týsdagur 16. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 177 - 16. september 2008
hesaferð
Nes & Toftir
21. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í
náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum
myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum
ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr
høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella
seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit
í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og
Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyrr í ár
hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og
norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur,
fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr
Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti
Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av
Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var
nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði
so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8.
parti høvdu vit myndir av Oyrarbakka og Norðskála, sum hoyrir
til Sunda kommunu og úr Svínáum, ið er undir Eiðis kommunu.
Í 9. parti vóru vit í hinum báðum bygdunum í Eiðis kommunu,
Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu bygd í Sunda komm-
unu, Gjógv, og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í
Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík, meðan
13. partur var úr teimum smærru bygdunum í Klaksvíkar
kommunu; Ánirnar og við Strond. Í 14. parti vitjaðu vit í Harald-
sundi, Kunoy og Árnafirði, í 15. parti otaðu við okkum norður
til Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í 16. parti
vóru vit aftur í Streymoynni við bygdunum fyri vestan, Skælingi
og Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at onki
órudd var at finna í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku
við tí, tit íbúgvar har. Seinast stóð Føroya reinasta bygd í 2008,
Sandavágur, fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at fara
eftir. Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við havnalagið
Miðvágs-Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit fram í Vágum við
hinum bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø og Gásadali,
meðan seinasti partur var úr Sandoy og Skúvoy.
Í seinasta parti vóru við í Rituvík, á Rituvíkshálsi og í Æðu-
vík. Rætt skal vera rætt. Hvørki í sjálvum bygdunum, Rituvík og
Æðuvík, var nógv at síggja. Tí vóru flestu myndirnar av ídnaðar-
økinum á Rituvíkshálsi. Í hesum 21. parti vitja vit grannabygd-
irnar, Nes og Toftir. Á Nesi var lítið at síggja, men hóast Nes
kommuna fekk heiðursløn fyri best røkta havnarlag, var ikki
torført at fáa myndir av óruddi við havnarlagið á Toftum.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við
Heimsins reinasta
Toftir
Toftir
Toftir
TOFTIR