mánadagur 15. september 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 176 - 15. september 2008
Seinnapartin leygar
dagin var høvið hjá
almenninginum at
vitja nýggja fjósið í
Havnardali. Hetta
er eitt fjós, sum fýra
bøndur hava tikið
stig til við íognar
felagnum »Sandá«
Landbúnaður
Orð&mynd: Snorri Brend
Fjósið er 2000 fermetrar til
støddar og hevur pláss fyri
180 neytum, og er útgjørt
so mikið væl og djóravinar
ligt, at tað má teljast millum
tey allar fremstu fjósini í
Norðurlondum.
Innanveggja er alt gjørt
fyri at umstøðurnar hjá neyt
unum verða so líkar náttúr
uni sum gjørligt. Ein partur
av hesum er at lata neytini
ganga á gummimáttum og
at hava liggibásar við bleyt
um undirlagi, eins og bøurin
uttanfyri.
Neytini standa enn í
ymiskum fjósum, men í
kvøld verða tey flutt til tær
nýggju og sera modernaðu
umstøðurnar í Havnardali.
Og í morgin byrjar so
framleiðslan av mjólk.
Neytini koma
í kvøld
Fríggjadagin fellur
dómur í fyrsta rættar
málinum um ídnað
arnjósning í Føroyum.
Báðir teir ákærdu
nokta seg sekar
Prosedura
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Føroya Rættur: Hósdagin
og fríggjadagin í farnu viku
viðgjørdi rætturin eitt mál
um vinnustuldur.
Sambært ákæruritinum,
hevur ein fyrrverandi stjóri
í lýsingarfyritøkuni Team
85 ætlað at fingið fatur á fíl
um og mappum við sera týð
andi upplýsingum haðani.
Hetta skuldi verða gjørt
umvegis ein eksternan harð
disk, sum eitt av starvsfólk
unum – ein 17 ára gamal
maður – sum arbeiddi í fyri
tøkuni skuldi seta til servara
teirra. Gerðin varð avdúkað,
og báðir menninir nú skuld
settir fyri vinnustuldur.
Fyrrverandi stjórin vísti
á, at hann hevði keypt
henda
harðdiskin,
men
hann hevði ongatíð ætlað at
stjala upplýsingar frá Team
85. Hann hevði hinvegin
biðið unga mannin um at
kopiera filmar fyri seg
heima við hús, og altso ikki
virðismiklar fílur og mapp
ur frá fyritøkuni.
Eftir drúgvu avhoyringar
nar var proseduran fyrra
partin fríggjadagin, og tá
hon var liðug boðaði dómar
in frá, at dómurin í málinum
verður
feldur
komandi
fríggjadag.
»Uberettiget
adgang«
Ákærin vísti í síni proseduru
millum annað á, at eingin
ivi var um, at fyrrverandi
stjórin hevði ætlað sær
atgongd til upplýsingarnar
frá fyritøkuni, ella »ube
rettiget adgang« til hesar,
sum tað eitur á rættarmáli.
Til tess at fáa fatur á hes
um upplýsingum, hevði
hann brúkt tann 17 ára
gamla mannin sum eitt »vil
ligt redskab« at seta harð
diskin til servaran á fyritøk
uni, soleiðis at hesin kundi
kopiera hesar virðismiklu
upplýsingarnar um fram
leiðslur, kundar og ætlanir
hjá fyritøkuni.
Hann vísti á, at endamálið
og motivið var at gera tað
lættari hjá fyrrverandi stjór
anum at kunna byrja nýtt
virksemi aftur innan hesa
vinnugreinina. Men, sum
greitt varð frá í blaðnum
fríggjadagin, varð ætlanin
avdúkað og maðurin ákærd
ur fyri ídnaðarnjósning.
Fyrrverandi stjórin var
greiður yvir, hvar upplýs
ingarnir lógu, men tá hann
ikki longur hevði nakað við
fyritøkuna at gera, má hetta
roknast sum »uberettiget
adgang«, segði ákærin.
Hann vísti til tvær greinar
í donsku revsilógini, har
spurningurin um revsingina
fyri vinnustuldur verður
umrøddur.
Hvørja grein, ið dómur
skal fellast eftir, verður upp
til dómarin at avgera hesar
komandi dagarnar, men
hann kann fáa upp í seks
mánaðar treytaða fongsuls
revsing.
Ákærin
metti
eisini, at tann ungi maðurin
skuldi fáa linastu revsing –
tað er: treytaðan dóm uttan
nakra ávísa revsing.
Eingin gangstari
Danski verjin hjá fyrrver
andi stjóranum vísti í sínum
innleggi hinvegin á, at her
vóru ikki nóg góð prógv
fyri teim skuldsetingum,
sum ákærin hevði ført fram.
Í øllum førum var hetta ikki
nóg mikið til at fáa hann
dømdan fyri vinnustuldur.
At
fyrrverandi
stjórin
skuldi havt áhuga í hesum
upplýsingum bygdi, eftir
hansara meting uppá giting
ar og uttan haldgóð prógv.
Hann vísti á, at fyrrverandi
stjórin, tá stuldurin fór fram,
var í ferð við at fyrireika seg
til eina útbúgving sum
flogskipari. Tí var einki sum
bendi á, at hann yvirhøvur
hevði nakran áhuga í at fáa
hendur
á
fílunum
og
mappunum hjá Team 85.
Av øðrum týðandi viður
skiftum í verjuni av tí
ákærda varð víst á, at upp
lýsingar um ætlanina við
vinnustuldrinum vóru bert
komnir frá fólki við tilknýti
til fyritøkuna. Dentur varð
lagdur á, at ein slík hugsan,
at ogna sær upplýsingar frá
fyrrverandi
arbeiðsplássi
sínum, lá rættiliga langt
burtur frá natúru hansara.
Hann kravdi tí frídøming
fyri fyrrverandi stjóran, og
tað gjørdi verjin hjá unga
manninum eisini, tí, sum
hann vísti á: Ákæran er
bæði ógreið, tvítýdd og
óviss.
Tann tá 17 ára gamli mað
urin hevði ikki hugsað um
avleiðingarnar av gerð síni,
og var heldur ikki vitandi
um at tað var galið. Hann
var
eingin
»hårdhudet
gangster«, og tí var rættast
at ákæran fall burtur, eins
og núverandi stjórin í fyri
tøkuni hevði ynskt.
Verjarnir hjá fyrrverandi
stjóranum og unga mannin
um kravdu frídøming. Og
báðir teir ákærdu nokta seg
eisini sekar í ákæruni.
Teir fýra bøndurnir, sum eru felags um stóra og modernaða fjósið í Havnadali – vinstru
megin Tórfinnur Dalsgarð, Jóhan Petur Brekkstein, Páll Djóni á Steinum og Poul Müller
Orð móti orði
Nú skal avgerast um Team 85 varð útsett fyri ídnaðarnjósning í mai mánaði 2006
modellmynd
Íslendski trolaraflotin minkar
Tá fiskiárið í Íslandi byrjaði 1. september, vóru munandi færri stórir og miðalstórir trolarar, enn fyri einum ári síðani.
Íslendski fiskiflotin telur nú 709 skip við veiðiloyvi, tað eru 58 skip færri enn somu tíð í fjør. Umleið helvtin av
flotanum eru langfaraskip, meðan restin fiskar í íslendskum sjóøki. Herumframt er eisini eitt stórt tal av smærri
bátum, sum ikki eru taldir við her, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Orsøkin til fallið í skipatalinum, er stóri
niðurskurðurin í toskakvotunum, sum fyri einum ári síðani minkaðu við umleið 60.000 tonsum. Hetta hevur ført til
samanleggingar og noytt summi feløg at minkað teirra kostnaðir við at leggja ella selja skip, ið ikki bera seg.
Hækkandi fiskaprísir á marknaðunum í Bretlandi og á evropeiska meginlandinum hava vigað nakað upp í móti tyngri
kostnaðum, men raksturin hjá íslendska veiðiflotanum er tó framvegis sera tungur, og tí hevur íslendska reiðarafelagið
(LIU) funnist at kappingaravlagandi oljustuðlinum, ið varð latin ESflotanum fyri nøkrum vikum síðani. Í verandi
fiskiári, ið gongur frá 1. september 2008 til 31. august 2009, er íslendska toskakvotan 252.634 tons, samanborið við
301.307 tons í seinasta fiskiári.
Í einum komandi blaði
verður greitt nærri frá
fjósinum og teim møgu
leikum tað fer at geva
fyri føroyskan land
búnað.