Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 16. september 2008 13 viðmerkingar Tað var ein sjáldsama áhugaverd oddagrein, sum Sosialurin hevði hósdagin 4. september. Har var blokkurin á lofti, og har var viðgjørt, á hvønn hátt vit kunnu sleppa sum frægast burtur úr tí fellu, sum hann er fyri okkum. Har verður ført fram, at vit hava fyrimyndir í loysn av slíkum málum, og so er. Eitt er tann danski-føroyski mentanargrunnurin, sum verður víst á í greinini. Her var talan um, at føroyingar, sum í apríl 1940 lógu fastir í Danmark, fingu eina ser- liga stuðulsskipan, soleiðis at teir fingu pengar frá statinum at lesa fyri nú foreldrini í Føroyum ikki kundu hjálpa teimum. Tað vóru eisini nógv, ið fingu lestrarstuðul, sjálvt um tey als einki høvdu fingið frá foreldrunum, og sum nú fingu útbúgving, sum ikki hevði komið upp á tal um henda SU-skipan ikki var fingin í lag fyri føroyskar lesandi fram um øll onnur. Her var talan um lán. Tey nógvu av teimum vórðu afturgoldin, og hendan upphædd gjørdist stovns- fæið í nevnda mentanar- grunni. Men hetta var ikki fyrstu ferð at hesin hugs- unarháttur gav góð úrslit. Fyrstu ferð hetta kom fram var tá Fríðrikur kongur áttandi (1906-12) átók sær at fáa eina skipan við Ísland, sum kundi fáa Ísland til framvegis at vera saman við Danmark. Makkari hansara í hesi roynd var Hannes Hafstein, ráðharri Íslands. Teir funnu fram til, at best var at einki var við pengingi millum hesi bæði lond. Leingi hevði Ísland fingið almikl- an stuðul úr Danmark, men um 1870 gjørdu danir av, at hesin stuðul eftir 30 árum skuldi minkast niður í einki. Hóast hetta tíðar- skeið var runnið, vóru umleið 60.000 kr. goldnar á hvørum ári frá Danmark til Íslands. Fríðrikur, Haf- stein og danski forsætisráð- harrin I. C. Christensen úr Vinstraflokkinum komu á samt um, at tað líktist ongum, at tað kundi sigast, at Ísland sum eitt sjálv- støðugt land fekk pening úr einum øðrum landi. Samstundis hildu teir, at tað var ósømiligt, at tað kundi blakast Danmark fyri, at tað fekk vinning burtur úr at Ísland gørdist sjálvstøðugt. Loysnin á hesum vandamáli gjørdist, at teir samdust um at gera ein grunn, sum var so stórur, at renturnar av honum svaraði til tær 60.000 krónurnar. Nú fall uppskotið hjá hesum mætu monnunum, tí íslendingar hildu at tað rakk ov stutt. Í 1918 samd- ust danir og íslendingar í staðin um, at Ísland gjørdist eitt sálvstøðugt ríki, men í sambandssátt- málanum millum hesi bæði ríki var grunnaloysnin frá 1909 tikin við. Íslendingar settu peningin í universitet sítt, og tað hálpti tí væl í gongd, soleiðis at vit í dag hava um tjúgu túsund studentar á sínum høgu lærustovnum. Høvdu vit føroyingar í mun til fólka- talið havt eins nógvar á okkara universiteti, høvdu vit havt fleiri túsund. Nú rør Sosialurin fram undir, at vit fáa eina sam- svarandi loysn á okkara millumverandi við Dan- mark. Hetta er eitt betri uppskot enn at halda fram við at fáa blokk. Hvørki fyri íslendingar ella fyri okkum ella fyri grønlend- ingar hava veitingarnar úr danska ríkiskassanum verið nøkur signing, og um so er at ein loysn við ein- um avloysaragrunni kann sleppa okkum burtur úr hesi sandandi vanlukku, so er tað at fegnast um. Siga vit t.d. at tann blokkur, vit í dag fáa, verður avtikin, so skuldu vit í staðin fyri hann fingið goldið eina so stóra upphædd í henda grunnin, at rentan av upphæddini svaraði til tað sum blokkurin er. Siga vit at hann er 700 milliónir, so skuldi grunnurin við eini rentu upp á 4% verið 25 ferðnar so stórur, ella 17,5 milliardir. Sosialurin heldur, at tað, grunnurin gevur av sær, skuldi verið brúkt til ment- anarlívið í Føroyum. Hetta er eitt gott hugskot, og er hetta nakað sum stuðlar upp undir at gera okkara samfelag meira innovativt. Tað sum um ræður hjá øllum samfeløgum er at skapa eitt umhvørvi, har tey ið eru framtakshugaði, fáa luft undir veingirnar. Íslendingar gjørdu sum nevnt tað, at teir settu grun- sins pening í universitetið, og allastaðni vísir tað seg, at innovatión tekur dik á seg í universitetsumhvørv- um. Har er mikil skapandi list at sígga, sjónleikir, filmir, skrivandi fólk, og tey ungu lesandi vera ávirkaði av hesum skapara- virki til sjálvi at royna seg innan síni fak. Tað er tí neyvan nakað forgjørt í, at vit seta grunn- in í okkara Fróðskapar- setur. Sum er skríður tað í skræðuni, men fekk tað ein slíkan grunn, hevði væl verið lynnt, og vit høvdu bæði kunnað bjóðað okk- ara egnu vísindafólkum góð kor og høvdu kunnað fingið fremstu útlendingar at fingið størv her hjá okkum. Spurningurin er, um vit høvdu fingið ljóð fyri einum slíkum uppskoti sum hesum hjá Sosialinum. Tað er ikki óhugsandi, tí nú hava vit eitt landsstýri við einum javnaðarløg- manni á odda. Teir plaga at fáa undirtøku fyri góðum hugskotum hjá stjórnini. Blokkaráð Zakarias Wang Tingbólkur Tjóðveldisins Klokkan 14.55 í gjár ringdi Jóannes Eidesgaard til Høgna Hoydal og boðaði frá, at hann og hini lands- stýrisfólk Tjóðveldisins vóru uppsøgd. Fáar minuttir seinni helt hann tíðindafund um orsøkina til uppsøgnina. Tá endurtók hann eina søgu, sum Sosialurin, vísandi til “vælvitandi keldur”, prentaði farna hósdag undir yviskriftini “Watergate í Tinganesi”. Í sjónvarpinum í gjárkvøldið endurtók Jóannes Eidesgaard, at nakað var hent í Tinganesi, sum “minti um Watergate”. Søgan, sum hesar “vælvitandi keldur” plantaðu í Sosialin hósdagin, er ikki sonn. Ein hópur av fólki kann vitna, at Høgni Hoydal ikki hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli, og tíansheldur hevur brotið inn á nakra skrivstovu. At føroyskur politikkur er drigin niður á hetta støði, er syndarligt. Jóannes Eidesgaard hevur við hesum máað støðið undan øllum áliti á politisku skipan okkara. Men tað er ikki allur skaðin. Søgan varð í gjár endurtikin í fleiri útlendskum miðlum. Jóannes Eidesgaard hevur sostatt eisini við framferð síni gjørt Føroyum fyri skommum í øðrum londum. Tí er tingbólkur Tjóðveldisins samdur um, at neyðug stig skulu takast til tess at staðfesta ábyrgdina í málinum. Føroya Løgting 16. september 2008 Tíðindaskriv frá Tjóðveldinum Tað er heilt ótrúligt hvat CHED samgongan kann undirhalda við, heldur enn at fáa avklárað politisk átrokandi mál. At Javnaðarflokkurin skuldi verða við til at leggja lunnar undir ”endur- føðingina” hjá tí sum eina- ferð bleiv nevnd fullveldiss- amgongan hevði eg satt at siga væntað, men at teir skulu lata seg so draga eftir hárinum og niðurgera sum teir hava hesar seinastu 8 mánaðirnir vildi eg forsvorið. Øll sum hava fylgt leikinum hava sæð, at her er ongin samgonga, her er ongin stýring og ongin leiðsla. Hvør fuglur (les landsstýrismaður/kvinna) syngur við sínum nevi og onki - absolutt onki fær avleiðingar óansæð hvat sagt og gjørt verður. Seinastu málini sum vit hava sæð bara verða blakað á tingborð, illa grundgivin og illa gjøgnumarbeidd, eru lógin um vinnuligan fiskiskap (kabinetmálið sum kortini ikki var eitt kabinetmál) og síðan lógin um landsjørð, sum ongin samgongulimur kendi til uttan løgmaður og lands- stýrismaðurin sum eigur málið. Ja - ein má sanniliga klóra sær í nakkanum eftir framløguna, sum var um seinna málið í tinginum í seinastu viku - her sá einoghvør at tað var púra galið. Og so sum prikkurin yvir i’ið so hava løgmaður og varaløgmaður enn einaferð gjørt seg til láturs í eygum fólksins við at berjast um eitt skrivstovuhøli til nýggja serfrøðingin. Lásasmiðir sigast at hava gingið í pendulfart inn og út úr Tinganesi og skifta lás út, men tað sær ikki út til at rína við teir. Alt verður sligið upp í glens og bagateliserað og sjónleik- urin “Sirkus Tinganes” heldur áfram fyri opnum teppi. Ikki tí, neyvan nakar hevði væntað annað, enn at Tjóðveldið fór at draga Javnaðarflokkin eftir hárinum frá fyrsta degi. Klípini bæði, Miðflokk- urin og nú eisini Sjálv- stýrarin, hava ikki tað stóra at skulu hava sagt, annað enn at verða tað reina kitt. Makka rætt, goyggja eitt sindur av og á fyri at ugga baklandið og fjølmiðlar, og so er alt sagt – teir halda, at nú stendur væl til aftur í føroyskum politikki. Pínlig samgongumál og nevndarrokeringar og nednvarfýringar skulu helst tigast og gloymast burtur. “Show” hava vit fingið nokk av og tað skortar ikki uppá undirhaldarar í sam- gonguni - men politikkur er ikki til at fáa eyga á - tað mugu sjálvt teir gramm- astu fullveldisveljararnir ásanna. At veljarin fær tað sum nevnist ”politikaraleti” tað sigi eg teir ikki ringar fyri, tí tað sum fyrigongur seg á politisku arenaðini er stór skomm og niðurbrýtur alt álit á politisku skipanina . Tað hevði verið rættast av løgmanni antin at út- skrivað val ella at likvi- derað hesa samgonguna og lata aðrar roynt seg. Politiski sjónleikurin er fullkomin løgtingsmaður Johan Dahl Tann, ið fylgir við í politikki í dag, hevur varnast, at Tjóð- veldi hevur eina rúgvu av dugnaligum politikkarum. Eg nevni bert nøkur; Bjørt Samuelsen, Heidi Petersen, Páll á Reyna- túgvu, Óluvu Klettskarð. Hesi fólk hava tað til felags, at tey vilja sleppa til arbeiðis. At arbeiða fyri hetta land og fólk. At arbeiða fram í móti at vit her á landi koma sjálvi at ráða yvir hesum oyggjum. Men tað vísir seg, at tey ikki sleppa tað – tí tey hava ein formann sum ferð eftir ferð ger tað, at tey ikki sleppa at gera tað tey vilja. At formaðurin hevur ein næstformann aftrat sær, ið ikki so mikið sum dugur fólkaskikk, hjálpir ikki upp á tað. Minnist tá í Pauli Ellefsen skoraði alt í Sambandflokk- inum og fekk eina rúgvu av atkvøðunum, hitti eg ein gamlan sambandsmann og segði hettar við hann, at tað var veldugt, ið Sambands- flokkurin gekk fram og fekk nógv atkvøður. “Ja, “ segði hann, “Sam- bandsflokkurin hevur bert ein stóran feil. Og hann eitur Pauli Ellefsen”. Soleiðis við Tjóveldi- num. Feilurin eitur Høgni Hoydal. Eri júst liðugur við at lesa endurminningarnar hjá Jógvan Sundstein. Haldi at politikkarar í dag áttu at lisið hesa bók og sæð, hvat orðið “álit” hevur at siga. Tað hevur nevnliga alt at siga, um tú skal fremja politik. Tjóðveldi hevur ein trupulleika: Ein leiðara, ið eingin hevur álit á Jógvan E. ósá