mánadagur 15. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 176 - 15. september 2008
Nr. 176 - 15. september 2008
Blaðið, sum Før
oya Skipara og
Navigatørfelag og
Maskinmeistarafel
agið fara at geva út
í felag, fær navnið
Mið & Magn. Sjúrður
Heinesen vann kapp
ingina um blaðnavnið
og fekk tær 15.000
krónurnar, sum vóru
virðislønin fyri besta
uppskotið
Blaðútgáva
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í summar samtyktu Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
og Maskinmeistarafelagið
at fara undir felags blaðút-
gávu.
Í sambandi við útgávuna
skipaðu feløgini fyri kapp-
ing, sum hevði til endamáls
at finna blaðnum eitt hósk-
andi navn, sum kann um-
boða samleikan hjá báðum
feløgunum.
Freistin at koma við upp-
skotum var úti 18. august,
og tá høvdu feløgini fingið
tilsamans 18 uppskot.
Feløgini siga, at fleiri av
uppskotunum vóru góð,
men best dámdi teimum
uppskotið hjá Sjúrða Heine-
sen, sum soleiðis fekk virð-
islønina á 15.000 krónur
fyri navnið Mið & Magn.
- Talan er um tvey ymisk
yrki, sum feløgini umboða,
og eg havi roynt at finna
eitt heiti fyri hvørt yrki og
havi síðan sett tey saman.
Sjúrður Heinesen sigur
við heimasíðuna hjá Føroya
Skipara-og Navigatørfelag,
at nógv ymisk heiti kundu
verið til eitt slíkt felagsblað,
men at hann í leitanini eftir
rætta navninum eisini hevur
roynt at funnið orð, sum eru
løtt at siga.
Betri umboðan
Eyðstein Djurhuus, formað-
ur í Føroya Skipara- og Na-
vigatørfelag, sigur, at enn
er alt ikki komið endaliga
upp á pláss við nýggja fel-
agsblaðnum, men gongst
sum ætlað verður fyrsta út-
gávan í hesum árinum.
- Ætlanin er, at Mið &
Magn skal koma út einar
fýra ferðir um árið og blað-
ið, sum helst verður í A4
stødd, fer í fyrsta lagi at við-
gera
fakfelagsviðurskifti,
sum hava við virkisøkið hjá
báðum feløgunum at gera.
Formaðurin í FNS heldur,
at hetta er eitt økið, sum
verandi fjølmiðlar gera ov
lítið burtur úr.
- Onkur fer at hava inni-
haldsligu
ábyrgdina
av
blaðnum,
og
teknisku
ábyrgdini fer Snæbjørn í
Dali at taka sær av.
Snæbjørn tekur sær fram-
manundan av heimasíðuni
hjá Føroya Skipara-og Navi-
gatørfelag www.fsn.fo, eins
og hann tekur sær av bløð-
um hjá onkrum øðrum fel-
øgum eisini.
Útbreiðslan
- Ætlanin er ikki, at vit, sum
umboða FSN og Maskin-
meistarafelagið, skulu vera
bundin av at útvega regluligt
tilfar til blaðið, men vit fara
kortini at lýsa sjónarmið,
sum feløgini hava til ymisk
mál, sum eru frammi.
Umframt at viðgera fak-
felagsviðurskifti innan virk-
isøkið hjá báðum feløgun-
um, sigur Eyðstein Djur-
huus, at ætlanin eisini er at
kunna um ymisk viðurskifti
uttan úr heimi.
- Ætlanin er, at limirnir í
feløgunum skulu fáa blaðið,
eins og innihaldið ætlandi
fer at liggja á heimasíðunum
hjá feløgunum. Hvussu út-
breiðslan annars verður,
hava vit ikki tikið endaliga
støðu til enn, sigur formað-
urin í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag.
Navigatørar og
maskinmenn fáa
egið felagsblað
Eyðstein Djurhuus, formaður í FSN, Sjúrður Heinesen, virðislønarvinnari og Páll Heinesen,
formaður í Maskinmeistarafelagnum
Ferðavinnudagur í oktober
Ætlanin er at stovna eitt vinnufelag fyri ferðavinnuna 31. oktober í ár. í hesum sambandi
verður ein ferðavinnudagur á Hotel Føroyum frá kl 12. Dagurin er ætlaður øllum fyri-
tøkum og øðrum, sum eru virkin innan føroysku ferðavinnuna. Væl er komið áleiðis við
fyrireikingunum av ferðavinnudegnum. Dagurin byrjar á middegi við ábiti og síðani verða
ymiskir fyrilestrar á skránni, millum annað fer Súsanna Sørensen frá Samvit at greiða
frá marknaðarføring av Føroyum, og Oda Andreassen fer at vísa á, hvussu samstarv kann
menna tilboð til ferðafólkini. Út á seinnapartin fer Magni Arge at halda fyrilestur um,
hvat ferðavinnan kann brúka eitt ferðavinnufelag til, og eftir tað fer Erna Hauksdóttir frá
íslendska ferðavinnufelagnum at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at menna karmarnar
fyri ferðavinnu í Íslandi, og hvussu íslendska ferðavinnan fær nyttu av felagnum. Tá
fyrilestrarnar eru lidnar verður stovnandi aðalfundur av føroyska Ferðavinnufelagnum.
á Føroyabanka
er hetta ein neyðug avgerð,
sum í seinna enda fer at
vísa seg at verða til fyrimuns
bæði fyri stovn og fyri
fiskivinnu.
Landsstýrismaðurin
heldur tað vera høpisleyst
at tvíhalda um ein fiskiskap
eftir
einum
fiskastovni,
sum er komin á gravar-
bakkan.
- Vit skulu hinvegin gera
alt fyri at skapa umstøður,
so Føroyabanki kann menn-
ast aftur og áhaldandi geva
eitt
munagott
íkast
til
føroyska vinnu og harvið
samfelagið sum heild.
At enda sigur landsstýr-
ismaðurin, at søgan um
toskastovnin á Grand Bank
ræðir.
- Tí er henda avgerðin
tikin, sigur Tórbjørn Jacob-
sen, landsstýrismaður.
Barnasangskeið á Strondum
Í nøkur ár hava fólk gingið og hugsað um at skipa fyri einum barnasangskeiði.
Hugskotið er komið úr Danmark, har Indre Mission í fleiri ár hevur skipað fyri
sang- og tónleikalegu í eina viku í summarfrítíðini. Nú er komið so væl áleiðis, at
skráin byrjar at taka form. Vit fara fyrst og fremst í sirkus. Tað gera vit við einum
sangleiki, sum vit venja til ta stóru framførsluna fríggjakvøldið, sigur ein av fyri-
reikarunum Beinta Berthelsen á Strondum. Á skránni annars verður sangur, bíbliu-
tímar, svimjing og ymisk spøl úti og inni, góður matur og mangt annað. Barna-
sangskeiðið er fyri børn í skúlaaldri, og er bæði fyri dreingir og gentur. Fyrireikar-
arnir hava funnið fram til ein spennandi sangleik, sum bæði hevur sang og leik
við. Leikurin fer fram í einum sirkusi, har nøkur hava oyðilagt tað góða lagið, og
er um, hvussu tey royna at bjarga tí.
- Vit mugu gera alt fyri
at skapa umstøður, so
Føroyabanki kann mennast
aftur og áhaldandi geva eitt
munagott íkast til føroyska
vinnu og harvið samfelagið
sum heild, sigur Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismaður