Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 176 - 15. september 2008 Pappírsvirðini hjá norskum feløgum, sum virka vørur úr fiski og krabbadýrum, eru fallin við 29 miljardum norskum krónum á børsinum í Olso eftir bert einum ári VirðisbrøV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Virðini í norskum sjómati – fiska-og krabbamati – eru fallin við út við 50% sein- astu 12 mánaðirnar. Íleggj- arar á børsinum í Oslo hava vent hesi vinnu bakið. IntraFish skrivar, at parta- brævavirðir fyri heilar 29 miljardir norskar krónur so- leiðis eru »forduftað« eftir bert einum ári. 10. september í 2007 søgdu íleggjarar, at sjómat- ur er ein vinna í vøkstri. Potentialið er stórt, og íleggjarar eru positivir. 10. september í 2008 siga íleggjarar, at vónirnar til somu vinnu eru munandi minni orsakað av sjúku í alivinnuni og øktum fram- leiðslukostnaði. Pappírsvirðini renna út úr feløgunum, sum úr eini opnari nót! Sambært IntraFish eru virð- ini av feløgunum, sum fram- leiða sjómat, soleiðis fallin við 29 miljardum norskum krónum – ella 46,5% - á børsinum í Oslo í eitt ár. Til samanburðar kann nevnast, at virðini av parta- brøvum á børsinum í Oslo annars eru fallin við til- samans 27% í sama tíðar- skeiði. Alt fleiri fólk í Norðurnoregi venda sær nú ímóti, at oljufeløg fara at leita eftir olju útfyri Lofoten, Vesterålen og í Barentshavinum NorðurNoreg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tvær nýggjar meininga- kanningar í Noregi vísa, at stóru oljufeløgini, sum ætla sær undir leitiboring í Norð- urnoregi og Barentshavin- um, rættiliga eru við at stoyta saman við fólk í Norðurnoregi, sum eru ímóti hesum virksemi. Meiningakanningarnar, sum Respons Analyse hevur gjørt, vísa, at mótstøðan veksur – ikki bara ímóti bor- ingum í Lofoten og Vester- ålen, men eisini ímóti boringunum í Barentshav- inum. Seinasta árið er fólka- hugsanin broytt, soleiðis at stóru feløgini, sum ætla sær inn í hesi sárbaru økir at bora, eru við at stoyta saman við streymin av alt fleiri veljarum, sum seta seg upp ímóti. Í dag eru 52% av fólkinum í Norðurnoregi ímóti leiti- boring útfyri Lofoten og Vesterålen, meðan bert 36% eru fyri. Fyri einum ári síðan vóru 50% fyri, meðan bert 34% vóru ímóti. Av teimum í Finnmørkini, sum hava tikið støðu um hesar leitiboringar, eru 49% ímóti og 41% fyri. Eisini, tá ið ræður um nýggjar leiðir í Barents- havinum, økist mótstøðan, hóast meiriluti enn er fyri hesum boringum. Talið av teimum, sum vilja lata feløgini fremja leitiboringar í Barentshav- inum, er minkað seinasta árið úr 66% niður í 53%. Hetta skrivar Fiskeri- bladetFiskaren á síni heima- síðu. Partabrævavirðini í norskum sjómati eru í fríum falli Mynd: FiskeribladetFiskaren 29 miljardir upp í »royk« Veksandi mótstøða ímóti leitiboring Ein vakur morgun í Lofoten, har mótstøðan móti oljuleiting veksur Risin sigraður Um middagsleitið leygardagin legði seglbáturin hjá Bjørn av Heygnum út av Eiði. Kósin varð sett móti Risanum. Umframt Bjørn sjálvan vóru umborð Absalon Eysturoy, Herman Eysturoy, Erling Eysturoy og Rasmus Eysturoy. Hesir høvdu í kvittan, at vinna á Risanum. Um 12:30 tíðina byrjaði ferðin upp á Risan vestanífrá, og 6 tímar seinri høvdu hesir fýra »Eysturoyarnir« framt roysnisverkið: At seta fótin á hægsta punkt á 71 metra høga Risanum. Ein lítil dreki varð settur á Risan. Drekin stavar frá Guttormi Eysturoy, sála, sum var langabbi Herman og Erling. Um kvøldið sendi borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen teimum eitt sms, har ynskt varð teimum tillukku við bragdinum. Takkarsvar kom beinanvegin við hesum ískoyti: »..stóra tøkk til øll Eiðis fólk fyri eina RISA stóra uppliving!«. Sum skilst er hetta fyrstu ferð at slíkt roysnisverk er framt og Risin sigraður! - Eg havi tikið avgerð um, at eingir fiskidagar verða útlutaðir til fiskiskap eftir botnfiski á Føroyabanka, og mín avgerð er grundað á sera dapru metingarnar um toskastovnin á Bankanum, sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tikið avgerð um, at einir fiskidagar verða eftir botnfiski á Føroyabanka í hesum fiskiárinum. - Bæði Fiskirannsóknar- stovan og Fiskidaganevndin mæltu fyrr í summar til, at Føroyabanki verður friðaður fyri øllum fiskiskapi eftir botnfiski. Í sínum tilmæli til fiski- dagar skjeyt landsstýrismað- urin tí upp fyri løgtinginum, at Føroyabanki verður frið- aður fyri allari botnfiska- veiði – uttan mun til reið- skap. Tórbjørn Jacobsen ásann- ar, at løgtingið tók ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. - Undir orðaskiftinum á løgtingi um fiskidagar varð heitt á landsstýrismannin um sjálvur at seta ætlaðu friðingarnar í verk innan fyri heimildirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap at gera reglur um, hvussu fiski- skapurin skal fara fram. Landsstýrismaðurin sigur, at hann tí í samsvari við løgtingsviðgerðina og nevndu tilráðingar hevur tikið stig til at banna allari botnfiskaveiði á Føroya- banka, og uppskotið er sent Fiskivinnuráðnum til hoyringar. - Føroyabanki er framm- anundan friðaður fyri trol- veiði, og kunngerðin hjá landsstýrismanninum merkir, at Bankin nú eisini verður friðaður fyri línu-og snelluveiði. Landsstýrismaðurin hev- ur soleiðis tikið avgerðina við heimild í grein 29, stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap. - Her er ásett, at lands- stýrismaðurin hevur heimild at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin, tó við atliti til, hvussu Føroyabanki til eina og hvørja tíð er friðaður fyri ymiskar veiðihættir. Tórbjørn Jacobsen ásann- ar, at avgerðin í fyrsta um- fari kann tykjast at raka meint. - Men sum toskastovn- urin á Føroyabanka er fyri, Null fiskidagar Dýrt taka sigarettir til Føroya 1.140 krónur oman á tað, sum kartongið við sigarettum kostaði at keypa. Tað verður prísurin frá 1. oktober, um fólk hava gloymt tað, ella ikki vita av tí, at frá 1. oktober er einki, sum eitur tollfrítt tubakk í Føroyum. Sambært heimasíðuni hjá útvarpinum boðar Taks frá, at eitt kartong av sigarettum kostar 380 krónur í Føroyum. Hava ferðafólk sigarettir við sær og siga ikki tollarunum frá, fáa tey bót. Bótin er 760 krónur, og harafturat skulu tey gjalda 380 krónur í tolli av sigarettunum, altso 1.140 krónur fyri 200 sigarettir.