mánadagur 15. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 176 - 15. september 2008 ]
AB vann aftur
Akademisk Boldklub - AB tók ímóti Hvidovre á heimavølli í gjár.
Úrslitið varð, at heimaliðið vann 3-2. AB legði seg á odda tríggjar
ferðir í dystinum, og í tveimum førum eydnaðist tað Hvidovre at
javna leiðsluna, men alt endaði væl hjá AB. Klaus Lykke legði AB
á odda í 21. minutti, men longu í 28. minutti javnaði Marc Olsen
fyri Hvidovre. Beint áðrenn steðgin legði Nicklas Thorsgård AB á
odda aftur. Bert fýra minuttir inn í 2. hálvleik javnaði Fosu Boa-
teng fyri Hvidovre. Leingi varð líkt til, at liðini fóru at býta stigini
millum sín, men í 85. minutti skoraði Casper Andersen sigursmálið
fyri AB. Føroyski landsliðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen
kom inn tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum.
Keflavík hevur enn munin
Símun Samuelsen varð ikki við liðnum hjá Keflavík, sum stríddi
seg til ein 2-1 sigur á útivølli ímóti Fjølni leygardagin. Gunnar
Már Guðmundsson legði Fjølnir á odda eftir 35 minuttirs spæl,
men seks minuttir seinni javnaði Guðmundur Steinarsson til 1-1.
Tá 2. hálvleikur varð hálvrunnin skoraði Jóhann B. Guðmunds-
son sigursmálið fyri Keflavík. Liðið, sum andar Keflavík í
nakkan, FH úr Hafnarfjørðinum vann 3-0 á Vali. Keflavík hevur
43 stig fyri 19 dystir, FH hevur 38 stig fyri 18 dystir. FH hevur
ein útsettan dyst til góðar ímóti Breiðablik. KR og Valur hava 32
stig fyri 19 dystir. 22 umfør eru í íslendsku Landsbankadeildini.
Teir spælið,
vit kjansir-
nar
Soleiðis segði sigurs-
harrin hjá Víkingi, Atli
Gregersen, eftir dystin.
- Teir, serliga Nenad,
trilla bóltin væl runt,
men vit royna at pløkka
bóltin
frá
teimum.
Bæði liðini standa væl
á vøllinum, og ikki
nógvir málmøguleikar.
Teir hava spælið, og vit
kjansirnar,
helt Atli
eftir dystin.
Komandi vikuskifti
skal Víkingur til Streym-
nesar
at
vitja
EB/
Streym, sum eru ósigr-
aðir á heimavølli.
- Vit fara at royna at
spæla eitt puss. Vit eru
komnir eitt pláss longur
upp hvørt ár, so vit
satsa uppá at koma enn
longur upp í ár, segði
Atli, sum í sama við-
fangi staðfesti, at tú
ongan veg kemur uttan
hart arbeiði.
Eitt stórt
vónbrot
Landsliðsleikarin
hjá
NSÍ, Jónas Tór Næs,
leikti sín fyrsta dyst
sum NSÍ-ari ímóti Vík-
ingi. Hann var sum
vera man vónbrotin eft-
ir tapið.
- Tað er eitt vónbrot
at missa 2. plássið. Vit
fóru 100% eftir tí. Allir
eru vónbrotnir, uttan
iva, segði ein sjálvur
sera vónbrotin Jónas
eftir dystin.
- Vit áttu at verið
meira konsentreraðir tá
ið vit komu á odda. Teir
fáa tveir møguleikar og
skora uppá teir, segði
Jónas.
Komandi umfar hev-
ur NSÍ møguleika at
innheinta B36 aftur, tá
ið júst B36 kemur á
vitjan í Runavík.
- Tá skulu trý stig til.
Vit hava vunnið teir
fyrr í ár, peikar Jónas at
enda á.
Víkingur og NSÍ hava
leikt tríggjar dystir
ímóti hvørjum øðrum
í ár, og Víkingur
hevur vunnið allar
dystirnar. Hendan
seinasta vunnu teir 2-
1 á heimavølli í gjár
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Víkingur hevur havt tað gott
heima í Sarpugerði í ár, og tí
var tað lagt upp til ein sera
spennandi og tættan dyst, tá
ið meistararnir úr NSÍ vitjaði
í gjár. Víkingur hevur havt
takið og NSÍ í ár, og hevði
undan
dystinum
vunnið
báðar innanhýsis uppgerð-
irnar ímillum liðini.
Deydligur 1.
hálvleikur
Dysturin byrjaði varliga,
har liðini nýttu eina løtu at
kenna seg tilrættis á vøllin-
um. Eftir hetta byrjaðu lið-
ini at ota seg nærri brots-
teiginum, og tá ið smáir 10
minuttir vóru farnir, var um
reppið, at Víkingur legði
seg á odda. Símun Louis
skallaði væl mótvegis mál-
inum, men á sjálvari mál-
strikuni
bjargaði
Johan
Troest Davidsen.
Eftir hetta dovnaði aftur
nakað, og liðini høvdu trup-
ult við at nærkast málinum.
Langskot var javnan ein
loysn, og tað besta av hesum
mundi Milan Pecjic hjá NSÍ
eiga, men hetta var ikki
nokk til at fáa hol á.
Tað var als ikki óvæntað,
at fyrri hálvleikur endaði
málleysur. Liðini sóu ikki
út til at hava tann stóra vilj-
an til at koma heilt fram á
vøllin at skapa nakað vanda-
mikið.
Intensitetur
Seinni hálvleikur var ikki ser-
liga líkur tí fyrra, tá hugt at
bæði tí innihaldsliga og stiga-
talvuni. Leikararnir sóu út til
at kýta seg meira, og viljin at
vinna var avgjørt til staðar.
Serliga eftir 10 minuttum av
seinna hálvleiki angaði av, at
okkurt mál fór at koma. Zol-
tán Bükszegi var tætt við at
leggja Víking á odda eftir
gott arbeiði av Andreas Lava
Olsen, men ungarski leikarin
var ikki nóg avgjørdur.
Bara fimm minuttir seinni
fall fyrsta málið í dystinum.
Nenad Stankovic sendi bólt-
in í brotsteigin, og tá ið
verjuleikari og málmaður
hjá Víkingi ikki kundu semj-
ast um at taka bóltin, tá takk-
aði Øssur Dalbúð fyri, og
legði NSÍ á odda 1-0.
Víkingar høvdu tó ikki
meir enn fingið armarnar
niður aftur, tá ið bólturin lá
í teirra málið. Hetta málið
stútaði Símun Louis Jacob-
sen í netið, eftir at hava mót-
tikið innlegg frá Áslakki
Petersen.
Stutt eftir var Víkingur
tætt við at leggja seg á
odda, men tætt undir málin-
um bleiv bólturin stútaður
við síðuna av.
Tíggju
minuttir
fyri
leiklok fall avgerandi málið,
og var tað heimaliðið sum
átti hetta. Eitt langt innkast
bleiv kastað inn í feltið, hað-
ani bólturin bleiv spældur
aftur til Atla Gregersen,
sum við vinstra beini stýrdi
bóltinum
meistarliga
í
høgra málhorn.
Innskifti Klæmint Olsen
var tætt við at bjarga eina stig-
ið til NSÍ, tá ið hann stútaði á
stongina, men tættari hesum
kom hvørki av liðunum.
NSÍ misti 2. plássið til
B36, meðan Víkingur bítur
seg fast í oddan av Formula-
deildini.
Víkingur-NSÍ 2-1 (0-0)
Víkingur fullførdi
NSÍ-eyðmýkingina
Lagið er framúr í Gøtum og Leirvík, eftir
at Víkingur fyri triðju ferð av trimum
møguligum fekk trý stig burtur úr dysti
móti NSÍ
savnsmynd
NSÍ
Víkingur