mánadagur 15. september 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 176 - 15. september 2008
lýsingar
Gravmaskina
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður ein Volvo
BM 6300 frá 1990 lýst til sølu.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
arbeiðsformannin tlf. 777320
Møgulig boð, sum skulu verða skrivllig,
skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
29. september 2008 kl. 15.00.
12-09-2008
Fuglafjarðar Kommuna
Tekniska deild
Fuglafjarðar Býráð
Heystting og aðalfundur
í Oljutinginum
Oljuprísurin
Vit bjóða til heystting týskvøldið 16. sep-
tember 2008 kl. 19.00 á Hotel Føroyum.
Oljuprísurin er nógv hækkaður tey seinastu árini, og
tað hevur verði nógv snakkað, um hvat vit kunnu
vænta okkum av oljuprísinum í framtíðini, og hvørj-
ar avleiðingar kunnu vera av einum høgum oljuprísi.
Røðarnir á oljutinginum, Richard Hardman, ið er
nevndarlimur í Atlantic Petroleum UK Ltd., hevur
35 ára royndir í at leita eftir kolvetni í Norðsjónum,
og Magni Laksáfoss, búðskaparfrøðingur og
fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, fara
at røða um oljuprísin. Við støði í teirra fakligu
bakgrund og royndum, fara teir at geva sínar
metingar um, hvat vit kunnu vænta okkum av
oljuprísinum í framtíðini.
Vinarliga boða Vinnuhúsinum frá luttøku í seinasta
lagi 16. september kl. 11.00 á telefon 309900 ella
umvegis teldupost: industry@industry.fo
Atlantic Petroleum stuðlar tiltakinum.
Vælkomin
OLJUTINGIÐ
Ergoterapeutur til
Føroya Blindastovn
Á Føroya Blindastovni verður søkt eftir ergotera-
peuti í fast starv frá 1. november 2008.
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv við
møguleika fyri ávirkan og mennan av arbeiðs-
uppgávunum, sum eru:
• Frálæra í ADL
• Roynd av hjálpartólum
• Heimavitjan og frálæra í nærumhvørvinum
• Frálæra í sambandi við skeið og kunnandi
virksemi
• Vegleiðing av øðrum fakbólkum
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið
• hevur góð samstarvsevnir
• kann arbeiða sjálvstøðug/ur
• er skapandi og hevur hugflog
• hevur teldukunnleika á byrjunarstøði
• hevur koyrikort
• tekur ábyrgd
Løn og setunartreytir sambært sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið og Fíggjamálaráðið. Skrivlig
umsókn við prógvum og CV skal vera okkum í
hendi seinast 24.sept.08.
Eru fyrispurningar til starvið, ert tú vælkomin at
ringja á tlf. 31 82 22 og tosa við leiðaran.
Føroya Blindastovnur er sjálvsognarstovnur. Við endamálsorðingini:
»Hjálp til sjálvhjálp« verður virksemið á stovninum lagt til rættis eftir
ynski og tørvi hjá einstaka brúkaranum, sum søkir ráðgeving orsaka
av sjónbreki. Stovnurin hevur verkstøð til ymiskt handaligt arbeiði.
Eisini hevur stovnurin ráðgeving, sum vegleiðir í brúki av hálpartólum
og gevur frálæru í almannari dagligari lívsførðslu. Frálæran kann vera
einsæris ella i bólki, skipað sum skeið.
VW Golf 2.0 TDI
VW Golf 2.0 TDI Sportline við 140 hk. Bilurin
er frá 24/4-06. Hevur koyrt 18.000 km. Nógva
eykaútgerð, t.d: DK-pakki við klima, RCD 500
anlegg við 10 hátalarum, metallakk, leður-
róður, multifunktiónsanlegg plus, tokulyktir,
ljós + sjón pakki, o.a.
Nýprísur: kr. 350.000,-
Prísuppskot kr. 250.000,-
Ring 510 298 ella 210 298
Lesið
-so eru tit við!
Bátur til sølu
6 mannafar til sølu, við fiskiloyvi,
sum krevur ábøtur.
Kostnaður 10.000,00 kr.
Ring á tel. 218240
Íbúð ynskist
Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til
eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um.
Ring á tlf. 211322
Íbúð til leigu
Stór, ljós og góð íbúð við øllum hentleikum til
leigu í Havn. Avbera gott útsýni yvir býin og
Nólsoyarførð.
Friðarligt umhvørvi. 6.000,- kr. pr. mánaða
+ ljós og hita.
Skriva til Bill. mrk. 176-01