Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 177 - 16. september 2008 Framsýning í Smiðjuni Jón Magnus Joensen hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 18. september til og við týsdagin 23. september. Allar dagar frá kl. 15.00 – 20.00 tó leygardag frá kl. 10.00-20.00. Við á framsýningini eru 40 málningar. Myndaevnini eru náttúra, bygdarlag og fólk. Hetta er sættu ferð, at Jón sýnir fram í Smiðjuni, umframt, at hann hevur sýnt fram nógva aðrastaðni. Jón hevur gingið á listaháskúla í Holbæk. Tvær rutur færri hjá Atlantsflogi Tað verður eingin flúgving til Hetlands og helst ikki til Stockholms heldur við Atlantsflog næsta summar, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sambært heimasíðuni hjá Vinnuvitan. Ruturnar hava ikki borið seg í summar, og tí er gjørt av heilt at gevast við Hetlandsflúgvingini. Stockholmsrutan er ikki heilt niður løgd soleiðis beinanveg, men hon er løgd á ís fyribils, og sum er verður ikki flogið til Stockholms komandi summar. Stockholmsrutan var ein leinging av Stavangerrutuni. Men á Stavangerrutuni er so mikið av ferðafólki, at hon ber seg, so tann rutan verður framhaldandi partur av rutunetinum hjá Atlantsflog, sigur Magni Arge. Løgmaður og vara­ løgmaður lata maskurnar falla í háaktuellum filmi,sum fer inn undir húðina á politisku høvuð­ kambunum Filmur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Løtan kundi illa hóskað betri. Beint sum tað í gjár frættist, at alt samstarv millum løgmann, Jóannes Eidesgaard, og varaløg- mann, Høgna Hoydal, var hildið uppat, boðaði Kring- varpið frá, at ein nýggjum filmur um teir báðar verður vístur í vikuskiftinum. Hóast tað var av tilvild, at tíðindini um samgonguslitið og nýggja filmin frættust samstundis, sannar Ivan Niclasen, redaktørur, at orrustan millum løgmann og varaløgmann hevur gjørt filmin aktuellari enn nakrantíð. - Her hava vit í øllum før- um ein film, sum fer væl og virðiliga aftur um almennu myndina av tveimum per- sónum og politikarum, sum í dag standa púra steyrrættir yvir av hvørjumøðrum, sigur Ivan Niclasen. Hóast Ivan Niclasen ikki er í iva um, at filmurin kann verða ein áhugaverd per- spektivering av aktuella stríðnum, væntar hann ikki, at tað fer at bera til at spora orsøkirnar til stríðið í filminum. Og tað hevur heldur ikki verið ætlanin. Flugan á vegginum Ætlanin við eygleiðandi dokumentarf ilminum ”Fimm dagar fyri valdið” er hinvegin at geva eina lýsing av tveimum persón- um, sum hava spælt ein høvuðsleiklut í føroyskum politikki seinastu 10 árini. Filmurin varpar ljós á teir báðar, bæði sum menniskju og sum politikarar. Við val- stríðnum í januar mánaða sum karmi, kemur filmurin hartil at lýsa tveir persónar, sum hvør sær stríðast fyri at fáa politiska valdið. Í fimm fylgjandi dagar fylgdu tvey sjónvarpslið Jóannesi Eidesgaard og Høgna Hoydal frá morgni til myrkus líka til seinastu úrslitini vóru greið val- kvøldið í Norðurlandahúsi- num. Og upptøkutólið fer tætt at, heilt inn til sjálvar strategifundirnar, har slagið um seinastu atkvøðurnar bleiv lagt til rættis. - So vítt eg veit, hendi tað ongantíð, at sjónvarpsliðið bleiv víst burtur. Tí fáa fólk eisini eina mynd av teimum báðum, sum tey ikki hava sæð fyrr. Trýstið er jú eisini øgiligt til endan í einum valstríði, so filmurin lýsir ikki minst, hvussu teir báðir handfara stressandi og kreppulíknandi støður, sig- ur Ivan Niclasen. Sunnur áhugi Hóast høvuðspersónarnir í filminum mugu metast at vera millum okkara roynd- astu og mest professionelllu politikararum, heldur Ivan Niclasen, at tað kortini er eydnast, at fáa eina rættiliga sanna mynd av teimum. - Tá fólk eru undir áhald- andi trýsti so leingi, falla maskurnar til endan, og tað síggja vit eisni dømi um í filminum. Hinvegin hevur tað ongantíð verið endamál- ið at heingja teir báðar út ella at sneyta í slíkum, sum vit ikki halda hava almennan áhuga, sigur Ivan Niclasen. At fólk eru hugtikin av portrettum, sum soleiðis fara inn undir húðina á fram- traðkandi fólkum nýtist heldir ikki altíð at vera av tí ónda, heldur hann. Eftir mínum tykki er tað tekin um ein sunnan áhuga, at fólk vilja hava eina meir fjøltáttaða mynd av sínum fremstu politikararum, sigur Ivan Niclasen. ”Fimm dagar fyri valdið” verður vístur í Norðurlanda- húsinum sunnukvøldið klokkan 19.30. Filmur: Undir húðina á politisku høvuðkambunum FAKTA »Fimm dagar fyri valdið« - portrett frá einum valstríði Lagt til rættis: Hans Petur Hansen, Dánjal Højgaard, Tórður Mikkelsen og Ivan Niclasen. Redaktørur: Ivan Niclasen. Journalistar: Dánjal Højgaard og Tórður Mikkelsen. Fotografar: Hans Petur Hansen og Femja Petersen. Redigering: Hans Petur Hansen. Ljóðmynd: Jón McBirnie. Myndaviðgerð: Johannes Danielsen. Handrit: Ivan Niclasen. Hugskot: Dánjal Højgaard. Upplesari: Páll Danielsen. Málslig vegleiðing: Karin Djurhuus og Erla Zachariassen. Teknisk hjálp: Carsten M. Arnskov. Í nýggja filminum, »Fimm dagar fyri valdið«, vísa tveir av okkara fremstu politikarum, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal, eina øðrvísi mynd av sær sjálvum