mánadagur 15. september 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 176 - 15. september 2008 ]
07 Vestur
snávaði
TB basti 07 Vestur,
sum við hesum
misti týðandi stig í
oddastríðnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir bara eitt vikuskift
ið niðan fyri strikuna er
AB nú aftur á uppflyt
arakós.
Argjamenn greiddu
sjálvir sín setning, tá
teir vunnu tryggan sig
ur á Víkingi, og so var
frøin á Argjum stór, tá
boðini um TBsigurin
móti 07 Vestur bórust.
Hetta bar nevnliga við
sær, at AB nú aftur er
framman fyri 07 Vestur,
sum annars vann trygt
á júst AB fyri viku
síðani.
Og eisini í botninum
er nú um at gerast heilt
spennandi. Tað eydn
aðist nevnliga bæði KÍ
og EB/Streymi at vinna
sínar dystir um viku
skiftið. Hjá EB/Streymi
er talan framvegis um,
at teir hava knívin heilt
nær barkanum, men KÍ
kann nú við einum ein
støkum sigri lyfta seg
upp um niðurflytingar
strikuna.
Seinasti dysturin var
á Svangaskarði, har
VB/Sumba var á vitjan.
VB/Sumba hevur stór
an part av árinum verið
á uppflytingarkós, men
kring
summarsteðgin
stóð heilt nógv á nøkur
á. Nú tykist glið tó aftur
vera komið á, og við
sigrinum halda teir fast
um oddasessin í deild
ini.
Úrslitini um
vikuskiftið
B68VB/S
24
TB07 Vestur
21
KÍNSÍ
41
ABVíkingur
62
EB/SHB
31
Aftur hesa ferð
snávaðu biðlarnir
í silvurstríðnum,
og í kvøld kann EB/
Streymur taka enn
eitt fet móti gullinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sigfríður Clementsen, Magni
Mohr og teirra menn mundu
neyvan vera heilt ónøgdir
um úrslitini, sum vóru í
Formuladeildini í gjár.
Hóast gullið skjótt tykist
vera ein avgreiðsluspurning
ur hjá EB/Streymur, so vaks
trýstið á liðið ikki í gjár, og
í kvøld kann EB/Streymur
so taka enn eitt fet móti gull
inum.
Hesa ferð er tað ÍF, sum
kemur á vitjan, og á pappír
inum eigur hetta at vera ein
dystur, har EB/Streymur
tekur stigini. Hóast ÍF í løt
um hevur tikið fólk á bóli í
ár, so hevur gongdin sein
astu vikurnar verið alt ann
að enn nøktandi. Og við
einum arbeiðsskaða til Alex
ander Jovevic tykist liðið
hava mist eitt av sterkastu
kortunum tað, sum eftir er
av kappingarárinum.
Hjá EB/Streymi var sera
stórur partur av hópinum
burturstaddur í landsliðsør
indum í seinastu viku, og tí
er einki at ivast í, at eyka frí
dagurin í gjár er komin væl
við. So er spurningurin bara,
um hetta eisini sæst aftur í
spælinum, tá liðini fara á
vøllin við Margáir kl. 17.30.
EB/Streymur-ÍF:
Oddasessurin kann styrkjast
Í løtum var Stjørnan
væl við móti make
donska Slovan Duslo
Sala, men óansni í
fáar minuttir verður
náðileyst revsað á
hesum støðinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Samlaði sigurin hjá make
donsku meistarunum gjørd
ist 5543, men hóast hetta í
sjálvum sær er rættiliga
sannførandi, so var munurin
kanska ikki so stórur á lið
unum kortini.
Dystirnir prógvaðu í øll
um førum, at spælir Stjørn
an upp til sítt besta, so
kunnu tær væl vera við á
hesum støðinum.
Trupulleikin var kanska
heldur, at Stjørnan í heim
ligu kappingini hevur verið
undir ov lítlum trýsti. Tá
hava tær ráð til, at konsentra
tiónin í spælinum fer nakað
niður av og á, men hetta
sluppu tær ikki ókeypis frá
móti Duslo Salo.
Í báðum dystunum var
gongdin nevnliga tann, at
Stjørnan hevði sera gott tak
á mótstøðuni í longum løt
um. Men í løtum varð hetta
taki eisini slept, og so fall
hamarin hart. Knallhart.
Tað bøtti heldur ikki um
hjá Stjørnuni, at liðið til
týdningarmiklu
dystirnar
mátti vera bæði Unu Olsen
og Joan Midjord Djordjevic
fyriuttan. Hóast eingin spæl
ari vinnur nakað sum helst
einsamøll, so er talan um
tvær av teimum mest týð
andi hjá Stjørnuni. Hartil
merkti hetta eisini, at fólk
varð flutt frá bakkunum til
ávikavist miðjuna og strik
una, og tað skapar somuleið
is órógv.
Samanumtikið var talan
tó um tvey avrik, sum væl
og virðiliga kunnu góðkenn
ast, og hjá Stjørnunum er
einki at ivast í, at dystirnir
og øll venjingin, sum liggur
handan hesar, er góð barlast,
nú tær enn eina ferð skulu
geras seg út til at verja FM
heitið.
Mistøkini vórðu revsað
Dianne Møller skal í ár
styrkja bakketuna hjá
Stjørnuni. Ímóti Slovan
Duslo Sala mátti hon tó
partvísti virka sum vikarur
á strikuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Contador í serflokki
Í hesum døgum verður súkklað kring Spania í stóru
Vuelta a Espana, og í løtuni tykist eingin kunna gera
nakað við Alberto Contador. Leygardagin skræddi hann
feltið sundur á sonevndu kontaetapuni upp eftir Alto de
L’Angliru, og í gjár vann hann eisini 14. etapuna. Tað er á
fjallastrekkjunum, at stóru súkklukappingarnar vanliga
verða avgjørdar, og sum Contador hevur súkklað hesar
seinastu dagarnar, bendir alt á, at tað verður hann, sum
kann koyra í gulum seinastu dagarnar.
Messi ov sjálvsøkin
Diego Armando Maradona finnur framvegis vegin til
yvirskriftirnar, tá um fótbóltsviðurskifti ræður. Legendariski
10’arin hjá Argentina finast nú at Lionel Messi, tí hesin skal vera
ov sjálvsøkin. – Við hvørt spælir Messi bara fyri Messi. Hann
heldur seg vera meira enn liðið. Tók hann Aguero ella Riquelme
meira við í spælið, hevði hetta heilt víst bøtt um úrtøkuna, sigur
Maradona um argentinska spælið, sum higar til bert hevur givið
13 stig í 8 undankappingardystum. Sjálvur sigur Messi tó, at
hann er somikið vanur við, at Maradona hevur sína fatan av
spælinum, at hetta als ikki fær hann at broyta spælistíl.