hósdagur 16. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 • hósdagur • 16. august 2001 • 75. árg.
Heilt frá tí at Wenzel
Petersen og Vilhelm
Nielsen seldu fyrsta
bilin í 1922, vóru teir
so gott sum einastu
bilhandlarar í Før-
oyum í mong ár. Eftir
seinna heimsbardaga
kom rættulig gongd á,
og fleiri aðrir bil-
handlarar fóru at lýsa
í bløðunum.
Magnus Gunnarsson
Wenzel Petersen og Vil-
helm Nielsen hava verið so
gott sum einsamallir á
marknaðinum við Ford og
Chevrolet bilum. Heilsølan,
Niels S. Johannesens Eftf.,
sum seinni fóru at selja
bilmerkini
Hillman
og
Humber, lýsir í 1939 við
BSA motorsúkklum. Undir
krígnum
komu
nógvir
brúktir bilar úr Onglandi.
Eftir kríggið fóru fleiri at
selja bilar. Sigird av Reyni
seldi Morris bilar niðri í
Rættará, Charles Mauritzen
seldi Austin bilar úti í
Tinganesi, John & Poul
Joensen seldu til dømis
Jowett Javelin og Singer,
Bilasølan Norrøna v.Petur
Háberg og Jens Chr. Christ-
iansen (Kissa) seldu bil-
merkini
Standard
og
Triumph , Simca og Mosk-
witch. Seinni fer Alfred
Johannesen at selja Volvo,
Francis Goldney umboðaði
Peugeot
og
Commer,
Gunnar Hansen seldi DKW,
NSU og Mercedes-Benz.
Jóhannes Berg fekk Ramler
bilarnar í 1960 og Óli Arge
innflutti fyrsta japanska
bilin í 1962, ein Nippon
Prince Skyline.
Flestu bilhandlararnir
komu eftir kríggið
Petur W. Háberg (1914-
1984) og Jens Christian
Christiansen(1916-1996),
vanliga nevndur Kissa, seldu
eisini bilar. Undir krígnum
fóru svágrarnir báðir undir
bókaútgávuvirksemi og settu
á stovn Norrøna Forlagið.
Eftir kríggið stovnaðu teir
Bilasøluna Norrønu, og fóru
at innflyta bilmerkini
Standard, Triumph,
Moskwitch; Simca og
Plymouth. Myndin er tikin
uttanfyri hjá Hans Joensen í
Niels Finsensgøtu, har Kissa
arbeiddi í mong ár.
Myndaeigari: Elin Guttesen
Her er Ella, kona Frits Jensen í teirra snøgga Austin bili,
allarhelst ein Austin 10 frá 40-árunum. Frits dámdi væl at
pynta bilar, og hesin hevur t.d. hvítar dekksíður og eyka
tokulyktir. Leggið til merkis at framhurðarnar eru hongslaðar
í afturkant. Frits Jensen hevði í mong ár Essostøðina í
Gundadali, har hann m.a. seldi hópin av Fiat bilum.
Myndaeigari: Eivind av Reyni
Josefina og Sigird av Reyni við einum Austin A40, sum var ein
av fyrstu nýggju Austin modellunum eftir kríggið. Í 1947 fekk
Sigird av Reyni umboð fyri Morris bilarnar. Hann helt til
niðri í Rættará, meðan fyritøkan Charles Mauritzen við
Robert P.Brockie sum stjóra, umboðaði Austin bilarnar úti í
Tinganesi.
Myndaeigari: Eivind av Reyni
Lýsing hjá Alfred Johannesen
í 1960. Alfred, sum eisini var
reiðari og heilsølumaður,
helt til við Tinghúsvegin.
Service og umvælingar hevði
bilverkstaðurin hjá Sverra
Djurhuus.
Yvirlit yvir nakrar av bilhandlarunum í Telefonbókini í 1962.
15
14
Nr. 156 - 16. august 2001
Tað var einki minni
eitt brak av eini kon-
sert, tá Kathy Chia-
vola fór á pallin í
Fuglafirði týskvøldið.
Ein country og blue-
grass stórsigur, har
akkustisk ljóðføri og
ein stór rødd fyltu
hvønn krók
Dagfinn Olsen
Tað var við spenningi, at
eini 600 fólk høvdu leitað
sær í nýggja og sera stási-
liga mentanarhúsið í Fugla-
firði týskvøldið. Á skránni
var country og bluegrass
sangarinnan úr Nashville,
Kathy Chiavola, umframt
Ragnar í Vík og Dupult
Kvartettin.
Og tað er ikki ofta, at vit
fáa vitjan av víddunum
handan hav og hava høvi at
uppliva country, sum tað
veruliga er.
Men fyrst máttu vit bíða í
eini 10 minuttir, tí mando-
linleikarin var júst komin
við flogfarinum og skuldi
líka gerast pallklárur. Hann
hevði ligið veðurfastur
millum Nashville og Bos-
ton. Fiólleikarin settist aft-
ur, men skuldi væntandi
koma fram til seinnu kon-
sertina mikukvøldið.
Top of the world
- Takk fyri!, rópti Kathy á
føroyskum, tá hon kom á
pall frammanfyri klappandi
fjøldini og soleiðis tók hon
øll á bóli.
Takk fyri, Fuglafjørður!
Og so var ísurin brotin, so
sjálvt Havsbrún ikki kundi
havt fryst eina eind úr hon-
um aftur.
Bert 3 á palli. Við akkust-
iskum ljóðførum, um enn
styrkt, fyltu tey frá byrjan
hvønn krók við kontra-
bassi, guitari og mandolin.
Á bass, ella hundahús, sum
tey nevndu hetta, leikti
Marky Sanders. Á mando-
lin leikti Matt Flynner í
heimsflokki. Tað var gott,
at hann kom vegin fram!
Hann var í sær sjálvum eitt
upplivilsi í dugnaskapi,
skjótleika og fingrafimi.
Slíkt er neyvan sæð, ella
hoyrt, her áður.
Kathy legði út við Sittin’
on the top of the world. Og
tað gjørdi hon frá byrjan til
enda á konsertini týskvøld-
ið!
Góð á palli
Hetta var tónleikur, sum
hann eigur at vera. Væl
leiktur, væl sungin og góð-
ur. Og til slíka konsert er
tað ærligheitin, sum savnast
verður um.
Listin er at duga hetta, at
fáa tað at síggja lætt út. Ella
bara at halda tað vera lætt!
Víst er tað, at hóast talan
var um 3 smæðin ljóðføri
og eina stóra rødd, so var
hetta skjótt gloymt og
áhoyrarar sótu bergtiknir og
gloymdu alt annað, uttan
bert tónleikin.
Kathy átti pallin frá byrj-
an. Millum sangirnar undir-
helt hon. Loyvt var til døm-
is at klappa, eftir góðu
solospølini hjá Matt. Og
vóru tey ov vánalig, so var
bert at blaka við tomatum -
ella fiski, um hesin var
lættari at fáa hendur á!
Jú, sambandið við áhoyr-
ararnar var tætt. Og eisini
inniligt. Tí alt var ikki bara
gleimur og skemt. Sangir,
kanska
serliga
innan
country, hava ofta eina
skuggasíðu, og harvið eina
søgu.
Tað gekk eisini upp fyri
kvinnuni á palinum, at
mong av hennara næstu
ikki taldust millum tey liv-
andi longur. Hóast mong
teirra, ið Kathy umrøddi,
vóru fólk innan country, ið
ikki eru á foldum longur, so
vóru millum álvarsløturnar,
minst líka nógvar swing-
løtur.
Sum heild sangir og søg-
ur, har vit fingu innlit og
kendu samband við tón-
leikararnar. Hetta var fram-
førsla av fyrstu skuffu. Væl
úr hondum greidd tónlistar-
liga, onki mjørkatos mill-
um løgini, men beinleiðis
prát við lurtaran og harvið
tónleika- og tekstauppliv-
ingar, ið vildu nakað,
høvdu eitt mið, og sum
náddu innum.
Mong av løgunum vóru
ognað ymsum, ofta doyð-
um persónum. Men eisini
vóru løg, ið vóru yndisløg
hjá Birgiri Kruse, ið er upp-
havs maður til forkunnugu
vitjanina úr Nashville.
Tá lagið Crazy byrjaði
eitt lagatyssi av løgum hjá
Patsy Cline, mundu teir
síðstu og treiskastu lurtar-
arnir geva seg yvir.
Avbera gott!!!
Ragnar, Hank
og Dupult Kvartettin
Eftir ein støðg, kom Kathy
aftur, sang nøkur løg, mill-
um onnur sítt egna frálíka
um Pilgrim (okkurt sovorði
eitur tað). Síðani kom Hank
Williams og I’m so lone-
some I could cry.
Og eftir lítlari løtu stóð
Ragnar í Vík á palli og helt
á við føroyska tekstinum.
Ragnar, sum hetta kvøld
var heldur fámæltur, ið
mun til væl uppløgdu
Kathy, sang síðani sangin
um Nornuna.
Eftir hetta kom Dupult
Kvartettin á pall. Hetta var
stór løta, har alt gekk í
hægri eind.
Fyrst sang Kathy Let the
lower light shine - síðani
tók kvartettin yvir við Lat
hitt lægra ljósið brenna. So
gekk tað slag í slag, How
great thou art og so øll á
palli við hinum væl swing-
andi I fly away, har Dupult
Kvartettin rættiliga sá út til
at hugna sær og prógvaði,
at EISINI hetta duga teir til
UG.
Liðugt var. Men takið var
á veg av mentanarhúsinum
av lógvbrestum, ið ynsktu
Kathy aftur á pall, tá hon
aftur kom innar.
Einsamøll rundaði hon
av við vøgguvísu frá Peter
Pan og sang yndisliga A
distant melody.
Eftir
konsertina
var
møguleiki at heilsa uppá,
keypa fløgur og fáa auto-
graf.
Eitt brak av eini konsert
var tagnað, men óivað
ljómar bergmálið enn í
hugaheimnum hjá mongum
áhoyrara, eins og fløgur
ljóma í onkrarai stovu.
Nakrar álvarsløtur, millum
veruligt swing, við Katy
Chiavola vóru farnar aftur
um hesar útvið 3 tímarnar,
konsertin vardi.
Gott, Kathy Chiavola, og
vælkomin aftur eina aðru-
ferð!
Chi - yeee-ha. Voila!!!
2001
C
M
Y
K
14