Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 176 - 15. september 2008 Vikuskiftið var sum heild friðarligt, men tvey mál stóðu fremst. Ein vanlukka var sunnudagin á Sandin­ um á Sandi, har ein 27 ára gamal maður doyði. Harafturat var innbrot í AC. Evensens gøtu sunnumorgunin PolitiraPPortin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár vóru tveir mans á Sandoynni farnir á sandin á Sandi at dykka. Hetta fekk álvarligar avleiðingar, tí meðan teir gingu út, og báðir menninir enn gryntu, small annar teirra niður og var lívleysur. Fólkini rundanum royndu at geva honum fyrstu hjálp, men onki batti. Bæði sjúkrabilur og lækni vóru skjót á staðnum, men heldur ikki hesi megnaðu at fáa lív í 27 ára gamla skopuningin. Við á sandinum vóru eisini tvey onnur, og hesi hava tað eftir umstøðunum gott. Sambært Rana Wardum, vakthavandi á politistøðini í Havn, er enn ikki greitt hvat hendi, men tað kemur helst fram seinni. Hitt stóra málið um vikuskiftið var eitt innbrot í AC. Evensens gøtu. Mað­ urin í húsinum kom heim um hálvgum fimm tíðina sunnumorgunin og leggur beinanvegin til merkis, at ein málningur, eitt Bang & Olufsen annlegg við hátal­ arum og ein flatskermur til telduna eru burtur. Samlaða virði av tjóvagóðsinum er umleið 60.000 krónur. Enn veit løgreglan onki í málinum, men Rani Ward­ um sigur, at øll hjálp er vælkomin, og biður fólk siga frá, um tey hava sæð nakað, og at helst hevur onk­ ur sæð okkurt, tí hátalararnir viga eini 20 kilo stykkið. Sambært vakthavandi vóru ikki nógv onnur mál, útum tað vanliga. Tó vóru nakrir bilar illa skøvaðir. Tríggir í Leitisgøtu, tveir við Heiðatún og ein á Traðargøtu. ­ Helst er tað onkur, sum hevur gingið fullur og hevur spælt hund, ið hevur gjørt hetta, sigur Rani Wardum, vakthavandi á politistøðini. Afturat hesum var bert tað vanliga at gera hjá løg­ regluni. Nøkur fólk svóvu rúsin av sær á støðini og nøkur vóru koyrd heim. Samstundis sum onkur onnur smá mál vóru. Vanlukka og innbrot um vikuskiftið Samstundis sum allir býbussar í Tórshavnar Kommunu eru ókeypis, so leingi teir koyra. Eru tey við brekið noydd at gjalda taxaprís fyri MBF bussarnar, so skjótt sum klokkan fer av fýra seinnapartar Bussar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í januar í fjør gjørdust allir býbussar í Tórshavnar Kommunu ókeypis at koyra við. Samstundis varð av­ gjørt, at tey við brekið skuldu hava sama møgu­ leika, so MBF bussarnir gjørdust eisini ókeypis. Men tá klokkan ikki er millum níggju og fýra gerandisdagar, kostar tað líka nógv at nýta MBF bussarnar, sum tað kostar øðrum at koyra við taxabili. Ein maður er fastsettur at koyra bussin, men bussarnir hava støð hjá sløkkiliðnum í Havn og tí ber til at hava teir í koyring eftir arbeiðstíð eisini, men tá mugu brandmenn tilkallast. Stórt nøgdsemi Frá Meginfelagið teirra brekaðu skilst at stórt nøgdsemi er við bussarnar, sum koyra í høvuðsstaðnum, og bert smávegis klagur hava verið. ­ MBF bussarnir eru ein skipan, ið verður nýtt meira og meira. Hetta kemst helst av, at tey, ið bera brek í dag, ikki setast inni, á sama hátt sum fyrr, sigur Anna Sofía Durhuus. Hon leggur afturat, at tað einasta, sum er eitt sindur keðiligt, er at bussarnir kosta tað sama sum taxa­ bilar, tá klokkan er farin av fýra, og tað meta nógv við brekið vera keðiligt, um tey skulu okkurt um kvøldarnar. Men sambært Onnu Sofíu Durhuus er taxaprísur nógv minni, enn tað í veruleikan­ um kostar at manna bussar­ nar eftir vanliga arbeiðstíð. Men hon heldur tað vera rættiliga harmiligt at onnur enn tey, ið bera brek, koyra ókeypis við bussi til á midnátt, meðan tey við breki, ikki hava tað ókeypis aftaná klokkan fýra. Ikki ein kommunal uppgáva Tað er Tórshavnar Komm­ una, ið stendur fyri MBF bussinum í høvuðsstaðnum. Bussurin verður rikin av MBF, landinum og komm­ ununi. Tað metir Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavn vera ein trupul­ leika. ­ Tað er altíð soleiðis, tá fleiri standa við ábyrgd. Tá er ofta ringt at taka nakra støðu um at gera nakað. Tá vit gjørdu okkara bussskipan ókeypis, valdu vit at taka MBF bussarnar við, tí tað mettu vit vera rætt at gera. Men minnast má til, at MBF bussarnir ikki eru ein partur av okkara skipan, men heldur nakað vit hjálpa til við, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at tað er sera kostnaðarmikið at reka bussarnar, men at mann í samstarvið við landið burdi funnið fram til eina vaktar­ skipan, so ikki var neyðugt at kalla fólk út – á sama hátt sum tá eldur er í – til at koyra MBF bussarnar. Hevði tað verið støðan, skuldi kommunan nokk goldið sín part, so tað altíð varð ókeypis hjá teimum við brekið at nýta MBF buss­ arnar í høvuðsstaðnum. ­ Trupulleikin er í veru­ leikanum, at tað kostar sera nógv at kalla fólk út. Og tað er veruliga orsøkin, til at vit ikki kunnu gjalda fyri, at bussurin skal vera ókeypis, sjálvt um tað hevði verið nógv virðiligari fyri tey við breki, um tey koyrdu buss á jøvnum føti við hini, sigur borgarstjórin. Samstundis leggur Heðin Mortensen stóran dent á, at MBF bussarnir ikki er ein kommunu uppgáva, men nakað kommunan hevur valt at leggja eyka pening til, fyri at betra um um­ støðurnar hjá teimum við breki í kommununi, og ikki nøkur uppgáva, sum er álagt kommununi. MBF bussarnir bert ókeypis í arbeiðstíð Bussarnir kosta tað sama sum taxabilar, tá klokkan er farin av fýra, og tað meta nógv við brekið vera keðiligt, um tey skulu okkurt um kvøldarnar Jens K. Vang tók myndina. Villur hundur kvaldur Ein hundur av rasuni Amstaff, leyp á ein annan hund og eigara sín í danska býnum Ishøj. Løgreglan kom á staðið fyri at fáa skil á støðuna. Hundurin doyði tá løgregla og eigari royndu at sissa hundin. Teir megn­ aðu onkursvegna at kvala hann. Løgreglumenninir fingu eftir einari løtu lagt eina lykkju kring hálsin á hundinum, og ein løgreglumaður og eigarin av hundinum løgdu seg á hundin, sum bleiv við at vera illur. Tá hundurin at enda gavst at muta ímóti, var hann deyður. Hin hundurin í málinum yvirlivdi. Ófriður til studentaveitslu í Struer Ein 17 ára gamal drongur varð fríggjakvøldið handtikin av politinum og ákærdur fyri harðskap og hóttanir. Umleið klokkan ellivu fríggjakvøldið østi drongurin seg, tí hann varð útblakaður frá veitsluni. Men ikki nokk við tí. Tá løgreglan kom á staðið, kom pápi 17 ára gamla drongin eisini. Pápin hevði ein planka í hondini, og hótti við at loypa á duravørarnar til veitsluna, har umleið 600 studentar luttóku. Drongurin hevur fyrr verið næmingur á skúlanum, men bleiv fyri tíð síðani blakaður út hagani. Feðgarnir báðir vóru báðir settir fastir, og svóvu á støðini. Báðir eru ákærdir fyri harðskap og hóttanir, og pápin eisini fyri at bróta vápnalógina.