mánadagur 15. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 176 - 15. september 2008
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Gamli Føroyavinurin, Robert Mcluckie
úr Belfast, vitjar í Føroyum í hesum
døgum. Hann verður her til mánadagin
06. oktober, tá hann flýgur aftur til
Bretlands, og tá sigur hann, eftir øllum
at døma, farvæl fyri seinastu ferð.
Hann sigur í einum brævi til nøkur
vinfólk í Føroyum, at hann metir, at tá
hann nú verður 80 ár í desember
mánaða, so er rætt at gevast at ferðast
so nógv sum hann hevur gjørt.
Hann hevur ferðast við evangeli
inum í meira enn 55 ár. Hesi mongu
ár hava leitt hann til nógv fjarskotin
støð, sum m.a. Guyana í Suður
Amerika og Cairo í Egyptalandi, sum
hann hevur vitjað fleiri ferðir hetta
langa tíðarskeið.
Hann er føddur og uppvaksin í
nærheitini av Glasgow í Skotlandi,
men hann og konan fluttu til Norður
Írlands at virka í tænastu Harrans, har
tey hava búð í mong ár. Tey hava
ferðast nógv við orði Guds á katólsku
Írsku oydni. Tey høvdu ein stóran
húsbuss, sum tey ferðaðust við og sum
tey nýttu sum miðstøð í andaliga verki
teirra í Írlandi. Tey búgva framvegis í
Norðurírlandi og ikki so langt frá
onkrum av børnunum.
Fyrsta samband við Føroyar
Robert Mcluckie fekk fyrstu ferð
samband við Føroyar miðskeiðis í sjeyti
árunum ígjøgnum Gunnar Gunnarson,
sum um tað mundi arbeiddi í landsstýr
inum. Gunnar ferðaðist nógv í útlondun
um og møtti nógvum fólki av øllum
slagi. Robert var eitt av teimum og teir
gjørdust vinmenn fyri lívi, og tað var
eisini Gunnar, sum leiddi meg á fyrsta
sinni í samband við Mcluckie, tá hann
spurdi meg, um eg kundi átaka mær at
ferðast við honum í oyggjunum. Hetta
gjørdi eg og eg kenni, at eg havi notið
stóra signing av hesum í allar mátar.
Tá Robert hevði verið her á fyrsta
sinni kendi hann, at Harrin legði honum
á hjarta at vitja í Føroyum á hvørjum
ári, og í ár hevur hann vitjað væl yvir 30
ferðir. Í fjørð stóðu hesi orðini at lesa
um hann í einum av bløðunum:
“McLuckie er væl lýddur í samkomun
um í Føroyum. Hansara talur eru ikki
akademiskir fyrilestrar, men ein greið
framstilling av tí bíbliuteksti, hann velur
at tala út frá. Dugir væl at fáa burtur úr
tekstinum og at koma við persónligum
og praktiskum anvendingum, sum er
viðkomandi í dagliga kristna gerandis
lívinum.”
Møtiskrá
Hann kom til landi leygardagin 6.
oktober, og tað fyrstu vikuna vitjaði
hann samkomurnar í Norðoyggjunum.
Í døgunum 14. september til 21. sep
tember verður hann ávíkavist í Eystur
oynni og á Streymoynni, og í døgunum
28. september til 05. oktober vitjar
hann í Suðuroy. Hesaferð kemur hann
eisini at hava møti í bygdahúsinum í
Famjin og í Skúlahøllini í Hovi.
Vit fara at heita á fólk um at møta
talsterk til møtini, at siga øðrum frá
og at biðja fyri møtunum og fyri bróð
uri okkara, sum um 3 mánaðar, um
Gud vil, trakkar út úr tí støvuta 10
áraskeiðinum og inn í 10áraskeiðið
har kempurnar ganga.
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll
møtini. Annars verða møtini lýst í
bløðunum, í radio og á hesum heima
síðum: www.lindin.fo www.bkv.fo
www.123.fo www.nebo.fo
Tey, sum ynskja at vit meiri um
vitjanina og møtini eru vælkomin at
seta seg í samband við undirritaða tlf.
448314 / 228314
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo
Robert Mcluckie sigur farvæl
eftir meira enn 30 ferðir í Føroyum
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum
Jórunn Dánjalsdóttir skip
aði fyri í Kommunuskúlan
um í Havn í 2007. Myndir
er tikin yndir krígnum (uml.
194045).
Næmingarnir
hava verið í Gundadali til
ítrótt, og eru á veg oman
aftur í realskúlan saman við
Jochumsen, lærara.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi
vælkomin
at
venda sær til Jórunn Dánj
alsdóttir á telefon: 226024.
(mynd nr. 185)
Myndaeigari: Asbjørn Long
Realskúlamynd
Andlát og jarðarferðir
Allantina Jónsson, van
liga nevnd Tina, úr
Trongisvági andaðist á
Suðuroyar
Ellis
og
Røktarheimi hósdagin,
81 ára gomul. Farið verð
ur úr kapellinum sunnu
kvøldið kl. 18 í Tvøroyar
kirkju. Jarðarferðin verð
ur mánadagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Tinu, kunnu lata Tvør
oyrar kirkju eina gávu.
Dánjal
Hentze
av
Sandi andaðist á Lands
sjúkrshúsinum hósdagin
11. september, 58 ára
gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
16. september. Eufemia, deyð umleið ár 300.
Kvinnuligur pínsluváttur, tikin av døgum undir
Diocletianus keisara. Femja er konufólkanavn, sum
hevur verið brúkt í Føroyum og eisini kemur fyri í
nýggari tíð. Grikst navn sum merkir gott umdømi.
www.sosialurin.fo