hósdagur 16. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 156 - 16. august 2001
Nr. 156 - 16. august 2001
7
Einasta veruliga
borgin í Føroyum,
Amtmansborgin,
verður fyri tíðina
umvæld. Húsið var í
so mikið ringum
standi, at umfatandi
umvælingararbeiði
var alneyðugt, sigur
Vibeke Larsen,
ríkisumboð
UMVÆLING
Heri á Rógvi
Stásiliga Amtmansborgin
verður hesar dagarnar um-
væld. Borgin hevur, síðani
hon var bygd, hýst dana
umboði í Føroyum. Amt-
mansborgin er eisini eitt
rættiliga gamalt hús. Bygg-
ingin byrjaði í 1880 og tvey
ár seinni stóð húsið liðugt
bygt. Hesi seinastu 120
árini hevur heldur ikki ver-
ið talan um annað enn van-
ligt viðlíkahald, sum er
gjørt við húsi. Húsið er
gjørt úr basalti, og tað verð-
ur eisini hesin uppruna
formur og útsjónd, sum tað
verður vent aftur til nú.
Í sekstiárunum varð bygt
uppí húsini, tá skrivstova
skuldi gerast. Hesum partur
av húsinum er úr øðrum
tilfari enn eldri parturin.
Vibeke Larsen sigur seg
rokna við, at tað var í hes-
um sambandi, húsini vórðu
málaði hvít. Nú tá ið so
umfatandi arbeiði verður
gjørt, fer tað at síggjast, at
tilfari er ymiskt, men hetta
heldur Vibeke ikki vera
óheppi.
Bæði innan og uttan
Tey flestu, sum hava gingið
framvið húsunum hava óiv-
að lagt til merkis, at húsini
verða sandblást, og tann
kendi hvíti liturin hevur
lyndi til at hvørva. Hetta er
tó bert ein partur av umvæl-
ingini. Umvælingararbeið-
ið umfatar bæði at bøtt
verður um bygning innan
og uttan og eisini verða
krøvini hjá Brunaumsjónini
eftirlíkað.
At húsini eru málaði hev-
ur ført við sær, at húsini
fukta nakað illa, og hetta
merkist sera væl í fleiri
pørtum av húsinum. Tað er
í hesum sambandi, at húsini
verða
sandblást.
Eisini
verður eitt nýtt skifer tak
lagt á. Eisini verður eitt tak
lagt innundir skiferpláturn-
ar. Húsini eru heldur ikki
nakað serliga væl isoleraði,
so talan kann skjótt gerast
um eitt heilt nýtt klima.
Hóast flestu broytingarn-
ar eru uttan á húsinum, so
verður eisini gjørt ymiskt
inni, sum einamest hevur
við at branntryggja húsini
at gera.
Tað er talan um eitt rætti-
liga stórt arbeiði, sum verð-
ur gjørt, og hetta kostar
heldur ikki lítið. Játtanin,
sum Ríkisumboðið hevur
fingið til arbeiðið er 3,5
mill.
Ikki sum at siga tað
3,5 mill eru rættiliga nógvir
pengar, men hetta er nú
einaferð tað, sum tað kostar
at gera slíkar umvælingar.
Vibeke Larsen sigur, at
hetta er umbælingararbeiði
fyri nógv ár, ið verður gjørt
nú. Talan hevur einans ver-
ið um tað vanliga viðlíka-
haldið, sum hevur verið
gjørt tey nógvu seinastu
árini, og hetta merkist eis-
ini. Sambært Vibeke, so eru
húsini í rættiliga ringum
standi, og umvælingarar-
beiði var eisini tiltrongt.
Vibeke ivast ikki í, at fleiri
hol høvdu verið at sæð í
takinum innan stutta tíð,
um ikki farið var ígongd
nú.
Tað, at biðja um 3,5 mill.
til umvælingar, er heldur
ikki bara sum at siga tað.
– Tað var neyðugt við
nógvum
frágreiðingum,
áðrenn játtanin endiliga
varð latin, sigur Vibeke
Larsen. Hon sigur, at tað
hevur verið eitt sindur tor-
ført at fáa donsku myndug-
leikarnar at skilja, at so
mikið nógv av peningi var
neyðugur. Serliga tá eitt
nýtt hús hevði kostað
minni. Tað hevði tó verið
trupult at fingið eina
nýggja Amtmansborg fyri
3,5 milliónir.
Av teimum 3,5 millión-
unum fara 25% beint í
landskassan.
Nýggja ríkisumboðið
nýtt hús
Tann 1. november skal tað
av røttum av vera vaktar-
skifti á Amtmansborgini.
Tá skal Birgit Kleis eftir
ætlan byrja í nýggja starv-
inum sum ríkisumboð. Tað
vera eisini eini stásilig hús
bíða henni, tá hon verður
umboð hjá donsku mynd-
ugleikunum í Føroyum.
Um tað var fyri, at nýggja
ríkisumboðið skuldi fáa
betri karmar at virka undir,
at umvælingararbeiðið varð
gjørt er ikki gott at vita,
men eftir hvat vit skilja á
lagnum, so eru umvæling-
arnar illa tiltrongdar.
Birgit Kleis skal byrja í
nýggja
starvinum
1.
november. Eftir ætlan skal
hon gera eini tvey rend til
Føroya áðrenn. Hetta verð-
ur m.a. gjørt fyri, at hon
skal kunna hitta løgmann.
Birgit flytur til Føroya
við manni og tveimum
børnum.
Amtmansborgin umvæld fyri 3,5 mill.
Mikudagin gjørdist Símun
Waag Høgnesen í Klaksvík
75 ár. Símun er helst best
kendur sum koyrilærari, og
hann hevur lært eitt ótal av
norðoyingum at koyra bil.
Símun byrjaði í fimti-
árunum at undirvísa fólki í
at koyra bil, og í 1965
gjørdist hann eksaminerað-
ur koyrilærari. Fram til
1996 arbeiddi hann sum
koyrilærari øll árini uttan
tvey, tá hann var vikarur.
Beint eftir kríggið fór
Símun at læra til radiotele-
graf, og hann sigldi eisini í
nøkur ár, men tað varð á
landi, at hann fór at hava
sítt yrki, og umframt upp-
gávuna sum koyrilærari fór
Símun eisini undir vøru-
flutning og taxakoyring.
Hetta virksemið gjørdist
seinni til bilstøðin Auto,
sum virkaði í nógv ár.
Símun koyrdi í nógv ár
skúlabørn á Norðoyri til og
frá skúlanum í Klaksvík,
og hann tók sær eisini eitt
skifti av postinum, sum
skuldi til Kalsoynna.
Símun hevur eisini altíð
havt stóran áhuga fyri
ítrótti, og serliga er tað
tennis og fótbóltur, sum
hann hevur brent fyri.
Hann hevur – sum tað
eisini sæst á myndini
– spælt nógv tennis, og
hann var føroyameistari í
fótbólti við KÍ í 1945.
Símun hevur eisini starv-
ast fyri Sosialin í nógv ár,
og hann ger tað framvegis.
Símun tekur sær av at
koyra
Sosialin
í
leysasølurnar í Klaksvík,
og hetta starv hevur hann
røkt til fulnar øll árini.
Símun og kona hansara,
Lina, eiga fimm dreingir,
fleiri abba- og ommubørn
og eisini langabba- og
langommubørn.
NØVN Í VIKUNI
Símun Waag
Høgnesen 75
Arbeiðið við at gera
nýtt løgtingshús
gongur framá
BYGGING
Heri á Rógvi
At kalla allar miðbýurin í
Havn er at meta sum eitt
byggipláss. Í øllum endum
og kantum av miðbýnum
hava handverkarar nógv at
gera. Hetta arbeiðið setur
eisini sín dám á býin.
Tryggingin hevur í longri
tíð nú verið í holt við at
gera nýggjar skrivstovar til
teirra starvsfólk, og hetta
byggiarbeiðið
hevur
at
kalla broytt býarmyndina,
og m.a. teir eyðkendu bil-
túrarnir hava verið noyddir
at leggja eftir einari øðrvísi
rutu.
Hitt stóra byggiarbeiðið í
Havn er arbeiðið við at gera
nýtt løgtingshús. Talan er
um umfatandi arbeiði, har
bæði løgtingið og umsiting-
in hjá løgtinginum skulu
fáa betri umstøður. Eftir
ætlan skal umstingin vera í
bygninginum hjá Føroya
Tele, og løtingshúsið skal
eftir ætlan ikki brúkast til
annað enn løgtingsfundirn-
ar. Nógv varð tosað um,
hvussu rættast var at gera
við ovasta vald í Føroyum.
Fyribils úrslitið av øllum tí
nógva kjakinum kunnu
havnafólk síggja í dag.
Sambært Súsonnu Dani-
elsen, stjóra á løgtings-
skrivstovuni, so er bygg-
ingin eitt sindur seinkað.
Tað byggistigið, sum eftir
ætlan skuldi verið liðugt á
ólavsøku, er ikki liðugt,
men hetta gevur tó ikki or-
søk til at óttast, heldur Sús-
anna fyri.
– Arbeiðið er ígongd, og
teir flestu trupulleikararnir
eru loystir, sigur Súsanna
Danielsen.
Tað
eyðkendi
tornið
hevur fingið av at vita, og
fólk flest bíða spent eftir,
hvussu løgtingið í framtíð-
ini fer at síggja út.
Tað byrjar at
líkjast
– Vit vilja halda full-
veldiskonseptið burt-
ur frá einum framtíð-
ar oljugrunni. Og er
Karsten Hansen sinn-
aður fyri hesum, so
eru møguleikarnir
fyri einari semju við
Javnaðarflokkin góð-
ir. Hetta sigur for-
maður Javnaðar-
floksins um tilboðið
hjá fíggjarmálaráð-
harranum um at taka
skiftisgrunnin úr
uppskotinum um Bú-
skapargrunn Føroya
BÚSKAPARGRUNNUR
Rúnar Reistrup
– Tað frøir meg.
Soleiðis tekur formaður
Javnaðarfloksins ímóti til-
boðnum, sum Karsten Han-
sen gav um at slaka og taka
skiftisgrunnin
burturúr
fyribilsuppskotinum
um
Búskapargrunn Føroya, um
tað kann skapa grundarlag
fyri einari semju um grunn-
in millum samgonguna og
Javnaðarflokkin.
– Eg taki hattin av fyri, at
Karsten Hansen hevur latið
upp fyri einum møguleika
til, at vit kunnu vera við í
einari semju um búskapar-
grunnin. Eg haldi tað vera
rætt av samgonguni at
miðja eftir einari breiðari
semju um Búskapargrunn
Føroya,
sigur
Jóannes
Eidesgaard, formaður í
Javnaðarflokkinum.
Vil ikki síggja
skiftisgrunn
Javnaðarflokkurin
hevur
fyrr gjørt greitt, at flokkur-
in ikki ætlar at vera við til
at samtykkja eitt uppskot
um skiftisgrunn.
Hósdagin í farnu viku
løgdu fíggjarmálaráðharrin
og landstýrismaðurin við
sjálvstýrismálum fram eitt
fyribilsuppskot til leingi
ætlaða Búskapargrunn Før-
oya. Í uppskotinum varð
millum annað ásett, at øll
ríkisveitingin skuldi koyr-
ast beinleiðis í grunnin,
sum so skuldi flyta skiftis-
gjøld yvir á løgtingsfíggjar-
lógina. Soleiðis var Bú-
skapargrunnur Føroya ein
samanseting av skiftis-
grunni og oljugrunni og
skuldi tæna tveimum nokk-
so ymiskum endamálum,
nevniliga at fíggja eina
loysing frá Danmark, og at
forða fyri at møguligar
komandi oljuinntøkur fara
beint í landskassan.
Karsten lat hurðina
upp
Men í Sosialinum týsdagin
lat Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, hurðina upp
fyri einari breiðari semju í
tinginum fyri búskapar-
grunninum, tá hann bjóðaði
sær til at lúka øll orð um
skiftisgjøld og ríkisveiting
úr uppskotinum.
Karsten Hansen segði tá,
at tað lá eingin trupulleiki í
at gera ein skiftisgrunn og
ein oljugrunn hvør sær
heldur enn ein samansettan
grunn, um hetta kundi
tryggja eina breiða semju í
tinginum fyri Búskapar-
grunni Føroya.
– Tað er parturin um
skiftisgrunnin, sum ger at
vit í Javnaðarflokkinum
ikki kunnu taka undir við
uppskotinum um Búskap-
argrunn Føroya. So um
Karsten Hansen er til reiðar
at taka tann partin úr upp-
skotinum, eru møguleikar-
nir fyri einari fornuftigari
semju við Javnaðarflokkin
góðir, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Samgongan ósamd
innanhýsis
Men eitt er, at Javnaðar-
flokkurin nú kann taka
undir við ætlanini um Bú-
skapargrunn Føroya. Hitt
er, at teir báðir stóru sam-
gonguflokkarnir, Tjóðveld-
isflokkurin og Fólkaflokk-
urin, í løtuni ikki eru samd-
ir innanhýsis um hvussu
uppskotið skal síggja út.
Løgmaður hevur sagt, at
hann vil ikki vera við til at
bera eitt uppskot um bú-
skapargrunn í tingið, sum
ikki ásetur nærri reglur fyri
útgjaldið úr grunninum.
Fíggjarmálaráðharrin og
landsstýrismaðurin
við
sjálvstýrismálum siga hin-
vegin, at ásetingar um út-
gjaldið kunnu bíða, men at
sjálvur grunnurin hevur al-
stóran skund. Í framlagda
fyribilsuppskotinum
um
Búskapargrunn Føroya, eru
ongar ásetingar um útgjald-
ið úr grunninum.
Her hellir formaðurin í
Javnaðarflokkinum mest í-
móti sjónarmiðunum hjá
Tjóðveldisflokkinum.
– Tað er kanska ikki so
øgiliga neyðugt at vit hava
eina útgjaldsskipan greiða
longu nú, men eg haldi, at
vit skulu gera eina avtalu
um, nær vit vilja hava eina
útgjaldsskipan klára og seta
eitt tíðspunkt fyri hesum í
lógina,
sigur
Jóannes
Eidesgaard, ið sigur seg nú
bíða eftir fundarboðum frá
fíggjarmálaráðharranum.
Eidesgaard frøist um tilboðið
Formaður Sambands-
floksins hevur ikki á-
lit á sitandi samgongu
og er tí ikki sinnaður
at vera við í nakrari
breiðari semju um
Búskapargrunn Før-
oya. – Vit vita hvat
endamálið hjá sitandi
samgongu er, vit
halda lítið um tað, og
tí fara vit ikki at sam-
starva við samgong-
uni, sigur Lisbeth L.
Petersen
BÚSKAPARGRUNNUR
Rúnar Reistrup
Í Sosialinum týsdagin lov-
aði fíggjarmálaráðharrin at
taka hvørt orð um ríksi-
veiting og skiftisgjøld burt-
urúr uppskotinum um Bú-
skapargrunn Føroya, um
hetta kundi skapa grundar-
lag fyri einari breiðari
semju í løgtinginum.
Hetta tykist at hóva for-
manninum í Javnaðarflokk-
inum, sum í blaðnum í dag
sigur seg bíða eftir fund-
arboðum frá fíggjarmála-
ráðharranum. Men lyftini
um at skilja skiftisgrunnin
burturúr Búskapargrunni
Føroya broyta ikki støðuna
hjá Sambandsflokkinum,
og flokkurin ætlar sær
framhaldandi ikki at vera
við til at gera eina breiða
semju um búskapargrunn-
in.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur alt valskeiðið staðið
nógv nærri at Javnaðar-
flokkinum enn at okkum.
Tað hevur nokk allatíðina
verið ætlanin hjá Tjóð-
veldisflokkinum
at
fáa
Javnaðarflokkin at taka
undir við fullveldisætlan-
ini, og tí er skiljandi at teir
nú royna at lokka við at
umdoypa grunnin. Men vit
vita væl at endamálið við
grunninum framhaldandi er
at fíggja fullveldið, og tað
vilja vit sjálvsagt ikki vera
við til, sigur Lisbeth L.
Petersen, formaður í Sam-
bandsflokkinum.
Einki álit á
samgonguni
Formaður Sambandsflok-
sins sigur seg einki álit
hava á sitandi samgongu,
og tí er hon ikki sinnað at
samstarva við samgongu-
flokkunum um ein grunn til
oljuinntøkur, hóast hon ikki
heldur ein slíkan vera nakra
vánaliga loysn.
– Ein oljugrunnur er sum
fyribrigdi ein góð loysn fyri
føroyska búskapin um olju-
pengar fara at streyma inn í
landið. Men sum er veit
ongin, um tað yvirhøvur
koma nakrar veruligar olju-
inntøkur, og tað stendur øll-
um greitt, at tað gongur
lang tíð frá at olja møguliga
verður funnin, til rættilig
framleiðsla fer í gongd. Tí
hevur tað ongan skund í
løtuni at seta ein oljugrunn
á stovn, sigur Lisbeth L.
Petersen, sum er sinnað at
fara í kjak við allar flokkar
um ein oljugrunn, men ikki
at samtykkja nakað uppskot
enn.
– Eg haldi ikki, at sitandi
samgonga skal seta grunnin
á stovn. Tað kann bíða, sig-
ur Lisbeth L. Petersen for-
maður Sambandsfloksins í
viðmerking til lyftini hjá
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra, um at broyta
uppskotið um Búskapar-
grunn Føroya til tess at fáa
eina breiða semju í lag í
tinginum fyri uppskotinum.
Formaður Sambandsfloksins:
Fer ikki at samstarva
um búskapargrunn
C
M
Y
K
7
6