Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 176 - 15. september 2008 – At hava partabrøv í Føroya Banka er framvegis ein for­ svarlig íløga. Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í bankanum, eftir at hann herfyri seldi góða helvt av sínum partabrøvum í bank­ anum. Hann seldi bara av einari orsøk, nevniliga fyri at fáa likviditet til at keypa eina íbúð í Danmark Partabrøv Jan Müller jan@sosialurin.fo Eftir at útvarpið hjá Kring­ varpinum í farnu viku bar tey tíðindi, at Súni Schwartz Jacobsen hevði selt umleið helvtina av sínum partabrøv­ um í Føroya Banka hevur spurningurin um, hví hann seldi hesi partabrøv hingið í leysum lofti. Hvussu ber tað til, at stjórin í Føroya Banka selur nærum helvt av sínum partabrøvum í sín­ um egna banka? Merkir hetta, at hann ikki longur trýr so nógv uppá bankan hann sjálvur er stjóri fyri? Henda spurningin hava vit sett bankastjóranum, nú hann í vikuni seldi góða helvt av sínum partabrøvum í bankanum. Súni Schwartz Jacobsen sigur, at henda avgerð hevur einki við tað at gera, at hann heldur, at partabrøv í Føroya Banka ikki longur eru ein góð íløga. – Eg havi ein son, sum fer í skúla og fyri at skapa honum tær bestu fortreyt‒ irnar, tó at eg veit, at mong velja kollegieverilsi, so havi eg avgjørt at gera íløgu í eina íbúð, Tað er søgan í hesum. Eg havi fyrr gjørt íløgu í nøkur partabrøv, nú býti eg ein part av tí íløguni um við eina íløgu í eina íbúð. – Men er tað ikki kortini eitt vánaligt signal at senda út til umheimin, at man sum stjórí í Føroya Banka selur ein part av sínum partabrøvum í sínum egna banka? – Tað kanst tú rætt spyrja. Tað vil altíð vera ein spurningur um, hvussu tú plaserar tínar íløgur, um tú ger tær á bara einum stað ella tú vil spjaða tær og eisini brúka likviditet til aðra íløgu. Tað er væl held­ ur ikki óavmarkað, hvussu nógv tú kanst gera íløgu fyri sum privatpersónur. Fordeilir íløgu – Vil tú harvið siga, at onn­ ur, sum hava pengar í Før­ oya Banka ella umhugsa at gera íløgur har, ikki skulu halda, at tú sum stjóri trýr minni uppá slíka íløgu í dag enn tú gjørdi fyri tíð síð­ ani? – Avgjørt ikki. Tað er bara ein spurningur um, at her hevur tú ein posa av pengum, sum man so roynir at fordeila. Í hesum førinum er tað av reint persónligum orøkum, at eg havi gjørt av at selja part av partabrøv­ unum fyri at útvega pening til eina íløgu í eina íbúð í Danmark. Sambart útvarpinum hjá Kringvarpinum hevur Súni Schwartz Jacobsen selt góða helvt av sínum parta­ brøvum fyri ein kurs uppá umleið 157, meðan keyps­ prísurin var 189 og skal hann harvið hava mist góð­ ar 400.000 kr. Súni Schwartz Jacobsen sigur, at tað er ikki altíð ein spurn­ ingur um tað tapið man staðfestir. Spurningurin er her eisini um ta íløgu tú vil gera og har tú hevur brúk fyri nøkrum pengum at gera hana. Forsvarlig íløga – Er tað framvegis ein góð íløga at keypa partabrøv í Føroya Banka, nú stjórin velur at selja góða helvt av sínum partabrøvum? ­ Sjálvur haldi eg, at tað er ein forsvarlig íløga at keypa partabrøv í Føroya Banka. At eg selji hevur einki við tað at gera, tí eg skal brúka pening til at keypa eina íbúð uttanlanda. Søgan er ikki størri enn tað. Súni Schwartz Jacobsen vísir á, at hann varðveitir helvtina av sínum partabrøv­ um í bankanum. –Trúði eg ikki uppá bankan, so hevði man væl selt alt. Hann átti 23.810 partabrøv og seldi 13.810 og hevur sostatt 10.000 eftir. Partabrøv í Føroya Banka ein forsvarlig íløga Útbjóðing Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú er bert hálvur annað mánaði eftir til, at umsókn­ irnar til leitiloyvi í 3. út­ bjóðing á føroyska land­ grunninum skulu vera hjá Jarðfeingi. Tíðarfreistin er 2. november. Petur Joensen frá Jarðfeingi sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um áhugan, tí feløgini vilja helst brúka ta tíð, sum krevst fyri at gera sítt heima­ arbeiði. Sum skilst hevur Jarðfeingi sent útbjóðingar­ tilfar til rættiliga nógv olju­ feløg, her bæði tey, sum longu eru virkin á føroyska landgrunninum, feløg, sum áður hava víst Føroyaøkinum áhuga og feløg, sum ikki hava verið her áður. Vit skilja, at í hvussu er okkurt av teimum stóru feløgunum, sum longu er virkið her, fer at søkja. Nøk­ ur av teimum smærri feløg­ unum hava alment boðað frá, at tey fara at søkja. Spurningurin er tá, hvussu nógvar lisensir feløgini ynskja at bjóða uppá. Vit eiga at hava í huganum, at fleiri av feløgunum fingu stór leitiøki í 2. útbjóðing, sum tey kanna og skulu taka støðu til, um tey fara víðari til at bora. Helst eru tað bæði minus og pluss við eini komandi útbjóðing. Bæði Brugdan hjá Statoil og William hjá BP vóru turrir brunnar. Hetta kann vera við til at draga tann skeiva vegin. Hinvegin kann eisini vera, at sera spennandi oljukeld­ urnar hinumegin markið, Rosebank og Cambo kunnu gera, at oljufeløg, sum eru virkin í teimum loyvunum og fyri tað onnur við eru áhuga í at fáa loyvi føroysku megin markið eisini, so tey ­ um oljuútbyggingar fara fram í framtíðini ­ eisini hava møguleikan at bora skamt har frá á føroyskum øki. Eitt, sum kann draga tann skeiva vegin, er so eisini tann sannroynd, at oljufeløg hava brúkt nógva orku uppá at bjóða í bretskum øki og skulu til at brúka orku eisini til at bjóða í norskum øki. Tað kann hava við sær, at feløgini hava ikki so nógva orku tøka eisini til at bjóða við Føroyar. Ætlanin er at lata loyvini í triðju rundu fyri nýggjár. Freistin fyri triðju útbjóðing nærkast Eni borar neyvan fyrr enn í mai Boripallurin, sum italska oljufelatgið Eni skal brúka á Anne Marie pro­ spektinum á føroyska landgrunninum, er enn einaferð vorðin seinkað­ ur. Pallurin, West Phoen­ ix, sum er bygdur í Korea og nú verður gjørdur liðugur í Noregi, er enn ikki liðugur, og hetta kann ávirka boringina við Føroyar. Ætlanin var at brúka boripallin at bora fyri ENI í februar 2009, men tað er siðani útsett nakað og nú ljóðar at borað verður í mai. Nú nærkast eisini seinasta ársfjórð­ ingi, tá leiðslan í Chevron saman við sínum partar­ um Statoil, Dong og OMV fer at gera av, um spildurnýggja boriskip­ ið Stena Carron skal bora ein brunn í føroysk­ um øki í 2009. (JM) Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka: -Selji partabrøv fyri at gera eina íløgu í eina íbúð Partabrøv í Føroya Banka ein forsvarlig íløga sigur bankastjórin Richard Hardmann á oljutinginum Týskvøldið 16. september verður aftur oljuting hildið í Havn Tá er gesturin eingin mætari enn Richard Hard­ mann, sum er sera kendur í altjóða oljuumhvørvinum og ikki minst í Føroyum, her hann hevur verið við í oljuleitingini frá byrjan. Richard Hardmann fer saman við Magna Laksáfoss, løgtingsmanni og fyrrverandi fíggjarmálaráðharra at tosa um oljuprísin. Oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu árini, og tað hevur verið nógv tosað um, hvat vit kunnu vænta okkum av oljuprisinum í framtíðini og hvørjar avleiðingar kunnu vera av einum høgum oljuprisi. Við støði í teirra fakligu bakgrund og royndum fara Richard Hardmann og Magni Laksáfoss at gera sínar metingar av, hvat vit kunnu vænta okkum av pljuprisinum í framtíðini stendur í tíðinda­ skrivi frá Oljutinginum. Richard Hardmann er nevndarlimur í Atlantic Petreolum UK og hevur 35 ára royndir í at leita eftir kolvetni I Norðsjónum. Magni Laksafoss er utbúgvin búskaparfrøðingur. Oljutingið, sum verður hildið nakrar ferðir um árið og sum er ein felagsskapur við einstaklingum og feløgum, sum hava áhuga fyri eini føroyskari komandi oljuvinnu, verður á Hotel Føroyum týskvøldið klokkan 19.