Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 177 - 16. september 2008 Klokkan 11 í morg­ un settust Javnað­ arflokkurin, Sam­ bandsflokkurin og Fólkaflokkurin við samráðingarborðið við teirri ætlan, at skipa eina nýggja samgongu POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Vit fara til samráðingar við púra blonkum pappíri. Tað eru teir tríggir floks- leiðararnir samdir um, nú ein roynd verður gjørd at endurskipa ABC-samgong- una, sum var undan CHE- royndini, ið nú er søga. Á tingfundinum í morgun vóru øll málini, sum stóðu á skránni, tikin aftur. John Johannesen bað um at fáa málið um at velja ting- nevndirnar av nýggjum tikið av skránni, men Kári á Rógvi bað um, at viðgerðin fór fram sum ætlað. Atkvøtt var um málið, 22 atkvøddu ímóti at málið helt fram, meðan sjey atkvøddu fyri. Talan gjørdist tískil um stuttan tingfund, og tá hann var lokin, fóru flokkarnir hvør til sín við avtalu um at teir tríggir flokkarnir hittast klokkan 11 til samráðingar um eina samgongu. Flokkarnir hava hvør sær síni ynskir, men eingin vil siga, hvørji ítøkiligu krøvini eru. Heldur ikki, tá tað kem- ur til sjálvan løgmanssess- in. - Eg gjørdi tað greitt á tíðindafundinum í gjár, at eg setti løgmanssessin upp á spæl, og tá vit byrja við blonkum pappíri merkir tað, at einki framman undan er avgjørt, heldur ikki um løgmanssessin, sigur Jóannes Eidesgaard. Gera skjótt av Løgmaður væntar skjótar samráðingar. - Hetta eru fólk, sum kenna hvønn annan, og tí skuldi tað helst ikki tikið so langa tíð at funni fram til eina loysn. Eg havi vanliga megnað at fingið samráðing- arnar skjótt frá hondunum, har eg havi leitt tær. Vit hava týsdag í dag, og tað vil siga, at vit hava nærum eina heila viku fram til viku- skiftið. Vónandi verða vit komin á mál tá, sigur Jóannes Eidesgaard. Spurningurin verður so, hvussu telvingin við býtin- um av málsøkjum fer at spæla av. Tað er neyvan sannlíkt, at Javnaðarflokk- urin kann varðveita síni trý landsstýrisfólk, tí skal býtið verða í mun til tingfólkatalið hjá flokkunum, skulu Sam- bandið og Fólkaflokkurin hava minst fýra landsstýris- fólk í part. Og so nógv ráð eru stutt sagt ikki til. Tí er mest sannlíkt, at Javnaðarflokkurin fær tvey fólk í landsstýrið, meðan hinir báðir flokkarnir fáa trý í part. Hvussu málsøkini so verða býtt, kann bert gitast um, men tað er rættiliga sannlíkt, at Javnaðarflokkur- in fegin vil varðveita Hans Paula Strøm í Almanna- og heilsumálaráðnum. Fólkaflokkurin fiskivinnumál Seinastu mongu árini hevur Fólkaflokkurin umsitið fiskivinnumál, tá hann hev- ur verið í samgongu. Og tað kundi verið líkt til, at hann fer at dyrgja eftir hes- um málsøki eisini hesaferð. - Vit eru jú ein vinnu- flokkur, so tað skuldi náttúr- liga ligið til okkum, at ynskt fiskimálaráðharran. Men tað er sjálvandi einki avgjørt framman undan, sigur Jørgen Niclasen. Ein annar spurningur er so, hvør fær fíggjarmál at umsita. Sambandsflokkurin umsat hetta málsøki í sein- astu ABC-samgongu, og tað er avgjørt ein møguleiki fyri, at hann fær hendan sessin eisini hesaferð – sjálvandi við tí fyrivarni, at samgongan gerst veruleiki. Fær Sambandið fíggjar- mál, er Magni Laksafoss eitt upplagt boð um nýggjan fíggjarmálaráðharra. Fáa borgarligu flokkarnir nóg nógv í sín part kann tað væl enda við, at Jóannes Eidesgaard verður sitandi sum løgmaður. Hinvegin er spurningurin, um Sambands- flokkurin og Fólkaflokkurin góðtaka, at Javnaðarflokk- urin við kanska bert fimm tinglimum, fær løgmans- sessin. Breiðari grundarlag Undir øllum umstøðum hev- ur ein ABC-samgonga mun- andi breiðari grundarlag, enn CHE-samgongan hevði. Og tað skuldi kunna skapt arbeiðsfrið. Heilt fram til endan á seinastu ABC-samgongu var stevið millum flokkarnar gott, og við tí í huga kundi einari líknandi samgongu verið lív lagað. Floksleiðararnir eru í hvussu er bjartskygdir um eina nýggja samgongu, og tá vikan fer at líða man verða komið nærri einari avgerð, antin ABC verður egg ella ungi. Bjartskygdir um ABC Løgmaður er – eins og hinir báðir floksformenninir – bjartskygdur um eina nýggja ABC-samgongu Verður ABC­samgong­ an til nakað, merkir tað eina rímiliga stóra útskifting av tingmanningum hjá ávirkaðu flokkunum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Drúgvu tingmenninir hjá Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm og Óli Breck- mann, standa til at fáa ting- sessirnar aftur, verður ABC-samgongan til nakað. Saman við Heðin Zacharias- sen fara teir at taka sæti á tingi aftur, sjálvsagt við tí fyrivarni, at Bjarni ella Heðin – ella báðir – fara út í landsstýrið. Sama verður galdandi fyri sambandsmenninar Marjus Dam, Helga Abra- hamsen og Jaspur Vang. Tá verður gingið út frá, at Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin fáa trý lands- stýrisfólk í part. Men tað koma ikki bara nýggj andlit á ting, tað fara eisini nøkur úr tinginum. Fær Javnaðarflokkurin tvey í staðin fyri trý landsstýris- fólk so merkir tað, at Mikkj- al Sørensen missir sín sess á tingi. Sama er galdandi fyri Tórd Niclasen, um Mið- flokkurin ikki verður við í einari nýggjari samgongu, og Karsten Hansen tekur sæti á tingi. Fyri Tjóðveldi verða tað Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olga Biskopstø, sum missa sínar sessir, tá Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Bjørt Samu- elsen gerast tingfólk aftur. ABC merkir útskifting í tinginum Heidi Petersen misti sín tingsess í morgun, tá Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Bjørt Samuelsen tóku sæti á tingi aftur Bókasavnið klárt at reisa Í gjár vórðu timburelementini uppsett til bókasavnið á Sandi. Hetta arbeiðið stendur P/F Articon fyri. Í dag verður reisingin gjørd klár, skrivar heimasíðan bkv.fo. Nýggi bygningurin verður ein partur av umsitingarbygninginum hjá Sands Kommunu.