mánadagur 15. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 176 - 15. september 2008 ]
NSÍ og B71 í unglingafinaluni
NSÍ gjørdist seinna liðið í FM-finaluni hjá unglingum, eftir at teir bastu
B68 í hálvfinaluni. Fyrri dysturin við 1-0 sigri til NSÍ, og hóskvøldið vann
NSÍ 3-2 á Svangaskarði. Mótstøðuliðið í finaluni verður B71, sum á
heimavølli týsdagin megnaði at venda 4-1 fyrimuninum hjá KÍ til
samlaðan 5-4 sigur.
Vilja ikki síggja Armstrong
Tað hevur vakt ans, at sjeyfaldi Tour de France vinnarin, Lance
Armstrong, sigur seg vera til reiðar at gera eitt come-back á
hjólhestinum. Og tað er ikki allastaðni, at boðini verða eins væl
móttikin. Í øllum førum sigur týska sjónvarpsstøðin, ARD, at teir
als ikki ætla sær at vísa Armstrong á skíggjanum. – Framtíðin
liggur í ungu súkklarunum og als ikki í at venda aftur til Armstrong-
ættarliðið, sigur Rolf-Dieter Ganz vegna ARD. Lance Armstrong
varð ongan tíð tikin fyri doping, men tað var í hansara tíð sum
súkklari, ein doping-gøla fyri og onnur eftir rakti Tour’in.
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
Leygardagin var
skipað fyri føroya
meistaraskapið
í bogaskjóting.
Úrslitið var, at Jógvan
Magnus Andreasen
úr Vágskotið gjørdist
vinnari í recurve
bólkinum og Jógvan
Niclasen úr Tambar
gjørdist vinnari í
compound bólkinum
Bogaskjóting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Áðrenn Jógvan Magnus
Andreasen og Jógvan Nicla-
sen kundu fáa gullheiðurs-
merkini um hálsin, skuldu
ein lang kapping skjótast.
Kappingini var á grasvøll-
inum á Svangaskarið. Skjót-
ilíkindini vóru ikki nakað
serliga góð. Tað lá tjúkt við
mjørka á Toftum, so tað var
ikki altíð gott síni til skjóti-
skivurnar. Eisini regnaði í
løtum rættiliga illa, so valt
varð at stilla seg undir tak
við B-68 húsið og skjóta
tvørtur um vøllin heldur
enn eftir longdini á vølli-
num. Óstøðugur síðuvindur
frá høgru var eisini, og í
løtum ávirkaði tað skjóting-
ina yvir teir 70 metrarnar
frá skjúttunum til skivur-
nar.
Í ár eru ongir Oyggjaleikir,
og tað ávirkar støðið á
skjótingini.
At
ongir
Oyggjaleikir eru, kunnu eis-
ini vera viðvirkandi til, at
fleiri skjúttar, ið plaga at
vera við, ikki vóru við í
kappingini í ár.
Fari varð í gongd við at
skjóta
umleið
klokkan
tíggju og tað vóru 12 skjútt-
ar, sum skutu innleiðandi
kappingina, har 72 pílar
vóru skotnir.
Úrslitið í compound bólk-
inum var, at stóri favoritt-
urin, Jógvan Niclasen úr
Tambar, var fremstur við
615 av 720 møguligum stig-
um. Hinir í compound bólki-
num vóru allir juniorar – 18
ár og yngri – og fremstur av
teimum var Nikkel Petersen
úr Ørvi við 600 stigum.
Hinir í bólkinum eftir stiga-
talvuni,
vóru
Magnus
Andreassen, Kaj Johannesen
og Bogi Andreasen.
Í recurve bólkinum vóru
sjey luttakarar og áhugavert
var, at heili tríggjar kvinnur
luttóku. Innleiðandi gjørdist
Jógvan Magnus Andreasen
úr Vágaskotið fremstur við
507 stigum, næstur var
Eirikur í Jákupsstovu við
412 stigum, so sigast kann,
at Jógvan Magnus var í
serflokkið innleiðandi.
Finalurnar
Í finalunum koma ofta
óvæntaði úrslit, men í com-
pound bólkinum broyttist
onki. Nikkel Petersen og
Jógvan Niclasen komu í
finalurnar, og Jógvan Nicla-
sen vann við 100 stigum
ímóti 91 hjá Nikkel Peter-
sen.
Í
bronsudystinum
skutu Kaj Johannesen og
Bogi
Andreasen.
Kaj
Johannesen vann dystin við
86 stigum ímóti 65. Møgu-
ligt er at fáa 120 stig við
teimum 12 pílunum, ið
verða skotnir í einari finalu,
so sigast kann at stigini ikki
vóru so nógv, sum onkuntíð
fyrr.
Jógvan Magnus Andrea-
sen vann í recurve bólkin-
um, men áðrenn tað hendur
nakrar broytingar frá inn-
leiðandi. Torfinn Hansen
vann í hálvfinaluni við 76
stigum
ímóti
Eiriki
í
Jákupsstovu, sum fekk 74
stig. So í finaluni møttust
Jógvan Magnus Andreasen
– sum í hálvfinaluni vann
ímóti Jim Guttesen – og
Torfinn Hansen. Úrslitið
gjørdist, at Jógvan Magnus
Andreasen vann dystin við
70 stigum ímóti teimum 57
hjá Torfinni Hansen.
Bronsudystin skutu Jim
Guttesen og Eirikur í Jákups-
stovu. Tann seinni vann
dystin við 88 stigum ímóti
44.
At enda er vert at nevna,
at Vágaskot í hesi kapping
hava fingið sítt fyrsta gull-
heiðursmerkið nakrantíð í
vaksnamannadeildini,
tá
Jógvan Magnus Andreasen,
vann í recurve bólkinum.
Heiðurmerkjabýtið
var
hetta: Vágaskot. 1 gull og
ein silvur. Tambar. 1 gull.
Og Ørvur. 1 silvur og 2
bronsur.
Fyrsta FM heitið
til Vágaskot
Frá vinstru: Torfinn Hansen, silvur, Jógvan Magnus Andreasen, gull og Eirikur í Jákupsstovu,
bronsa
Frá vinstru: Nikkel Petersen, silvur, Jógvan Niclasen, gull og Kaj Johannesen, bronsa