fríggjadagur 12. september 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 175 - 12. september 2008
Løgfrøðingar til Føroya Kærustovn
Kærustovnurin er skrivstova hjá
• Kærunevndini í almanna- og heilsumálum
• Skatta- og avgjaldskærunevndini
• Kærunevndini hjá Stuðulsstovninum
• Lendiskærunevndini
• Vinnukærunevndini og
• Skuldarumskipanarnevndini.
Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðingunum vera
• at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum
• at gera nevndunum tilmæli um avgerð
• at hava samskifti við kærarar og stovnar innan kæruøkini
• at luttaka í gerð av ársfrágreiðingum, avgerðarsøvnum og
vegleiðingum til stovnar og borgaran
Førleiki
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv. Kunna arbeiða
sjálvstøðugt og saman við øðrum um størri arbeiðsuppgávur. Tað
er ein fyrimunur at hava arbeiðsroyndir innan almenna fyrisiting
og/ella privata arbeiðsmarknaðin sum løgfrøðingur, tó at hetta
ikki er eitt krav.
Vit bjóða
• spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga
• sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi og
• góðar skeið‒ og eftirútbúgvingarmøguleikar
Løn- og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.
Umsóknir
Umsókn við prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skulu
sendast til:
Føroya Kærustovnur
Sigmundargøta 13, 2. hædd ‒ Boks 45
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera Føroya Kærustovni í hendi í seinasta lagi á
15. september 2008. Størvini verða at seta frá 1. oktober ella eftir
avtalu.
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við Anju Hovgaard,
stjóra, á tlf. 320585 fyri at frætta nærri um starvið.
Søkt verður eftir 2 løgfrøðingum til Føroya Kærustovn
Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og
avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, Lendiskærunevndina og Vinnukærunevndina. Harumframt er Kærustovnurin skrivtova hjá Skuldarumskipa
narnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 8 fólk, stjórin, tríggir løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.
Meginfelag Búnaðarmanna varð stovnað í 1977, 34 fólk starvast hjá fyritøkuni í dag. Høvuðsøkini eru Mjólkarvirki
Búnaðarmanna, sum stendur fyri innsavnan og framleiðslu av mjólk og mjólkarúrdráttum, og Búrøkt sum hevur sølu av
fóðri og brúkslutum til landbúnaðin um hendi. Harumframt hava vit eisini eina søludeild, ið selir maskinur og eykalutir við
hartil hoyrandi maskinverkstaði.
Vegurin langi · Postboks 3088 · 110 Tórshavn · Tel: 309000
2 størv hjá Meginfelag Búnaðarmanna
Meiaristnæmingur
Pakkioperatørur
Meiaristnæmingurin hevur eina lærutíð uppá 3 ár, og
er skúlagongdin í Danmørk, 5 ferðir í tíðarskeiðinum,
í tilsamans 50 vikur.
Eftir lokna útbúgving er møguleiki at útbúgva seg
víðari, til eitt nú meiaríteknikara, processteknolog
ella meiaríverkfrøðing.
Starvstreytir
Løn samb. sáttmálanum við Handverkarafelagið, og
er skúlagongdin í Danmørk ókeypis.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 20. september.
Vilt tú hava meira at vita um útbúgvingina og starvið,
so vinarligast set teg í samband við okkum á tel.
309000, og spyr eftir Øyvind.
Eisini ber til at senda ein teldupost til oyvind@mbm.fo
Til framleiðsluna søkja vit eftir einum dugnaligum og
álítandi fólki til alt pakkiarbeiði. Mjólkarvirkið fær í
vetur nýggjar pakkimaskinur, og kemur tú at verða
við í uppseting og innkoyring av hesum maskinum.
Fólk við tekniskum førleika hava fyrimun.
Starvstreytir
Løn samb. sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 1. oktober 2008.
Vilt tú hava meira um starvið, so ring á tel. 309000, og
spyr eftir Øyvind.
Eisini ber til at senda ein teldupost til oyvind@mbm.fo