Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 176 - 15. september 2008 ] Lítið er broytt Eli Hentze, venjari hjá B71, sigur, at hóast sandoyingar vunnu gysaran, so er lítið broytt í botnstríðnum Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Vit satsaðu heilt vilt móti endanum, og tað gav tíbetur úrslit. Eli Hentze frøist sjálv- sagt um stigini, sum sandoyingar vunnu móti Skála í gjár. Men hann ikki vil ikki siga, at talan er um nakran lagnudyst. - Einki er avgjørt fyrr ein seinasta umfar er spælt í oktober. Tað eru fýra lið sum kappast í botninum, og støðan í botninum er lítið broytt, hóast vit vunnu. Dysturin hetta vikuskiftið er líka avgerandi sum tann í Klaksvík komandi, og aftur eftir tað, sigur Eli Hentze. Í málinum høvdu tit ein 47 ára gamlan stand­ andi? - Ja, ein super veteran- ur, má sigast. Hann stóð væl, men eg sigi við hann, at tað hevur lítið upp á seg at vera mál- maður. Tú stendur bara í málinum og skal bara kasta teg eftir bóltinum. Tað hevði verið torførari, um hann spældi úti, tekur Eli Hentze skemtandi til um Valdemar Nowicki, sum stendur undir liðini á honum. Hvussu er vónirnar til dystin í Klaksvík kom­ andi vikuskiftið? - Eg gjørdi mínum leik- arum greitt undan dysti- num í dag, at vit fóru at fáa dygga mótstøðu. Og tað fingu vit sanniliga eisini. Tað fáa vit eisini um eina viku. Vit hava kanska ein fyrimun við, at vit hava verið í støðuni áður, men tað er nýtt fyri klaksvíkingar. Men tað eru bara gitingar, sigur Eli Henzte, venjari hjá B71. Kundi verið 9,55 Usain Bolt frá Jamaika kundi runnið teinin á 100 metrar 0,14 sekund skjótari enn heimsmetið – sum nú er 9,69 -, tá hann vann OL-finaluna í summar. Fýra norskir granskarar frá Institut fyri teoretisk Astrofysik á lærda háskúlanum í Oslo eru komnir fram til, at Bolt kundi komið á málið við tíðini 9,55 sekund, um hann ikki byrjaði at frøast um sigurin 20 metrar, áðrenn hann kom um mállinjuna. Tað skrivar Ingeniøren. Tap til Ajax og Heina í fyrstu royndini Liðið hjá Heina Hanusarsyni, Ajax Keypmannahavn tók ímóti Fredericia HK 1990 á heimavølli í Bavnehøjhøllini. Og tað gekk ikki væl í hond. Útiliðið úr Jútlandi vann ein greiðan 28-23 sigur. Heini Hanusarson skoraði eitt mál í dystinum. Heini beklaði fyri tveimum vikum síðani, og fimm aðrir spælarar hjá Ajax eru eisini darvaðir av skaðum, so liðið hevur enn ikki veruliga komið snúningar, og eru vónir um, at tað fer at hilnast betur, sum kappingin líður. Málið, sum Clayton Soares skeyt í yvir­ tíðini á Sandi í gjár kann seinni vísa seg at fáa ovurhonds stóran týdning fyri B71. Men hóast sandoyingar vunnu botnbrakið, so er langur vegur eftir á málið Fótbóltur Uni Holm Johannesen unisosialurin.fo Tað gekk skjótt. Næstan so skjótt, at áskoðararnir bara skrálaðu við, uttan reiðuliga at vita, hvat gekk fyri seg. Men frøin var ikki at fara skeivur av. Klokkan vísti 91.40, tá Clayton Soares gjørdi bart inni í Dal. Símin Hansen sendi inn í feltið, tá bólturin brádliga lá fyri føturnar á brasiliumanninum, sum smekkaði framvið Predrag Markovic. Ein av stóru fyri- myndunum á Sandoynni stóð fyri málinum, sum sandoyingar so gjarna vildu hava við sær heim. Og tað fingu teir. Framvegis møguleiki Gestirnir av Skála stóðu helst og vónaðu, at tað bara var ein dreymur. Tí tað var sum at fáa ein ordiliga frammaná. Tað stóð nógv upp á spæl, tá leikararnir trinu á vøllin hendan frálíka dagin í sep- tember. Summi høvdu hug at staðfesta, at taparin mátti takka fyri seg í bestu deild- ini á hesum sinni. Men tað er kanska at taka munnin ov fullan. Hvussu er og ikki, so hava liðini fimm dystir eftir at spæla, og tað eru bara trý stig, sum skilja niðastu liðini. Og sum Jonhard Frede- riksberg staðfesti í útvarp- inum. - Tað er heilt ótrúliga harmiligt, men soleiðis er fótbóltur. Tað gongur ikki altíð, sum tú æltar. Men sjálvandi ætlaðu skálamenn sær øll stigini. Leingi var líkt til, at teir fingu eitt við sær um Skopunarfjørð, og tí tóku allir seg um høvdið, tá Clay- ton Soares avgjørdi dystin. Nowicki gjørdi comeback Símun Rógvi Hansen hevur roynst væl hjá B71 seinnu árini. Hann hevur staðið óteljandi frálíkar dystir fyri sandoyingar. Men tíverri fyri Eli Hentze og árstals- felagið, so var hann ikki tøkur vegna skaða í gjár. Í hansara stað kom ein veteranur, sum í januar rundar tey 48 árini. Valde- mar Nowicki var málverji hjá B71 gjøgnum øll 90- árini, og hóast tað eru ár síð- an seinast, so var póllend- ingur við eyðkenda yvir- skegginum aftur í málmans- troyggjuni í gjár. Hann royndist væl, og best í minn- inum stendur uttan iva bjarg- ingin, sum hann framdi, tá Alexander Johansen mið- skeiðis í seinna hálvleiki skuldi lagt gestirnar á odda. Eingin botndystur Í fyrra umfarinum líktist tað ikki einum botngysara. Liðini høvdu nógva ferð á bóltinum, og sjáldan var loysnin at sparka niðan móti framherjunum. Á mið- vøllurin funnu teir væl hvønn annan og við jøvnum millumbili vóru atsóknir á málini. B71 legði bragdlig- ari fyri, bæði áðrenn og eftir hvíldina, men sum frá leið beit Skála frá sær. Eina stóra løtu í seinna hálvleiki vóru ofta boð eftir Nowicki í málinum, men hann vísti málmanskynstur. Í eini roynd at fáa meiri tyngd í álopspartin flutti Eli Hentze ein í álopið aftrat. Og tað skuldi vísa seg at geva úrslit, tá Clayton Soar- es skjeyt einsamalla málið í dystinum. Dysturin byrjaður Spenningurin er stórur í botninum í løtuni. Tú veit ongantíð at siga, hvar liðini fáa síni stig. Tá tú minst væntar tað fáa botnliðini fult, og hinvegin – tá tey skulu vinna, so eydnaðst tað ikki. Men eitt er í øllum førum vist. Vit fáa bara eitt av teimum trimum botnlið- unum at síggja í Formula- deildini í komandi kapp- ingarári. Spurningur er so, um tað verður fótbóltsrisin úr Klaksvík, teir altíð væl stríðandi sandoyingarnir ella orangulittu skálamenn- inir, sum fyri bara tveimum árum síðan tóku alt Føroyar á bóli við flottum fótbólts- spæli. Dysturin er byrjaður, og bólturin er teirra. Símin Hansen var hesa ferð aftur úti á vøllinum. Í málinum, har Símin var vikarur seinast, stóð hesafeðr supervetanurin, Waldemar Nowicki Einslistir/Hilmar Jan Hansen B71 – Skála 1-0 (0-0) Vónin livir í Sandoynni Skála B71