Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 176 - 15. september 2008 viðmerkingar 38. partur Eg nevndi í seinasta parti, at Harrin Jesus kom til síni egnu, men tey tóku ikki ímóti honum. Ja hetta vita vit so væl. Tey krossfestu hann við hondum hinna gudleysu rómara. Men tá gekk út m. a. tað, sum Esaias sigur i 53. kapitli. Jesus Kristus leið deyðan, hóast teir onga synd kundu vísa á hjá honum. Tá gekk orðið út um, at hann skuldi verða eitt offur fyri okkum øll, og nú bjóðast frí frelsa út til øll, og tann , sum tekur ímóti hesi frelsu verður frelstur fyri tíðir og allar ævir. Tá ið Jesus sendi sínar út og bað lærisveinarnar fara út í allan heimin og kunn­ gera evangeliið fyri øllum fólkasløgum, var hetta ikki nakað nýtt, sum varð uppfunni tá. Nei skriftirnar gingu út. Ábraham fekk longu í 1.mós.12,3 lyftið, at í avkomi hansara (tað er í Kristusi) skuldu allar tjóðir verða signaðar. Lærisveinarnir, teir ellivu ápostlarnir høvdu tó ikki fangað henda sann­ leika og kunngjørdu ta fyrstu tíðina bert orðið fyri jødum. Teir tordu m.a. ikki, fyri hvørjum øðrum kan­ ska, at prædika fyri heidn­ ingum, hóast Jesus tó týðuliga hevði sagt hetta. Vit skilja teir tó. Tíðin var soleiðis tá, ein jødi fór ikki inn til ein heidning soleiðis uttan nakað. Fyri at fáa Pætur ápostul at gera hetta, má Gud geva honum eina serliga opinbering fyri at fáa hann at skilja, at hann vildi, at Pætur skuldi fara inn til heidningin Corneli­ us og boða honum evan­ geliið. Pætur fór og Cornel­ ius og tey ið vóru har blivu frelst og fingu Heilaga Andan. Hesa frágreiðing lesa vit í ápostlasøguni 10. kap. Síðani hevur evangeli­ ið verið prædikað runt í heiminum. Henda tíðin, tveytúsund ár, hevur verið kallað tíð heidningana ella náðitíðin. Ápostlarnir lærdu, sum Jesus hevði boðið teimum, at tey sum tóku við trúgv skuldu doypast, og hesi verða í nýggja testamenti kalla brøðurnir. Tey verða eisini kalla “tey sum hoyrdu til vegin”. Vit síggja ein týðuligan skilna í skriftini millum hesi og restina av fjøldini. Hesi eru Guds børn. Paulus lærir, at vit eru Kristi likam, samkoma Guds, brúður Kristusar osf. Í dag er hetta so fløkjas­ ligt, mong gudsbørn hava sett merkiseðlar á seg og kalla seg við øðrum nøvn­ um enn bíblian ger, og á tann hátt hava vit fingið allar hesar ymisku bólk­ arnar. Aftaná at ápostlarnir vóru deyðir og væl eftir tað, fóru menn at læra annað, enn tað sum bíblian lærir. Eitt av tí ringasta man vera, tá ið teir byrjaðu at ásletta nýðføðingar og læra, at teir eru endurfødd­ ir í hesum. Alt bleiv nú ein fløkja. Teir fóru nú undir at “kristna” heilar tjóðir, ístaðin fyri at tað er hin einstaki, sum má føðast av nýggjum við mótøku av Kristusi sum sínum frels­ ara. Hesa følsku læru verð­ ur tvíhildið um enn tann dag í dag, hóast at tað er ikki eitt orð í bíbliuni, teir kunnu styðja seg til, sum læra hetta. Eg fari næstu ferð at tríva eitt sindur meir í tíð heidningana, ella samkomu­ tíðina, sum vit eisini kunnu kalla hana. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RichaRd danielsen Edmund Joensen fær góðar 400 túsund krónur árliga fyri starv, hann ikki røkir. Hetta er enn eitt dømi um, hvussu etikkurin er hjá summum av okkara fólkavaldu. At ein maður sum for­ tjenar yvir eina ½ milión árliga skal hava møguleika fyri at vinna upp móti enn einari ½ miljón fyri eitt arbeiði, sum hann ikki røkir, er óhoyrt. Hugsa tær, at um hann forvinnir lønina fyri starv­ ið, hann hevur farloyvi frá, so forvinnur hann eisini eftirløn og pensjón fyri sama. Vísmenn meta, at tað tekur vanligum løntakarum millum 25 og 30 ár at forvinna sær eina vanliga eftirløn her á landi. Men ikki tingfólk, tey forvinna fulla eftirløn upp á 8 ár, og hon er ikki so lítil. Skil meg rætt, eg unni øllum eina góða eftirløn og havi skilt álvaran í, at fólk sjálvi spara pengar til pensjónina, tí landið (tú og eg) klárar ikki um nøkur ár at fíggja pensjónina hjá øllum føroyingum. Alt í lagi við tí, men gerst ein persónur meira virðisikil av at sita á tingi, enn at arbeiða í flakavinn­ uni, á sjónum, á dag­ og døgnstovnum, á sjúkra­ húsum og innan alt annað heilt ella hálvalment virk­ semi, sum ger tað gjørligt at vit í dag kalla Føroyar eitt moderna vælferðar­ samfelag. Er vanligi løntakarin ikki slitin upp áðrenn 25 til 30 ár eru liðin? Og hvørjar møguleikar hava vit fyri farloyvi við løn og avloysarum? Boðini allir leiðarar innan Nærverkið fingu tíðliga í ár vóru, at avloys­ arar ikki kunnu setast, tá starvsfólk mangla, har man áður hevur dekkað við 75% skuldi hetta nú bert vera 50%. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú dagliga arbeiðir við at stuðla, røkta og hjálpa fólkum sum eru óhjálpin, so kemur okkurt at liggja eftir tá tú ert burturstødd og eingin verður settur í tín stað. Tá er tað tann sum er veikast og tørvar hjálp sum situr eftir við ongum. Hvussu vorðið er á sjúkrahúsunum vita vit alt um, tí tað hevur fylt miðl­ arnar størsta partin av hes­ um fíggjarárinum. Har er sama vanlagnuliga skilið við stongdum deildum, avlýstum operatiónum og bert akuttari og hálva­ kuttari viðgerð. Sambýlir, røktarheim, sjúkrahús, hjálp og stuðul í egnum heimi eru áløgd, at alt virksemi verður sett niður á eitt minimum, so karmarnir halda. Orsøkin er tann at tað almenna hevur ikki ráð at gjalda tað tað kostar at veita eina góða tænastu, tað almenna vil hava mest fyri minst og tað merkir í vanligum orðum at so nógv sum gjørligt skulu fáa so lítið sum gjørligt. Eg havi altið sagt at tað er ógjørligt, eitt ár frammanundan, at seta tøl á hvat eitt menniskja kostar at røkta og hjálpa komandi ár. Tá so kostnaður fyri olju, matvørur og allar tænastur dýrkar, letur tað seg ikki gera at fáa almenna húsarhaldið at hanga saman. Eg veit ikki um vit ikki hugsa um tað, men ein tinglimur er eisini partur av okkara almenna virk­ semi, og eg haldi tað á ongan hátt vera rætt, at skipanin, sum er gjørd av tingfólki fyri tingfólk, loyvir so grovum misbrúki at okkara pengum, sum hetta, at ein tingmaður tek­ ur sæti á fólkatingi og setur ein varðamann, báðar við fullari løn fyri sama starv. Um skipanin loyvir hes­ um í dag, so eigur skipanin at broytast í morgin. Er hetta kostnaðurin fyri samband, so lat okkum loysa í dag. Alment skilaloysi fyri 1 millión Maud Wang hansen Historien om klubben der smed “guld” på gaden!! I skolen lærte jeg at skrive med stort og 2 + 2 er 4. Jeg lærte at i biblen skal jeg finde svar på mine pro­ blemer. Eksempelvis: Alle har lov til en chance til! Skal Súni Olsen ikke have det måske!? Magen til rod i en fodboldklub skal man lede efter længe. I det snart halve år jeg nu som til­ flytter fra Danmark har været her på Færøerne, må jeg konstatere, at man i fodboldklubben B36 roder rundt, i på grænsen til ulovlige og håbløse fyring­ er af spillere. Senest er der nu tale om Súni Olsen, som efter sin “vilde” bytur i weekenden, nu er blevet fyret, da man i B36 kun vil have rolle­ modeller som de unge kan se op til. Rollemodeller syntes jeg nu ikke bestyrel­ sen selv er! For er man nu sikker på I selv taler sandt?! Jeg tror ikke at B36 taler sandt! Det handler jo ikke kun om balladen på Disko­ tek Eclipse: Vel? Det handl­ er vel i bund og grund om at Súni Olsen siden han ankom til klubben, stort set har været skadet hele tiden og derfor ikke har indfriet de forventninger, der er blevet stillet fra B36 af. Derfor er det meget bekvemt for ledelsen, at Súni Olsen nu har trådt i spinaten og man så bruger dette som begrundelse. Er I helt fra den venner!? Han er den bedste spiller i ligaen. Hvorfor gør I ikke som man gør i resten af fodboldverden og kun nøjes med en advarsel i form af en bøde til klubben og nogle spilledags karan­ tæne. Give ham en regulær advarsel og et rap over fingrene! Hvem husker ikke Jan Mølby’s bytur da han spillede for Liverpool. Han fik en advarsel og bøde, men blev absolut ikke fyret. For man smider jo ikke guld på gaden. Vel!? Jeg begriber ikke man tager sådan en tåbelig beslutning, inden sagen om Súni Olsens bytur, over­ hovedet er lukket. Der ikke afgjort noget endnu i den sag. Det bærer tydeligt præg af en al for hurtig og slet ikke gennemtænkt beslutning fra en bestyrel­ ses side, som sikkert er blevet hasteindkaldt midt om natten, for så at lukke og slukke endnu en spiller ude fra B36. OG!!!! Hvad skete der egentlig med Potempkin, da han blev fyret. Den officielle forklaring var, at han ikke indfriede de forventninger der var stillet! Øh hvad. På de par måneder han var i klubben scorede han 4 mål og var oplægger til en del flere. Nej nej! Er sandheden ikke den, at der var noget med en pige og en anden spiller fra klubben og dette gav dårlig stemning i truppen?! Og var der ikke noget med at mange af de andre spillere havde svært ved at spille sammen med ham, da han er en meget karismatisk person?! Har vi alle glemt, at det er jo dem, som vi publikum elsker at kigge på og blive underholdt af. Stauning sagde engang at” Man må aldrig tage en beslutning på tom mave” Næste gang drenge, burde I spise lidt havregryn og så lige tygge lidt mere på tingene. Det her minder jo om de gode gamle Poul Schlüter­ dage med kartoffelkuren og det berømte tæppe, hvor intet var fejet ind under. Jeg kunne godt tænke mig at se Formanden for B36 Hr. Kristjan á Neysta­ bøs tæppe, om der ikke skulle gemme sig et par ting eller sager! Men hov! Hvor er træn­ eren i det her spil. Er det ikke ham der skal sørge for ro og orden. Sørge for spillerne yder deres bedste. Sørge for at netop sådanne spillere bliver i klubben!? Hvorfor bliver han holdt udenfor. Hvor er han henne!? Jeg vil opfordre til, at Det Færøerske Fodbold­ forbund skulle kigge lidt på de metoder, B36 bruger når krisen i klubben ind­ tager. Eller måske skulle FIFA kigge lidt nordpå og se, hvad der foregår i de forskellige klubber på Færøerne! Dette er en nøgtern og subjektiv holdning fra danskeren på Færøerne. Er B36 fulstændig fra forstanden! søRen h PedeRsen