týsdagur 16. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 16. september 2008
19
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
a oyggjaland
ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National
Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá
tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn
mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda
fornemma heiður? Hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burtur
kasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í
grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum
oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki
torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn
tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala yvir ein stóran part. Nøkur
vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur,
stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar
maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast
er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum
grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur
ábyrgdina av, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar
brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn.
Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Allur
bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava
bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum
vegum og økjum. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda upp
ymsastaðni.
Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við, til vit hava verið
um alt landið.
Nes
Toftir
Toftir
Toftir
Toftir
Toftir