Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 176 - 15. september 2008 ] Tað tók Liverpool- venjaranum fýra ár at fáa ein sigur móti arvafíggindunum, men leygardagin var alt gloymt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast aðrir dystir eisini vóru á skránni, so gekk alt tosið um dystin millum Liverpool og Manchester United. Feløgini eru tey mest vinnandi í enskum fót­ bólti, og sum arvafíggindar er talan vanliga um harðar og intensar dystir millum liðini. Hartil innihelt dysturin eisini tað kryddið, at tað eftir hondini var alt ov langt síðani, at Liverpool hevði vunnið liga­dyst móti arva­ fíggindunum. Soleiðis hevði Rafael Benitez als ikki roynt hetta, síðani hann á sumri 2004 gjørdist venj­ ari hjá Liverpool. Og lítið bendi á nakra broyting fyrstu løtuna. Bara tríggir minuttir vóru spæld­ ir, tá nýkeypti Dimitar Berbatov legði bóltin aftur til Carlos Tevez, og so stóð 0­1 á talvuni. Og næstu 10 minuttirnar sótu geistirnir á øllum. Heimaáskoðararnir mundu óttast enn ein svart­ an leygardag, men spakuliga stríddi Liverpool seg aftur í dystin. Heilt vandamikið gjørdist tað sjáldan móti vælvaksnu United­verjuni, men hóast hepni skuldi til, so var tað uppiborið, tá van der Saar fór somikið skeivur, at alt endaði, at hann sló bóltin á knæið á Wes Brown, sum soleiðis varð skrásettur fyri sjálvmál. Og eftir steðgin var eing­ in ivi. Liverpool trýsti og trýsti, men leingi tóktust gestirnir hóra undan. Tað gjørdu teir tó ikki at enda, tá innskifti Ryan Babel kom at standa væl fyri, og so var fagnaðurin ovurstórur á Liverpool, har negativu upplivingarnar eru komnar ov tíðliga, til at liðið veru­ liga hevur kunna blandað seg í gullstríðnum seinnu árini. Tap til Zola Á the Hawthorns, har West Bromwich Albion heldur til, hevði Gianfranco Zola sín fyrsta dyst sum venjari hjá West Ham. Talan gjørd­ ist to ikki um stig hjá lítla italiumanninu, sum tó hevur gott mót um sína framtíð. Milliardir dystaðust í Manchester, har Chelsea vitjaði Manchester City, og tann dystin vann »fátæka« Chelsea 3­1, hóast teir at enda máttu vera John Terry fyriuttan, eftr at hesin varð rikin av vølli. Og so var tað sjálvandi eisini hesaferð, at Newcastle aftur kiksaði. Leygardagin var tað á heimavølli móti Hull, og tað fall ikki í góða jørð hjá áskoðarunum, sum við mótmælisgongu kravdu Mike Ashley úr stjórastóli­ num. Eitt ynski, sum eisini tykist verða eftirlíkað, nú hesin hevur sett felagið til sølu. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 4 3 - 1 - 0 80 22 58 10 2 Liverpool 4 3 - 1 - 0 65 26 39 10 3 Arsenal 4 3 - 0 - 1 74 31 43 9 4 Hull 4 2 - 1 - 1 67 28 39 7 5 Man City 4 2 - 0 - 2 55 33 22 6 6 Fulham 3 2 - 0 - 1 71 51 20 6 7 West Ham 4 2 - 0 - 2 50 48 2 6 8 Middlesbr. 4 2 - 0 - 2 48 40 8 6 9 Portsmouth 4 2 - 0 - 2 45 53 -8 6 10 Everton 4 2 - 0 - 2 42 50 -8 6 11 Wigan 4 1 - 1 - 2 66 61 5 4 12 Aston Villa 3 1 - 1 - 1 45 65 -20 4 13 Bolton 4 1 - 1 - 2 43 53 -10 4 14 Man Utd 3 1 - 1 - 1 34 51 -17 4 15 WBA 4 1 - 1 - 2 36 59 -23 4 16 Newcastle 4 1 - 1 - 2 36 54 -18 4 17 Sunderland 4 1 - 1 - 2 38 60 -22 4 18 Blackburn 4 1 - 1 - 2 41 66 -25 4 19 Stoke 4 1 - 0 - 3 46 62 -16 3 20 Tottenham 3 0 - 1 - 2 20 89 -69 1 Úrslit Leygardagin Liverpool-Man Utd 2-1 Blackburn-Arsenal 0-4 Fulham-Bolton 2-1 Newcastle-Hull 1-2 Portsmouth-Middles- brough WBA-West Ham 3-2 Wigan-Sunderland 1-1 Man City-Chelsea 1-3 Sunnudagin Stoke-Everton 2-3 Mánadagin Tottenham-Aston Villa Bragdaði hjá Benitez Rafael Benitez fekk loksins sín sigur móti Sir Alex Ferguson og Manchester United. Her sæst hann geva instruksir til Stven Gerrard, sum kom á vøllin seinastu minuttirnar av dystinum Mynd: Polfoto/AP Ronaldo flennur at City Pengar eru ikki tað, sum vantar í hjá Manchester City, sum nú hevur arabiskar oljumilliardir í rygginum. Eitt nú sigst felagið vera til reiðar at bjóða grannunum úr Manchester United 1,25 milliardir fyri Ronaldo, men stendur tað til spælaran sjálvan, so verður ikki nakað av hesum. – Tað er eingin møguleiki fyri, at eg fari at spæla við nøkrum øðrum felag í Manchester. Eg visti ikki, at eg var somikið verdur, segði hann flennandi við ensku miðlarnar, tá hann varð spurdur, um framtíð hansara møguliga liggur hjá City. Ronaldo hevur ikki spælt við Manchester United fyrstu tríggjar dystirnar hetta kappingarárið. Spælarin hevur verið undir skurð í summar, men nú er hann um at vera til reiðar at hjálpa felagnum móti toppinum í ensku Premier League.