Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lítið virksemi á Skála í løtuni SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur meira stillisliga fyri seg á Skipasmiðjuni á Skála í løtuni. Teir hava havt úr at gera, men nú er meira friðarligt, sigur Jón Danielsen, stjóri. – Kiliutaq hevur verið her í ein mánað, men hann fór avstað leygardagin. Síðani hevur Jupiter verið í dokk, men tað var bara ein heilt lítil umvæling. Hann fór avstað aftur beinanvegin. Annars hava bæði Sepia og Føroyingur verði á sleip- istøð á Skála. Bæði skipini eru farin úr føroyska flota- num, tí tey eru seld grøn- lendingum. Royal Greenland hevur keypt bæði skipini til krabb- aveiðu og í tí sambandi skuldu onkrar klassaum- vælingar gerast áðrenn Uni Danielsen, stjóri á Flogfelag Føroya: – Eitt sera skilagott val – Eg eri sera væl nøgdur við, at Heri Niclasen er settur sum stjóri á Ferðaráðnum og haldi, at tað er eitt skilagott væl, sum Landsstýrismaðurin hevur gjørt, sigur Uni Danielsen, sum er stjóri á Flogfelag Føroya, sum bæði selur ferðaseðlar og rekur gistingarhús SVEINUR TRÓNDARSON Fyrst í næsta mánað tekur nýggi stjórin í Ferðaráð Før- oya, Heri Niclasen við starvinum. Tað er eingin loyna, at tá tað frættist, at Heri Niclasen hevði søkt starvið var hann favorittur at fáa starvið, og serliga í vinnuni var eitt greitt ynski um at hann skuldi setast. Nú er tað hent og í tí sam- bandi hava vit fingið eitt prát við stjóran á Flogfelag Føroya, sum umframt at selja ferðaseðlar til og úr Føroyum eisini tekst við gistingarhúsvirksemi. Og tað skilst á øllum brøgdum, at Uni Danielsen er framúr væl nøgdur við valið hjá stýrinum fyri Ferð- aráðið og at landsstýrismað- urin valdi at fylgja innstill- ingini. Kompetentur maður – Í mínari verð er eingin ivi um, at vit hava fingið ein sera kompetentan mann, sum stjóra á tann týdning- armesta postin í føroysku ferðavinnuni. Hann hevur drúgvar praktiskar royndir úr júst ferðavinnuni, og tað fer avgjørt at koma honum til góðar, sigur Uni. Hann heldur, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, at Heri kemur úr einum starvi har hann hevur verið noydd- ur at leggja dent á tann handilsliga partin. – Tað er jú tað ferðavinn- an livir av. Fáa vit ikki nóg mikið av peningi í kassan, so hongur ikki saman. Tað er bara so, sigur Uni Dani- elsen, sum leggur afturat, at tað hesin parturin alt ov ofta er skúgvaður til viks, tá ferðavinnan fyrr hevur ver- ið viðgjørd. Gerast spennandi og lokkandi Sum við øllum øðrum vør- um, sum vera settar til sølu, so er ferðavinna eisini ein vøra, sum verður mett eftir – Vit kunnu ikki bara biða ferðafólk koma hendavegin, tí vit skulu eisini hava okkurt at bjóða teimum. Og tað skal eisini vera annað enn gistingarmøguleikar sigur Uni Daniel- sen (innsett mynd). Hann gleðist yvir at Heri Niclasen er settur í starv sum stjóri í Ferðaráð Føroya, tí hann kennir vinnuna innanífrá savnsmynd dygd og góðsku. Hetta legði Heri sjálvur dent á í blaðnum í gjár, og hann vísti á týdningin at gera eina góðskingarskipan í gásareygum. Við tað meinti hann, at tað hevði verið gott at kunna saman- sjóða øll tey ymsu útboðini kring landi soleiðis, at teir, sum gera faldarar og prís- listar vita, hvat liggur í teim- um ymsu túrunum. Á tann hátt heldur Heri, at túrarnir vera »góðskustemplaðir« og á tann hátt vita teir, sum velja túrar, hvat tað er teir keypa. Hesum er Uni Danielsen púra samdur í. Hansara fat- an er, at vit hava gloymt, at vinnan er ein søluvøra, sum skal gerast lokkandi fyri tey ferðandi, sum hava eina øg- iliga rúgvu av tilboðum at velja ímillum. – Vit mugu gera tilboðini lokkandi, soleiðis at tey koma hendavegin. Í okkara føri ber ikki til bara at biða fólk koma vestur í Vágar at sova. Tað tíma tey ikki. Men gera vit túrar og annað, so er ikki óhugsandi, at vit kunnu draga fólk til. Annars koma tey ikki, sigur Uni Danielsen. Størri fjølbroytni Eitt annað, sum Uni Dani- elsen, eftir øllum at døma hevur saknað er fjølbroytni. Hansara fatan er, at før- oyingar eiga at vera nógv meira úti um seg enn bara at velja nøkur ferðafólk út og siga: Tykkum vilja vit hava til Føroya, tí tað vísir seg, at talið av ferðandi í Føroyum er ikki so stórt, sum vit hava gingið og hild- ið. – Heri vísir á netið hjá Atlantsflog, Icelandair og Mærsk og eg kann leggja afturat tað arbeiði, sum um- boðsstovurnar hjá Mærsk gera fyri føroyingar. Fyri tey eru Føroyar eitt »eks- otiskt« stað og tey eru glað fyri at hava Føroyar við í teirra netið, sigur Uni, sum heldur, at hugskotið um størri fjølbroytni er skilagott og rætti vegurin at fara. Maður fyri samstarvi Tað, sum er gjøgnumgang- andi í samrøðuni við Una er, at hann fegnast um at hava fingið ein stjóra á Ferðaráðnum, sum hevur drúgvar royndir úr ferða- vinnuni og sum framman- undan hevur samstarva við flestu føroyingar, sum tak- ast við ferðavinnu. – Tað er so avgjørt hans- ara sterka síða, tí hóast hann hevur sínar heilt greiðu og avgjørdu meiningar, so dug- ir hann væl at samskifta og samstarva við fólk. Hann hevur eitt stórt net úti í heimi, sum kann fara at vísa seg at vera ein sera stórur fyrimunur fyri føroysku ferðavinnuna, sigur Uni Danielsen at enda. grønlendingar yvirtóku skipini, greiðir Jón Daniel- sen frá. Skipini kunnu ikki brúk- ast til krabbaveiði sum er, og tí skulu onkrar broyt- ingar gerast umborð. Útlit eru til, at Skipa- smiðjan á Skála fær upp- gávuna, tí inspektørurin hjá Royal Greenland, sum hev- ur verið í Føroyum í sam- bandi við Kiliutaq, er sera væl nøgdur við tað avrikið. Kortini vil stjórin Jón Danielsen hvørki váttað ella avsannað tíðindini um, at Skipasmiðjan á Skála hevur fingið umvælingarordran eisini Eftir at hava havt úr at gera eina tíð, er meira friðarligt á Skipasmiðjuni á Skála í løtuni. – Vit hava gjørt burtur av okkum, sigur stjórin Jón Danielsen 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 Íslendsk kvintett – føroyskir tónar Tónleikarar í langan Transit uttanlands Reykjavíkar Wind Quintet hevur spælt inn á fløgu tónaverk hjá føroyskum tónasmiðum DAGFINN OLSEN Tað er einki minni enn stórhending, at føroysk klassisk verk nú koma út á fløguni Cantus Bore- alis. Fløgan verður givin út á forlagnum BIS, sum er norðurlendskt útgávu- felag. Við hesum verður tónleikurin breiddur um allan heim. Reykjavíkar Wind Quintet, ella Blásara- kvintett Reykjavíkar, hevur seinnu árini sam- starvað við føroysk tónaskøld og luttikið á Summartónum nakrar ferðir. Tað eru verk frá hesum framførslum, sum nú koma á fløgu. Í felagnum Føroysk Tónaskøld eru tey fegin um samstarvið, tí ís- lendska kvintettin verður Plátufelagið Tutl arbeiðir við at savna stuðul, so keypast kann ein Transit bussur, ið skal nýtast til tónleikaferðir uttanlands, nú ferðast kann sjóvegis alt árið DAGFINN OLSEN Tutl hevur ætlanir um at útvega ein langan Ford Transit, ið skal nýtast til tónleikabuss. Nú ferðast kann í út- lond sjóvegis alt árið, liggur raðið fyri hjá tón- leikarum at ferðast á henda hátt og bíligari er eisini at flyta ljóðfør á henda hátt. Tutl er farið at søkja stuðul til bussin, ið limir í Tutl ætlandi fáa gagn av, tá ferðir verða í út- lond at leika. Stórt koyrikort skal ikki nýtast til bussin. Bussurin skal prýðast við lýsingum og verður sostatt ein rullandi lýs- ingarbreddi, ið eisini boðar frá, hvaðani buss- urin er. mett a verða á sera høgum listarligum støði. Tað hevur týdning, at føroysk tónaskøld fáa tónleik sín spældan inn á fløgu, so hann kann spælast á útvarpsstøðum kring heimin, meta tey í Føroysk Tónaskøld. Áhugin fyri føroysk- um tónleiki er vaksandi og føroysk verk verða framførd aðrastaðni á konsertum og tónleika- fagnaðum. Tónasmiðirnir, ið eru umboðaðir á fløguni eru, Atli Petersen, Edvard Nyholm Debess, Kári Bæk, Kristian Blak, Pauli í Sandagerði og Sunleif Rasmussen. Áhugavert er, at í fløguhúsanum er greitt frá um tónskøld og um Føroyar á fleiri málum. Semingsmenn stýra nú samráðingunum Várframsýningin 2000 Várkonsert Leygardagin letur árliga várframsýningin upp. Hetta er 11. várframsýningin, ið Føroysk Myndlistafólk skipa fyri DAGFINN OLSEN Klokkan 16 leygardagin let- ur Várframsýningin 2000 upp í Listaskálanum. Sum vanligt, er tónleikur afturvið og á kvøldi klokkan 19 er várkonsertin, har Aldubáran framførir nútímans føroysk verk. Felagsskapurin Føroysk Myndlistafólk skipar fyri Várframsýnigini og hetta er tann 11. í røðini. Hetta er úrvalsframsýn- ing. 36 fólk sendu verk inn. 13 fingu einki við og 23 eru umboðað á sýnigini við í alt 69 verkum. Í úttøkunevndini í ár hava sitið Tita Vinther, Astrid An- dreasen og Guðrið Poulsen. Tær meta, at sýningin er ikki so stór í ár, sum hon onkutíð hevur verið, men hetta kemst partvís av, at ikki so mong sendu inn. Ein er við fyri fyrstuferð, og fleiri listafólk í yngra ættarliðnum eru umboðað. Mest eru tað málningar, ið eru við, men eisini annað, t.d. fotomyndir. Eisini er meira av skulpturum, enn tað hevur verið. Tær halda, at listin í Før- oyum er ikki so eksperi- menterandi, sum ein sær aðrastaðni. Onkur hevur kanska latið okkurt inn, men tað skal eisini vera gott, tí tað er ikki nokk at provokera, bert fyri at pro- vokera. Spurdar um, hvat eitt gott verk er, siga tær, at fyrst og fremst skal kompositiónin vera í lagið. Er talan t.d. um eina myndarøð, so skulu einstøku myndirnar eisini kunna standa fyri seg. Verkið skal vera uppruna- ligt og helst nýskapandi. Tær 3 í úttøkunevndini hava tosað og kjakað seg fram til úrslitið, so gongdin hevur verið demokratisk, meta tær. Tær hava eisini lagt dent á, at sýningin í sær sjálvum skal vera eitt lista- verk, ein heild, ið hongur saman. Tí hava tær her havt tann trupulleika, at veggirnir í Listaskálanum eru upptikn- ir, so tær sleppa ikki at heingja upp, fyrr enn fríggjadagin, so tað kann vera trupult at skapa sær eina heildarmynd av sýn- ingini. Tær meta, at nógv gott er við í ár og eru t.d. spentar uppá unglingin, sum er við fyri fyrstuferð. Hetta er Jens L. Thomsen. Hann er 20 ára gamal og hevur áður luttikið á ólavsøkuframsýning, Vanligt er, at ein úr út- tøkunevndini myndprýðir myndskránna. Í ár prýðir eitt teppi hjá Titu Vinther myndskránna. 23 fólk sýna fram á Vár- framsýnigini og býtið mill- um kynini er so, at 17 mannfólk eru við og 6 konufólk. Elsti luttakarin er føddur í 1936 og tann yngsti í 1980. Sum vanligt, so verður tónleikur at hoyra í samband við várframsýning- ina. Men í ár var nær við, at várkonsertin ikki gjørdist veruleiki Guðrið Poulsen, Tita Vinther og Astrid Andreasen hava í ár sitið í úttøkunevndini, ið hevur lagt Várframsýnigina tilrættis Mynd: Álvur Haraldsen DAGFINN OLSEN Vanligt er at hava konsert í samband við Várfram- sýningina, har føroysk verk eru á skránni og ofta verða frumframførd. Aldubáran spælir, tá Várframsýningin letur upp verk eftir Palla Han- sen og Sunleif Rasmussen Verkið Dropar hjá Palla verður frumframført. Á kvøldi er Várkonsert- in. Tá er verkið Skýrák eftir Atla K. Petersen á skránni. Verkið er bílagt til konsertina. Fyrsta almenna fram- førslan av Nocturne fyri B-menniskju eftir Trónd Bogason er eisini á skránni, eins og verk eftir Paula í Sandagerði, Sun- leif Rasmussen og Palla Hansen. Læna flygul Orsakað av, at klaverið, sum hevur staðið í Lista- skálanum, av ymsum or- søkum ikki er har longur, gjørdist konsertin í ár nær- um av ongum. Tað eydnaðist tó at læna flygul frá Stamen Stan- tchev. Hetta skuldi tó flytast úr Kommunu- skúlanum og niðan í Listaskálan. Eydnan var við og fýra sterkir menn komu til hjálpar, so Vár- konsertin verður sum ætl- að. DAGFINN OLSEN Semingsmenn eru komnir upp í sáttmálasamráðingar- nar millum Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálastýrið. Semingsmenn eru Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík og Allan Skaalum, stjóri á Repro-Z. Týskvøldið høvdu sem- ingsmenninir fund við part- arnar, har teir hoyrdu sjón- armið teirra. Semingsmenninir hava avgjørt at leingja sáttmálan millum partarnar í eina viku. Harvið er arbeiðssteðgurin og blokadan, sum Føroya Lærarafelag lýsti at byrja 1. mars, útsett í eina viku. Ætlandi skulu partarnir hittast aftur til fundar fríggjamorgunin. Umframt lønarspurning- in, so er tað serliga arbeiðs- tíðin, ið skilir partarnar. Eisini nýggja fólkaskúla- lógin hevur verið partur av kjakinum og serliga tær eyka útreiðslur, ið standast av, um hon skal fylgjast. Semingsmenninir Rúni Heinesen og Allan Skaalum hava longt sáttmálan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í eina viku