Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 177 - 16. september 2008 - Tað verður ikki lætt hjá Javnaðar- flokkinum at fáa í lag samgongu við Fólkaflokkin og Sam- bandsflokkin nú, tá tað ikki eydnaðist í februar. Eg haldi, at Javnaðarflokkurin hevur kastað alt trú- virðið fyri borð, nú teir rekast úr einari koyggju í aðra, sigur Jenis av Rana, for- maður Miðfloksins Politikkur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jenis av Rana er ikki so sannførdur um, at tað fer at eydnast løgmanni at fáa í lag eina breiða tríflokka­ samgongu millum Javnaðar­ flokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. ­ Tá løgmaður ikki megnaði hetta í februar, tí hann ikki kundi svølgja krøvini hjá hinum báðum flokkunum, ivist eg onga løtu í, at krøvini hjá Fólka­ flokkinum og Sambands­ flokkinum eru enn størri í dag eftir miseydnaðu roynd­ ina hjá Javnaðarflokkinum saman við Tjóðveldinum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Jenis av Rana heldur, at Javnaðarflokkurin hevur kastað alt trúvirði fyri borð, nú flokkurin síðan løgtings­ valið í januar hevur rikist úr einari koyggju í aðra, sum hann tekur til. ­ Tað boðar ikki frá politiskum stabiliteti, at Javnaðarflokkurin nú fer aftur til teir flokkar, sum hann vrakaði fyrst í árin­ um. Ikki sannførdur Formaður Miðfloksins sig­ ur, at nógv prát hevur verið og er millum flokkar, síðan løgmaður gjørdi av at tveita Tjóðveldi úr samgonguni, og hann sigur seg slett ikki vera so vísan í, at tær sam­ ráðingar, sum nú eru millum Javnaðarflokkin, Fólka­ flokkin og Sambandsflokk­ in, fara at føra á mál. ­ Tað verður forhandlað í eyst og vest, sum Jenis av Rana tekur til. Floksformaðurin sigur, at Miðflokkurin er ikki boð­ sendur til samrøðurnar, sum í gjár og í dag hava verið millum teir tríggjar flokk­ arnar, men kortini er hann ikki so fullvísur í, at Mið­ flokkurin ikki verður við, um hetta verður samgong­ an. ­ Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og so leingi, sum eingin nýggjur fíggjar­ málaráðharri er valdur, verð­ ur landsstýrismaðurin hjá okkum, Karsten Hansen, sitandi. Onkur skal jú ansa fíggjarmálum, og okkara maður er tøkur til tess, um flokkar semjast, og boð verða eftir okkara fólki, sigur hann. Allir aktivir Jenis av Rana sigur, at soleiðis, sum fjølmiðlarnir føra fram politisku støðuna, ljóðar tað, sum um tað bara er Javnaðarflokkurin, ið er aktivur. ­ Men tað er ikki rætt. Allir flokkar eru aktivir, og sum eg nevndi verður nógv prátað aftur og fram, bæði á skipaðum fundum og í krókunum, sigur formaður Miðfloksins. - Síðan løgmaður segði samstarvið við Tjóðveldi upp í gjár, havi eg spurt løgmann, hvussu er við avtaluni millum Sjálvsstýrisflokkin og samgonguna, men løgmaður hevur svarað, at tað veit hann ikki. Hetta er heilt margháttligt, tá avtalan skuldi byggja á samstarv og álit millum partarnar, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvsstýrisfloksins Politikkur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ­ Man kennur seg í løtuni sum í einum fótbóltsdysti, har tú situr á beinkinum og bíðar eftir at vera innskiftur. Men tað gongur ógvuliga trupult at vera settur á lið­ ið. Tað sigur Kári P. Højgaard um poltisku støðuna, nú løg­ maður hevur sett Tjóðveld­ inum stólin fyri hurðina. ­ Eg upplivi støðuna soleiðis, at hin 12. august var avtala undirskrivað mill­ um Sjálvstýrisflokkin og samgonguna fyri opnum skermi, sum alt Føroya fólk var vitni til. Avtalan bygdi á sínámillum álit og samstarv, sum hevði til endamála at loysa stór mál, sum sam­ gongan hevur sett sær fyri, og sum Sjálvsstýrisflokk­ urin kundi taka undir við. Aftrat hesum høvdu vit okk­ ara løglista og okkara val­ skrá, sum part av hesi avtalu. Kári vísir á, at blekkið var nóg illa tornað, tá fyrsta stríðið tók seg upp, og Tjóð­ veldi fór í einarúm av viðgera innanhýsisstøðuna, tí semja ikki fekst í flokk­ inum um fiskidagar. ­ Stutt eftir fór løgmaður í samráðingar við tveir aðrar flokkar, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, men hesar samráðingar førdu so ikki á mál. Alt hetta hendi, hóast Sjálvsstýrisflokkurin hevur hildið gjørdu avtal­ una út í æsir. Visti einki Formaðurin sigur, at nú ótraditionella og nýskap­ andi samstarvið millum samgongu og Sjálvsstýris­ flokkin kundi komið í gongd – í fyrsta lagi við at fáa fíggjarlógina fyri 2009 lagda fyri tingið, koyrir løgmaður Tjóðveldi úr sam­ gonguni. ­ Eg visti av ongum og fekk boðini frá løgmanni beint fyri tíðindafundin klokkan 15 í gjár. Kári P. Højgaard sigur, at meðan Sjálvsstýrisflokkur­ in hevur verið stuðulsflokk­ ur, hevur landsstýrismaður­ in í almanna­ og heilsumál­ um, Hans Pauli Strøm, havt flokkin við til kunningar um støðuna á sínum øki, og síðan hevur landsstýrismað­ ur Miðfloksins í fíggjarmál­ um, Karsten Hansen, havt flokkin til kunningar um skerjingar av blokkinum upp á 117,5 miljónir krón­ ur. ­ Annars hava vit onga kunning fingið og einki samskifti hevur verið um nakað sum helst, sigur hann. Formaðurin sigur, at hann síðan uppsøgnina hjá løg­ manni hevur spurt Jóannes Eidesgaard, hvar Sjálvs­ stýrisflokkurin er endaður í øllum hesum við atliti til gjørdu avtaluna við sam­ gonguna. ­ Løgmaður hevur svarað, at tað veit hann ikki, og nú prát hevur verið millum Javnaðarflokkin, Fólka­ flokkin og Sambandsflokk­ in um møguleikar fyri nýggjari samgongu, er Sjálvsstýrisflokkurin slett ikki kontaktaður og hevur einki tilboð fingið um nakað sum helst, sigur Kári sum heldur, at løgmaður hóskandi átti at sagt avtal­ una við Sjálvsstýrisflokkin upp, áðrenn hann fór í samráðingar við aðrar flokkar. Hann heldur, at tað, sum er hent, er rættiliga marg­ háttligt, tá avtalan flokkana millum skuldi byggja á álit og samstarv. Vildu ikki uppí Kári P. Højgaard sigur, at orsøkin til, at Sjálvsstýris­ flokkurin ikki vildi fara beinleiðis upp í samgong­ una, var, at tíðin síðan sam­ gongan varð skipað hevur verið rættiliga turbulent. ­ Vit vildu gjarna vera við til at skapa politiskan stabilitet í landinum, men vit vildu ikki draga henda turbulent, sum Føroya fólk hevur verið vitni til, inn í Sjálvsstýrisflokkin, sigur formaðurin, sum annars heldur, at tað hevði verið stór skomm mótvegis Før­ oya fólki, um landið longu aftur skuldi verið kastað út í eitt valstríð. Javnaðarflokkurin úr einari koyggju í aðra Eingin spyr eftir Sjálvstýrisflokkinum 200 fólk á fundi í Hvannasundi Í morgin verður fólkaatkvøða í Hvannasunds kommunu við spurninginum um leggjast skal saman í ta stóru Norðoya Kommuna. Til tess at kunna fólkið um málið er ein faldari sendur út í hvørt hús, eins og ein borgarafundur varð hildin í gjárkvøldið. Líkt er til at málið hevur stóran áhuga, tí úti ímóti 200 fólkum møttu upp til fundin. Fundurin byrjaði klokkan sjey og endaði ikki fyrrenn hon var farin av 10. Skótarnir í Leirvík byrja nú aftur Skótalið Leirvíks Pálls byrjar nú aftur sítt virksemi. Byrjað verður við einum úlvaliði og einum skótaliði. Úlvaliðið er fyri gentur og dreingir í 2.­4. flokki. Teirra fyrsti fundur verður í kvøld 19. Skótaliðið er fyri gentur og dreingir í 5.­7. flokki. Fyrsti fundur hjá skótunum verður mikukvøldið kl. 19. Tey, sum vilja vera úlvar ella skótar, kunnu tekna seg við at møta upp til fundirnar í Skótahúsinum, verður sagt úr Leirvík. - Vit eru opnir fyri øllum møguleikum, sigur formaður Miðfloksins, Jenis av Rana - Vit vildu vera við til at skapa politiskan stabilitet í landinum, sigur Kári P. Højgaard