Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 Norman Christensen vóru, at hann sat ov nógv í sjálvdrátti. Hann tók ikki myndugleikarnar við í sínar nýskipanarætlanir. Men hann var kortini ikki meira í sjálvdrátti enn so, sigur Óli Jacobsen, at hann hevði standandi »mandat« frá tá- verandi løgmanni, Edmundi Joen- sen, til at gera tað, hann gjørdi. Óli Jacobsen metir tó ikki, at Finn Normann Christensen fekk tær bestu arbeiðsumstøðurnar, tá hann kom. Hann varð settur sum aðalstjóri í gomlu fyrisitingini, samstundis sum hann skuldi ar- beiða við bygnaðarbroytingini, sama fyrisiting skuldi ígjøgnum. Undir hesum umstøðum var tað, at Finn Norman Christensen kom við sínum uppskoti til, hvussu fyrisitingin skuldi síggja út. Ein av embætismonnunum, sum tíðliga fanst alment at ar- beiðshátinum hjá Finn Norman Christensen, var stjórin á Gjald- stovuni, Leif Abrahamsen. Hann sigur, at tað er ov bíligt nú aftan á at koma og kasta Finni Norman Christensen persónliga fyri, at verkætlan hansarar ikki kann brúkast í praksis. Her eru tað teir føroysku pol- itikararnir, sum eiga at fáa lisið og áskrivað fyri at hava keypt nak- að, sum ikki er nóg gott. Tí tá tú keypir eina vøru, er tað keyparin sjálvur, sum tekur endaligu av- gerðina, sigur Leif Abrahamsen. Føroysku politikararnir hava alla tíðina vitað, at vøran var ikki nóg góð til føroysku fyrisitingina. Tað hava alla tíðina verið fólk, sum hava ávíst tað. Kortini gjørdu politikararnir av, at tað skuldi vera hendan loysnin, sum brúkast skuldi. Og so er tað altso bara ov bíligt aftan á at leggja eftir mann- inum, sigur Leif Abrahamsen. »Tað er okkara egna skuld, at tað gekk, sum tað gjørdi. Vit før- oyingar hava sjálvir skapt úrslit- ið«, sigur hann. Torfør politisk viðurskifti Tann 1. apríl 1993 gjørdi Føroya Landsstýri av at seta ein arbeiðs- bólk, sum skuldi endurskoða før- oysku stýrisskipanina. Arbeiðs- setningurin hjá bólkinum skuldi millum annað vera at greiða frá muninum millum kollegiala og ministeriala skipan, umframt at gera uppskot til til nýggja stýris- skipanarlóg, sum byggir á ráð- harrastýri. Eisini skuldi bólkurin kanna kostnaðin av hesum. Í arbeiðsbólkin valdi lands- stýrið Kjartan Hoydal, táverandi fiskimálastjóra, og fýra føroyskar løgfrøðingar. Álitið frá arbeiðsbólkinum varð latið Maritu Petersen, táver- andi løgmanni, tann 22. december 1993. Men tíðin var baldrut í Før- oyum í fyrru helvt av nítárunum. Búskaparligt omanlop hevði ver- ið, sum hevði tikið støðið undan bankunum, og politiska støðan var ótrygg. Marita Petersen skrivaði út val at verða í juli 1994. Og so varð einki meira gjørt við bygnaðar- broytingarnar í fyrisitingini á tí sinni. Eftir valið varð nýggj sam- gonga skipað, við Edmundi Joen- sen, formanni Sambandsfloksins, sum løgmanni. Og í hansara løgmansskeiði varð bygnaðarbroytingin viðtikin og sett í verk. Ein embætismaður úr danska Uttanríkisráðnum, Finn Norman Christensen, varð settur at gera arbeiðið. Men heldur ikki eftir, at ar- beiðið við bygnaðarbroytingini var byrjað, var seliga friðaligt á politiska økinum. Og heilt galið endaði, tá javnaðarmenninir í landsstýrinum hjá Edmundi Joen- sen hildu, at teir vórðu ov lítið kunnaðir um tað, sum fyrifórst, og valdu at fara úr samgonguni. Nýggj samgonga varð skipað, og Fólkaflokkurin kom upp í í staðin fyri Javnaðarflokkin. Bygn- aðarbroytingarnar vórðu settar í verk á sumri 1996. Atfinningarsamur embætismaður Fyrrverandi fiskimálastjórin, Kjartan Hoydal, sigur, at hann heilt tíðliga var ivasamur um verkætlanina, sum Finn Norman Christensen var farin undir. Ar- beiðsgondin var ov tilvildarlig. Stutt eftir, at Finn Norman Christensen fór undir bygnaðar- broytingina, fór Kjartan Hoydal í farloyvi. Hann er í dag leiðari í útnorður menningarsamstarvinum Nora. Í hugnaligu skrivstovu síni á Brygjubakka situr Kjartan Hoydal við Havnar Kirkju sum næsta granna øðrumegin. Gjøgnum vindeyga hinumegin sær hann út yvir Vágsbotn og flotbrýrnar á Vestaru Vág. Kjartan Hoydal hevur fram- vegis sínar atfinningarsomu meiningar, og hann gerst alt meira sannførdur um, at bygnaðarbroyt- ingarnar, sum tær vórðu gjørgn- umførdar, ikki endaðu við einum bygnaði, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Hann sigur, at hann er samdur við teimum, sum søgdu, at fyri- sitingin ikki virkaði til fulnar, men hann helt ikki, at Finn Norman Christensen var nóg væl fyrireik- aður, tá hann fór undir arbeiðið. Heilt stutt eftir, Finn Normann Christensen var komin til Føroya, hevði hann eina skitsu, sum líkist merkiliga nógv endaliga úrsliti- num, vísa fleiri føroyskir embætis- menn á. Bæði løgtingsstjórin, Súsanna Danielsen, og aðalstjórin í Fíggj- armálastýrinum, Petur Alberg Lamhauge, siga uttan at vita av hvørjum øðrum, at tey kendu til hesa skitsuna stutt eftir, at Finn Norman Christensen var komin til Føroya á fyrsta sinni. Hon líktist undrunarvert nógv lidna úrs- litinum, siga tey bæði. Og Finn Norman Christensen váttar, at hann ógvuliga tíðliga í arbeiðs- tilgongdini hevði eina ráskitsu klára, sum hann so helt seg til allan vegin. Men hann noktar blankt, at hann hevði hana við úr Danmark. »Tað er heilt ósatt«, sigur hann. Skitsan, hann arbeiddi eftir, varð gjørd, eftir at hann kom til Føroya. Hann hevði ikki gjørt sær nakrar nágreiniliga hugsanir um viðurskiftini í Føroyum og hvat gerast skuldi, áðrenn hann vitjaði her fyrstu ferð, greiðir Finn Nor- man Christensen frá. Hann við- gongur tó, at hann helst hevði hugsað eitt sindur um, hvørjir trupuleikarnir vóru. Valaverk Edmund Joensen var Føroya løg- maður í tíðarskeiðnum 1994- 1998. Tað var í hansara løgmans- tíð, at bygnaðarbroytingarnar í meginfyrisitingini vórðu framdar. Tað var í høvuðsheitinum Edmund Joensen, sum gjøgnumførdi broytingarnar saman við Finni Norman Christensen, sum eisini var Edmundsa maður. Og Edmund Joensen er ógvuliga væl nøgdur við úrslitið. Edmund Joensen er stórur maður. Nærkast teimum tveimum metrunum. Hann noyðist at bukka seg langt niður, tá hann tekur tvær sodavatnsfløskur úr køliskapinum á løgtingsloftinum. Hann er í svørtum klædningi, fløskugrønari skjúrtu og slipsi, sum stendur væl til skjúrtuna. Tað svarta hárið er væl greitt, og hóast maðurin er farin um tey 50 árini, er ikki eitt einasta grátt hár at síggja. Edmund Joensen sigur, at Finn Norman Christensen gjørdi eitt risastórt arbeiði. Og at hann kom úr Danmark við eini lidnari verk- ætlan í lummanum, er heilt burtur- við at halda. Hann heldur, at tann milliónin, Finn Norman Christensen fekk í løn fyri sítt arbeiði, er tann best útgivna milliónin í føroyskari fyri- siting yvirhøvur. »Tað var eitt súrt arbeiði, mað- urin tók á seg«, sigur Edmund Joensen. »Og tí skuldi hann eisini hava eina ordiliga løn afturfyri«. Edmund Joensen greiðir frá, at høvuðsorsøkin til bygnaðar- broytingarnar var nýggja stýris- skipanarlógin. Hendan stýris- skipanarlógin gjørdi eisini av, at skiftast skuldi frá kollegialum stýri til ráðharraábyrgd. Stýrisskipanarlógin varð sett í verk í tveimum umførum, greiðir Edmund Joensen frá. Eftir at fyrri partur var settur í verk, var eitt ár til at fyrireika seinna partin, sum umfataði sjálva fyrisitingina. Und- anfarin landsstýrið høvdu einki fyrireikandi arbeiði gjørt. Har var púra slætt borð, sigur hann. Kjartan Hoydal sigur, at Ed- mund Joensen skal hava rós fyri, at hann var fyrsti løgmaður, sum veruliga gjørdi nakað við trupul- leikarnar, sum vóru í fyrisitingini. Teir undanfarnu høvdu so einki gjørt, sigur hann. Ein fekk ikki tikið seg saman til nakað sum helst. Ein annar gjørdi alt sjálvur og hevði ikki brúk fyri nakrari fyrisiting. Meðan ein triði hevði so nógv annað at síggja til eftir búskaparligu vanlukkuna fyrst í nítiárunum, at har ikki var tíð til bygnaðarbroytingar í fyrisitingini. So kom Edmund Joensen, men hann valdi bara eina vanlukkuliga loysn, tí hann ikki vildi lurta eftir fólki, sum høvdu skil fyri ting- unum, sigur Kjartan Hoydal. Tað, sum er hent, er, at tað, sum gjørt er, als ikki er gjøgn- umhugsað frammanundan. Her er bert hermt eftir fremmandum skipanum, sum als ikki hóska til føroysk viðurskifti, sigur hann. »Vit áttu at fingið eina skipan, skapta eftir føroyskum leisti. Og tað hevði borið til«, sigur Kjartan Hoydal. Kjartan Hoydal heldur, at or- søkin skal finnast í støðuni hjá táverandi løgmanni, Edmundi Joensen. Bæði Edmund Joensen og táverandi landsstýrismaðurin, Óli Jacobsen, søgdu, at Finn Norman Christensen skuldi hava »diktatoriskt« vald til at gjøgnum- føra bygnaðarbroytingina, greiðir Kjartan Hoyrdal frá. Teirra støða var, sambært Kjartani Hoydal, at tað var bara Finn Normann Christ- ensen sum visti, hvussu arbeiði skuldi gerast. Slíkt inniber næstan, at tú hevur fingið sjálvan Várharra, ella í øllum førum eitt slag av yvirmenniskja, at arbeiða fyri teg, heldur Kjartan Hoydal. Men Finn Norman Christen- sen er ósamdur við Kjartani Hoy- dal, tá hesin heldur sigur, at eingin annar fekk ávirkan á arbeiðs- gongdina. Hann sigur, at hann ferðaðist runt til føroyskar stovnar og stýri fyri at kunna um upp- skotið og taka í móti ráðum. »Har gjøgnumgingu vit ting- ini. Og teir stovnsleiðarar, sum vóru til staðar, fingu møguleika fyri at koma við viðmerkingum. Og tær vórðu eisini almannakunn- gjørdar. Nei, tað er rætt, at eg ikki lagaði meg eftir teimum í øllum førum, men tær vórðu viðgjørd- ar«, sigur Finn Norman Christ- ensen og vísir til tær viðmerk- ingar, sum vórðu givnar út saman við hansara egna uppleggi. Men fleiri teirra, sum vóru við á hesum fundunum, hava seinni sagt, at tey yvirhøvur ongar aftur- meldingar fingu til teirra atfinn- ingar. Til tað svarar Finn Norman Christensen, at í arbeiðsbólkunum fingu fólk høvi at gera sínar áskoð- anir galdandi. Sjálvur duldi hann ongantíð sínar egnu meiningar, sum øll jú kendu. »Men uppgávan var sett upp á ein slíkan hátt, at Landsstýrið hevði biðið meg gera eitt uppskot, og tað helt eg meg so hava skyldu til og ætlaði mær eisini at gera. Og skuldi eg hildið fram at kjak- ast, hevði eg ivaleyst sitið har uppi enn, og vit høvdu ikki havt fingið nakað uppskot«, sigur Finn Norm- ann Christensen, sum í dag er skrivstovustjóri Forskningsmini- steriet í København. Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen høvdu ikki somu fatan av, hvussu bygnaðarbroyting- arnar skuldu gjøgnumførast Anfinn Kallsberg kundi havt steðgað verkætlanini, tá hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum í 1996 EDVARD JOENSEN Ein løgmaður, sum varð lagdur undir at vera einaráðandi, og ein embætismaður, sum varð sagdur at vera »arrogantur«, gjøgnum- førdu eina bygnaðarbroyting í før- oysku fyrisitingini móti viljanum hjá restini av føroysku politikar- unum. Og eingin steðgaði teim- um. Hóast nógvir høgir, føroyskir embætismenn mæltu frá at góð- taka nýggja bygnaðin. Hann var óegnaður til føroysk viðurskifti, hildu teir. Ein kostnaðarmeting, sum Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiski- málastjóri, hevur gjørt, vísir, at rakstrarkostnaðurin av meginfyri- sitingini er týfaldaður frá 1995 til 1999. Bygnaðarboytingin fevndi um umlegging av allari teirri føroysku meginfyrisitingini. Frá at vera ein einkul fyrisiting við einum for- stjóra og nøkrum fáum stovnum og deildum, varð allur bygnaðurin umlagdur til eina skipan við seks aðalstýrum. Seinni er so eitt kom- ið aftrat, sum ikki var við í upp- runaliga uppskotinum. Sambært fleiri embætismonn- um, teirra millum Kjartani Hoy- dal, fyrrverandi fiskimálastjóra, er úrslitið, at tað eru nógv fleiri fólk í umsitinigni í dag, og at tað kortini bert í einstøkum førum greitt kann vísast á eina meira professionellari umsiting. Kjartan Hoydal er ein av at- finnarunum, sum heldur, at nýggi bygnaðurin bara kappaði høvdið av allari teirri gomlu fyrisitingini, eisini tí sum virkaði, og at bara nýtt og óroynt fólk er sett ístaðin. Nýggjur bygnaður og nýtt fólk, sum skulu brúka eini 10-15 ár til at fáa fyrisitingina at virka til fuln- ar, tí starvsfólkið stríðist við at fáa nýggju skipanina at virka. Av tí sama verða dagligu skyldurnar forsømdar. Og føroyskir politikarar kapp- ast um, hvør kann finnast mest at skipanini. Anfinn Kallsberg, løgmaður, er samdur við Kjartani Hoydal í, at dagliga arbeiðið verður forsømt. Men løgmaður er politikari, so hann hugsar í valskeiðum. Hann metir, at tað fara at ganga minst tvey valskeið, áðrenn tað er fingin ein nýtilig skipan burtur úr tí, vit í dag eru við at byggja upp. Hóast hann viðgongur, at skip- anin í dag í ávisum førum er betri, enn tann gamla var, sigur Anfinn Kallsberg, at forarbeiðið hjá danska embætismanninum, sum gjørdi bygnaðaruppskotið, var ikki nóg gott. Og løgmaður metir, at tað fara at koma dagføringar so við og við. Hin tápuligi danin Í einum av teimum gomlu, reyð- brúnu bygningunum uttast á Tinganesi sat í einum 12 mánaða skeiði í 1995-1996 danski em- bætismaðurin Finn Norman Christensen og broytti alla før- oysku meginfyrisitingina. Hann var settur í starv av Føroya Lands- stýri, sum vildi hava eina gjøgnumgangandi umskipan av øllum bygnaðinum í fyrisitingini, sum eftir landsstýrisins meting var ov veik og óarbeiðsfør. Úrslitið var ein fullkomin um- legging, har øll táverandi fyrisit- ingin varð skift út, og okkurt nýtt og ókent varð sett ístaðin. Ein fyrisitingarbygnaður, sum fleiri, bæði politikarar og embæt- ismenn, halda upp á er ónýtiligur, tí hann er ikki skaptur til føroysk viðurskifti, men er kopieraður frá fremmandum fyrisitingum. Bæði undir fyrireikingunum og ikki minst eftir, at broyting- arnar eru settar í verk, hava verið hvassar atfinningar at tí arbeiði, Finn Norman Christensen gjørdi. Og serliga móti arbeiðsháttinum, hann nýtti. Hann var ov ráðaríkur og vildi ikki lurta eftir góðum ráðum frá teimum, sum kendu viðurskiftini, siga atfinnararnir. Og politikararnir, sum í dag verða spurdir, hví teir svóvu í tímanum, tá møguleiki var fyri at ávirka úrslitið, ja teir yppa øksl og siga, at tað var so mangt annað, teir skuldu gera. Var sjálvur við Á skrivstovu síni við útsýni yvir Vestaru Vág situr formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jac- obsen. Á veggjunum hanga mynd- ir, sum ongan iva lata vera um, hvørji áhugamálini her inni eru. Skip, fiskimenn í ymsum arbeiðs- støðum, skipsmodell og telefonir, sum ringja alla tíðina. Ein limur kemur inn at fáa umsóknarbløð til telefonviðbót. Blaðstjórin á FF Blaðnum melur runt millum ymsar skuffur og mappur at finna seinastu mynd- irnar til komandi útgávu, sum skal á gøtuna í morgin. Óli Jacobsen situr við telduna, sum er umgyrd av pappírum og skjølum, sum heilt fjala myndirnar av børnunum, sum vanliga randa maskinuna. Mitt í øllum rokinum tekur Óli Jacobsen sær kortini tíð at tosa. Hann sigur, at hóast hann í dag er ein teirra, sum allarmest finst at føroyskari fyrisiting, var hann beinleiðis orsøkin til, at Finn Nor- man Christensen kom til Føroya. Óli Jacobsen var í 1994-1995 landsstýrismaður fyri Verka- mannafylkingina. Óli Jacobsen sigur, at nógvar av atfinningunum móti Finn Keyptu ivasama verkætlan hóast ávaringar Hóast ávaringar frá fleiri føroyskum em- bætismonnum, góðtók Landsstýrið og setti í verk bygnaðarbroytingina í meginumsitingini. Hetta hevur trífaldað rakstrarkostnaðin, með- an tað er ivasamt, um umsitingin er batnað tilsvarandi Finn Norman Christensen gjørdist ein umstríddur persónur millum føroyskar politikarar