Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 177 - 16. september 2008 viðmerkingar Ofta verður hildið, at tøgnin kann vera pínlig. Pínligt er tað eisini, nú kommunurnar handanfyri eru komnar væl áleiðis við at leggja saman í eina kommunu, at Sørvágs bygdaráð ikki vil taka málið upp á tunguna, men heldur velur at standa uttanfyri, meðan kortini verða blandað. Pínliga tøgnin hevur valdað nóg leingi, og nú mugu borgarar í Sørvágs kommunu sleppa at taka støðu til henda týdningar­ mikla spurning. Úteftir kann tað tykjast, sum sørvingar ikki vilja verða við. Men soleiðis er veruleikin tíbetur ikki. Tí tosar tú við fólk í Sørvági, vísir tað seg, at stórur part­ ur meinar, at eisini Sørvágs kommuna sjálvandi eigur at verða ein partur av eini kommunusamanlegging. Men við at mana alt tos um samanlegging í jørðina, hevur tað eydnast verandi bygdaráði at parkera Sørvágs kommunu uttan fyri verandi samráðingar og ávirkan av eini samanlegging, sum helst kortini kemur um ikki so langa tíð. Tað ljóðar nevniliga, at landsstýrismaðurin í kommunumálum arbeiðir við lógarsmíði, ið tvingar Vágar í eina kommunu, og at hetta væntandi kemur at henda longu mitt í kom­ andi kommunuvalskeiði, ella um góð tvey ár. Í meðan hinar kommun­ urnar samráðast um stór og smá viðurskifti í eini nýggj­ ari felagskommunu, sita vit og vilja ikki vera við. Neyvan nýtist einum at vera tann stóri kortspælarin fyri at skilja, at eftir at tey bestu kortini eru givin, verður neyvan nakar trumfur eftir til Sørvág. Heldur enn at bíða, eigur Sørvágs kommuna tí at gerast partur av eini saman­ leggingar­tilgongd beinan­ vegin, so at kortini kunnu verða javntbýtt millum partarnar. At óttast fyri tí, vit kunnu missa, heldur enn at síggja, hvat vit kunnu vinna, kann koma at kosta okkum dýrt. Vóanandi fara borgarar í Sørvágs kommunu at taka henda spurning í stórum álvara, nú farið verður undir at tekna listar til kommunuvalið í november. Eg eri ikki bara fyri, at verða við, men ætli mær eisini at víða mína borgar­ ligu skyldu fyri einum, ið er sinnaður at venda vandakósini hjá verandi bygdaráð og atkvøða fyri hesum. Nú er nógmikið tagt Heðin Jørgensen Bjarti Mohr, stráðmaður ella ábygdari fyri lagnurnar á Topaz. LÍV sum umsitur risastór­ ar upphæddir hjá vanligum løntakarum í Føroyum. M. a. eru liminir í Føroya Pedagogfelag við til at fígg­ ja virksemi hjá Bjarta Mohr. LÍV sum veitir limum sínum trygd móti at koma illa fyri vegna álvarsliga sjúku, ella tí tú missir før­ leika í arbeiðsárunum. Kjakið hevur verið fammi um at gera etiskar íløgur, og hevur LÍV tá sagt við okkum sum gjalda teirra løn, at teir ganga fult inn fyri at seta okkara pengar í etiskt forsvarligt virksemi. Eg havi sera torført við at síggja etikkin og virðini í tí sum gongur fyri seg umborð á Topaz. Manna­ lagnur sum eru drivnar til desperatión, tiknar gíslar í einum frammandum landi langt frá familju og kendum umhvørvi. Tá ein russiskur trolari fyri umleið einum ári siðani lá í Føroyum, avdúkaðu fjølmiðlarnir mannmink­ andi korini teir livdu undir. Tí teir onga løn høvdu fing­ ið í mánanvís, settu vit neyð­ hjálp av til at bjarga hesum monnum frá teirra van­ lagnu. Og vit vóru skelkað. Nú leggja vit, ikki bara Bjarti Mohr men alt føroya fólk, navn til somu van­ lagnuligu kor úti í heimi Tað var ikki hetta vit ætlaðu at seta sum okkara fingra­ merkið á heimskortið. Bjarti Mohr er familju­ maður og býráðspolitikk­ ari, tað vit kunnu kalla ein vanligur borgari kanska, men er hann ábyrgdari ella bara eitt navn í øllum hesum skitna spæli? Aftur til LÍV. Sum van­ ligur tryggingartakari, seti eg stórt spurnaðartekin við at ein investorur við 40% av partapeningi í einum reiðaríði, ikki langt síðan hevur rópt varskó áðrenn málið er komi so vítt. Hetta eru mínir pengar tit umsita, og sum fíggja bæði tykkara løn og virk­ semi, hetta eru pengarnir hjá Palleba sum vera brúkt­ ir til at oyðileggja okkara umdømi, okkara etik og virðir úti í heimi og ikki minst heima í Føroyum. Topaz ein mistur gimsteinur Maud Wang Hansen Fyrst vil eg takkað tær fyri tey rósandi orðini um mítt virksemið á Christ­ iansborg sum heild :­) Men so blívur tú við at siga, at eg havi spurt stjórn­ ina um hvat føroyingar kunnu, og nú enntá eisini at eg havi roynt at “um­ venda forsætisráðharran og meirilutan av fólkating­ inum, til loysingarfólk”. Tað nyttar ikki at halda fram at endurtaka hetta, tí tað er ikki beint, Jan. Ein flokkur og stjórnar­ leiðarin førdu fram sjónar­ mið á fólkatingi um Før­ oyar og donsku grundlóg­ ina, sum eru skeiv. Tí tók eg spurningin upp, greiddi frá hvussu veruleikin er, og spurdi um forsætisráðharr­ in ásannar henda veruleika. Eg havi ikki biddað um nakað ella spurt um loyvi til nakað. Fyri seinastu ferð, Jan sJúrður skaale Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 altíð við tí nýggjasta! Send til: Sosialurin · Boks 76 · FO-110 Tórshavn 495,- um ársfjórðingin Fastir, lágir prísir ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! 175/65-14 ..................... úr 620,- 195/55-15 ..................... úr 775,- 195/65-15 ..................... úr 795,- 205/55-16 ..................... úr 890,- 205/40-17 ..................... úr 965,- 225/45-17 ..................... úr 995,- 225/40-18 .................úr 1.290,- 235/35-19..................úr 1.710,- Annars eisini øll tey kendu merkini, sum t.d. Goodyear, Michelin, Continental, Bridgestone, Fulda v.m. Fantastiskir dekkprísir Prísdømi 15"...............úr kr. 6.400,- 16"...............úr kr. 8.500,- 17"...............úr kr. 9.700,- 18"............úr kr. 10.800,- Bellini RS 17"...............úr kr. 9.980,- 18"............úr kr. 10.880,- Stingray 17"............úr kr. 10.880,- 18"............úr kr. 12.880,- 19"............úr kr. 13.980,- GTR-4 17"...............úr kr. 8.980,- 18"...............úr kr. 9.990,- 19"............úr kr. 11.880,- Razor Black Felgur við dekkum 18"...............úr kr. 9.990,- RS4 18"............úr kr. 11.800,- 19"............úr kr. 12.900,- 22"............úr kr. 24.800,- Boston