlum tann 10. septembur 2008 og 12. septembur 2008. Áhugaðir tilboðsgevarar kunnu fáa út- boðstilfarið við at venda sær til P/F Vága Floghavn. Áðrenn útboðstilfarið verður sent út til áhugaðar tilboðsgevarar, skulu kr. 10.000 rindast til P/F Vága Floghavn á konto nr. 6460 2018294 í Føroya Banka sum gjald fyri útboðstilfarið. Um P/F Vága Floghavn avlýsir útboðið, verður gjaldið afturgoldi. Freist at lata inn tilboð Boð, ið skulu verða galdandi í 90 dagar eftir at freistin fyri at lata inn tilboð er úti, skulu verða P/F Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 1. oktobur kl. 12:00 á skrivstovu felagsins: P/F Vága Floghavn Skrivstovan Flogvøllurin í Vágum FO-380 Sørvágur Att.: Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður Boð skulu latast inn í fýra skrivligum ein- tøkum, umframt einum eintaki á CD-rom. Upplating av tilboðum Tilboð, sum eru móttikin rættstundis verða latin upp beint eftir at tilboðs- freistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku tilboðsgevarunum at verða til staðar tá ið tilboðini verða latin upp. Øll innlatin og upplatin tilboð verða við- gjørd í trúnaði. Metingin av innkomnum tilboðum verður framd í tveimum umførum; útveljingar- umfari, hvar mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfari, hvar ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mett at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemi. Freist/dagur Evni 10. septembur 2008 Fyrsta kunngerð av útboðið 12. septembur 2008 Onnur kunngerð av útboðið 22. septembur 2008 Freist at seta fram skrivligar spurningar 1. okt. 2008, kl. 12:00 (før. tíð) Seinasta freist at lata inn tilboð Vika 41 – 42 (mett) Ætlandi fráboðan um val av tilboðsgevara Vika 42 – 43 (mett) Ætlandi undirskriving av sáttmála Vika 47 – 48 (mett) Sáttmálin kemur ætlandi í gildið og rakstur byrjar. Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til Jóhannus Egholm Hansen, næstformanni í nevndini í P/F Vága Floghavn. Sørvágur, tann 8. septembur NEVNDIN Tíðarætlan fyri útboðið Vága Floghavn »NICLAS« til sølu Um hóskandi boð fæst, verður trol-/ línuskipið Niclas seldur við línuloyvi og døgum. Áhugaði verða biðin um at venda sær til Sp/f PO Brokers á tlf 356222 ella mobil 226222. www.pobrokers.fo pobrokers@pobrokers.fo Hús á Toftum til sølu Matrikul nr. 630 til sølu. Húsini eru í 2 hæddum. Omanfyri húsini er ein garaga uppá 42,5 m2. Grundøkið er 630 m2. Húsini eru 123 m2. Í kjallaranum er: 2 kømur, vaskirúm v/wc, fýrrúm, durur/gongd, og trappa uppá miðhæddina. Helvtin av kjallaranum er óinnrættaður. Miðhæddin: hjúnarrúm, 2 barnakømur, 1 wc, 2 stovur og køkur. Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir alla bygdina. Húsini verða seld um nøktandi boð fæst. Ring tlf. 27 49 05 ella 44 84 09 Íbúð ynskist Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um. Ring á tlf. 211322 P o s tb o k s 7 6 F O - 1 1 0 Tó rs h a v n p o s t@s o s ia lu r in .fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin!