mánadagur 15. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 176 - 15. september 2008 ]
Fisker av vøllinum
Knud Erik Fisker, sum í fleiri ár var topp-dómari í
donskum fótbólti, endaði ofta í yvirskriftunum sum ein
paragraff-ryttari í svørtum klæðum. Tí vóru lokalu
miðlarnir eisini skjótir frammi við penninum, tá Fisker
sjálvur fekk reytt kort um vikuskiftið. Hetta hendi í
seriu 3 dysti fyri Holbæk. Har helt Fisker seg eiga
brotsspark, men tá dómarin ikki dømdi, kom eitt
»tápulingur« av varrunum hjá Fisker. Og tað kostaði
gult kort og harvið 10 minuttir á beinkinum, skrivar
nordvestnyt.dk.
Newcastle til sølu
Trýstið á Mike Ashley, sum eigur Newcastle United, hevur
verið stórt, og tað gjørdist ikki minni, tá teir svørt/hvítu um
vikuskiftið taptu 2-1 móti Hull á heimavølli. Ashley hevur
átt felagið síðani 2007, men nú vil hann selja. – Mær hevur
altíð dámt at tikið børnini hjá mær við til dyst, men tað kann
eg illa í løtuni, tí eisini tey merkja ágangin móti mær. Og tí
vil eg ikki longur stuðla felagnum fíggjarliga, sigur Ashley í
tíðindaskrivi. Mike Ashley keypti Newcastle United fyri
1,25 milliard fyri 15 mánaðum síðani.
Hóast samlaði sigurin
ongan tíð var í nánd,
so var tað eitt bragd
av Neistanum, tá teir
seinasta korterið
vunnu seks mála
leiðsluna hjá Lovcen
aftur
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við 14 málum í skjáttuni
kundi Lovcen úr Monte-
negro taka tað hampuliga
rólig, tá teir løgdu Føroya-
ferð sína til rættis.
Sigurin
merkti
eisini,
atLovcen var greiður favo-
rittur, og fyrstu longu løtuna
livdi liðið av Montenegro
eisini upp til hetta heitið.
Tí hóast Neistin fylgdi
væl við, so vóru tað leingi
gestirnir, sum høvdu munin.
Spakuliga drógu teir frá
teimum bláu, og tá farið
varð undir seinna hálvleik,
skrædnaði veruliga. Soleið-
is var munurin komin upp í
seks mál, tá Neistin brádliga
fekk nakrar yvirtalsstøður.
Hesum dugdi teir bláu at
gera sær dælt av, og tá talan
so eisini var um triðju útvís-
ingina hj´abæði Pejovic og
Popovic hjá Lovcen, viknaði
annars kontanta verjuspælið
hjá gestunum heilt nógv.
Og Neistin koyrdi veru-
liga á. Seinasta korterið ótu
teir burtur av leiðsluni hjá
gestunum, og bara tveir
minuttir undan leikloki stóð
á jøvnum. Og tá Neistin so
eisini fekk seinasta málið í
dystinum mundu teir 500
áskoðararnir lyft takið av
høllini. Hetta hendi bara 25
sekund fyri leiklok, og vildi
væl til, so kundi Neistin
eisini økt upp í tvey mál, tá
teir fiskaðu bóltin úr sein-
asta
Lovcen-álopinum.
Men
tá
vóru
seinastu
sekundini runnin.
Karl Oddmar Ras
mussen er ein av
royndu kreftunum
í Neistanum, men
hóast hann hevur
verið vi til at vinna
tvey FMgull, so hevði
hann ongan tíð áður
roynt at spælt Europa
Cup hondbólt fyrr
enn fyri góðari viku
síðani
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo- Hetta
var ein fantastisk uppliving.
Tá vit fóru til útidystin
hildu vit, at vit høvdu møgu-
leikan,
men
vit
máttu
ásanna, at teir vóru eitt petti
hvassari enn vit. Vit vóru
ikki so nógv verri enn teir,
men tað vísti seg, at teir
revsaðu okkum, hvørja ferð
vit slakaðu tað allar-allar
minsta. Seinastu vikuna
hava vit vant nógv undir
trýsti, og tað tóktist eisini
geva úrslit leygardagin.
Og hvussu var kenslan, tá
tit so vunnu.
- Handan løtan á vøllinum
beint eftir dystin var fantast-
isk. Nú havi eg vunnið FM-
gull tvær ferðir, men hetta
var akkurát líka gott. Sein-
asta korterið var alt liðið
uppi at koyra. Vit kendu á
okkum, at sigurin kundi
røkkast, og tá alt liðið og
allur bonkurin kemur so-
leiðis upp, er tað fantastiskt
at spæla, sigur Karl Odmar.
Men hóast løtan var stór,
so tykist Karl Oddmar vera
eins skjótur aftur á jørðina,
tá vit spyrja hann, um hetta
styrkir trúnna um enn eitt
FM-heiti.
- Kappingin er lang og
hørð, og fyrst og fremst fara
vit eftir næsta dystinum.
Sjálvandi er málið, at vit
skulu vera millum liðini,
sum berjast fyri pláss í
finaluni til várs, men tað
eru altso nógvir dystir, sum
skulu spælast, áðrenn tann
spurningurin er greiddur,
sigur Karl Oddmar Rasmus-
sen.
Neistin-Lovcen 33-32 (14-19):
Europiskt bragd
av Neistanum
Blagoje Buha prógvaði, at
hann hevur neyvleikan og
royndirnar, sum skulu til í
altjóða dystum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sum at vinna gull
Neistin-Lovcen 33-32 (14-19)
Lovcen víðari við samanlagt 67-54
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 7, Bogi Berg 5, Finnur
Hansson 5, Ingi Olsen 5, Jugoslav Djumic 3, Tróndur
Kragesteen 3, Áki Mørk 3, Mohr 2
Lovcen: Markovic 6, Mustafic 5, Pejovic 5, Biljak 4,
Petricevic 3, Popovic 3, Sevaljevic 3, Anicic 1, Lisicic
1, Popovic 1
Útvísingar: Neistin 3, Lovcen 8
FAKTA um dystin
- Handan løtan á vøllinum beint eftir dystin var fantastisk,
sigur Karl Oddmar Rasmussen
Mynd: Álvur