mánadagur 15. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 176 - 15. september 2008 ]
Landsliðs
úttøka og
borðseting
Talvlandsliðið, sum
um tveir mánaðir
skal royna seg á OL í
Dresden í Týsklandi,
er nú endaliga sett
Talv
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
Úttøkan er broytt í mun
til tað sum upprunaliga
er fráboðað, tí at IM
John Arni Nilssen hevur
givið avboð, í hansara
stað er úttikin Martin
Poulsen.
Landsliðið - og borð-
setingin - á Føroyska
OL-landsliðnum
2008,
er hendan:
IM Helgi Dam Ziska
(2416)
FM Heini Olsen (2368)
IM John Rødgaard
(2383)
Martin Poulsen (2281)
Jóan Hendrik Andreasen
(debutantur og reservi)
(2179)
Liðleiðari verður, eins
og í OL 2006, Finnbjørn
Vang.
Telvað verða 11 umfør,
har liðið verður mannað
við 4 telvarum hvørt
umfarið.
Talvsambandið hevur
sett liðið í tøttum, kon-
struktivum,
samstarvi
við telvararnar. Tað er av
størsta týdningi og ein
sannroynd, at frægasta
liðavrikið - og úrtøkan -
á henda hátt kemur til
høldar. Og tað er at frøð-
ast um, at serliga viðv.
borðunum 1-3 er liðið
søguliga javnt sterkt. -
skrivar Talvsambandið á
heimasíðu síni.
Bert 17 ára gamali IM
Helgi Dam Ziska mannar
1. borð á føroyska OL-
landsliðnum 2008
Avlýst hjá Frem
Dysturin millum liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Atla
Danielsen, Frem, ímóti Lolland Falster Alliancen - LFA -
varð avlýstur í gjár. Dysturin skuldi verða á heimavøllinum
hjá Frem, Valby Idrætspark, men orsakað av, at nógvir
spælarar hjá LFA eru sjúkir, varð dysturin avlýstur. Óvist er,
nær útsetti dysturin ímóti LFA verður spældur. Jón Rói og
Atli hava annars spælt nógvar harðar dystir seinastu vikuna.
Fyrst vóru teir í Kolding við Frem næstsíðsta mikudag.
Seinasta leygardag spældu teir ímóti Serbia, og farna
mikudag ímóti Rumenia. So hjá teimum mundi ein steðgur
ikki koma illa við.
Gongur væl hjá Blackpool
Claus Bech Jørgensen var á vøllinum fyrstu 60 minuttirnar, tá
Blackpool um vikuskiftið vann 1-0 á heimavølli móti Barnsley.
Blackpool, sum nú er í holt við sítt næsta kappingarár í enska
Championship á hesum sinni, hevur eftir fyrstu fimm dystirnar
sjey stig, og tað er væl og virðiliga góðtikið hjá liðnum, sum
aftur í ár hevur sum mál at halda sessinum í deildini.
Hóast hann er yngri
av fleiri av kapp
ingarneytunum, so
eydnaðist Rúna Seloy
at vinna gull á bæði
3.000 og 800 metrum
um vikuskiftið
Frælsur íTróTTur
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
Leygardagin vann Rúni Sel-
oy danmarksmeistaraheitið
fyri dreingir 15 ár á 3.000
metrum. Hetta tá hann í
stórum stíli rann á odda
allan vegin, og at enda var 4
sekund frammanfyri næsta
rennaran. Rúni betraði sína
egnu bestu tíð við heili 14
sekundum, so bólkametið
hjá honum eitur nú 4.20,49
min.
Í morgun var 800 meturin
á skránni. Og heldur ikki
hesuferð vísti Rúni sínum
mótstøðumonnum
nakra
sum helst náði. Hann rann
knallhart beinanvegin, og
hevði 60 sekund um fyrstu
400 metrarnar. Beint áðrenn
teir seinastu 100 metrarnar
var ein, sum royndi at koma
framvið, men Rúni svaraði
sterkt aftur og spurtaði í
stórum stíli einsamallur á
mál. Tíðin hjá Rúna var
2.04,93 og tad er ein betring
av hansara egna persónliga
meti við trimum sekund-
um.
Tríkvart minuttir var
aftur til næsta renn
aran, tá Bjørk Herup
Olsen í gjár vann DM
heitið á 3.000 metrum
Frælsur íTróTTur
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
Sunnudagin skuldi Bjørk
liva upp til leiklutin sum
favorittur á yndisgrein henn-
ara, sum er 3.000 metrar.
Og her var eingin slingur í
valsinum. Sjálvt um Bjørk
ikki rann sína bestu tíð, end-
aði hon 43 sekund ella
umleið 200 metrar framman
fyri næsta rennaran. So nú
er Bjørk danskur meistari á
3.000 metrum bæði innan-
og uttandura.
Í sjálvum sær er gullmerk-
ið eitt bragd, men tá talan er
um somikið sannførandi
sigur, er einki at siga til, at
tey í Danmark eisini undrað-
ust á føroyska rennaran,
sum bara tykist gerast betri
og betri.
Og alt í alt gjørdist talan
um eina sera góða kapping
sæð við føroyskum eygum.
Umframt tey trý gullmerk-
ini, sum Rúni Seloy og
Bjørk vunnu, komu eisini
onnur heiðursmerki í pottin.
Bjørk rann seg til silvur á
1.500 metrum, og 2.000
metra forðarenning rann
Jan Elmar Sørensen seg
rættiliga óvæntað til bronsu-
merki.
Bjørk tók DMheitið
Tvey gull til Rúna Seloy
Tvey DM-gullmerki á 3.000 og 800 metrum varð úrtøkan hjá Rúna Seloy um vikuskiftið. Eitt framúr avrik, sum eisini undirstrikaði eitt sera gott føroyskt vikuskifti
Hálvum bani var aftur til næsta rennaran, tá Bjørk í
suverenum stíli rann seg til DM-gullið á 3.000 metrum
Mynd: Guttorm Sørensen