týsdagur 16. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 177 - 16. september 2008
Í longri tíð hevur
verið arbeitt við at
betra um trygdina
á sjógvi og landið.
Krøvini innan trygd
gerast alsamt størri,
og nú hevur MRCC
Tórshavn tikið
avleiðingarnar av
hesum
Trygd
Eirikur í Jákupsstov
eij@sosialurin.fo
Í hesum døgum verður sein
asta hond lagd á AIS skip
anina, sum kann fylgja øll
um skipum og bátum í VHF
økinum. Eisini verður VHF
sendinetið útbygd, tí serliga
í norðaru økjunum hevur
illa borið til at nýta VHF, og
tað kann skapa stórar trupul
leikar.
Fýra nýggjar støðir
Í kanning frá 2006 kemur
fram at nøkur økir í land
inum ikki hava nóg gott
samband til VHF. Sambært
kanningini, sum Føroya
Tele hevur gjørt, fæst mest
burturúr, um fýra nýggja
støðir verða gjørdar. Á
Eiðiskollið, á Slættafjallið
og á Hálsinum, samstundis
sum støðin á Húsareyni
skal flytast niðan á Støðla
fjall.
Tað er henda broyting, ið
verður gjørd í løtuni, og tá
alt er liðugt, verður møgu
ligt at nýta VHF í umleið
98 prosentum av Føroyska
sjóøkinum.
Frá MRCC Tórshavn sig
ur Robert Olsen, at hetta er
ein útbygging nógv hava
ynskt leingi, og at vaksandi
krøvini
um
trygd
eru
atvoldin til hetta.
AIS
Automatic
Identification
System er skipan, har til
ber at síggja hvar øll skip í
føroyskum
sjóøkið
eru.
Henda skipan hevur somu
leiðis verið ávegis í nakað
av tíð, men er enn ikki
komin heilt undir land. Til
hesa skipan skulu nakrar
broytingar
gerast,
og
summar av hesum verða í
løtuni gjørdar.
Broytingarnar, ið verða
gjørdar, eru at nýggj tøkni
skal leggjast inn í allar
núverandi og í tær nýggju
VHF støðirnar, fyri at tað
skal kunna bera til at fylgja
við, hvar skip og bátar eru.
Ein gamal trupulleiki
Vantandi VHF samband
hevur verið ein trupulleiki í
longri tíð millum oyggjar
nar. Serliga Sundalagið og
Vesmannasund hava havt
vánaligt VHF samband, og
onkuntíð hevur verið nær
við, at tað er vorði vanda
mikið.
Vit vóru við Borðina, tá
vit hoyrdu hann, tað var
Norðan, sum var uppsteðg
aður í Djúpunum og vit
vóru einasti bátur sum
hoyrdi hann. Løgi tá mann
hugsar um allar hinar bát
arnar, sum vóru har, at vit,
sum vóru so langt burturi,
vóru einasti báturin, sum
hoyrdu hann, sigur Eyð
ólvur Vang, sum er skipari
á Kallanesi.
Hann leggur afturat, at í
Djúpunum og øðrum økjum
er vónleyst at nýta VHF
skipanina, tí har er onki
samband.
Nú er bati ávegis, men
Torbjørn Jacobsen, fyrr
verandi fiskimálaráðharri,
vildi ikki úttala seg um eitt
mál, hann veit so lítið um,
tá hann varð spurdur hví
onki er loyst í málinum fyrr
enn nú.
VHF skipanin betrað
Uppi á Eiðiskolli er nýggj mastur sett upp. Í henni skulu bæði vera VHF- og AIS skipan
Masturin skal serliga syrgja fyri at ongi “grá” økir eru í Sundalagnum
Rockall á veg
til Týskland
Rockall hevur gjørt ein skjótan og
góðan túr. Teir leggja veiðuna upp í
Rugen, Týsklandi. Teir eru nú á veg
ímóti Skagen. Skipið er úr Esbjerg.
Longri út við aliringunum
Luna hevur flutt aliringarnar á Sørvágsfirði úteftir. T.v.s. at 4 aliringar eru
nú lagdir afturat úteftir, og hetta hevur so gjørt, at nú síggja bíggjarfólk teir
fyrstu aliringarnar koma undan. Tey spyrja nú, hvussu langt út ætlar Luna
sær? Hetta hevur Vágaportalurin spurt Atla Gregersen, stjóra í Luna um.
Hann sigur, at tað er ikki endalig støða tikin til enn. Luna hevur sambært
loyvinum, sum hevur alla góðkenning aftanfyri seg og sum søkt var um fyri
4 árum síðani, møguleika at ala heilt út á eina linju vinkulrætt úr ánni í Bø.,
sigur Atli. Um orsøkina til, at Luna nú flytur longur út á fjørðin, sigur
stjórin, at longur úti er meira streymur og meira ilt og minni lús og reinari
botnur, og skalt tú hava eina burðardygga vinnu, so eru hetta júst treytirnar
til tess, vísir Atli Gregersen á, sambært Vágaportalinum.