Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 156 - 16. august 2001 Nr. 156 - 16. august 2001 3 OLJULEITING Jan Müller Á middegi týsdagin legði nærum spildurnýggja hjálpar- og vaktarskipið hjá felagnum ESVAGT-THOR í Hósvík at oljukeiini í Havn. Eftir 28 dagar úti á »feltinum« varð tíðin kom- in til fyrsta vaktarskifti um- borð. Faroe Connector, sum kom inn í føroyska flotan fyri fáum vikum síðani, hevur verið á síni fyrstu uppgávu á føroyskum sjógvi, og hevur eftir øllum at døma staðið sína roynd til eitt ug. Teir átta av manningini uppá umleið 12 hava verið føroyingar, og nú vaktar- skifti er, fara aðrir átta før- oyingar út við skipinum, sum er langtíðarleigað av BP til uppgávur í føroysk- um sjógvi men eisini aðra- staðni, tá leitingin við Før- oyar er av á hesum sinni. Faroe Connector fylgdi boriskipinum West Navion til boristaðið Svínoy har suðuri á landgrunninum longu tann 23. juli og hevur ligið á staðnum síðani. Skipið er sokallað »multi- functional« tvs. at tað kann røkja fleiri ymsar uppgávur so sum hjálp, bjarging, supply, togan og akkers- legging. Skipið er umleið eitt ára gamalt og hevur røkt uppgávur úr Esbjerg. Tað eru feløgini ESVAGT í Esbjerg og Thor í Hósvík, sum eru farin í samstarv og hava stovnað føroyskt felag, ið rekur skipið. Endamálið er at fáa føroyska manning til allar uppgávur umborð. Neyugt er við upplæring og venjing av fólki. Hesi skulu til eina og hvørja tíð verða tilreiðar at hjálpa manningini á bori- skipinum, um henni tørvar hjálp ella kemur í álvarslig- an vanda. Tá Sosialurin vitjaði um- borð var vaktarskifti. Eyð- bjørn Jespersen og Heine Mortensen, báðir úr Havn vóru júst komnir umborð. Teir eru ikki ókendir um- borð. Herfyri vandu teir umborð í eina viku og teim- um dámdu so væl, at teir nú gleða seg til at fara á fyrsta túrin. Teir hava báðir verið við fiskiskipi og siga, at teir vilja royna nakað nýtt og so sleppa teir frá at nema fisk. Tað eru ikki pengarnir, sum draga, men tað at hetta er nakað nýtt og spennandi. Millum teir, sum fara í land, er Árni Nielsen, kokk- ur. Hann hevur verið við fiskiskipi í nógv ár og er fegin um at royna nakað nýtt. – Tað hevur gingið væl umborð á hesum nýggja farinum, og eg haldi føroyingarnir støðast væl umborð. Stórur partur av tíðini fer til venjing av øll- um slag. Árna Nielsen dámar væl hetta lívið. Við umborð eru eisini tveir garvaðir Esvagt-menn, sum taka sær av venjingini. Es- vagt setir stór krøv til manningina. Árni Nielsen hevur roynt seg í hesi vinnu áður. Í 92 var hann við gomlu Stjørn- ini, sum var vaktarskip í Norðsjónum. Sjálvur held- ur hann, at tað er gott, at føroyingar kunnu manna skip í hesi nýggju vinnu og ivast hann onga løtu í, at vit megna hetta. Tað hevur ar- beiðið umborð á Faroe Pro- tector longu prógvað. Ætl- anin er, at skipið bara skal hava føroyska manning, tá árið er farið. Tað, sum ligg- ur í kortunum, er at hava føroyingar á brúnni, í maskinuni og á dekkinum. Eins og restin av mann- ingini hevur Árni ongar upplýsingar um, hvussu gongur við boringini, ann- að enn, at alt higartil hevur gingið eftir ætlan. – Verður nakað funnið og tað verður testað, so verða tit millum teir fyrstu, sum síggja gas- logan! – Vit vita í hvussu er, hvar hann kemur, um hann kemur, men tað verð- ur so næsta vaktin, sum vónandi fær ta uppliving- ina, sum ein vælhýrdur Árni Nielsen, ið gleðir seg til fýra vikur í landi. Slíkt vaktarskifti er eisini meira ómakaleyst. Tær nýtist ikki at koma heim í flogfari, sum er vanligt hjá teimum, ið manna slík skip í Norð- sjónum o.a. Vaktarskifti Faroe Connector beinleiðis av »feltinum« til Havnar eftir nýggjari manning Eyðbjørn Jespersen og Heine Mortensen hava verið við fiskiskipi, nú vilja teir royna nakað nýtt og fara fyrsta túrin við oljuskipi. Mynd jan Meginparturin av føroysku manningini, sum hevur verið við Faroe Protector fyrsta túrin Mynd jan Hannvør Johansen má fleiri ferðir um árið stríðast fyri, at sonur hennara, sum er spastikari, kann hava eitt stuðulsfólk í skúlanum. Støðan er fullkomiliga ótolandi, og allar loysnir eru fyribils. Nú eru fýra dagar til sonur hennara skal aftur í skúla, men stuðuls- fólkið er enn einaferð sagt úr starvi, og nú veit mamman hvørki út ella inn STRÍÐ FYRI HJÁLP Eyðun Klakstein Hannvør Johansen í Klaks- vík kennir tað sum eitt endaleyst og slítandi stríð at fáast við føroyska al- mannaverkið. Hon hevur ein spastiskan drong, sum hevur hjálp fyri neyðini, men tað er eitt baks at fáa neyðugu hjálp- ina. Hon greiðir frá einum ótali av telefonsamrøðum til myndugleikarnar, nógv- um lyftum, men fáum loysnum og eini stundum vónleysari støðu. Óvissan er støðug og tyngjandi, og stríðið fyri at fáa hjálp tyngir gernadisdagin hjá henni og restina av familj- uni. Nú eru fýra dagar til skúlin byrjar aftur, men stuðulsfólkið hjá soninum, sum nú skal byrja í 6. flokki, er enn einaferð sagt úr starvi, og nú veit Hann- vør hvørki út ella inn. – John er farin at spyrja meg, um hann sleppur í skúla mánadagin, og eg veit ikki, hvat eg skal svara hon- um. Hann er enn ongantíð sloppin í skúla til tíðina, tí vit hava ongantíð fingið nakra varandi loysn við stuðulsfólki, greiðir Hann- vør frá. John Heri klárar at fylgja undirvísingini í skúlanum, og mamman er sera fegin um tað stóru hjálp, sum hann fær frá leiðsluni og lærarunum í skúlanum. Hann er tó kropsliga so illa fyri, at hann má hava onkr- an at hjálpa sær, meðan hann er í skúla, og tað er hetta stuðulsfólkið, sum mamma hansara má stríðast fyri fleiri ferðir um árið. – Vit hava ongantíð fing- ið nakra varandi loysn. Tað eru altíð tríggir mánaðir fram og so veit eingin, um tað kann halda fram. Hetta er ein ótolandi støða, sigur Hannvør. Skelkur Í 1997 flutti Hannvør og familjan aftur til Føroya at búgva, og tað var byrjanin til truplu støðuna. – Í Danmark var ongantíð nakar sum helst trupulleiki. John gekk í skúla og fekk neyðugu viðgerðina og venjingina. Tað komu enntá sosialráðgevarar av sínum eintingum at vitja okkum fyri at vita, um tað ikki var okkurt, sum kundi betrast, greiðir Hannvør frá. Tað var tí ein veruligur skelkur hjá Hannvør at flyta heim og kenna á sær, at støðan í føroyska almanna- verkinum er ein heilt onnur. – Fyrsta árið gekk væl, tí tá var tað barnaverndin í Klaksvík sum syrgdi fyri, at vit fingu stuðulsfólk. Men eftir at Almannastovan síðani tók yvir og skuldi syrgja fyri eini varandi loysn, hevur støðan verið út av lagi, sigur Hannvør. – Eingin ivast í, at John skal hava stuðulsfólk, men tað er altíð ein trupulleiki at finna pengar og vita, hvør tað er sum skal gjalda. Eg verði send runt í systemin- um og skal stríðast fyri hvørjum smátingi. – Fólk lova altíð at hjálpa og fáa tingini upp á pláss, men tað ber ongantíð til at fáa nakað at vita, og loysn- inar eru altíð fyribils. Stuð- ulsfólkið hjá John verður uppsagt fleiri ferðir um árið, og so er tað sama søg- an umaftur. Eg skal ringja runt og greiða frá og royna at fáa stuðulin aftur. Tað er veruliga eitt endaleyst stríð, sigur Hannvør. Brævið kom ikki fram Tá John Heri fór í summar- frí fekk Hannvør at vita, at eingir trupulleikar skuldu verða, tá John Heri skuldi aftur í skúla, tí nú skuldi barnaverndin aftur syrgja fyri stuðulsfólki. – Eg haldi ikki, at barna- verndin hevur nakað at gera uppi í hesum máli, men eg taki til takkar við allari hjálp, eg kann fáa, og tí fegnaðist eg um, at alt fór at verða í lagi aftur, sigur Hannvør. Men soleiðs skuldi ikki verða. Fyri tveimum vikum síðani fekk hon frænir av, at alt var ikki, sum tað skuldi verða. – Eg ringdi á Almanna- stovuna fyri at fregnast og har fekk eg at vita, at John hevði einki stuðulsfólk fingið. Barnaverndin hevði sagt nei til at hjálpa. Tað besta av øllum var, at bræv- ið við noktandi svarinum hevði ligið á Almannastov- uni í fleiri vikur, og hevði eg ikki ringt tá, so eg hevði eg ivaleyst framvegis hild- ið, at alt var í lagi, greiðir Hannvør frá. Kukk í systeminum Nú eru bara fáir dagar til John Heri skal byrja í 6. flokki, og støðan er sum hon plagar at vera. Hvørki hann ella mamman vita, um hann kann byrja mánadag- in, og verður tað sum van- ligt, so kann hann ikki byrja tá. – John Heri hevur fyrr roynt at koma ov seint í skúla og at verða burtur í vikur, tí stuðulsfólkið hjá honum er uppsagt. Tað er keðiligt hjá honum, hóast hann hevur lætt lyndi og dugir at skemta við tí, greiðir mamman frá. – Einu ferðina var hann tvær vikur ov seinur í skúla eftir summarferiuna, og tá spurdi lærarin, hvar í allari víðu verð hann hevði verið. Tað er kukk í systeminum, svaraði John bara. – Og ja, tað er veruliga kukk í systeminum. Um- framt at hava ein spastiskan drong, eitt heim og eina familju at taka mær av, skal eg eisini í tíð og ótíð stríð- ast við almannaverkið, sum ikki klárar at veita eina virðiliga tænastu til okkum. Eg eri fullkomiliga í villar- eiði av hesi støðu, og tað er einki, sum bendir á, at støð- an fer at batna, sigur Hann- vør. Seinasta vónin hjá Hann- vør er nú, at barnaverndin tekur eina aðra støðu og vil gjalda fyri eitt stuðulsfólk, so John Heri kann fara aftur í skúla, har hann trívist so væl. – Men eg kenni gongd- ina. Stuðulsfólkið verður sagt upp fleiri ferðir um árið, og so skal eg aftur stríðast. Tað er óskiljandi, at nakar tímir at verða stuð- ulsfólk, tá viðurskiftini eru so vánalig. Stuðulsfólkini kunnu alt- íð finna sær annað arbeiði, men mamman kann ikki siga upp. Hon verður noydd at halda fram við stríðnum fyri sonin, sum so fegin vil ganga í skúla og sum altíð er í góðum lag, hóast tey stundum vita hvørki út ella inn. Endaleyst stríð fyri soninum – Umframt at hava ein spastiskan drong, eitt heim og eina familju at taka mær av, skal eg eisini í tíð og ótíð stríðast við almannaverkið, sum ikki klárar at veita eina virðiliga tænastu til okkum. Eg eri fullkomiliga í villareiði av hesi støðu, og tað er einki, sum bendir á, at støðan fer at batna, sigur Hannvør Johansen. Mynd: Eyðun Klakstein C M Y K 3 2