týsdagur 16. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 177 - 16. september 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan
við
Dánjal
Hentze av Sandi fer úr
kapellinum
á
Lands
sjúkrahúsinum týsdagin
kl. 16. Jarðarferðin verð
ur úr Zion á Sandi miku
dagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnas Dánjal kunnu
lata eina gávu til Krista
stovu. Konta í peninga
stovnunum.
Olianna S. Michelsen,
Tvøroyri fødd Harald
sen, ættað úr Sandavági
andaðist á Suðuroyar
sjúkrahúsi leygardagin
13. september, 84 ára
gomul. Farið verður úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi
týskvøldið
kl. 18:00 í Tvøroyar
kirkju. Jarðarferðin verð
ur mikudagin kl. 13:00.
Tey, ið vilja minnast Oli
annu kunnu lata Missi
ónshúsinum á Tvøroyri
eina gávu.
John (Jonn) Símun Jen
sen, ættaður av Sandi,
andaðist í heiminum í
Keypmannahavn, 76 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur verður lýst seinni.
Kristin
Bærendsen,
Argir, sonur Sigurd og
Sólvu Bærendsen í Skop
un andaðist sunnudagin,
27 ára gamal. Jarðarferð
in verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartalig takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Johan Jensen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Sverra Steinhólm og Berg Debes Jensen,
fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til leguhúsið í Nesvík.
Stóra tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu
til í ervinum.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Tórgerð
Tøkk
Hjartalig vilja vit takka øllum, sum á allan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi,
abbi og verfaðir
Jóannes (Jóa) Mikkelsen
Syðrugøta
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina.
Takk fyri heilsanir, kransar, blómutyssir og gávur til
Gøtu kirkju og tykkum mongu, sum komu at fylgja
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Konan Gudny (Gudda) v. familju
Tað var við sorgblídni, at eg
frætti í farnu viku, at Dinna
fía Ferjá stillisliga var sovn
að, 91 ára gomul. Ikki gjørd
ist langt teirra millum.
Jógvan Sofus fór seinasta
heyst, 94 ára gamal. Hetta
var beint áðrenn, tey annars
høvdu kunnað hildið 70 ára
brúdleypsdag.
Tey høvdu eitt langt og
ríkt lív saman. Tey funnu
saman í so ungum aldri, at
tey hildu saman í heili 75
ár. Hetta er bert fáum
beskorið, men hetta sigur
eisini nakað um trúfesti
móti hvørjum øðrum.
Fyri meg sjálvan kom
Dinnafía saman við Jógvan
Sofus at hava ein serligan
týdning. Eg havi gjøgnum
nógv ár roynt at fáa niður
skrivað mest møguligt av
søgu og lagnusøgu fiski
manna. Tað eru nógv skrivað
um fiskimenn sjálvar, men
ikki so nógv um teirra
familjur heima. Tað er eisini
nógv skrivað um allar tær
vanlukkur, sum fiskimonn
um hevur verið fyri, men tað
er sera lítið skrivað um,
hvussu tey heima upplivdu
hetta.
Eri sjálvur komin heilt
fitt til Gjáar. Tá var skjótt at
koma at kenna Jógvan Sof
us, sum prátaði við tey, sum
komu hagar. Kom so eisini
inn til teirra, og skjótt var at
koma eftir, at Dinnafía var
ein sera vitandi kvinna.
Hon mintist so ótrúliga væl,
og hon dugdi eisini væl at
greiða frá.
Her skal verða nevnt eitt
dømi um hennara minni. Í
fjør greiddi hon frá, at hon í
1933 hevði verið inni í mín
um
barndómsheimi
í
Norðragøtu í samband við
konfirmatión hjá beiggja
sínum. Hon mintist fram
vegis eina mynd av ommu
míni, ið var deyð í 1917, og
sum hekk á vegginum. Har
hongur hon enn.
Tá so Miðvikan byrjaði í
Sosialinum varð byrjað við
teimum
frásøgnum
hjá
Andreas í Tarti, sum lógu
eftir, tá ið FFblaðið varð
niðurlagt. Hetta var ein
framúr lívssøga hjá einum
fiskimanni.
Tað, sum síðan lá í kort
unum, var at fáa søguna hjá
Dinnufíu. Tá ið fólk koma í
hennara aldur, ræður eisini
um ikki at liggja sjóvarfallið
av sær. Tá kann tað skjótt
gerast ov seint.
Her lá væl fyri. Farið var
nakrar ferðir til Streymnesar
at práta við tey bæði, og
úrslitið gjørdist sjey partar
av Miðvikuni. Hetta var so
mikið nógv, at tað hevði
fylt eina hálva bók.
Dinnafía var dóttir ein
fiskimann og giftist við ein
um fiskimanni, so hon
kendi korini hjá teimum,
sum sótu heima sum fáur
annar. Teimum greiddi hon
eisini væl og virðiliga frá.
Søgan um Acorn
Tað, sum serliga kemur at
standa eftir í hesi frásøgn,
er hennara frágreiðing um,
hvussu tey við Gjógv upp
livdu vanlukkuna við Acorn
í 1928, júst fyri 80 árum síð
ani. Søgan um vanlukkuna
er sum so kend. Men heima
við Gjógv varð ongantíð
tosað um hana, so ræðulig,
sum hon var.
Søgan var í stuttum, at
eldur kom í lugarið á Acorn
av einum karbidunki. Sjey
mans brendust til deyðis, av
hesum vóru fýra frá Gjógv.
Ein fimti gjáarmaður brend
ist nærum til avlívs, tá ið
hann til fánýtis royndi at
bjarga sínum 17 ára gamla
soni. Pápin gjørdist gamal,
men var sera nógv merktur
av vanlukkuni.
Dinnafía var í skúla hend
an morgunin. Tá kemur Sof
us Debes, sum hevði tele
fonstøðina, inn í skúlan og
vil tosa við læraran. Børnini
verða síðan send til hús. Tey
skilja, at her er okkurt galið.
Fía, sum búði á telefon
støðini, hevði sitið og grátið
í skúlanum. Hon visti longu
beskeð, sum rímiligt er.
Síðan frættist, at Sofus
Debes var farin inn í Óla
stovu við bláari húgvu, sum
bert vóru nýttar til jarðar
ferðir. Hetta kundi bert
boða frá ófrættum. Tað varð
skjótt, at greitt varð, hvat ið
var hent.
Øll henda frásøgnin var
so kensluborin, at tað mundi
standa á mongum, sum lósu
hana. Hon gav eisini eitt
innlit í føroysku fólkasálina,
sum neyvan er lýst so væl
fyrr.
Tað vísti seg eisini, at tey
sum varaðu av hesi hending,
vóru sera fegin um, at søgan
nú var skrivað, og sum hava
takkað fyri tað. Hetta hevði
verið eitt tabu, sum eingin
tosaði um. Tí høvdu fólk lig
ið innibrend við sínum
kenslum, har tað í dag verð
ur ásannað, at tosast skal
opið um slíkt.
Tað kann sigast at hava
verið í tøkum tíma, at henda
frásøgnin varð varðveitt fyri
okkara eftirkomarar, so teir
kunnu fáa eitt sindur av inn
liti í lívsumstøðurnar hjá tei
mum, sum undan eru farin.
Giftist tá ið húsini
vóru goldin
Dinnafía fór sum 17 ára
gomul til Vágs at vaska fisk.
Hesum greiddi hon eisini
væl frá. Ikki var tað minst
áhugavert, tá ið hon saman
við øðrum gentum fór til
gongu til Hvalbiar í grind og
endaði á jóansøku á Tvør
oyri. Men tíðin í Vági gjørd
ist styttri enn ætlað. Tað
frættist við Gjógv, at mes
lingar gingu í Vági. Hetta
ræddist fólk sum tann versta,
og Dinnafía fekk boð um at
koma heim beinanvegin.
Nú fer at vera tíð til at
giftast. Men hetta mátti
vera við skili. Fyrst skuldu
húsini byggjast og gjaldast.
Men pengar máttu eisini
vera í kassanum, áðrenn tey
vildu setast í búgv. Eitt ár
afturat til skips hjá Jógvani,
og tá høvdu tey so mikið av
peningini, at tað var ráðiligt
at giftast!
Tey bæði fingu børnini
Jónhild,
Gerdu,
Katrin,
Kristinu og Sjúrð. Tey eiga
so aftur børn og barnabørn.
Tað var ótrúliga stuttligt
at koma at kenna Dinnufíu
og Jógvan Sofus. Tey verða
ikki gloymd.
ó.
Dinnafía farin
Jógvan Sofus og Dinnafía