Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 177 - 16. september 2008 Framsýning í Smiðjuni Jón Magnus Joensen hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 18. september til og við týsdagin 23. september. Allar dagar frá kl. 15.00 – 20.00 tó leygardag frá kl. 10.00-20.00. Við á framsýningini eru 40 málningar. Myndaevnini eru náttúra, bygdarlag og fólk. Hetta er sættu ferð, at Jón sýnir fram í Smiðjuni, umframt, at hann hevur sýnt fram nógva aðrastaðni. Jón hevur gingið á listaháskúla í Holbæk. Fólkaflokkurin ynskti frá byrjan at halda fram við ABC samgonguni, og nú tað alternativið, sum bleiv tá, ikki er til longur, heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at ABC er vert at royna aftur. – Men einki er avgjørt enn, sigur Jørgen Niclasen Politikkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Undan samgongusamráð- ingunum millum Fólka- flokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, er Jør- gen Niclasen vónríkur um eitt gott samstarv millum flokkaranar. Men hvørji krøv, Fólkaflokkurin hevur til eitt nýtt samgonguskjal, vil hann ikki koma inn á. - Sjálvandi hava vit ynskir, men krøv eru ikki nakað, tú kanst fara til sam- ráðingar við, men tey flestu kenna skatta- og fiskivinnu- politikkin hjá Fólkaflokkin- um, sigur Jørgen Niclasen. Alt er opið Hvør løgmaður verður, er enn ov tíðliga at siga, sambært Jørgen Niclasen. - Enn er alt opið, og eingin er avgjørdur til løg- manspostin. Men sum eg dugi at síggja tað, so eru tríggir møguleikar, og so mugu vit fáa at síggja, hvør tað verður, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólka- flokkinum. Í januar fekk Fólkaflokk- urin krakk frá Jóannes Eidesgaard og Javnaðar- flokkinum, men Jørgen Niclasen er sannførdur um, at ABC enn er eitt gott boð. - Tað alternativið, sum bleiv tá, er ikki til longur. Vit høvdu altíð eitt ynski um at ABC samgongan helt fram, og vit halda enn at tað er vert at royna. Um tað er nakað, sum tú ikki kanst brúka í politikki, so er tað at verða fornermaður, og tí vilja vit fegnir royna aftur, greiðir Jørgen Niclasen frá Skúlar og tunnlar Spurdur, um Fólkaflokkurin vil ganga við til at Sandoy- artunnilin kemur við í samgonguskjalið, sigur Jørgen Niclasen, at allir flokkarnir vilja diskutera hesi viðurskiftini, og tað eru bæði skúlar og tunnlar. - Tað er sera umráðandi í samráðingunum at flokk- arnir vilja taka støðu til tey nógvu átrokandi málini. Vit vilja fegnir diskutera hesi viðurskiftini og fáa loyst hesi truplu málini, sigur Jørgen Niclasen. Viðvíkjandi fiskivinnu- politikkinum hjá Fólka- flokkinum, so sigur Jørgen Niclasen at nú eru vit komnir hertil, og at nú verður ørðvísi stungið út í kortið. - Vit hava eitt árstal, sum eitur 2018, og tað mugu vit fyrihalda okkum til. Vit vilja fegnir fáa semju um, hvat skal henda tá, soleiðs at vinnan veit hvat skal henda, og soleiðs at vit fáa stabilitet og støðug viður- skifti aftur. Vit mugu fáa greið signal til vinnuna og stabil viðurskifti aftur. Vit fara ikki at broyta tað, sum henda samgongan samtykti, tí viðurskiftini mugu fáa tíð at stabilisera seg aftur. Men hetta merkir ikki, at vit fara at sita hendur í favn, men at tað er semja um tað, sum verður gjørt, og at tað verður vekt aftanfyri orðið, greiðir Jørgen Niclasen frá. Blokkurin og fíggjarlógin Fólkaflokkurin fór til val í januar við greiðari útmeld- ing, at blokkurin skuldi verða vekk í 2015, og Føroy- ar skuldu verða fíggjarliga sjálvstøðugar tá. Men út- litini fyri hesum eru ikki tey bestu, nú Fólkaflokkurin ætlar sær í samgongu við Sambandsflokkin aftur. Men Jørgen Niclasen er bjartskygdur viðvíkjandi blokkinum, og vónar at Sambandsflokkurin verður til at vika viðvíkjandi yvir- tøkum og blokkinum. Men eftir hansara tykki verður hetta ikki ein blokkur, flokkarnir koma at detta um. Viðvíkjandi fíggjarlógini, sum eftir øllum at døma hevur eitt stórt hall, hevur Jørgen Niclasen greiðar meiningar. - Uttan raðfestingar tosa vit um eitt hall á næstan 300 milliónir krónir. Har má róður takast í hond og skil fáast á búskapin aftur. Her mugu tiltøk setast í verk, og vit eru ikki bangnir fyri at taka við róðrinum, staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at enda. Einki er avgjørt Ungdómar hittast til skeið Vikuskiftið 26.-27. september verður árliga ungdómsleiðaraskeiðið hjá Heima- missiónini hildið í Nesvík. Á skeiðnum verða ymisk spennandi ting á skránni. Fríggjakvøldið fer Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði at hava ein undirvís- ingartíma um »Raðfesting«, og leygarmorgunin Heri Kjærbo ein undirvísing- artíma um »at verða brennandi«. Leygardagin seinnapart fara øll sundur í bólkar. Tá fara luttakararnir at arbeiða við tí nógv brúkta SWOT-greiningar- modellinum. Fyrst verður frágreitt hvat SWOT er og hvussu tað kann nýtast til ungdómsarbeiði o.t. Síðani verður lokalungdómsarbeiði sett undir sjóneyku, og so landsungdómsarbeiði. Endað verður við eftirmeting av seinnapartinum har øll samlast aftur. Seinasta tiltakið er eitt stórt alment felagsungdómsmøti leygarkvøldið kl. 20. Bergur D. Joensen prestur kemur at tala, eins og tað verður sangframførsla og felagslovsangur á skránni. Her mugu tiltøk setast í verk, og vit eru ikki bangnir fyri at taka við róðrinum, staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum