Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 15. september 2008 27 Eg loyvdi mær í gjár at vísa á at eg meti tað verða skeivt at eg sum skattgjald­ ari í Tórshavnar kommunu skal veita stuðul til eina tjóveldisverkætlan framda av norðuratlantsbólkinum á fólkatingi, higartil hava eg ikki fingið eina sakliga grundgeving fyri at tað er rætt og rímuligt at ein kommuna skal stuðla politiskum flokki til eina partapolitiska kanning. Eg var sum persónur niðurgjørdur fyrst av borgarstjóranum í Tórs­ havnar kommunu fyri ikki at koma langt í politikki við at ganga í barnaskóm hetta bert tí eg hevði eina meining um stuðul til tjóðveldi, og síðani eina persónliga útspilling av tær í Rás 2 í fleiri minuttir, uttan at tað var átalað av vertinum. Tað er ikki nýtt at verða skotin niður av Tjóðveldi, men er einki mark fyri tá talan er um sokallaðar granskingar­ verkætlanir, at tær í minsta lagi eru politiskt óheftar. Niðurstøða Eg meini at tað er skeivt av Tórshavnar kommunu at stuðla einari parta­ politiskari verkætlan, Kaj Leo johannesen Góði Sjúrður Í dag er almannakunngjørd ein kanning, sum skal geva ítøkiliga vitan um hvat kann gerast til tess at venda tí gongd, at nógvir dugnaligir føroyingar velja at búseta seg í Danmark í staðin fyri í Føroyum. Átakið er merkisvert. Tað er av alstórum týdningi, at meiri samfelagsgransking verður gjørd, sum kann vera við til at leggja eina kós fyri føroyskum polit­ ikki. Her eru nógvir áhuga­ verdir spurningar umrødd­ ir. Men eftir mínum tykki hava tey, ið hava skrivað bóklingin, ikki gjørt nóg nógv burtur úr, at tað ser­ liga eru kvinnur, sum lesa á universiteti og fáa sær vinnuútbúgvingar í Dan­ mark (sí mína versión av mynd 2). Tað eru eisini næstan líka nógvar kvinnur sum menn, sum hava universitetsútbúgving, og nógv tey flestu við vinnu­ útbúgving eru kvinnur (sí mína versión av mynd 3). Í bóklinginum er ein visualisering av hesum myndum. Fyri tann, ið ikki lesur so gjølla, gevur henda visualisering eina mynd av, at tað eru flest menn ið taka langa útbúgv­ ing, og at nógv fleiri menn hava langa útbúgving. Hetta kemur av, at ávika­ vist menn og kvinur eru prosentroknað fyri seg. Tíverri er ongastaðni sagt, hvussu nógv hava svarað (N er ikki nevnt), men á bls. 6 stendur, at av øllum føroyingum í Danmark eru 35 % mannfólk, og 65 % konufólk. Eisini stendur á bls. 4, at fráfallini eru óskipað. Tí kunnu vit rokna við, at av teimum, sum hava svarað, eru 35 % mannfólk og 65 % konu­ fólk. Vit kunnu tí seta talvuna uppaftur, soleiðis sum eg havi gjørt. Hetta gevur tvær myndir, ið betri samsvara betri við tað, tey flestu munu halda seg vita: Tað eru genturnar, sum fáa sær útbúgving (mín mynd 2) ­ og tann størsti bólk­ urin, sum er í Danmark, eru kvinnur við miðallong­ um hægri útbúgvingum (mín talva 3). Hetta hevur týdning fyri tann politikk sum má før­ ast, um vit skulu fáa tey við góðari útbúgving aftur til Føroya. Tað man geva best úrslit at trola eftir kvinnum. Tað gerst best við at gera føroyska sam­ felagið til eitt kvinnu­ og familjuvinaligt samfelag. Eisini ræður um at geva fleiri møguleika til hægri lestur í Føroyum, og at styrkja tað fakliga um­ hvørvi, so tað kann verða áhugavert at búseta seg her á klettunum. Beinta í jáKupsstovu Men eisini at gleðast um, at øll sleppa at vera við! Útbygging av samferðslu­ kervinum í landinum hevur alla tíð verið eitt felags­ ynski hjá øllum landsmonn­ um. Løgtingið hevur mang­ an tikið stór og tung tøk fyri at náa hesum máli, og hóast kostnaðurin ofta hevur verið stórur, so hava øll fegnast um úrslitið, og so vítt mær kunnugt hevur ongin gramt seg um, at hetta hevur verið so og so dýrt fyri samfelagið. Løgtingsmenn og onnur hava altíð havt hugsan um og ábyrgd fyri, at sum frægast átti at verða fingið burturúr og farið um skatta­ pening fólksins. Vit hava fingið ein "nýggjan" hóp av lands­ monnum, og hetta er tengt at teimum "nýggju" skúl­ aðu fólkunum. Og hesin hópur er eisini komin fram at hægsta politiska avgerðarstignum. Vendingin "cost benefit" verður nýtt um vinnuligt virksemi, um hetta loysir seg at fremja, ella um hetta ikki eigur at verða framt, ella eisini steðgað! Í fíggjarhøpi í Føroyum verður nú hugtakið "cost benefit" eisini nýtt um, hvørji fólk og bygdir í samfealgnum, tað "loysir" seg at nýta pening til, fyri at hesin partur av samfelag­ num skal yvirliva, ella um hann heldur skal avtoftast! Hjá mær er munur av einari fyritøku og so einum parti av samfelagnum, bæði fíggjarliga, menninskjans­ liga og mentannarliga. Fyritøkan verður sett á stovn fyri at fáa vinnuligt avkast, meðan smærru økini í landinum eru eru ein partur av Føroyum, og tí kunnu hesi ikki samanlíknast! Um vit so fara í gerandis­ dagin og hugsa okkum, at í einum heimi verða trý framkomin og hugnalig rúm gjørd til okkara fýra børn. Hvør vil so ikki skapa somu umstøður hjá tí fjóðra barninum? Nú verður tosað um frá politiskari síðu, at vit mugu útbyggja samferðslukervið við einum fimm milliardum krónum eftir einari "sam­ haldsfastari" skipan yvir eitt ávíst áramál, og nú skulu nevndir setast til at útgreina hetta nærri! Talan hevur verið um at fíggja sandoyartunnilin yvir fíggjarlóg landsins, og er nakar hóttur meiri samhaldsfastur en hesin? Alt hetta tos er onki annað, enn at sleppa frá at gera hesa íløgu. Mín niðurstøða er tí, at hóast lovprísing av hesum "væl skúlaðu" fólkum, so komi eg bert til, at hesi møguliga eru egnað til at stýta eini fyritøku, men tey eru óegnað at stýra einum samfelagi! Eiga at gleðast um land okkara eyðun Mohr viderø Ein góðveðursdag í summar lá eg uttan fyri Kálaberg/ Hósmøl í Nólsoy. Væl var til av lunda ­ bæði á sjógvi og landi, ja, alt var so friðsælt og hugnaligt, so tað kendist sum í gomlum døgum. Hendan vælsignaða løtan vardi bert eina stokkuta stund, so var friðurin úti, tí nú er tað tíverri vorðið heilt vanligt, at skjótt gangandi bátar við buldur og brak fresa runt Nólsoynna við ferðafólki, sum hava avsett 5 minuttir í skránni til at uppliva føroyska fuglameingin. Í hølunum á teimum koma so vatnskutararnir og hinir stuttleikabátarnir. Hetta var ein av mongum túrum kring oynna í summar, sum hvørja ferð hava tað við sær, at lundarnir verða hjartkiptir og ræðsluslignir flúgva út frá landi – ja, sjálvt tann gamli nátin rýmdi við! Bæði lundin og gamli nátin hava tað trupult í hesum døgum, so hesir rasaratúrarnir, sum bert er ein stokkutur løtuvinningur hjá tí, ið førir bátin, eru sum steinur oman á byrðu, sum fær trúfasta búfuglin at rýma úr berginum. Í dag er vestursíðan av Nólsoynni oyðin, so er einki mark fyri, hvat fugla­ plássini skulu finna seg í frá hesum “fremmanda­ fólki”, sum bert hugsa um løtuvinningin? Mann hevur frætt, at í grannalondum okkara eru bátarnir “plomberaðir” og at ávís mørk eru sett fyri, hvussu nær, lov er sigla undir fuglabølunum! Er tað ikki upp á tíðina, at vit vakna og eisini gera heilt greiðar reglur fyri, hvussu nær ferðafólkabátar skulu kunna sigla framvið føroysku fuglabølunum – ella skulu vit bara sita hendur í favn og bíða eftir, at øll tey føroysku fugla­ bølini fara at líkjast Vest­ mannabjørgunum? Havandi í huga hesar bátar, ið ferð aftan á ferð koma framvið teimum somu bølunum – enntá ofta fleiri ferðir um dagin, skuldu teimum verið álagt at verið í minsta lagið 2 míl úr landi. Og ikki skuldi verið loyvt at siglt skjótari enn 6 knob, tá fjarstøðan úr landi er millum 2 og 4 míl. Lundastovnurin í Nólsoy hevur verið í støðugari afturgongd seinastu árini, so nólsoyingar hava sum eina roynd tikið stig til at friða Urðina í 2 ár fyri fyrst. Men friðingin gagn­ ar ongum, um ferðavinnan kann hóreiggja sær, sum hon vil, bert fyri ein løtuvinning. Tað kann ikki verða rætt, at ferðavinnustovurnar gera alt fyri at vísa fremmandamanninum okkara búfugl sum til dømis tann fitta lundan, og so einki sum helst gera fyri at stuðla undir, at hann ikki doyr út og hvørvur, eins og gorfuglurin í Íslandi. Og hvussu við nátanum? Honum tørvar so sanniliga eisini eina hjálpandi hond, tí har gongur bara afturá! Tá eg var barn, hevði mangan verið svangligt, høvdu vit ikki havt gamla nátan sum eitt álit, tað er heilt víst! Eg mann ikki verða tann einasti bygdamaðurin, ið øtist inn á mannagongdina, so... Álvaratos! Er tað ikki upp á tíðina, at Samvit og allir hinir frøð­ ingarnir í Havn rakna við, og koma við einum dygd­ argóðum uppskoti til at verja tann føroyska fugla­ meingin, so vit úti á smá­ plassunum eisini í fram­ tíðini kunnu fáa eitt kók? Tað kann ómøguliga verða rætt, at fólk frá teim­ um størru bygdunum skulu kunna misbrúka náttúruna, sum teimum hóvar, tá tað passar teimum, uttan at taka nakað atlit! Um ikki okkurt verður gjørt beinanvegin, og mann bara letur standa til, er ivasamt, um míni abbabørn sleppa at seta tennirnar í ein feitan nátaunga, tá tey verða vaksin – tí tá verður eingin eftir! Oyðing av fugli i Føroyum Nólsoy Marnar á sKúr viðmerkingar Mynd 3: førleikagevandi útbúgving úr Danmark, skift á kyn 0 5 10 15 20 25 30 35 Serarbei_araútbúgvingar Anna_ Lærlingar Stuttar hægri útbúgvingar Mi_allangar hægri útbúgvingar Langar hægri útbúgvingar Menn % Kvinnur % Viðmerkingar til kanningina Hví føroyingar búseta seg í Danmark Mynd 2: Høvu_sorsøk til at føroyingar flyta til Danmarkar, skift á kyn 0 5 10 15 20 25 30 35 listarliga útbúgving eftirútbúgving/skei_ anna_ eftirskúla/háskúla okkurt skuldi henda fyri at arbei_a flutti saman vi_ maka vinnuútbúgving lesa á universiteti menn % kvinnur %