mánadagur 15. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 176 - 15. september 2008
Komandi vikuskiftið
frumframførir
Tjóðpallurin leikin
Nordost, ið byggir
á gíslatøkuna í
Dubrovka leik
húsinum í Moskva,
har 170 fólk lótu lív
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Á Tjóðpallinum leggja tey í
løtuni seinastu hond á
venjingarnar
til
leikin
Nordost, sum verður frum
sýndur komandi fríggja
kvøld.
Leikurin Nordost eftir
týska høvundan Torsten
Buchsteiner, byggir á hend
ingina 23. oktober í 2002,
tá 42 tjetjenar brádliga
steðgaðu
sýningnini
av
sangleikinum ”Nordost” í
Dubrovka leikhúsinum í
Moskva og tóku 850 áskoð
arar gíslar.
Kravið hjá gíslatakarar
unum var fullkomin aftur
tøka av russiska herinum úr
Tjetjenina. Gíslatøkan vardi
í 57 tímar og kostaði 170
fólkum lívið
Persónligar
upplivingar
Í leikinum ”Nordost” hitta
vit tríggjar kvinnur. Ein
teirra er Tjetjeni og sjálv
morðsbumbukvinna, ein er
lækni, ið er á náttarvakt
hetta kvøldið og situr tí
uttan fyri leikhúsið til reiðar
at veita hjálp. Hin triða er
farin at njóta sangleikin
saman við manni og dóttur.
Spældar av Biritu Mohr,
Súsonnu Tórgarð og Gunn
vu Zachariasen siga hesar
tríggjar
kvinnurnar
frá
hendingini, og hvussu tær
upplivdu lagnukvøldið tíma
fyri tíma.
Um orsøkina til, at bara
kvinnur eru við í leikinum,
sigur leikhøvundurin Tor
sten Buchsteiner
Eg sá fleiri sjónbanda
samrøður um hertøkuna,
har kvinnur søgdu frá sínum
kenslum, tankum og ræðsl
um við nógv meiri innlivan
enn menninir. Tað rakti
meg. So eg valdi at skriva
leikin uttan nakran mann
ligan persón.
Torsten Buchsteiner vísir
á, at í Týsklandi kallaðu tey
leikin ”politiskt teatur”.
Fyri hann sum høvunda var
tað hinvegin fyrst og fremst
ræðuliga støðan, hesi fólk
ini vóru í, og teirra persón
ligu upplivilsi, sum lógu
fremst í huga.
– Tað var sjónleikarin í
mær sum allatíðina spurdi:
Hvussu hava tey havt tað,
hvussu er tað at vera so nær
deyðanum? Eg haldi, tað
eru kenslurnar, sum røra
meg mest. Og tað politiska
veksur so upp úr tí, sigur
leikhøvundurin og leggur
afturat.
– Eg vildi vísa, at ein og
hvør av okkum kundi havt
verið í hesi støðuni. Ein og
hvør, sum ongan áhuga
hevur í politikki kundi havt
verið
til
ein
musical
onkustaðni millum Berlin,
Londin, Madrid og Athen.
Og eg eri vísur í, at ein og
hvør stjórn hevði borið seg
at á sama hátt.
Illa lýddur leikur
Sambært Torsten Buch
steiner er tað í løtuni sera
sárt at spæla ”Nordost” í
Russlandi. Leikurin er illa
lýddur, tí tann tjetjenska
Svarta Einkjan í leikinum
verður lýst sum eitt menn
iskja eins væl og tann russ
iski gíslin.
– Um eg skrivaði ein leik
um 9/11álopið við Moham
med Atta í høvuðsleikluti
num, hevði neyvan nakað
leikhús í USA sett hann
upp, sigur høvundurin.
Leikurin ”Nordost” er
týddur til russiskt og verður
hann lagdur fram sum upp
lestur í Russlandi í hesum
mánaðinum. Leikhøvundur
in væntar tó, at tað verður
leingi, áðrenn nøkur rættilig
framførsla
av
leikinum
verður at síggja í Russlandi
– Eg má viðganga, at
sjálv hendingin rakti meg
ikki so nógv í 2002. Eg eigi
einki sjónvarp, og sá tað
fyrst á eini blaðforsíðu. Og
eg hevði heldur ikki roknað
við, at leikurin fór at vekja
so stóran ans. Eg helt, at
eingin hevði áhuga í hasum.
Sum Olga í leikinum sigur:
”Eg helt altíð, at tað var so
langt burturi.”
Gíslatøka á Tjóðpallinum
FAKTA
»Nordost« á
Tjóðpallinum
Leikarar: Birita Mohr,
Súsanna Tórgarð og
Gunnvá Zachariasen
Leikstjóri: Ria Torgarð
Týtt til føroyskt: André
Niclasen
Pallur og ljós: Árni
Baldvinsson og Símun
Pauli Hansen
Búnar: Katrin Bonde
Leikurin verður
frumsýndur á
Tjóðpallinum
fríggjakvøldið 19.
september klokkan 20
- Í leikinum ”Nordost” siga tríggjar kvinnur frá, hvussu tær
upplivdu ræðuligu gíslatøkuna í Dubrovka leikhúsinum í 2002
Mynd: Martin Sirkovsky
Við toscasnittum,
kaffi og upplestri
úr sínum nýggja
yrkingasavni Café
Europa bjóðaði
Hanus Kamban
mongu gestunum
inn í rættan kafédám
í Miðlahúsinum
fríggjadagin
Framløga
Í sambandi við útgávuna av
sínum fyrsta yrkingasavni,
Café Europa, hevði Hanus
Kamban bjóðað til móttøku
í Miðlahúsinum í Vágsbotni
fríggjadagin. Sera nógv
fólk høvdu tikið av innbjóð
ingini, og tey flestu nýttu
høvið at fáa eitt signerað
eintak av nýggja yrkinga
savninum.
Eftir at hava greitt eitt
sindur frá útgávuni, las
Hanus Kamban nakrar av
yrkingunum upp. Eisini
spældi Andrea Heindriks
dóttir tvey løg á tvørfloytu,
meðan gestirnir nutu ein
góðan kaffimunn, eitt glas
av víni ella onkra av
leskiligu
konditarakøku
num á borðinum.
Spenningurin
millum
fólk var rættiliga stórur, nú
royndi høvundurin gevur út
sítt
fyrsta
yrkingasavn.
Hóast onkun av yrkingunum
hevur verið á prenti fyrr,
eru tær allarflestu heilt
nýggjar og skrivaðar til júst
hetta savnið.
-ave-
Leikrithøvundurin Torsten
Buchsteiner
Hanus Kamban bjóðaði á Café Europa
Rættur kafédámur var í Miðlahúsinum
fríggjadagin, tá Hanus Kamban legði
fram sítt fyrsta yrkingasavn Café Europa
Mynd: Jens K. Vang
Flestu gestirnir nýttu høvið at fáa eitt
signerað eintak av Café Europa við sær
heim
Mynd: Jens K. Vang
Á beding í Havn
Ikki er strandfaraskipið Sildberin stórt,
her hann stendur á skipasmiðjuni í
Havn. Ætlanin var at hann skuldi í
sigling aftur beinanvegin, men nú er út
við tríggjar vikur síðani hann fór á
beding, skrivar heimasíðan bkv.fo. Sum
skilst, er tað ein deilur til gearið, ið
manglar, men Sildberin verður vantandi
í sigling í hesi vikuni. So leingi røkir
Súlan farleiðina millum Sand og
Skúvoy.
Borgarafundur um samanlegging
Borgarar í Hvannasunds kommunu seta hvørjum øðrum stevnu í skúlanum á Fossánesi í
kvøld, at umrøðu møguliga kommunusamanlegging við Klaksvíkar kommunu. Á
skránni verður umrøða av uppskotinum til sáttmála um sjálvbodna samanlegging við
Klaksvíkar kommunu. Umboð fyri teir báðar samráðandi partarnar verða við á
fundinum. Fundurin hevur pallborð við m.a. Pól Fuglø og Niels í Buð úr Hvannasunds
kommunu og borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen. Árni Gregersen
verður orðstýrari. Síðani verður vegleiðandi fólkaatkvøða í Hvannasunds kommunu
mikudagin. Kommunustýrisfundur verður 18. september har politikararnir í
Hvannasunds kommunu taka støðu til samanleggingina við Klaksvíkar kommunu.
Politikararnir í Klaksvíkar kommunu taka støðu til kommunusamanleggingina á fyrst
komandi býráðsfundi, ið eftir ætlan verður týsdagin 23. september