hósdagur 2. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sjúkt sjúkrahúsverk
Miðflokkurin vísir í landsfundarsamtykt síni á, at hann harmast um handfar-
ing myndugleikanna av heilsuøkinum
JOHN JOHANNESSEN
Eitt av málunum, Miðflokk-
urin viðgjørdi á landsfundi
sínum leygardagin, var
støðan innan heilsuøkið.
Niðurstøðan av hesi viðger
var, at sjúkrahúsverkið er
sjúkt og tørvar viðgerð.
Í hesum sambandi harm-
ast flokkurin á ta handfar-
ing, heilsumál fáa frá mynd-
ugleikunum.
Flokkurin
harmast um, at sjúkrahúsini
ikki verða hildin við líka,
at stríð er millum fakbólk-
arnar, at nýggjur stjóri ikki
er settur á Landssjúkrahús-
inum og at ov lítið av pen-
ingi verður játtað sjúkrahús-
unum til at keypa tól fyri.
Alt hetta heldur Mið-
flokkurin er við at máa støð-
ið undan sjúkraviðgerðini
og sostætt eisini tryggleika
sjúklinganna.
Persónsskatturin ov
høgur
Miðflokkurin heldur tað
Syndra samhaldsfestið
JAN MÜLLER
Í dag koma níggju fólk frá
eini av heimsins størstu
fyritøkum, BP Amoco, til
Føroya við leiguflogfari
beinleiðis úr Bretlandi.
Ferðin er liður í fyrireik-
ingunum hjá BP Amoco
til oljuleiting á føroyska
landgrunninum.
BP Amoco hevur verið
virkið á føroyaøkinum nú
í fleiri ár og hevur gjørt
eitt rættiliga stórt tøkni-
ligt arbeiði nú undan 1.
útbjóðing. Blaðið skilur,
at BP Amoco eftir øllum
at døma verður millum
oljufeløgini, sum fara at
søkja um loyvi at bora á
landgrunninum.
Tey mongu útlendsku
oljufeløgini skulu hava
fundir við føroyskar olju-
myndugleikar fyri at
kunna teir um, hvussu
langt felagið er komið
við sínum kanningum.
Eisini verður høvi undir
vitjanini at hitta umboð
fyri ymsar partar av før-
oyskum vinnulívi, al-
mennar stovnar ol.
Leiðin gongur eisini út
í Tinganes, har BP-fólkini
skulu hitta Anfinn Kalls-
berg, løgmann. Ein heilur
tími er settur av til henda
fundin.
Ein møgulig umsókn
frá einum tí størsta olju-
risanum í heiminum at
bora á landgrunninum er
helst ein av teimum, sum
føroyskir oljumyndug-
leikar bíða við spenningi
eftir. Tí nettupp BP
Amoco er tað oljufelagið,
sum hevur mestu roynd-
irnar frá oljuøkjunum
beint við føroyska mark-
ið. BP Amoco er í dag
operatørur á báðum olju-
feltunum vestan fyri Het-
land, Foinaven og Schie-
hallion.
Tað er tí greitt, at BP
Amoco hevur mong ítøki-
lig úrslit at vísa á frá økj-
um, sum liggja stutt frá
føroysku teigunum, ið
eru bodnir út.
Tað hevur eisini verið
gitt, at møguligar olju-
goymslur,
sum
BP
Amoco kann hava funnið
skamt frá markinum,
kunnu halda fram inn á
føroyskt øki. Er nakað í
hesum má metast, at BP
Amoco hevur serstakan
áhuga fyri ávísum teigum
føroysku megin markið.
M.a. hevur skotska blaðið
Press & Journal gjørt
nógv burtur úr einum
brunni, „Conival“, sum
BP Amoco hevur borað
tætt upp at markinum,
men sum felagið enn ikki
hevur viljað latið nakrar
upplýsingar um.
Oddamaðurin í stóra
BP Amoco bólkinum, ið
kemur til Føroya í dag, er
Peter Rattey, stjóri. Hetta
er fyrsta vitjan hansara í
Føroyum.
Níggju
BP-fólk við
leiguflogfari
ÁKI BERTHOLDSEN
– Fullveldi ella ikki: Vit fara
altíð at kenna okkara vitj-
anartíð, og vit fara altíð at
seta okkara sjálvsøgdu krøv
fram.
– Og vit fara eisini at vísa
í verki, at vit hava styrki til
at gera tað.
Boðskapurin frá Gunn-
leivi Dalsgarð, formanni í
Starvsmannafelagnum til
føroysku politikararnir, er
púra greiður.
Eftir at hava eygleitt pol-
itisku gongdina seinastu tíð-
ina heldur hann tað vera
neyðugt at ávara føroyskar
politikarar ímóti at ganga
limunum í Starvsmannafel-
agnum ov nær
Og tað gjørdi hann so á
aðalfundinum í Starvs-
mannafelagnum um viku-
skiftið.
– Vit fara aldrin at offra
okkum afturfyri at ávísar
politiskar ætlanir kunnu
verða settar í verk, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Mugu ikki fyrigykla
Starvsmannafelagið hevur
altíð víst teimum týðandi
samfelagsviðurskiftunum
ans
Og í hesum døgum er tað
ikki løgið, at tað einahelst
er fullveldismálið, sum hev-
ur stóran áhuga hjá felag-
num
Men tað skilst á øllum
brøgdum, at Starvsmanna-
felagið er heldur ivasamt
um gongdina í fullveldis-
málinum og tað er m.a.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur nógvar ábendingar vera um, at
borgarligu kreftirnar nýta fullveldismálið til at styrkja seg politiskt. Hetta ætlar
hann ikki at góðtaka
hetta sum fær felagið at
lyfta fremstafingur ímóti
politikarum.
– At broytingar verða
gjørdar í ríkisrættarligu
støðu okkara, er bæði rætt
og rímiligt og tað ásanna
eisini allir politiskir flokkar.
– Men vit mugu sláa fast,
at eins væl og vit fóru á
heysin í ríkisfelagsskapin-
um, har ríkisstuðulin ikki
kundi forða fyri lønarniður-
skurið og reallønarfalli,
kunnu vit eisini fara tað, um
vit fáa fullveldi.
– Tí tað er altíð dygdin í
politiska valdinum, sum er
avgerandi.
Gunnleivur Dalsgarð at
tað er eitt krav til politik-
arar, at teir eru sannir, og
ikki geva fólki falskar vónir
um eitt samfelag við full-
veldi, eins og teir politik-
arar, sum vilja varðveita rík-
isfelagsskapin, ikki mugu
fyrigykla fólki, at ríkisstuð-
ulin er loysnin og bjargingin
í allar ævir, tí hann kann
hvørva, uttan vit vilja tað,
ella ikki, sigur formaðurin í
Starvsmannafelagnum.
Ivasamir um gongdina
Men annars er tað týðiligt,
at Starvsmannafelagið er
heldur ivasamt um gongd-
ina.
– Tað tykist sum um tær
borgarligu kreftirnar í Før-
oyumeru farnar at brúka
fullveldismálið sum skálka-
skjól til at styrkja seg polit-
iskt.
– Avleiðingin av tí verð-
ur, at tað samhaldsfasta
samfelagið verður syndrað,
og tað fara vit undir ongum
umstøðum at at taka undir
við, tí tað fer sjálvsagt eisini
at ávirka okkara viðurskifti.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagið sigur, at hjá
summum politikarum ber
onki til hjá almennum
stovnum, uttan at teir verða
privatiseraðir.
– Her eru tað alt ov nógv
og greflig spor sum ræða,
tí tað verður ongantíð eitt
sunt og gott samfelag, sum
spyrst burturúr at flyta sam-
felagsvirðini yvir til tað
privata at skalta ov valta
við, sigur Gunnleivur Dals-
garð.
Hinvegin hava vit ong-
antíð fingið at vita, hví tað
partú er neyðugt at privat-
isera almennar stovnar.
– Verður tað gjørt, fer tað
at taka grundarlagið undan
tí samhaldsfasta samfelag-
num.
– Og tað kunnu vit ikki
góðtaka, fullveldi ella ikki,
sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Vita ov lítið
Annars leggur formaðurin í
Starvsmannafelagnum dent
á, at enn veit hann ov lítið
um fullveldisætlanina til at
hann kann siga nakað um,
hvørja støðu, hann fer at
taka og hvat hann annars,
sum
fakfelagsformaður,
kanska fer at mæla sínum
limum til at gera.
– Enn vita vit alt ov lítið
ítøkiligt um, hvat ætlanin er.
– Men tað er púra greitt,
at vit fara ikki at offra okk-
ara rættindi fyri at fáa ávís,
onnur, politisk mál ígjøgn-
um, sigur Gunnleivur Dals-
garð.
Men fyrrenn meiri ítøki-
ligt er komið fram um full-
veldismálið, hevur hann
ongan hug til at leggja seg
út í eitt orðaskifti um ríkis-
rættarligu støðuna.
Hann sigur, at hann fyrr
hevur sóknast eftir, at tað er
komið ov lítið fram um tær
politisku ætlanirnar og enn
er støðan óbroytt í so máta
vera átaluvert, at landsstýrið
hevur í hyggju at lækka
partafelagsskattin
sam-
stundis, sum persónsskatt-
urin er alt ov høgur. Hetta,
heldur flokkurin, vera at
gera korini hjá teimum lág-
og miðalløntu ósømilig.
Víst verður í hesum sam-
bandi á, at tey, sum eiga
pening í partafeløgum, eru
ikki tann samfelagsbólkur-
in, ið mest hevur brúk fyri
einum skattalætta.
– At lækka partafelags-
skattin er at økja um egin-
ognina og sostætt ogn parta-
eigaranna.
Miðflokkurin heitir tí í
landsfundarsamtykt síni á
landsstýrissamgonguna um
at gera nakað við skatta-
trýstið á lág- og miðalinn-
tøkurnar.
Landsfundur Miðfloksins
fegnast annars um, at Før-
oyar hava búskaparliga
framgongd, og heitir hann
á myndugleikarnar um at
lata framgongdina koma
teimum verri stillaðu sam-
felagsbólkunum og útjaðar-
anum til góðar.
Røtt kós í
fullveldismálinum
Fullveldismálið varð eisini
viðgjørt á landsfundi Mið-
floksins leygardagin. Nið-
urstøðan av viðgerðini var,
at flokkuri tekur undir við
teirri kós, løgtingsumboð
floksins, Jenis av Rana,
hevur valt í viðgerðini av
málinum.
Flokkurin heldur tað vera
av alstórum týdingi, at
fólkarætturin verður virdur,
og tí vil hann virka fyri, at
málið verður lýst so væl
sum til ber. Eisini heldur
hann tað hava týdning, at
fólkið fær seinasta orðið at
siga í málinum.
Virða trúnna
Landsfundur Miðfloksins
viðgjørdi eisini átrúnaðarlig
sjónarmið á landsfundinum,
og sluppu hesi eisini upp í
part í landsfundarsamtykt-
ini.
Flokkurin heitir á allar
føroyingar um at venda aft-
ur tl tey kristnu lívsvirðini.
Hesi, heldur flokkurin, vera
besta grundarlag føroyinga
at byggja framtíðina á.
Miðflokkurin heitir eisini
á myndugleikarnar um at
tryggja, at fosturtøkulógir-
nar verða hildnar, og at
Guðgivna
hjúnarbandið
verður virt.
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 43 - 2. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 43 - 2. mars 2000
Borðlegging
á tel. 317500
Sosialurin - 311820
Tel. 317500
Kostnaður
EINANS kr. 98,-
Vel Millum
•ENSKAN BÚFF
•FRANSKAN BÚFF
•PIPARBÚFF
FØSTULÁVINTS-
TILBOÐ
Á HOTEL FÖROYUM
3. og 4. mars
ÓLAVUR Í BEITI
Skráin fyri árliga »Gilja-
nestiltakinum«, sum Li-
ons Club Vágar skipar
fyri sunnudagin, er sera
fjølbroytt. Har verður
mat- og køkutombula,
loppumarknaður,
21-
spæl, tombola, fiski-
brunnur, skjótitjald, ís
søla, bóltspark og tunnu-
sláin fyri at nevna okkurt,
sum skipað verður fyri.
Og klokkan 17.00, ein
tíma eftir at Heini F. Pet-
ersen hevur sett »Gilja-
nestiltakið«
verður
eydnuhjól. At vinna á
eydnuhjólinum er ein
skutari,
ferðaseðlar,
gávukort, olja og annað
mangt.
Umframt alt hetta,
verða eisini tríggir teir
vakrastu urtagarðarnir
valdir í øllum bygdunum
í Vágum, og sum nakað
nýtt fáa tey, sum koma
til »Giljanestiltakið« eis-
ini møguleika at velja.
Klokkan 21.30 endar so
møguleikin at velja vakr-
astu urtagarðar í Vágum.
Árliga »Giljanes-
tiltakið« verður
sunnudagin
ÓLAVUR Í BEITI
Jóannes Eidesgaard, ting-
maður, hevur sett Karsteni
Hansen,
fíggjarmálaráð-
harra, heilar 11 spurningar
viðvíkjandi DEMM-skipan-
ini og Innkrevjingardeildini.
M.a. vilæ Jóannes Eides-
gaard hava at vita, hvørjar
grundgevingar vóru fyri at
flyta innkrevjingina frá
Gjaldstovuni til Toll- og
Skattstovuna? Hvussu hev-
ur gongdin í eftirstøðum
verið síðan juli 1999 og
fram til dagin í dag? Hvat
kostaði flytingin í nýggj
høli á Hálsi, keyp av nýggj-
um tólum og innbúgvi, og
hvat
er
leiguprísurin?
Hvussu er støðan í dag við-
víkjandi skráseting, mót-
rokning og innkrevjing av
almennari skuld? Hvørji
stig ætlar landsstýrismaður-
in at taka til tess at tryggja,
at samfelagsins áhugamál
viðvíkjandi innkrevjing av
almennari skuld verða nøkt-
andi røkt?
Í viðmerkingunum sigur
Jóannes Eidesgaard um
gongdina, at á fíggjarlógini
fyri 1995 vórðu settar 7
mió. kr. av til eina centrala
innkrevjingar- og fíggar-
stýringsskipan, harav tær 3
mió. kr. fóru til sokallaðu
DEMM-skipanina,
sum
stendur fyri debitor-eftir-
støður-mótrokning-máls-
viðgerð. Hetta var ein skip-
an, ið varð gjørd í samstarvi
millum Føroya Gjaldstovu
og Kommunedata. DEMM-
skipanin fór at virka í sep-
tember 1995, men varð al-
ment tikin í nýtslu 11. mars
1996. Innkrevjingardeildin
lá tá undir Føroya Gjald-
stovu.
Skuldin minkað
Og sambært einum yvirliti
um gongdina í samlaðu
eftirstøðuni, vísur Jóannes
Eidesgaard á, at almenna
Innkrevjing í skeljasori
Eftirstøðurnar vaksa aftur
fullkomiliga ótálmaðar, og
eingin kann í dag siga
nakað ítøkiligt um, hvussu
stórar hesar eru, burtur-
sæð frá mvg-skuld og
skattaskuld, sigur Jóannes
Eidesgaard í viðmerking-
unum til fyrispurning
skuldin er minkað við sløk-
um 170 mió. kr. eftir fýra
árum. So út frá allýsingini
hjá landsstýrinum á heysti
1996, so kann ikki sigast
annað enn, at Innkrevjingar-
deildin í verki veruliga hev-
ur víst týdningin av orði-
num effektivitetur, og at
DEMM-skipanin
hevur
livað fult upp til tað, sum
m.a. eisini løgtingsmenn
væntaðu.
– Um tað er eitt av okkara
eyðkennum, tað vóni eg ikki
tað er, so er tað nógv, sum
bendir á, at tað sum virkar,
tað skal syndrast, meðan ov
lítil orka verður brúkt til tað,
sum ikki virkar, sum tað
skal, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Og víðari greiður hann
frá, at tíðliga í 1998 so eru
røddir frammi um, at Inn-
krevjingardeildin nú ikki
skuldi liggja undir Føroya
Gjaldstovu, men skuldi flyt-
ast til Toll- og Skattstovuna.
Onkur vildi vera við, at
hetta var sambært bygn-
aðarbroytingunum hjá Finn
Normann
Christensen.
Onnur vildu vera við, at tað
ikki var pláss fyri Inn-
krevjingardeildini úti í Al-
bert Hall. Uppaftur onnur
vildu vera við, at innkrevj-
ingin var ein náttúrligur
partur av virkisøkinum hjá
Toll- og Skattstovuni, með-
an tað eftir øllum at døma
ikki hoyrdi undir náttúrliga
virkisøkið hjá Gjaldstovuni,
hóast hon her hevði virkað
framúr væl.
– Úrslitið verður so, at í
apríl 1998 flytur Innkrevj-
ingardeildin frá Gjaldstov-
uni til Toll- og Skattstovuna.
Vit høvdu eitt orðasklifti á
tingi á heysti 1998, har vit
vóru nøkur, sum mæltu frá
hesi flyting. Men lands-
stýrismaðurin segði, at tann
avgerðin var tikin.
– Nýggjur leiðari verður
settur 1. mars 1999, og
gongdina síðani tá kenna
tingmenn frá fjølmiðlunum
og frá tí brævi, sum Starvs-
mannfelagið hevur sent
Løgtinginum.
Haraftrat
vænta vit, at landsstýris-
maðurin fer at geva tingi-
num eina frágreiðing, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Syrgilig søga
– Skal takast samanum hesa
syrgiligu søgu, sum annars
sá so ljós út, so hava vit í
dag
snøgt
sagt
onga
innkrevjing, og tað er ikki
at taka munnin ov fullan, tá
sagt verður, at øll innkrevj-
ing liggur í skelja sori bæði
menniskjansliga og tekn-
iskt.
– Eftirstøðurnar vaksa
aftur fullkomiliga ótálmað-
ar, og eingin kann í dag siga
nakað ítøkiligt um, hvussu
stórar hesar eru, burtursæð
frá mvg-skuld og skatta-
skuld. Tað fer eingin skipað
skráseting fram, og tað fer
als eingin mótrokning fram.
– Talan hevur verið um,
at í staðin skuldi koma ein
føroyskt
framleidd
innkrevjingarskipan, men í
løtuni sær ikki út til, at
nøkur nýggj skipan kemur í
bræði, og óvist er, hvussu
góð hon verður, um ikki nóg
nógv orka og játtan verður
latin. Eitt framhald av
DEMM-skipanini
hevði
kravt eina uppgradering,
sum møguliga hevði kostað
um einar 2 til 3 mió. kr.
– Løgtingið, sum í sínari
tíð játtaði neyðugu upp-
hæddina til eina effektiva
innkrevjing við DEMM-
skipanini, eigur at fáa at vita
frá landsstýrismanninum,
hvørjar frágreiðingar og
grundgevingar hann hevur
fyri, at alt hetta fyri sam-
felagið so týdningarmikla
øki liggur í skeljum, sigur
Jóannes Eidesgaard m.a. í
viðmerkingunum.
ÓLAVUR Í BEITI
Fnnbogi Arge, landsstýris-
maður, leggur nú uppskot til
løgtingslóg um endurgjald
til komunur í sambandi við,
at sjóvegis farleiðir hjá
Strandfaraskipum Landsins
verða lagdar niður.
Í viðmerkingunum, sigur
Finnbogi Arge, at enda-
málið við lógaruppskoti-
num er at gera almennar
lógarreglur um, hvussu
verða skal við fíggjarligu
viðurskiftunum
millum
land og kommunur í sam-
bandi við, at sjóvegis far-
leiðir hjá Strandfaraskipum
Landsins (SL) til ella frá
kommunalum havnum ella
Endurgjald fyri niðurlagdar
sjóvegis farleiðir
Landsstýrið heldur, at tað skal bera til at rinda kommunum endurgjald í sam-
bandi við, at sjóvegis farleiðir hjá SL verða lagdar niður
bryggjum verða lagdar nið-
ur.
Fyri skip hjá SL í sigling
innannlands eftir eini ferða-
ætlan, og fyri vørur, sum
verða fluttar við teimum,
verður rindað eitt fast, mán-
aðarligt gjald, sum verður
ásett av Landsverkfrøðings-
stovninum eftir samráð við
Starvsnevnd
Føroysku
Havna og SL eina ferð um
árið tann 1. juni at galda fyri
komandi fíggjarár.
– Samlaða árliga gjaldið
frá landinum til kommun-
urnar eftir omanfyri nevndu
reglum er uml. 4 mió. krón-
ur. Verður farleið til komm-
unu løgd niður, fær komm-
unan ikki hesar inntøkurnar,
vísur Finnbogi Arge á í við-
merkingunum.
Og víðari verður sagt, at
eftir vanligum endurgjalds-
reglum hevur kommunan
einki juridiskt krav mót-
vegis landinum, um sjóveg-
is samband verður niður-
lagt, og einki annað serligt
grundarlag er fyri at rinda
kommununum endurgjald í
tí sambandinum.
– Eftir uppskotinum verð-
ur endurgjaldið ásett sum
ein samlað upphædd, svar-
andi til samlaða gjaldið frá
landskassanum í 5 ár fyri
sigling til kommununa.
Grundarlagið fyri útrokn-
ingini er árliga miðalinn-
tøkan av gjøldunum hjá
kommununi seinastu 3 árini
undan niðurleggingini.
– So hvørt, sum annað
samband verður stovnsett
millum oyggjarnar, verður
sjálvandi aktuelt at niður-
leggja sjóvegis sambandið,
sum er í dag, og her verður
sambandið Vestmanna -
Oyragjógv kanska fyrst akt-
uelt. Við teimum gjøldum,
sum í dag eru galdandi,
hevði niðurleggingin av
hesum sambandinum kost-
að landskassanum uml. 3
mió. kr, sum hevði verið
tilsvarandi
inntøka
hjá
kommunukassanum, sigur
Finnbogi Arge m.a. í við-
merkingunum til uppskotið.
Tredivu uppskot
borin í tingið
JOHN JOHANNESSEN
Seinastu dagarnir hava landsstýrisfundir verið hildnir
bæði árla og síla. Orsøkin hevur verið, at í gjár var
seinasta freist at bera løgtinginum tey uppskot, ið skulu
leggjast fram hesa tingsetuna.
Talið av uppskotum, landsstýrið bar løgtingsskriv-
stovuni í gjár, lá um tey tredivu. Ikki bar heilt til hjá
embætisfólkunum í Tinganesi at siga okkum nágrein-
iliga talið, tá vit tosaðu við tey eftir døgurða í gjár.
Fólk sótu nevniliga og løgdu seinastu hondina á
fleiri av uppskotunum heilt til tíðarfreistina í gjár. Tí
var einki nágreiniligt yvirlit yvir, hvørji og hvussu
nógv uppskotini vóru.
Millum málini, ið borin vórðu niðan í tingið í gjár,
vóru fýra mál til aðalorðaskiftis. Hesi vóru hernaðar-
mál, landbúnaðarpolitikkur, lóggávupolitikkur og
fíggjar- og búskaparpolitikkur.
Á løgtingsskrivstovuni siga tey seg fáa nógv at gera,
nú øll hesi málini skulu leggjast fyri tingið.
Hjartatól
Av øðrum undirhaldi
kann nevnast, at sang- og
tónleikarbólkurin Doret-
hea
syngur
klokkan
17.30, og klokkan 20.00
kemur »Upp á tá« at vísa
okkurt forkunnugt og á-
hugavert.
Sum undanfarin ár
kemur
ágóðin
av
»Giljanestiltakinum«
onkrum
serligum
til
góðar, og í ár verður eitt
hjartatól,
diffibilator,
handaður sjúkrabilinum í
Vágum. Handanin verð-
ur klokkan 19.50.
Uml. klokkan 23 endar
so stóra og áhugaverda
»Giljanestiltakið«, og tá
verða lutaseðlarnir drign-
ir og eisini úrslitið av
urtagarðsvalinum kunn-
gjørt.
Í
tíðindaskrivi
frá
Lions Club Vágar verður
eisini nevnt, at gjørligt er
at keypa sær mat og
drekka á tiltakinmum, og
felagið vónar, at undir-
tøkan verður líka stór
sum hini árini.
Gýtingarleiðin
verður oydd
Í blaðnum í gjár bórust tíðindi um, at fiskimálaráð-
harrin hevur gjørt av at lata allar kassar vestanfyri og
norðanfyri upp fyri várróðuri við snellu.
Men útróðrarmenn á Sandoynni eru ikki samdir í,
at allir kassar eru latnir upp. Teir vísa á, at økini, sum
latin eru upp til snellufiskiskap vestanfyri eru øki uttan
fyri alla gýtingarleið. Sostætt fáa teir einki burturúr
várróðurinum, siga teir.
Sambært útróðrarmonnunum hava línuskipnini har-
afturímóti fingið góðar sømdir. Tey sleppa at fiska
lagt inn í gýtingarøkini, meðan útróðararbátarnir noyð-
ast út á 12 til 15 fjóðringar millum størru bátarnar at
royna.
Hetta halda útróðrarmenn á Sandoynni vera ógvuliga
óheppi, tí í løtuni er stongt norðanfyri, og tí er vandi
fyri rættuligari ovurfisking vestanfyri.
Útróðrarmenninir heita tískil á fiskimálaráðharran
um at betra um sømdirnar hjá útróðrarmonnum kring
alt landið sum skjótast.
jojo