Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Venus verður klárur aftur JAN MÜLLER Ein av treytunum fyri at kunna leita eftir olju á føroyska landgrunninum er, at oljufeløg skráseta seg í Føroyum og lata sítt virk- semi ganga út frá Føroyum. Tvs. at feløgini skulu hava skrivstovur og fólk. Longu nú hava fleiri oljufeløg latið upp skrivstovur í Havn og hava í umbúnað at lata upp. Stóra oljufelagið BP Amoco, eitt av slagskip- unum í altjóða oljuvinnuni Línuskipið Venus, sum fekk maskinskaða fyri tveimum vikum síðani verður klárur at fara aftur til fiskiskap um vikuskftið SVEINUR TRÓNDARSON Fyri tveimum vikum síðani fekk línuskipið Venus úr Sandavági maskinskaða, meðan teir vóru til fiskiskap. Skipið varð sleipað til Havnar, har tað varð staðfest, at brek var á um- stýringini, samstundis sum aksilin eisini hevði fingið onkran snudd. Tað vísti seg at vera trupult at fáa eykalutir til umstýringina. Einki var at finna hvørki í Føroyum ella í Nor- egi og tí mátti luturin gerast. hetta hevur tikið nakað av tí, men er nú fingið upp á pláss. – Mánadagin kom so seinasti lut- urin og Venus verður liðugt umvæld- ur móti endanum á vikuni, sig-ur Hálvdan Gudmundsen, reiðari. Óhappið kom sjálvsagt illa við, tí fiskiskapurin var júst komin aftur á eitt rímiligt støði, tá óhappið hendi, men kortini heldur reiðarin ikki, at tað hevur verri enn ilt. – Tað hevur viðrað illa hjá bátu- num nú meðan vit hava ligið við bryggju, so í so máta vóru vit ikki so óhepnir, sigur hann. Sum sagt, so væntar hann, at um- vælingararbeiði verður liðugt síðst í vikuni og viðrar so fer Venus aftur til fiskiskap um vikuskiftið. Oljurisi innivist á Kongabrúnni og avgjørt flaggskipið á Atlantsmótinum við tveim- um framleiðandi oljufelt- um, fer um stutta tíð at lata upp skrivstovu í Havn. Sosialurin skilur, at felagið skal hava gjørt sáttmála við Kristjan á Neystabø, sum eigur húsini á Skansavegi 1. Miðjað verður eftir at lata upp skrivstovuna 1. apríl. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað enn. Føroyskur um- boðsmaður hjá BP Amoco er Hjarnar Djurhuus, fyrrv. stjóri í Shell. Stamarar fingið egið felag Í januar mánað var hildin stovnandi aðalfundur í MBF húsinum. Byrjað var við einum fyrilestri. Danski talilærarin Kirsten Thyme greiddi frá arbeiði sínum við fólki, við stamitrupulleikum. Síðani var felagið sett á stovn og avgjørt var, at navn felagsins skuldi verða Høg- ættarfelagið. Øll eru vælkomin at ger- ast limir í felagnum. Áhug- að kunnu seta seg í samband við Høgættarfelagið, Jóhan Jacobsen, tlf. 313379 ella e- mail@post.olivant.fo Rio Bravo 10 ár Hósdagin 2. mars 2000 eru 10 ár liðin síðani, at mat- stovan Rio Bravo lat upp í Havn. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum um vikuskiftið í Casablanca og Manhattan. M.a. verður bjóðað við- skiftafólkum ókeypis pinna- mat bæði hóskvøldið og fríggjakvøldið. Stórhendingar fyri Rio Bravo hesi seinastu tíggju árini hava verið, at Rio Bravo í 1995 flutti úr Kongagøtu oman í ovaru hædd í bygninginum í Tórs- gøtu, har matstovan heldur til nú. Í 1996 lat Casablanca upp í niðaru hæddini og síðsta ár sá pub-caféin Man- hattan dagsins ljós. Tann seinasta stórhend- ingin er, at Faxe er farin at samstarva við Rio Bravo, og hevur m.a. valt at stuðla í teimum tiltøkum, ið verða hildin í Casablanca og Man- hattan. FAXE er eitt av størstu sodavatns- og øl- bryggjaríum í Danmark, og meta teir at Rio Bravo, Casablanca og Manhattan eru væl egnað støð til at marknaðarføra teirra vørur. Trý vórðu fødd Tríggir nýggir føroyingar vórðu føddir týsdagin 29. februar. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom ein drongur til verðina, og á Landssjúkrahúsinum í Havn vórðu ein genta og ein drongur fødd. Hesi trý børnini sleppa bara at halda rættiligan føðingardag fjórða hvørt ár restina av lívinum. Sambært Útvarpi Føroya eru 44 føroyingar á lívi, sum eru føddur 29. februar, og besta leypárið, tá talan er um nýfødd, var 1996, tá seks børn vórðu fødd. 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Orðaskifti um fram- tíðar vinnu og árin Loysingarkós samgongunn- ar fer at hava við sær ríkis- rættarligan hurlivasa, har valds- og ábyrgdarbýti verður rótfest í bláari luft. Tá samgongan roynir at sannføra okkum um, at vit eiga at stuðla hennara kós í ríkisrættarspurninginum, brúka tey aftur og aftur nøk- ur tølandi gandaorð at balla veruliga innihaldið inn í. Við messandi uppaftur- tøku verða hugtøk sum greiðar linjur, greitt ábyrgd- arbýti, greitt valdsbýti, evstavald og samstarv á jøvnum føti knýtt at ætlan samgongunnar. Men enn vantar ein útgreining av, hvussu alt hetta hongur saman við ætlaða politikki- num. Enn er hetta ikki ann- að enn glæstrimyndir. Delegeringshurlivasin Kjarnin í samgonguætlanini er, at tey sum fyrsta stig “- opretter Færøerne som en fri og suveræn stat” og at henda loysing “- bliver meddelt FN og forankret i folkeretten” sum tað stendur í almenn- u fráboðanini frá Landsstýr- inum, ið er send øllum donskum politikkarum. Hetta er - siga tey - fyri at knæseta at evsta vald og evsta ábyrgd er hjá Løgting- inum. Men í sama andadrátti grugga tey valds- og á- byrgdarbýti. Tey ætla ikki, at hesin suverenitetur skal verða annað enn kosmetikk- ur. Tí beinanvegin skulu málsøkini “afturdelegerast” til danir at umsita. Ásannandi, at vit ikki utt- an nakað kunnu átaka okk- um umsitingina av stórum málsøkjum - sum t.d. dóms- Loyniloysingin: Ríkisrættarligt gyrðislop og løgreglumál - hvørki fíggjarliga, fyrisitingarliga ella starvsfólkaliga annars, ætla tey at tveita ábyrgdina og valdið út í bláan heim. Hetta merkir, at vit fyri øllum heiminum skulu kunngera, at nú hevur Før- oya Løgting evsta vald og evstu ábyrgd av øllum máls- økjum. Men samstundis skulu vit biðja embætis- verkið í einum øðrum “fri og suveræn stat”, nevniliga danska embætisverkið, um- og fyrisita veldug málsøki. Fløkt ábyrgd Í Danmark hava tey ráð- harraábyrgd. Tað merkir, at um danskt embætisverk fremur eitthvørt fyrisiting- arligt misbrot, so er tað dan- ski ráðharrin, sum í síðsta enda ábyrgdast. Men hvør, ið ábyrgdina hevur, um danskt embætis- verk fremur fyrisitingarligt misbrot í umsitingini av málsøki hjá fría og suverena statinum Føroyum, ber ikki til at siga. Um danska em- bætisverkið innan dóms- valdið fremur misbrot í fyri- sitingini av føroyska - út- liciteraða - dómsvaldinum, ber ikki til at siga, hvørt tað er føroyski landsstýrismað- urin í lógarmálum, ella tað er danski justitsministarin, ið hevur ábyrgdina. Soleiðis arbeiðir sam- gongan í rama álvara við eini skipan, ið ger ábyrgd- arbýtið meira fløkt enn tað nakrantíð hevur verið. Ja, ein skipan har øll ella ongin hevur ábyrgdina. Fløkt vald Í spurninginum um valds- býti rennur samgongan seg í sama trupulleika. “Fær- øerne som en fri og suveræn stat” skal afturdelegera málsøki. Og hvør ið hevur lóggávuvaldið á hesum málsøkjum, ber ikki til at siga. Danska embætisverkið virkar eftir danskari lóg- gávu og undir donsku rætt- arskipanini. Eftir hvørji lóg- gávu danska embætisverkið skal umsita málsøki hjá fría og suverena statinum Før- oyum, ber ikki til at siga. Men fáur man ivast í, at danskir myndugleikar fara klárt at vísa aftur, at leggja partar av danska embætis- verkinum undir lóggávu- valdið hjá einum øðrum stati - og tað í óásetta tíð. Og tá hava vit á hesum øki somu fløkju, sum í spurn- inginum um evstu ábyrgd. Ein skipan har øll ella ongin hevur lóggávuvaldið. Ófyrireika Í veruleikanum arbeiðir samgongan fram ímóti eini støðu, har Føroyar í mong ár verða stýrdar eftir umsum “hovsa loysnum”. Tey dylja, at í roynd og veru fer teirra politikkur at merkja, at vit fáa minni sjálvstýri og minni sjálvræði enn framm- anundan, tí ongar veruligar fyrireikingar verða gjørdar at taka á seg vald ella á- byrgd. Tvørturímóti at loysa vandamálini við ógreiðum valds- og ábyrgdarbýti, skapar samgongukósin enn størri ógreiðu. Tvørturímóti at finna fram til eina virði- liga, veruliga og varandi loysn á ríkisrættarspurning- inum, ætlar samgongan at gera nakað, sum mest av øllum minnir um ríkisrætt- arligt gyrðislop. Gyrðislopið (bungy jump) er eyðkent av at tú lætst loypa út í fría lopið, men tá til stykkis kemur, ert tú íbundin eitt elastikk, sum varveitir sambandið við pallin, so tú allíkavæl ikki ert leysur - bert hjálpar- leysur. Tá tú so hongur og darlar við elastikkendan mugu hjálparfólk toga teg upp á turt aftur. Fáfongd Her er ikki talan um eina væl skipaða verkætlan, sum hevur til endamáls at vinna føroyingum og landi okkara stærri frælsi og víðari ræsur. Nei, tess meira vit kanna politikkin hjá samgonguni, tess týðiligari kemur fram, at her fyrst og fremst er tal- an fáfongd. Samgongan ætlar at bjóða føroyingum eina óvirðiliga ikki-loysn í ríkisrættar- spurninginum. Tí kunnu tey heldur ikki krevja, at øll onnur tigandi skulu svølgja. Bergur P. Dam Í kvøld klokkan 19.30 verður skipað fyri einum almennum orðaskiftisfundi í út- varpshøllini. Evnið er „Oljuríkidømi og samfelagslig árin“. Hetta er eitt evni, sum ikki hevur verið so nógv viðgjørt í tí al- menna tjakinum, og tað hevur helst sínar orsøkir. Fyrst og fremst tann, at vit í dag ikki vita, um nøkur olja finst í undirgrundini og finst hon, tá vita vit heldur ikki, um talan verður um eina stóra framtíðar vinnu. Ein onnur orsøk er so tann, at meðan 80- árini vórðu brúkt til at tosa um ognarrættin til undirgrundina, so vórðu 90-árini merkt av marknatrætuni við bretar umframt sjálv- ari tí fysisku fyrireikingini til fyrstu leiting á landgrunninum. Nú eru vit so farin inn í eina nýggja øld - vit hava sett hol á ár 2000 - og er tí eisini stundin komin til at tosa um árin tað verið seg positiv og nega- tiv - av eini komandi leiting og framleiðslu. Tað er eisini ein sannroynd, at almenna kjakið øll hesi seinastu árini hevur verið merkt av mongum stórum og álvarsligum málum. NÚ undirgrundin er komin á føroyskar hendur - nú markið við Bretland er komið uppá pláss, og nú tingið hevur samtykt 1. útbjóðingina, er rætt at seta hol á umrødda kjakið. Og hetta eigur at verða gjørt bæði í fjølmiðlunum, á tingi og á slíkum tjak- fundum, sum Suðurstreymoyar Tjóðveld- isfelag skipar fyri í kvøld. Vit hava annars á hesum stað lagt upp til, at Norðurlanda- húsið komandi árini verður karmur um ráðstevnur, hoyringar ella hvat tað nú kann eita, har nettupp framtíðar oljuvinnan og árin hennara á okkara lítla samfelag, verða viðgjørd. So „hoyringin“ í útvarps- høllini í kvøld er ein frálík upphiting - ein góður botnur at leggja í so máta. TAÐ er ynskiligt, at vit fáa eitt uppbyggj- andi og konstruktivt orðaskifti, har flest allir tættir í hesum stóra máli verða tiknir upp. Verður olja funnin, hvussu brúka/ burturleggja vit inntøkurnar skilabest? Hvussu vilja vit búgva okkum út til at taka ímóti hesi vinnu, eitt nú á íbúðarøkinum, á barnagarðs- og skúlaøkinum, hvussu er stætt við gistingarhúsum, við hølum til skrivstovur, ja við arbeiðsmegi, fólki til at manna størvini í nýggju vinnuni? Fer nýggja vinnan at skapa trot á arbeiðsfólki í øðrum vinnum, verða vit noydd at innflyta fólk uttanífrá? Hvussu við umhvørvinum, hvussu við mentanarlívinum osfr. Og tú kanst venda øllum hesum og spyrja, hvussu kann nýggja vinnan geva íblástur og skapa nýggjar karmar innan bæði vinnulív og mentan! Hetta og annað eru spurningar vit nú eiga at seta hol á. Kunngjørt verður at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara ANNA KATHRINA HEINESEN Leirvík andaðist týsmorgunin 29. feb., 81 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju fríggjadagin 3. mars kl. 14.00. Tey, sum ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Sjómanskvinnu- ringin í Leirvík. Vegna tey avvarðandi Børnini ✝ Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara HANSINA DEBES Havn, ættað frá Gjógv andaðist og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til sangarar og Jukim Olsen fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkju- garðinum. Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Marna, Herdis, Hans Jacob, Petur, Poula, Jacoba, Mary, Oda, Ellintur og Sonja Tøkk