Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 176 - 15. september 2008 ] FC Amager misti sigurin úr hondum FC Amager spældi á útivølli ímóti fyrrverandi felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge í gjár. FC Amager byrjaði dystin væl, og longu eftir 11 minuttirs spæl hevði Søren Nielsen lagt FC Amager á odda 1-0. Tá 72 minuttir vóru spældir økti Anders Jochumsen til 2-0, og nú var bara hjá FC Amager at binda um sekkin. Men longu tveir minuttir seinni minkaði Kenneth Sørensen um munin til 1-2. Sjey minuttir seinni javnaði Peter Benjaminsen til endaliga úrslitið 2-2, og tvey týdningarmikil stig vóru gloppin FC Amager úr hondum. Stórsigur til ÍF Føroyar Besta liðið hjá ÍF Føroyum hevur fingið góðan styrk eftir summarsteðgin, og seinnapartin leygardagin vísti hetta lið seg frá síni bestu síðu. 7-0 gjørdist úrslitið ímóti ØKF, sum er mannað við fótbóltsspælarum á Øresund kollegiet, har fleiri av føroysku leikarunum eisini búgva. Erling Fles, sum áður hevur gjørt fleiri mál fyri KÍ, gjørdi trý av málunum í gjár. Johan V. Gunnarsson, sum hevur spælt nógv í vinstru síðu hjá B36, gjørdi tvey av málinum. Hini bæði málini gjørdu ávíkavist Niels Joensen, fyrrverandi B36-miðvallari, og Pætur M. Dahl, sum er gamal HB-áleypari. ÍF Føroyar hevur nú 31 stig fyri 21 dystir. Hetta røkkur til eitt áttanda pláss í Seriu 1, sum annars telur 14 lið. Næsta uppgávan verður komandi vikuskifti, tá Rødovre, sum hevur átta stig færri enn ÍF Føroyar, kemur á vitjan. Valur vann heili 8-0 á Stjarnuni í seinasta umfarinum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Um vikuskiftið endaði landskappingin í bestu ís- lendsku kvinnudeildini. Ein av spælarunum í ár hevur her verið Randi S. Wardum, sum hevur vart málið hjá Vali, og tað hevur gingið við fullari ferð. Seinasta dystin spældi Valur móti Stjarnuni, og tann dystin vann Valur 8-0. Støðan í hálvleikinum varð 3-0. Margrét Lára Viðarsdóttir og Dóra Maria Lárusdóttir skoraðu báðar hattrick í stórsigrinum. Eftir 18 umfør hava vals- kvinnur 51 stig, bert 3 stig frá fullum stigatali. Vals- kvinnur hava ein so knús- andi málmun, sum 91-15. Lokalu arvafíggindarnir úr KR gjørdust nr. 2 við 48 stigum. KR hevur málmunin 61-15. Valur tapti bert ein dyst í kappingini, og varð tað ímóti júst KR. Randi Wardum hevur skrivað søgu hesa vikuna. Hon er fyrsta føroyska kvinnan, sum vinnur meist- araheitið í fótbólti í einum øðrum FIFA-landi. Hon er eisini fyrsti føroyski fót- bóltsspælarin yvirhøvur, sum er við á einum liði, sum hevur vunnið sær sætið millum 16 tey fremstu liðini í einari Evropa Cup kapp- ing. Í døgunum frá 9. til 14. oktober skulu Randi og Valskvinnur taka lut í næsta bólkaspælinum í UEFA Womens Cup. Tað verður í Umeå í Norður-Svøríki. Millum mótstøðuliðini, umframt vertsliðið, Umeå verður eisini italska meist- araliðið, Verona. Portalurin ynskir Randi Wardum til- lukku við brøgdunum. Sunnudagin skip- aði Tórshavnar Súkklufelag fyri FM í einkultstarti. Kappingin skuldi verða leygardagin, men vegna regn og vind bleiv kappingin flutt. Sunnudagin var hinvegin av fagrasta veðrið, sól og bert lítil vindur Súkkling tíðindaskriv Hetta er fyrsta ferð at kapp- ingin hevur verið hildin í Vágum. Start og mál var á vegnum við FK í Miðvági. Teinurin var frá FK eftir vatnavegnum niðan í brekk- una móti flogvøllinum og aftur til FK, hetta eru 10 km. Hesin teinum bleiv súkklaður ávíkavist tvær og tríggjar ferðir. Hjá unglingunum stillaðu tveir ungir vágadreingir upp, hesir eru yngri enn unglingar, men tá teir høvdu hug at royna, so var eingin trupulleiki at lata teir verða við. Unglingarnir skuldu súkkla 20 km. Vinnari gjørd- ist Benjamin Thomassen, meðan Jóanis Albert Niel- sen bleiv nummar tvey. Hjá kvinnunum vísti Súsanna Skylv Sørensen enn einaferð, at hon kann seta fleiri av mannligu súkklarunum upp á pláss. Súsanna bleiv samanlagt nummar fimm, meðan hon vann kvinnukappingina. Hjá monnunum vísti Torkil Veyhe, at hann er væl betri enn kappingar- neytarnir. Torkil hevur nú, sum eisini fleiri aðrir, fingið sær eina einkultstartsúkklu. Sigast má, at hann longu er komin at sita rættiliga væl á súkkluni, sjálvur sigur hann, at súkklan følist per- fekt. Torkil vann Gudmund Joensen við umleið einum minutti. Gudmundur var 36 sekund frammanfyri Gunn- ar Dahl-Olsen, sum var 20 sekund framman fyri Sverra Mohr Edvinsson. Hesir fýra fremstu vóru væl framman fyri restina av súkklaru- num. Kári Simonsen vann kapp- ingina fyri menn omanfyri 45 ár. Annars eru luttakararnir á einum málið um, at hetta er ein góður teinur til síka kapping. Tað sum er eitt sindur óvanligt er, at eingin verulig brekka er á teini- num. Hóast hetta so er rutan ikki sløtt, tí er hetta ein harður teinur til einkultstart. Kanska blívur hetta tann fasti teinurin til FM í einkultstarti. Kvinnulandsliðið úttikið Um ein mánað skal kvinnulandsliðið í hondbólti til 4-landakapping í Sheffield í Onglandi. Sophus Dal Christiansen hevur nú tikið út bruttohópin til ferðina Í hópinum, sum Sophus Dal Christiansen hevur tikið út, eru hesar 22: Jacklin Djurhuus Kyndil Tomma Petersen Kyndil Halla Midjord Kyndil Anja Heinadóttir Neistin Unn Kragesteen Neistin Fríða Petersen Neistin Elin Stakksund Neistin Heidi Maria Akselsen Neistin Tordis Tróndarson Neistin Ninna Katrin Hansen Stíf Rebekka Justinussen Stíf Lovisa Andreasen Stíf Durita Ljósstein Stjørnan Durita Christophersen Stjørnan Anna Kristian Samson Stjørnan Laila Jespersen VB Guðrið Mortensen VB Katrin á Neystabø Neistin Simona Hansen Freja Rakul Augustinussen Neistin Erla Eliassen Sindal/Tårs Ása Dam á Neystabø Neistin Úrslit, súkkling Unglingar 20 km Tíð Ferð km/t Benjamin Thomassen 42.30 28,37 Jóanis Albert Nielsen 45.43 26,41 Vaksin 30 km Tíð Ferð km/t Torkil Veyhe 44.48 40,47 Gudmund Joensen 45.44 39,61 Gunnar Dahl-Olsen 46.30 38,88 Sverri Mohr Edvinsson 46.50 38,70 Súsanna Skylv Sørensen 52.24 34,46 Høgni Øster 55.17 32,63 Hans Egholm 57.50 31,30 Kári Simonsen 58.46 30,82 Kvinnur 30 km Tíð Ferð km/t Sýsanna Skylv Sørensen 52.48 34,46 Menn yvir 45 ár 30 km Tíð Ferð km/t Kári Simonsen 58.46 30,82 Torkil vann einkultstartin Randi og Valur eru íslendskir meistarar Benjamin Thomassen var skjótastur av unglingunum, og kann hann nú rópa seg føroyameistara