Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 156 - 16. august 2001 Nr. 156 - 16. august 2001 5 Nú er nakað síðani at flakavirkið í Hvalba fór í gjaldssteðg og skuldi halda uppat. Men so tók Fiskasøl- an um endan og hev- ur síðani tryggjað ar- beiðið á virkinum. FISKIVINNA Áki Bertholdsen Arbeiðið á flakavirkinum í Hvalba er tryggjað. Í øllum førum í eina tíð afturat. Nú eru eitt sindur síðani, at virkið í Hvalba fór í gjaldssteðg. Men tá ið tað skuldi halda uppat, gjørdi Føroya Fiskasøla av at taka um endan. Fiskasølan hevur leigað virkið frá búnum og hevur síðani tryggjað arbeiðið á einasta stóra arbeiðsplássi í Hvalba. Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sigur, at hetta er at meta sum eina roynd hjá Fiskasøluni. Og higartil hevur hann verið so mikið væl foreint- ur við royndina, at hann ætlar ikki, at Fiskasølan skal sleppa endanum í Hvalba. –Vit ætla okkum at halda fram við virkseminum í Hvalba, sigur hann. Men einaferð skal búgvið gerast upp, ella virkið onkusvegna endurreisast og stjórin á Fiskasøluni hevur í dag onki boð uppá, hvussu framtíðin á virkinum verð- ur. – Enn er ov tíðliga at siga, um vit kanska keypa virkið, ella, hvussu fram- tíðin hjá okkum í Hvalba verður yvirhøvur, sigur Hans Johannus á Brúgv. Støðugt arbeiði Fiskasølan hevur nú rikið virkið í Hvalba í einar tríggjar mánaðir og hesa tíðina hevur verið hampi- liga nógv arbeiði. Hvussu nógv tons, virkið hevur tikið ímóti hesa tíð- ina, veit hann ikki við vissu, men tað hevur verið heilt fitt. Hann sigur, at beinleiðis orsøkin til, at tey gjørdu av at leiga virkið í Hvalba, er, at Fiskasølan hevur brúk fyri at sleppa at selja kong- afiskin, svartkalvan og hini fiskasløgini, sum verða virkað har. Og tað mesta, sum verður fiskað undir Føroyum av hesum fiska- sløgunum, verður avreitt í Hvalba. –Vit seldu nógvan fisk fyri hvalbingar framman- undan og vit hildu, at tað var skeivt at sleppa hesum partinum av søluni uttan víðari. Hesa tíðina, Fiskasølan hevur leigað virkið, er tað hon, sum hevur keypt fisk- in frá skipunum og hevur latið hann virka á virkinum í Hvalba, fyri síðani aftur at selja tann virkaða fiskin. Hans Johannus á Brúgv sigur, at hann er væl nøgdur við gongdina og hann legg- ur afturat, at higartil hevur Fiskasølan havt vinning av virkseminum í Hvalba. Ómetaliga tungt Fólk, sum hava tilknýti til fiskivinna meta, at letur virkið í Hvalba fyrst aftur, fer tað at vera ómetaliga møtimikið at fáa tað latið upp aftur, tí tá skulu ES- krøv av øllum handa slagi lúkast, áðrenn tað kann lata upp aftur, og so verður tað hildið at blíva ov dýrt. Hetta hevði verið ein ó- missandi smeitur hjá kommununi, sum fær ein heilt munandi part av sín- um skattakrónum frá tí, sum arbeiðsfólkið á virkin- um forvinnur. Og hjá lemmatrolarunum hevði tað somuleiðis komið sera illa við, tí virkið í Hvalba hevur spesialiserað seg í at arbeiða kongafisk og onnur fiskasløg, sum lemmatrolararnir fiska. Og letur virkið aftur, verður eitt tað mest týðandi virkið í landinum á hesum øki ikki við í kappingini um fiskin og tað hevði verið ógvuliga óheppið hjá lemmatrolarunum. –Eins og nógv fiska- virki eru farin at selja fiskin sjálvi, er tað eisini neyðugt hjá Fiskasøluni, at fara undir at virka fisk, sigur Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni FISKIVINNA Áki Bertholdsen Fiskasølan ætlar ikki at sita hendur í favn ímeðan hon missur alt meiri og meiri fisk. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at tey, sum framleiða fisk, í størri og størri mun eisini selja hann sjálvi. Eitt nú hava stór fiskavirki, sum t.d. Kósin í Klaksvík, og ikki at gloyma Føroya Fiskavirk- ing, sína egnu søludeild. Hetta hevur gjørt, at Fiskasølan alsamt hevur mist meiri og meiri hesi seinastu árini. Men nú bjóðar Fiska- sølan av. Eins og fleiri fram- leiðsluvirki eru farin at selja fiskin sjálvi, er Fiska- sølan nú farin undir at framleiða fisk. – Eg haldi, at tað er neyð- ugt fyri okkum sjálvi, at vit eisini blanda okkum upp í framleiðsluliðið, sigur Hans Johannus á Brúgv, fiskasølustjóri. Hann sigur, at arbeiðið at virka fisk og arbeiðið at selja fisk hava verið skilt sundur í Føroyum, men hesi seinastu árini er farið at renna saman ímillum hesi bæði økini, so at fleiri og fleiri fiskavirki eisini hava fingið sínar egnu sølu- deildir, sum selja tær vørur, virkini virka. –Tí er tað eisini neyðugt fyri okkum, at tað eisini gongur hinvegin, so at vit, sum selja fisk, eisini fara undir at virka fisk, fyri á tann hátt at tryggja okkum vørur at selja. Tá ið fiska- virkini hava sínar egnu søludeild, er tað ikki annað enn ein natúrlig gongd, at tað eisini gongur hinvegin, so at vit fáa okkara egnu framleiðsludeildir, at sigur stjórin. Fyrsta royndin í Hvalba Fiskasølan er longu farin undir fyrstu royndina sum beinleiðis fiskaframleiðari. Tað hendi, tá ið Fiska- sølan herfyri leigaði flaka- virkið í Hvalba, sum var farið í gjaldssteðg og ann- ars skuldi halda uppat. Men, nú Fiskasølan hev- ur leigað virkið, er arbeiðið tryggjað í hvussu so er fyri- bils. –Hetta er fyrstu ferð, at vit fara beinleiðs uppí tað at virka fisk og vit taka hetta sum eina roynd, sigur Hans Johannus á Brúgv. Annars eigur Fiskasølan hevur Fiskasølan áður sett pening í framleiðslugøgn av ymsum slagi, eitt nú í onkran rækjubátum og okk- urt alivirki, og onnur, so hóast alt, er virksemið hjá Fiskasøluni eitt sindur spjatt. Men nú hon hevur leigað virkið í Hvalba, er hetta fyrstu ferð, at hon roynir seg sum beinleiðis fiska- framleiðara. Men hann leggur afturat, at vit kunnu saktans hugsað okkum eina gongd fram- yvir, har Fiskasølan í størri og størri mun beinleiðis virkar fisk til at selja. – Tað haldi eg, verður neyðugt, leggur hann aftur- at Fyribils eru tey á Fiska- søluni nøgd við gongdina í Hvalba síðani tey leigaðu virkið. Heilt fitt at arbeiði er og virksemið kastar pen- ing av sær. Men stjórin dylir ikki fyri, at fiskaarbeiðið er ó- roynt land hjá Fiskasøluni og tí er ætlanin at fara varisliga fram. –Vit eru farin uppí í Hvalba fyri at læra og enn er ringt at siga, hvat tað fer at føra til, sigur stjórin. Hann veit tí onki um, ant- in Fiskasølan fer at halda fram í Hvalba, antin við at keypa virkið, ella við at leiga tað framhaldandi, tá ið búgvið er gjørt upp, ella virkið verður endurreist onkursvegna. Enn hevur Fiskasølan heldur ongar aðrar ætlanir um at fara undir fiskaar- beiði aðrastaðni. Eru sinnaðir at halda lív í flakavirkinum í Hvalba Flakavirkið er einasta veruliga, stóra arbeiðsplássið í Hvalba og fyribils er arbeiðið á virkinum tryggjað. Fiskasølan hevur leigað virkið í Hvalba og tey eru væl nøgd við gongdina, men framtíðin er enn óviss Fyri fyrstu ferð er Fiskasølan nú eisini farin undir at virka fisk sjálv. Tað verður neyðugt hjá okkum, nú fleiri og fleiri fiskavirki fáa sær sínar egnu søludeild, sigur Hans Johannus á Brúgv, stjóri. Fyribils eru royndirnar góðar Fiskasølan bjóðar av Um vikuskiftið verð- ur stórt Kiwanisting hildið í Føroyum, har umleið 500 íslendarar vera við. Kiwanis er ein hjálparfelagsskap- ur, sum serliga leggur seg eftir at hjálpa børnum KIWANISTING Stefan í Skorini Í døgunum 17.-20. august verður Kiwanisting í Før- oyum. Tingið verður alment sett fríggjakvøldið klokkan 20 við gudstænastu í Vesturkirkjuni. Á tinginum skulu allir teir einstaku felagsskapir- nir avhenda yvirlit yvir virksemi hjá sær, og frá- greiðingarnar verða við- gjørdar á tinginum. Leygardagin verða øll tingstørv avgreidd, og um kvøldið verður gallaveitsla í ítróttarhøllini á Hálsi, og sunnudagin verður ting- arbeiðið gjørt liðugt. Kiwanis felagsskapirnir í Føroyum eru í sama um- dømi sum Ísland, og tí koma fleiri íslendingar til Kiwanistingið, sum verður í Føroyum. Væntandi leggj- a eini 500 íslendingar leið- ina hendavegin til tingið. Harumframt koma fulltrúar úr alheimssambandinum Kiwanis, Evropasamband- inum og úr Kiwanis Nord- en. Kiwanis International varð sett á stovn í 1915 og hevur í dag høvuðssæti í Indianapolis í USA. Kiwanis er í dag umboðað í 76 londum kring heimin og hevur umleið 600.000 lim- ir. Í Føroyum er ein felags- skapur fyri kvinnur og ein fyri menn, ávikavist Kiwanis Rósan og Kiwanis Tórshavn. Tað eru í ár liðin tjúgu ár, síðani Kiwanis varð sett á stovn í Føroyum, og tí er hetta eitt gott høvi at bjóða íslendingum hendavegin. Í Íslandi hevur Kiwanis verið síðan 1964, og har hava felagsskapirnir ógvuliga nógvar limir. Høvuðsendamálið hjá felagsskapunum í Føroyum er at hjálpa børnum og ung- um, ið eru illa fyri og hava tørv á hjálp. Nevnast kann, at Kiwanis hevur stuðlað útgávum av bókum í blind- skrift. Stuðlað verður mest í nærumhvørvinum. Kiwanis hevur tvey høv- uðstiltøk hvørt ár, har tey savna pening til hjálpar- virksemið. Á jólum selja tey jólatrøð, og á Ólavsøku verður ein bátur burturlut- aður. Harumframt er eisini onkur marknaðardagur á skránni. Stórt Kiwanisting í Føroyum 1. august lat Føroyskt Heimavirki upp í nýggjum hølum í Vágsbotni. Heima- virkið hevur hildið til hjá á Kongabrúnni síðan 1960, men vegna umbygging má Heimavirkið flyta út hiðani FLYTING Stefan í Skorini Føroyskt Heimavirki er ikki longur á Kongabrúnni. Henda býarmyndin má víkja fyri útbyggingini hjá Tryggingarfelagnum Før- oyar, sum skal nýta allan bygningin. Heimavirkið hevur verið í hesum hølunum síðan 1960. Áðrenn var Heima- virkið í einum pakkhúsum hjá kommununi, sum eisini stóð á Kongabrúnni. Nýggju hølini í Vágs- botni 14 eru tó alt ov lítil til virksemi hjá Heimavirk- inum. Einki pláss er til goymslu, og tí er verður vøran goymd í einum privathúsum í Havn. Leigusáttmáli er bara gjørdur í eitt hálvt ár fram til 1. januar næsta ár. Eftir hetta veit eingin, hvat hend- ir við Heimavirkinum. Óluva Húsgarð situr í trý- mannanevndini, ið stýrir sjálvsognarstovninum Før- oyskt Heimavirki, og hon sigur, at enn hava tey onga loysn funnið. Sum skilst er Heima- virkið illa spert peningaliga vegna MVG og annað, og tí er framtíðin ógreið. Tað eru fyri tað mesta eldri fólk, ið binda vøruna, sum verður seld hjá Heima- virkinum, og tey fáa so bindipening fyri arbeiðið. Øll vøran er úr føroyskari ull. Føroyskt Heimavirki varð sett á stovn í 1935, og tá var Edvard Mitens for- maður í partafelagnum. Heimavirkið flutt í Vágsbotn Føroyskt Heimavirki er flutt í nýggj høli í Vágsbotn 14. Hesi eru tó heldur lítil, tí einki pláss er til goymslu Mynd: Jens Kr. Vang Føroyskt Heimavirki hevur selt vørur úr føroyskari ull síðan 1935, og enn bjóðar Heimavirkið hesar somu vørur Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4