Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 15. september 2008 29 - við atliti til fígging av framtíðar fjós-koncepti til mjólkineyt Leygardagin 13. september 2008 kl. 14-17 var opið hús ella receptión úti í nýggja framtíðar fjósinum í Havnardali har øll vóru vælkomin. Fólk í hundraða- tali – úr bygd og bý – høvdu leitað sær út í Havn- ardal, fyri at síggja hetta Føroya – ja kanska eisini mest framkomna fjósið í danska kongaríkinum, sum nú stendur klárt til at taka ímóti útvið 200 neytum. Trivnaðurin og trygdin hjá neytunum og eisini hjá viðskiftafólkunum er í hásæti. Frá mjólki robotti - ið mjólkar, skrásetir mongd, góðsku og relevant sjúkufyribrigdi - til auto- matiska fóðring og sóping. Allir hesir hentleikar gera at nógmikið er við einum fólki á vakt í senn. Hetta fjós-konceptið er við góðum úrsliti roynt í útlondum eitt nú í Dan- mark, Hollandi og í Íslandi og framkomna mjólki robottin hava hollendarir brúkt í 15-20 ár. Men í føroyskum høpi er hetta ein revolutión innan mjólkaframleiðslu, og eitt farvæl til tað gomlu meir ella minni “slavu tilver- una”, ið mjólki bøndur higartil hava havt. Stórrakstrarfyrimunir og betri trivnaður Teir fýra framfýsnu bønd- urnir, sum standa aftan fyri hetta føroyska framtíðar fjós-konceptið, eru: Poul Müller úr Havn, Jóan Petur Brekkstein, Torfinnur Dals- garð og Páll Djóni av Stein- um allir tríggir av Velba- stað. Endamálið hjá bøndr- unum við hesum átakinum er m.a. at uppnáa ymsar stórrakstrarfyrimunir, sum er eitt vælkent fyribrigdi. Ikki minst í landbúnaði- num er tað alneyðugt við t.d. størri lønsemi og størri flexibiliteti um unga ættar- liðið skal tíma at yvirtaka og trívast. Fyrimunir við hesum átakinum eru nógv- ir, og fevna t.d. um betri úrtøku, betri samskipan og møguleikar fyri at tryggja sær eitt betri familjulív, sum alt í alt eisini gevur yvirskot til nýhugsan – innovatión, sum jú er kjarnan í Visjón 2015. Fíggingarmøguleikar innan nýskapandi virksemi Úti í framkomna fjósinum var eisini dúgliga tosað um fígging av fjósinum, men flestu vitjandi ógvaðust við, tá tey fingu at vita, at Búnaðargrunnurin, ið ann- ars umsitir hundraðatals milliónir hjá festikonti, ikki higartil so frægt sum hevur ønt teimum eitt svar upp á fyrispurning um møguliga fígging. Hesir 4 framfýsnu bøndur sleppa soleiðis í verandi støðu ikki at fáa ávísan part av egnum peningi í stendur á festikonto teirra í Búnaðar- grunninum útgoldnan til fjósið, og hava ei heldur fingið játtað lagalig lán úr Búnaðargrunninum, sum reglugerðin fyri grunnin annars loyvir. Aðalmálini við reglugerðini fyri Búnað- argrunnin eru annars greið. Á skynsaman hátt, at vera við til at menna land- búnaðin í Føroyum við at veita lán til landbúnaðin, harundir lán til bygging av fjósum sum hava vinnuligt grundalag. Hesir fýra nýhugsandi bøndurnir hava megna at gjørt tað, sum ein almenn royndarstøð og ráðgevarar vanliga taka sær av, nevnl- iga at royna nýggjar leiðir og vinnuliga at slóða inn í framtíðina. Alt research arbeiðið og undankanning- ar – innan sum uttanlands - noyddust teir sjálvir at taka sær av og gjalda úr egnum lumma. Soleiðis kann ein undrast yvir at hetta fram- tíðar fjós-konceptið ikki higartil hevur fingið íverksetarastuðul, tí tað slóðar fyri nýhugsan innan landbúnaðin í Føroyum. Avleiðingin av verandi støðu er, at teir fýra bønd- urnir noyðast at taka lán úr peningastovni. Um tað er soleiðis vit honorera okkara nýskap- andi eldsálum, er ikki trupult at síggja hví so mong heldur velja sær eina framtíð uttan fyri Føroyar, hóast dúgliga verður tosað um Visjón 2015. Samanumtikið Omanfyristandandi setur spurnartekin við eina røð av fyribrigdum innan menning av landbúnðar- økinum, og tískil kann mann spyrja um Búnaðar- grunnurin/umsitingin av honum er nútíðarhóskandi og livir upp til endamáls- orðingina. Sum nú er freistast mann at hugsa, at Búnaðargrunninum í hes- um føri heldur velur at sita á sínum ‘deyða kapitali’ ístaðin fyri aktivt at stuðla nýhugsan og lata kapitalin arbeiða. Av tí at hetta framtíðar fjós-konceptið hevur alstóran týdning fyri menning innan føroyskan landbúna og eisini hevur almennan áhuga, verða niðanfyri standandi opnu fyrispurningar settir Búnaðargrunninum, sum vinarliga verður biðin um at svara aftur í blaðnum. Er endamálið við Bún- aðargrunninum í mjólki- neytahøpi nútíðarhóskandi? Eru tað lógir/viðtøkur ella annað, ið forða fyri hesum, og hvussu broyta vit hesar? Hevur Búnaðargrunnurin fólk við røttum førleikum í nevndini, sum kunnu verða við til at tryggja at nýhugs- an innan mjólkaframleiðslu verður raðfest á hóskandi hátt? Hví hevur Búnaðargrunn- urin ikki stuðlað framtíðar fjós konceptinum aktivt? Hví hevur Búnaðargrunn- urin ikki svara fyrispurning- inum frá bøndrunum? Er tað hóskandi at ein avgerð hjá Búnaðargrunn- inum ikki kann kærast um hetta hevur við sær at ný- hugsan innan mjólkafram- leiðslu dettur fyri bakka? Annars vil eg ynskja tykkum fýra góðan byr framyvir – eisini í Búnað- argruns regi. Opin fyrispurningur til Búnaðargrunnin Regin eikhólm Tíðindaskriv frá Føroya Væl Føroya Væl (veljarafelag Sambandsfloksins í Suður- streymoy) átalar harðliga meirilutan í Tórshavnar býráð, sum hevur stuðlað virkseminum hjá ávísum politiskum flokki á fólka- tingi við kr. 250.000,-. Skattapeningurin hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu er ikki ætlaður til at fíggja politiskt virk- semi á fólkatingi, og hes- um mótmæla vit harðliga. Um Tórshavnar kommuna hevur brúk fyri hagtølum, kann hon fáa tey frá Hagstovu Føroya ella Danmarks Statestik. Hagtøl eiga ikki at verða keypt frá einum politiskum flokki. Spurningur til fíggjar- nevndina í Tórshavnar býráð: Nær hevur málið verið fyri í fíggjarnevndini? Hvør atkvøddi fyri ? Hvør atkvøddi ímóti? Spurningarnir verða settir, fyri at tryggja borgarunum innlit í peninganýtsluna hjá Tórshavnar kommunu. Mótmælisskriv Gyltar visjónir vóru lagdar fram í “Visjón 2015” ætlanunum. Frágreiðingar um, hvussu føroyska samfelagið skuldi mennast frá at vera eitt ídnaðar- samfelag til eitt nútíðar vitanarsamfelag. Tó tykist tað vera trupult at fáa eyga á broyttu rað- festingina, ið hetta krevur. Hyggja vit eftir menningini hjá smábørnum, vita vit, at børn læra og mennast skjótast og lættast yngri tey eru. Tí eigur tað at verða náttúrligt, at íløgan í børnini tey fyrstu árini er munagóð og stór. Tað kemur øllum samfelagnum til góðar, at børnini fáa eina góða byrjan. OECD (Organisation for Economic Co-operation and Developement) gav út eitt tíðarrit undir heitinum “Starting Strong” í 2006, har ið teir vístu á týdningin av at hava væl skipaði viðurskifti og væl útbúgvið fakfólk, at stimbra menningini hjá børnunum tey fyrstu árini. Hetta er ein boðskapur, ið ikki tykist verða serliga væl hoyrdur her á klettunum. Eitt er tær øktu arbeiðs- byrðurnar, ið eru lagdar á “verandi” fakfólk, við krav um TRAS kanningar, menningarætlanir og námsætlanir m.a., sum merkir at námsfrøðingarnir skulu loysa fleiri uppgávur uttan at fáa tíð ella karmar til tað, sum so náttúrliga førir við sær at hesir námsfrøðingar koma at brúka minni tíð saman við børnunum og tí er spurningurin um, nakað er vunnið við øllum hesum tiltøkunum. Samfelagið hevur tískil fýra átrokandi uppgávur. at hækkað normering- arnar á stovnunum soleiðis at øktu arbeiðsuppgávurnar kunnu loysast. at skunda undir at fleiri námsfrøðingar verða útbúnir. at virka fyri at verandi námsfrøðingar støðast, við góðum karmum, góðari løn og eftirútbúgving. at virka fyri at fleiri fáa hug at starvast á økinum. Sum er tykist hugsanin vera, at einki skal gerast uttan dúgliga verður grenja og greitt frá tørvinum og tá sæst einki til nakrar visjónir ella vilja at hækka raðfestingina av økinum. Hesi viðurskifti fáa ein at undrast stórliga á, um nakað liggur aftanfyri tankarnar um, at menna tað føroyska samfelagið, úr ídnaðar/veiðisamfelaga til eitt vitanarsamfelag. Stór ábyrgd er tí á kommununum at lætta arbeiðsbyrðurnar og stuðla undir miðvísari menning av teirra starvsfólkum á økinum, samstundis sum kommunurnar eiga í nógv størri mun at fáa karm- arnar á stovnunum betur. Sigast má tó, at kommun- urnar hava bygt nógvar stásiligar stovnar síðstu árini, men hetta er als ikki nøktandi, tá hugsað verður um tað, sum er innanfyri teir 4 veggirnar. Landið eigur eisini sín part, tí trot er eisini á væl útbúnum starvsfólkum á landsstovnum og áttu kommunur og land í felag, at fari undir, at gjørt ein endurútbúgvingargrunn – samstundis sum stórur tørvur er á gransking innan dag- og serstovnaøki. Enn ein uppgáva hjá landinum. TAKIÐ NÚ DAGSTOVNAØKIÐ OG VIRKSEMIÐ Í HAR ER Í ÁLVARA! Frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag!? nevndarlimur í Føroya pedagogfelag Jógvan PhilbRow, viðmerkingar