týsdagur 16. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 177 - 16. september 2008
Sambandsflokkurin
ætlar sær at taka við
aftur, har teir sleptu.
– Vit fara at brúka
samgonguskjalið
hjá gomlu ABC-
samgonguni sum
skabelón, sigur Kaj
Leo Johannesen, nú
teir tríggir flokkarnir
aftur fara til
samráðingarborðið
Politikkur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Kaj Leo Johannesen, for
maður í Sambandsflokkin
um sigur, at Sambandsflokk
urin ikki hevur nøkur defi
nitiv krøv til eitt nýtt sam
gonguskjal, sum nú skal
skrivast. Men hann váttar,
at teir tríggir flokkarnir fara
at nýta samgonguskjalið
hjá gomlu ABC samgong
uni sum skabelón til eitt
nýtt samgonguskjal.
Til spurningin, hvør verð
ur løgmaður, vil Kaj Leo
Johannesen ikki peika á
nakran, og vísir á, at máls
økini vanliga er tað seinasta,
sum verður býtt, tá farið
verður til samráðingar. Men
hann sigur eisini, at byrjað
verður frá blankum, og at tí
standa
allir
møguleikar
eisini opnir.
Tíðin er øðrvísi
Sum vit vita, so slitnaðu
samráðingarnar
millum
Fólkaflokkin,
Sambands
flokkin og Javnaðarflokkin
í januar mánaði, áðrenn
CHE samgongan varð skip
að.
Spurdur, um hvat er
øðrvísi nú, í mun til tá,
sigur Kaj Leo Johannesen,
at tíðin er øðrvísi.
Nú hava vit roynt okkurt
annað, sum vísti seg ikki at
verða borðbært. Tað sum er
mest umráandi nú er at fáa
stabilitet og arbeiðsfrið í
løgtingsarbeiðið aftur, og
tíðin er øðrvísi nú. CHE
samgongan er nú roynd,
men vísti seg at verða alt
annað enn borðbær, og tí
fara vit nú at royna aftur,
sigur Kaj Leo Johannesen,
formaður í Sambandsflokk
inum.
Blokkurin eingin
forðing
Fólkaflokkurin fór til val
uppá at blokkurin skuldi
verða burtur í 2015, men
Kaj Leo Johannesen heldur
ikki at hetta verður nøkur
forðing fyri einum komandi
samstarvi millum flokk
arnar.
Vit fara at koyra meira
uppá vinnu og fíggjar
politikk nú, og eg haldi ikki
at blokkurin verður nøkur
forðing fyri at vit kunnu
samstarva. Vit vilja fegnir
fáa skil á politikkin aftur og
fáa raðfest tey bleytu virð
ini. Tað sum er mest
umráðandi nú er at fáa
arbeiðsfrið
og
stabilitet
aftur,
sigur
Kaj
Leo
Johannesen.
Í viðmerking til komandi
fíggjarlóg, sum eftir øllum
at døma hevur eitt stórt
hall, sigur Kaj Leo Johanne
sen, at Sambandsflokkurin
er ikki bangin fyri at taka
fat.
Vit síggja tað sum einna
spennandi avbjóðing, og
við ræðast ikki at taka fat í
fíggjarlógina.
Stabilitetur
er lyklaorðið, og vit mugu
eisini fáa stabilitet í fíggjar
politikkin aftur. Nú verður
byrjað frá blankum og
kortini blandaði av nýggj
um, og so mugu vit fáa at
síggja, hvør fíggjarpolitikk
urin verður framyvir, stað
festir Kaj Leo Johannesen.
Málsøkini
Spurdur, hvørt Sambands
flokkurin
hevur
nøkur
málsøki, han nfer at leggja
seg eftir, svarar Kaj Leo
Johannesen, at hann vil ikki
fara at seta nøvn á nakran
landsstýrismann enn, men
sigur, at Sambandsflokkurin
hevur fleiri kompetent fólk,
sum eru til reiðar at taka
við.
Men enn er alt opið.
Fyrst royna vit við ABC, og
so mugu vit fáa at síggja,
hvussu langt tað ber. Men
hvat er í framtíðini, er ringt
at siga, sigur Kaj Leo
Johannesen,
formaður
í
Sambandsflokkinum
at
enda.
Taka við har vit sleptu
Nógvir møguleikar í e-handli
Donsku smásølufyritøkurnar eru afturhaldandi við at selja teirra vørur yvir alnótina, hóast donsku brúkararnir eru millum tey raskastu
at keypa klæðir, bøkur, elektronik og aðrar vørur yvir alnótina. Meðan tað øðrumegin bert eru svenskir og hollendskir brúkarar, sum
keypa meira enn donsku brúkararnir, liggur Danmark hinumegin nr. 11 av teimum 27 ESlondunum, tá tað snýr seg um at fáa smásølu
fyritøkur at selja yvir alnótina, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Handlarnir fáa sostatt ikki lut í teimum á leið 20 milliardir krón
unum, sum danskarar hvørt á keypa fyri á alnótini. Seinastu trý árini hevur vøksturin í ehandlinum verið á umleið 30% árliga og e
handilin er sostatt í ferð við at taka kundar frá teimum veruligu smásølunum. »Ehandilin er á veg at verða eitt parametur fyri vøkstur
og yvirlivilsi, heldur enn bert at verða eitt supplement til veruliga handilin. Tí er tað mótsigandi, at nógvar danskar handilsfyritøkur
bara hava ein veruligan handil, ella bert eina hálvhjartaða heimasíðu,« sigur Lars William Hansen frá DI Handel. Meira enn helvtin av
søluni yvir alnótina er longu í dag við fysiskum vørum. Samstundis vísa kanningar hjá DI Handel, at annar hvør danskari væntar at
hækka vørunýtsluna komandi árini. »Vit síggja, at til dømis klæðir gjøgnum tey síðstu nógvu fjórðingsárini hevur verið tað, sum
hevur selt best. Fatanin hevur annars verið, at tað ikki ber til at selja klæðir yvir alnótina,« sigur Lars William Hansen.
- Enn er alt opið. Fyrst royna vit við ABC, og so mugu vit fáa at síggja, hvussu langt tað ber, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum