mánadagur 15. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 176 - 15. september 2008 ]
Smálutir at justera
Hjá Peturi Mohr var talan
um fyrsta dystin, síðani
hann fyri viku síðani tók
við sum KÍ-venjari.
Heldur hásur á málinum
tók hann til eftir dystin, at
avrikið sum so ikki var
nóg gott.
- Vit høvdu nakað av
trupulleikum við skaðum,
men tú hevur rætt í, at av-
rikið ikki var serliga sann-
førandi.
Hvørjum lutum ætlar tú
serliga at arbeiða við und
an næsta dystinum?
- Har eru nøkur ting.
Tað nýtist ikki at verða so
øgiliga nógv, sum skal til,
fyri at avrikið skal betrast,
só eg eri bjartskygdur.
Sera bjartskygdur.
Í Klaksvík ilskast fólk um vána gongdina hjá KÍ ár.
Hevur eitt felag sum KÍ ikki fólk, sum átti at borga fyri
eini betri støðu?
- Støðan í dag er tann, at vit mugu vera Heðin á
Lakjuni og Rógva Jacobsen fyriuttan, eins og Rodrigo
er hálvskaddur. Og tað merkist, tá slíkir spælarar ikki
eru við.
Men eru teir við um eina viku?
- Tað fer tíðin at vísa. Heðin rokni eg heilt víst við
verður tøkur, og so mugu vit síggja, hvussu verður við
hinum báðum. Hjá okkum ræður so um at arbeiða mið-
víst og at taka ein dyst í senn, sigur Petur Mohr.
Høvdu tamarhald á
Odmar Færø, sum spældi
í miðverjuni hjá B36
sunnudagin,
helt
eftir
dystin, at teir fyri tað
nógva høvdu tamarhald á
tí, sum fyrifórst á vølli-
num.
- Fyrra hálvleik hava
vit bóltin nógv, men vit
skapa ikki tað heilt stóra,
tá vit hava hann. Tíbetur
skora vit so beint eftir
steðgin, og eftir tað haldi
eg ikki, at sigurin veruliga
er í vanda.
Men tit megna ikki at
skora seinna málið, sum
veruliga kann punktera
dystin?
- Nei. Vit royna, men tað málið kemur so ikki. Tað
gjørdi so eisini, at vit ongan tíð kundu kenna okkum
heilt tryggar, men vit fingu trý stig í dag, og tað er
fínasta slag, segði Odmar Færø.
Vinna »skeivu« dystirnar
Tað var kanska ikki á útivølli móti liðnum, sum nú er á øðrum
plássi, at KÍ skuldi bjarga sær. Men tað kundi verið líkt til, at
skal KÍ hava neyðugu stigini, so skulu hesi fáast til høldar í júst
slíkum dystum. Í øllum førum hevur KÍ staðið seg serstakliga
illa móti kappingarneytunum í botninum, har alt ov fá stig eru
fingin til høldar. Á stigatalvuni hevur KÍ bara fimm sigrar at
vísa á, og av hesum er bert tann eini komin móti liði úr niðaru
hálvu. Hetta var á heimavølli móti B71. Hinir fýra sigrarnir, sum
KÍ hevur vunnið í ár, eru komnir í báðum heimadystunum móti
B36 og á útvivølli móti ávikavist HB og NSÍ.
Heðin var skaddur
í eyganum
Tað kom illa við hjá KÍ, at Heðin á Lakjuni ikki
kundi spæla sunnudagin. Orsøkin til hetta var, at
hann týsdagin fekk ein bólt beint í andlitið. Og
onkursvegna hevur hesin rakt somikið meint, at
sjónin er órógvað. Tí var ikki ráðiligt hjá honum at
spæla sunnudagin, men sum skilst er hann tøkur
aftur sunnudagin.
B36 spældi seg sjáld
an heilt upp, men
avrikið var meira enn
ríkiligt til at senda eitt
serstakliga tannleyst
KÍlið heim við
ongum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hvørki Rógvi Jacobsen ella
Heðin á Lakjuni vóru til
reiðar at tørna út fyri KÍ
sunnudagin. Tað í sjálvum
sær er stórur missur, og tað
vildi tað eisini verið hjá ein-
um og hvørjum øðrum liði.
Men hetta eigur tó ikki at
verða nýtt sum umbering
hjá klaksvíkingum, sum for-
máddu sær onkra staðni
millum lítið og einki í Havn
sunnudagin.
Deydligur hálvleikur
Fyrri hálvleikur var ein
hampuliga stór oyðimarkar-
gonga. KÍ tóktist vilja halda
fast um stigið, sum teir
høvdu á kontini, tá dysturin
byrjaði, og tí hugsaðu teir
meira um at standa rætt í
verjuni, heldur enn at satsa
nakað serligt frameftir.
Hjá B36 var viljin kanska
til staðar, men tað var tó
sjáldan, at teir veruliga
fingu spælt tunt. Alt ov ofta
gjørdist talan um tølandi
bóltflytarí í verjuni og á
miðvøllinum, og tí varð
verjan hjá KÍ sjáldan fangað
á skeiva beininum. Undan-
takið var, tá press frá Sam
Malson og Jákupi á Borg
endaði við stórum møgu-
leika til Jákup, men navnin
og landsliðsfelagin í máli-
num bjargaði framúr væl.
Orkaðu ikki
Tað var eingin ivi um, at tað
var B36, sum skuldi skapa
dystin, og eftir steðgin
átóku teir sær í nógv størri
mun tann leiklutin. Fyrst og
fremst takkað verið einum
stórspælandi Santos á bakk-
inum og einum nærum eins
stórspælandi Róaldi Jacob-
sen á sentrala miðvølli-
num.
Mál fingu teir eisini rætti-
liga skjótt, tá Sam Malson
dró mitt fyri, áðrenn hann
úr 18 metrum smekkaði til.
Jákup
Mikkelsen
hevði
vána útsýni, tá skotið varð
sent avstað, og so stóð hann
púrasta negldur á strikuni.
Og so varð av álvara lagt
upp til einvegis ferðslu.
Klaksvíkingar
vóru
illa
sperdir, og helst skuldu teir
royna at flyta spælið fram,
men hetta bara at kalla als
ikki til. Og fremsta orsøkin
tóktist ver,a at menn als
ikki orkaðu at spæla For-
mula-bólt í 90 minuttir.
Neyvleikin fall, so hvørt
sum pulsurin á sperdu
monnunum hækkaði, og tí
sóust sjáldan fleiri enn
tvær-tríggjar
samanhang-
andi sendingar í spælinum
fram eftir vøllinum.
Mest merkisvert var í so
máta, at B36 ikki megnaði
at økja um leiðsluna og
harvið punktera dystin. Í
vinstru komu Santos, Magn-
us Olsen og Jákup á Borg
óteljandi ferðir aftur um illa
sperda Harley Bertholdsen,
men neyvleikin var akkurát
ov lítil, tá seinasta sendingin
skuldi leggjast. Í so máta
var tað kanska eisini symp-
tomatiskt, at størsti vandin
var á ferð, tá Johan Ellings-
gaard ta einu ferðina hálv-
kiksaði eitt innlegg, sum
brast í handara stólpa.
Spældu sum botnlið
Men trupulleikar fekk B36
tó ongantíð. Nakrar deyð-
bóltsstøður hevði KÍ, men
nærri enn hesum komu teir
ongantíð. Í so máta var
merkisvert, at KÍ ikki sats-
aði meira í hesum standard-
støðunum, men tað var
kanska eyðkent fyri hug-
burðin hjá liðnum hesaferð,
at teir ikki vildu stórt meira
enn tað sama.
Í sjálvum sær er tapið nú
heldur ikki nøkur vanlukka.
Tað er ikki í Gundadali
móti B36, at KÍ skal bjarga
sær árinum. Til hetta verða
komandi tríggir dystirnir –
B71, B68, ÍF – munandi
meira avgerandi. Men tað
er samstundis greitt, at
skulu hesir dystir geva
ynsktu úrtøkuna, so skulu
heilt aðrir bollar í suppuna.
Sunnudagin spældi KÍ sum
ein niðurflytari, og tað er
ráðini ikki til longur.
B36-KÍ 1-0 (0-0):
KÍ er í botni
KÍ
B36
Tað var ikki so ofta, at B36 noyddist at geara so øgiligt upp sunnudagin. Her er Klæmint Matras í
hørðum nærdysti við Steffan Kalsø
Mynd: Álvur Haraldsen