Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 156 - 16. august 2001 Nr. 156 - 16. august 2001 13 Arnold Ludvig er ein av tónleikarunum umborð á risastóra ferðamannaskipin- um, Crown Princess. Í farnu viku vitjaði danska Ekstrablaðið umborð á skipinum og gjørdi millum annað samrøðu við føroyska bassspæl- aran TÓNLEIKUR Pop.fo Crown Princess er eitt ovurhonds stórt og nýmót- ans ferðamannaskip, sum í løtuni siglir til Svøríki, Noreg, Letland og Pólland. Umborð á skipinum, sum er 245 metrar langt, arbeiða 377 fólk, og ein av teimum er føroyski tónleikarin, Arnold Ludvig, sum spælir tónleik í einari av snotuligu barrunum umborð á skipin- um. Í farnu viku var Crown Princess í Keypmannhavn, og tá vitjaði danska Ekstra- blaðið umborð. Teir tóku myndir av vakra skipinum og greiddu í leygardags- blaðnum lesarum sínum frá, hvussu lívið er um- borð. Millum filipinskar dekk- arar, amerikanskar tænarar og italskar yvirmenn fann Ekstrablaðið ein mann, sum hevði tilknýti til Dan- mark, og tað var føroyingur Arnold Ludvig. Arnold var ein av limunum í tónleika- bólkinum Plúmm, og hann hevur eisini spælt í øðrum føroyskum tónleikabólk- um. – Eg sakni familjuna ógvuliga nógv. Vit hava sattelittelefon umborð, og eg ringi heim hvønn einasta dag, sigur Arnold Ludvig við Ekstrablaðið. Arnold er búsitandi í Kanada saman við kanad- isku konu síni og 11 ára gomlu dóttir hennara. Arn- old spælir vanliga tónleik á jazzklubbum í Montreal, har hann hevur sína egnu trio. Føroyski tónleikarin er serstakliga dugnaligur bassspælari, og hann hevur millum annað fingið sín førleika á skúlum í Reykja- vík og Montreal. Hann greiðir Ekstra- blaðnum frá, at han droym- ir um at sleppa aftur til Keypmannahavn at búgva, og har vónar hann at kunna seta saman ein nýggjan tónleikabólk. Ídnaðarvirkið Havs- brún í Fuglafirði, hevur ongantíð tikið ímóti so nógvum fiski, sum seinastu tíðina FISKIVINNA Áki Bertholdsen Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey havt nógv at gera seinastu tíðina – so nógv sum ongantíð fyrr. Hetta summarið hevur virkið nevniliga tikið ímóti so nógvum fiski sum ong- antíð fyrr. Í juli mánaða í ár tók Havsbrún ímóti yvir 30.000 tonsum av uppsjóvarfiski, ella yvir 1.000 tons um dagin, og so nógv hevur virkið ongantíð tikið ímóti í ein mánaða fyrr. Tað allarmesta av fiskin- um er svartkjaftur. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at vanliga hava bátarnir fiskað meiri eftir lodnu hesa árstíðina. Men fiskiskapurin eftir lodnu hevur ikki verið nak- að serligur. Harafturímóti hevur fiskiskapurin eftir svartkjafti verið góður og prísurin hevur eisini verið áleið, góð 70 oyru fyri kilo. Harafturat er svartkjafturin undir Føroyum í løtuni, so tað hevur eisini verið stutt at sigla. – Alt í alt hevur tað tískil loyst seg betur at fiska svartkjaft hesa tíðina, sigur Bergur Poulsen Teir flestu bátarnir, sum hava avreitt, eru teir før- oysku, men eisini nakir ísl- endskir bátar hava avreitt til Havsbrún hesa tíðina. Bergur Poulsen sigur, at hetta hevur ført við sær, at framleiðsluorkan á Havs- brún hevur verið fult útnytt- að seinastu tíðina. Tvs, at tey 100 fólkini á virkinum, hava arbeitt í vaktum, klokkuna runt. Hvussu verður framyvir, veit Bergur Poulsen ikki. Hann væntar ikki so nógvan fisk í august mán- aða og nú fara bátarnir eis- ini í makrelin. Havsbrún setti met Á Havsbrún hava tey ongnatíð havt so nógv at gera sum seinastu tíðina Arnold cruisar sum tónleikari Arnold Ludvig ferðast nú á havinum sum tónleikari. Hann býr annars í Montreal, men vónar at flyta til Danmarkar at búgva einaferð í framtíðini Dagfinn Olsen Týsdagin hevði Lista- stevnan forvitisliga uppliv- ing á skránni. Navnframi Palle Mikkelborg, ið hevur fingið Norðurlendsku Tón- leikheiðurslønina í ár, leikti úti í Hesti, í Klæmints- gjógv. Og hetta gjørdist av sonnum ein náttúru uppliv- ing og ein tónlistarliga ó- gloymandi løta. Í besta veðrið stevndi Norðlýsi av Havnini og Birgir Enni, skipari, greiddi frá trygdarviðurskiftum og skipinum, sum er bygt í Havn undir seinna heims- bardaga og liðugt sama dag, sum kríggið endaði. Í 1985 fóru menn undir at umvæla skipið og síðani 1989 hevur verið siglt við ferðafólki. Og at sigla við slíkum fari er í sær sjálvum ein uppliving, men longu við fráferð spáddi skiparin, at fyri framman lá helst størsta tónleikauppliving í hellishøpi nakrantíð. Conserto Grotto no. 1 Túrurin út í Hest gekk av tí besta. Eisini gekk hampu- liga væl at fáa fjøldina í gummi speddbátarnar og inn í hellið, sum hesa løt- una var hellið hjá ganda- kallinum Mikkelborg, ið er kendur fyri at ganda tað mest óvæntaða úr trompet- ini og sínum viðleikarum. Conserto Grotto no. 1 var á skránni, kunngjørdi Palle, eftir at ljoðviðurskifti og annað var komið á pláss. Ein sonn uppliving av tónum og samansetingum gjørdist løtan, ein alheimur fyri seg, leysur av tíð og kringstøðum. Bert tónleik- arar og hellisljóðið ráddu. Eingin kom snikkaleysur frá hesi tónleikauppliving, ið fór beint at hjartanum. Og sum Birgir skipari hevði spátt, so gjørdist hetta størsta tónleikaupp- living í hellishøpi nakran- tíð. Síðsti fuglurin á rókini í Klæmintsgjógv tók til rýmingar. Hugflog og sinn- isbylgjur náddu hæddirnar. Men eisini uttanborða byrj- aði at skvampa. Og so skjótt, sum tónleikurin var komin til ein enda, ella har á leið, ráddi skiparinav at halda avstað úr Klæmints- gjógv, tí eisini har náddu bylgjurnar nú ávísar hædd- ir. Heldur ikki havgudurin Neptum hevði latið hesa løtuna farið framvið, uttan sinnisrørslu, tað var eyð- sæð. Siglt verður verður nakað norðureftir, fyri at finna betri líkindi at fáa fólk um- borð aftur á trygga Norð- lýsi. Og væl umborð aftur á Norðlýsinum, eftir løtu, ið Palle nevndi »noget dra- matisk«, kom góða fiska- suppan hjá Birgiri væl við, og stevnast kundi aftur móti Havnini. Og longu sá út, sum havgudurin var komin fyri seg aftur, eftir sálar- hvøkkin, og var blíðkaður. Palle fann sítt pláss í alheiminum Palle Mikkelborg hevur ar- beitt saman við føroyska tónleikaframleiðaranum Óla Poulsen á síni síðstu fløgu. Og har var júst ar- beitt við havinum og Palle hevur takkað Óla fyri at hava leitt seg inn í henda heim av ljóðum, ið annars eru honum ókend. Men nú kann Palle sanni- liga práta við, eftir drama- tiska tónleikatúrin í Hesti. Og óivað verður prátað, tí Palle Mikelborg og Óli Poulsen eru vorðnir vin- menn. - Eg bað Óla gera eitt ocean landslag. Nú veit og hoyri eg, at hetta eru ljóðini og hetta hevur djúpa ávirk- an á meg. Annað, ið er eitt upplivilsi, er ljósið í Før- oyum, eisini hetta er eitt serligt drama, sigur Palle og vit staðfesta á dekkinum á Norðlýsinum orðatakið um gløggu eygu gestsins. - Óli bað meg heilsa Før- oyum og føroyingum og tað geri hervið, sigur Palle. Palle er ikki í iva, tá hann sigur, at túrurin í Hesti var eitt upplivilisi. Kristian Blak hevur roynt at greitt honum frá, men nú skilir hann, at hetta er jú ikki til at greiða frá, men má upp- livast, tí klangurin er heilt serstakur. Palle Mikkelborg sigur, at tey í hellinum spældu ymiskt, sum tey ongantíð áður hava roynt, tí so positivt var at royna hesar nýggju umstøður. - Tað hendir ymiskt undir slíkum umstøðum og tað er gott at kenna, sigur Palle, ið ikki ivast í, at hetta er nak- að, ið tónleikararnir fara at minnast og taka við sær. - Vit hava fingið eitt dramatiskt upplivisli. Tað eru stórar kreftir, ið gera vart við seg. Ein sær, hvussu sárbarur ein er og sær sítt pláss í alheiminum. Slíkar kreftir spyrja ongan eftir og leggja líka í, um talan er um kendan trom- petleikara ella nakran ann- an, sigur Palle hugfjarur. Heiðursvinnari Í hugnaliga dekksprátinum við kenda trompetsnillingin Palla, geri eg eina roynd at koma inn á stóra heiðurin, hann hevur vunnið, hóast hann óivað er spurdur um Norðurlendsku Tónleika- heiðurslønina fleiri hundr- að ferðir. - Eg blívi jú hvørki verri ella betri av at hava fingið heiðurslønina, men eg visti ikki av, hvønn týdning heiðurslønin í veruleik- anum hevur, sigur Palle Mikkelborg. Hann vónar at nýta heið- urin til at hjálpa ungum tónleikarum fram á leið, at geva teimum okkurt. - Tað verður sagt, at eg fari um mørk. Eg vóni at bróta sosial mørk, at fara um tónamørk og lurtara- mørk, sigur Palle Mikkel- borg. - í dag fái eg fleiri tilboð, sum eg ikki leggi í, sum mær ikki dámar. Eg komi í onnur sosial samnbond. Men ofta vilja tey bert hava heiðursvinnaran, ikki Palla Mikkelborg, tey kenna hann kanska ikki eingang, sigur Palle um nakað av tí, sum stendst av at vinna so stóra heiðursløn. Palle, sum áður hevur vitjað í Føroyum til jazz- festival saman við t.d. Niels Henning Ø. Petersen, sigur seg fegin vilja vitja aftur og hann vísir ikki aftur, at verður møguleikin, so er ein ætlan við upptøkum í Klæmintsgjógv ikki av vegnum. Við Palla Mikkelborg á hendingaríku og tónlista- ligu ógloymandi ferðini í Hesti vóru Helen Davies, ið leikar hørpu, Moussa Diallo, bassleikari, Klavs Menzer, trummuleikari, Mikkel Nordsø, guitarleik- ari og Ayi Solomon, áslátt- ur. Palle østi sjálvt Neptum Tað var av sonnum ein stór uppliving at hoyra Palle Mikkelborg og hansara fyrstafloks harkalið leika í Klæmintsgjógv týsdagin. Hóast hampuligt veður, gjørdist løtan við tónleiki heldur ókyrr og kanska var tað Palle, ið við himmalskum tónleiki náddi heilt í dýbdina og østi havgudin 2001 2001 C M Y K 13 12 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo