Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 16. september 2008 15 viðmerkingar Sjónarmið Eyðgunn Samuelsen forkvinna í fíggjarnevndini Arbeiðið við løgtingsins fíggjar­ lóg ber sum er nógv brá av smálutastýring. Nevndin situr vanliga og viðgerð hvørja kontu í smálutir. Síðan henda fíggjar­ nevndin tók við, hava fleiri av okkum tosað um, hvussu vit kundu fáa viðgerðina meira heildarkenda. Soleiðis at ikki bert verður farið niður í smá­ lutirnar, men at vit eisini viðgera tær meira yviskipau linjurnar í fíggjarlógini. Hvørji øki verða uppraðfest og hví, hvør politikk­ ur liggur aftan fyri fíggjarlógina og so framvegis. Í hesum sambandi varð tosað um at fara aðrastaðni fyri at vita, hvussu onnur gera. Fleiri ymisk støð vóru uppi og vendu, millum annað vildi onkur til Alaska. Treytin var tó allatíðina frá mínari síðu, at ferðin skuldi vera relevant fyri fíggjarlógararbeiði, og vit skulu fáa nakað burturúr. Tá ið uppskot kom um Grønland, so spurdi eg meg fyri, hvat kundi vera áhugavert har í samband við fíggjarlógararbeiði og vóru har fleiri ting, ið vit hildu vera áhugaverd at kanna nærri. Síðan avgjørdu vit eisini at fara til Eysturgrønlands fyri at hoyra um, hvussu ein kommuna ið skal leggjast saman sær upp á hesa samanlegginging, serliga við atliti til spenningar millum miðstað og útjaðara. Havandi í huga okkara trupulleikar við játtan til heilsuverkið, valdu vit eisini at fáa lýst, hvussu hetta verður gjørt í Grønlandi. Skipan av fíggjarlógararbeiði Fyri at fáa vitan frá tveimum ymsum síðum um fíggjarlógar­ arbeiði, høvdu vit avtalað fund við fíggjarmálaráðharran, Aleqa Hammond, og forkvinnuna í fíggjarnevndini, Augustu Salling. Hesir fundir vóru hildnir hvør sær, og seinna dagin hittu vit so tær báðar saman. Yviskipað hava tey eina áset­ ing um, at Landsstýrið hvørt ár um várið leggur eina politiska­ búskaparliga frágreiðing fram fyri Landstingið. Frágreiðingin sum í 2008 var áleið 60 síður, greiðir frá, hvussu landsstýrið sær avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman í búskapinum og hvørji átøk, ið ætlanin er at seta í verk fyri at møta avbjóðingunum. Henda frágreiðing er ikki avmark­ að til eitt ár, men peikar fram í tíðina. Síðan verður frágreiðingin grundarlag fyri einum aðalorða­ skifti í landstinginum, og verður hon eisini nógv viðgjørd í fjøl­ miðlunum. Tað týdningarmikl­ asta er, at aðalorðaskiftið gevur landsstýrinum eina hóming av, hvat flokkarnir halda um rað­ festingarnar, og verður orða­ skiftið tí eitt grundarlag fyri innihaldinum í sjálvari fíggjarlógini. Fíggjarlógin skal verða fram­ løgd í seinasta lagi 1. september og vera samtykt í seinasta lagi 1. november. Fíggjarmálaráðharrin, Aleqa Hammond, heldur, at hetta orðaskiftið hevur stóran týdning, tí man fær viðgjørt, hvussu ætlaðu avsetingarnar á fíggjar­ lógini ávirka búskapin og gongdina í samfelagnum sum heild. Tað er nógv tjak um, hvussu ein stýrir játtanum og hvørjar raðfestingar, ið ætlanin er at fremja og um landsstýrið hevur røttu kósina. Til dømis nevnir hon undirskotið í 2009, sum hon sær sum eina satsning, har tey millum annað fram­ skunda íløgur í útbúgving við 400 mió yvir 6 ár. Talið av útbúgvingarplássum verður tvífaldað innan fleiri økir, og bygging av kollegium verður framskundað. Hetta gera tey fyri skjótari at kunna fáa meira av útbúnari arbeiðsmegi. Viðvíkjandi samstarvi við fíggjarnevndina sigur Aleqa, at hon ofta er til samráð, og at hon luttók á seminarinum hjá nevnd­ ini í ár fyri at svara spurningum. Fíggjarnevndin og hennara viðgerð av fíggjarlógini Augusta Salling, ið er forkvinna í fíggjarnevndini greiðir frá, at tey fáa uppskotið tíðliga, síðst í juni so tey hava tíð at seta seg væl inn í tað. Í august fer fíggjar­ nevndin burtur í fýra dagar, har tey hava eitt fíggjarnevndar­ seminar. Síðan eru tey í dialogi við landsstýrismenninar, og halda tey onkur játtan er ov høg, biða tey landsstýrismannin koma til nevndina við sparingum. Tey royna at fáa eina samda nevnd at gera álit, og vanliga eru ikki so nógvar viðmerkingar frá minnilutanum, tí tey gera arbeiði í felag. Hon heldur ikki, at álitið er so nógv merkt av partapolit­ ikki. Broytingarnar, ið nevndin ynskir, royna tey sum meginreglu at fáa landsstýrisfólkini sjálvi at koma við. Gera tey tað ikki, so ger nevndin sjálv broytingar. Tey hava tvær viðgerðir av fíggjar­ lógini tann 26 september, so longu tá hava tey nýtt drúgva tíð til arbeiðið. Viðvíkjandi íløgum, so hava tey eina lóg, ið inniber, at ónýtt játtan ikki fellur burtur við árslok. Eykajáttannir eru sum oftast tillagingar innan fyri játtaða karmin, hesar viðger nevndin og ikki er neyðugt at leggja tær fyri landstingið, uttan so at fíggjarnevndin sjálv velur at gera tað. Onnur viðurskifti Landstingið hevur samtykt, at Grønland verður fýra kommunur 1. januar 2009. Fleiri økir eru útløgd til kommununar sosiala, skúla og eldraøkið fyri fleiri árum síðani. Tað, ið hevur áhuga nú hjá kommununum er, hvussu íløgurnar verða býttar kring landið. Skipanin við komunalari útjavning skal gerast einfaldari. Tó er heilt greitt, at skipanin í fýra kommunur fer at viðføra eina miðsavning í økir og sonevndar vakstrarbýir og ikki fer at vera til fyrimun fyri smærru økini í útjaðaranum. Hetta er kósin, ið man hevur tikið politiska avgerð um at fara. Nyttuvirði Hvat hava vit so lært at túrinum kann ein spyrja. Serstakliga áhugavert er, hvussu tey viðgerða búskaparpolitikkin og útfrá hesum sjálva fíggjarlógina. Hetta eru royndir, ið vit eiga at taka upp til viðgerð og koma til eina niðurstøðu um her hjá okkum, fyri at royna at gera okkara egnu skipan betur enn hon er í dag. Hetta fara vit at taka upp í fíggjarnevndini. Ein onnur niðurstøða er, at vit sóu, at vit væl kunnu læra av royndunum hjá Grønlandi, og at tey innan fleiri økir eru komin longur enn vit, hetta er ikki vanliga fatanin í Føroyum. Vit halda eisini, at tað hevur stóran týdning at hava góð viðurskifti millum Føroyar og Grønland, tí vit hava nógv felags áhugamál bæði innan og uttan fyri ríkisfelagsskapin. Lærurík grønlandsferð Fíggjarnevndarlimir á ferð í Grønlandi: Magni Laksafoss, Sambands­ flokkurin, Anfinn Kallsberg, Fólkaflokkurin, Heini O. Heinesen, Tjóðveldi, HøgniJoensen, skrivari, Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin og Tordur Niclasen, Miðflokkurin Augusta Salling, forkvinna í grønlendsku fíggjarnevndini og Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í føroysku fíggjarnevndini