Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2008 39 lýsingar Pedagogi til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: 1 pedagogi 30t um vikuna, til barnagarðstovu. Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Starvið verður sett 1. okt. 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. sept. 2008, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/ rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Leiðari til Barnagarðin Vípuna Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna at byrja 1. novembur 2008 ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum frá 0-7 ár. Ein stova við 12 børnum í aldrinum 0-4 ár og ein stova við 14 børnum í aldrinum 4-7 ár. Vit hava 9 frítíðarskúlabørn frá 2. flokkið í Adventisaskúlanum sum koma her nakrar dagar seirnapart. Vit bjóða eitt áhugavert starv • har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum • har menning, virðing og trivnaður fyri tí einstaka barninum er í háðsæti • har tú hevur møguleika fyri at seta tín dám á stovnin • har tú hevur møguleika fyri ráðgeving og eftirútbúgving Vit vænta at tú • ert útbúgving námsfrøðingur við leiðsluroyndum • kanst arbeiða sjálvstøðugt • sær møguleikar framum vansar • dugir væl at samskifta, bæði innan- sum uttanveggja • hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu og barnagarsbørn, atrat hesum 9 frítíðarskúlabørn hettar ári út • hevur hug og áræði til at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóðandi fakumhvørvi, við viðring og umsorgan fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum og starvsfólkunum • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setunarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið er lønt á lønarstig 19-25 Meira fæst at vita Við at venda sær til Agga Niclasen, nevndar- formann, tlf 50 86 89 ella Eyð Skúvadal, fráfarandi leiðara, tlf 28 75 35 Umsókn Saman við viðmælum, skal verða Vípuni í hendi innan 26. septembur 2008 Vípan Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn Tlf. 317535 / 287535 bg-vipan@post.olivant.fo Lýsing eftir námsfrøðingi til Vípuna 1 pedagogi 32 tímar, at byrja 1. nov. 2008, ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum frá 0-7 ár. Ein stova við 12 børnum í aldrinum 0-4 ár, og ein stova við 14 børnum í aldrinum 4-7 ár. Vit hava 9 frítíðarskúlabørn frá 2. flokki í Adven- tisaskúlanum, sum koma her nakrar dagar seinna- part, hetta skúlaárið. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30-17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv har: • náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv • menning, virðing og trivnaður hjá tí einkulta barninum er í hásæti • vit arbeiða við opinleika og einum jaligum hugburði • har tú hevur tína ávirkan • har vit eru byrja at arbeiða við ”Den integrerende baggrund” Vit vænta av tú: • ert útbúgvin námsfrøðingur/hevur royndir og fakliga vitan • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • ert opin fyri broytingum • hevur góð samstarvsevni yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • tú sært fyrimunir fram um vansar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avrit av prógvum og viðmælum skal verða stovninum í hendi seinasta lagi 26. septembur 2008. Vípan Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn Tlf. 317535 / 287535 bg-vipan@post.olivant.fo Frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Gallaveitsla!!! Vit hava 20 ára føðingardag 1. oktobur og í tí sambandi verður gallaveitsla á Hotel Føroyum 4. oktobur. Kom og ver við til at hátíðarhalda henda dagin saman við okkum. Tilmeldingin fer fram við at gjalda 490 kr. á konto 9870 406.878.6 í Suðuroyar Sparikassa innan 22. septembur. Sjá heimasíðuna www.sjukrarokt.fo fyri nærri skrá. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Um hóskandi boð fæst, verða fylgjandi ognir seldar: Norðoyri: Matr. nr. 18. Uttangarðs: 3 gl. 00 sk. Fløturnar Innangarðs: 2.716 m2 sum liggur í byggiøki. Strond: Matr. nr. 13. Uttangarðs: 4 gl.00 sk.. Strandahagi Innangarðs: 2.343 m2 í Strandabø 2 gl. geva rætt til eina neystagrund. Uppsølum: Matr. nr. 752a. Uttangarðs. 4gl. 19 5/12 sk.. Innangarðs: 4.206 m2 Uppi á Fossum 2.492 m2 Undir Fossum 780 m2 4 økir tilsamans 934 m2 Ábyrgd tlf. nr. 457791/222252 Jørð á Norðoyri, Strond og Uppsølum til sølu Lesið -so eru tit við!