týsdagur 16. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 16. september 2008
21
Amerikanska fíggjar
kreppan er ikki av,
minni enn so. Nú
stríðist landsins
størsta tryggingar
felag fyri lívinum.
Samstundis rapar
partabrævavirðið
kring heimin niður
Búskaparkreppa
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Starvsfólkini í einum av
heimsins størstu íløgubank
um, tí amerikanska Lehman
Brothers, høvdu ikki annað
í at velja í gjár enn at rudda
síni skrivstovuborð og skuff
ur og at fara til hús. Teirra
arbeiði hvarv, tá leiðslan í
bankanum gjørdi av at lata
felagið sum tað størsta í
USA tey seinastu 18 árini
fara í gjaldssteðg.
Um somu tíð bleiv frá
boðað, at Bank of America
hevði yvirtikið ein annan
risastóran banka, Merryl
Lynch. Tað sigur ikki so
lítið um støðuna, at keyps
prísurin fyri Merryl Lynch
bara bara helmingurin av tí,
sum bankin var verdur,
áðrenn kreppan á ameri
kanska bústaðarmarknaðin
um tók seg upp fyri einum
ári síðani.
Fall allastaðni
Avleiðingin av kreppuni í
USA er ikki bara, at fólk
har missa arbeiði. Tá børs
urin í New York lat upp í
gjár, fall fall virðið alt fyri
eitt 2,4 prosent. Tímarnar
framman undan var tað
sama hent á børsunum í
Evropa. Í Bretlandi var fall
ið 3,9 prosent, í Fraklandi
3,7 og í Týsklandi 2,7 pro
sent. Í Asia vóru fleiri av
teimum stóru marknaðunum
stongdir, men í Singapore
var opið, og har varr fallið
3,3 prosent.
Í morgun var uppaftur
verri á marknaðunum í
Asia. Hóast japanski tjóð
bankin koyrdi 76 milliardir
krónur í umfar fyri at tálma
avleiðingunum av kreppuni
í USA, var tað ikki nóg mik
ið til at forða falli á markn
aðinum í Tokyo. Longu
stutt eftir upplatingartíð í
morgun var fallið har oman
fyri fimm prosent. Í Suður
korea var fallið uppaftur
størri, 6,5 prosent, í Taiwan
var tað 4,6 prosent og á
marknaðinum í Hongkong
6,4 prosent. Í Avstralia og
Ný Sælandi var ávirkanin
ikki so stór. Har var fallið í
morgun ávikavist 2,4 og 2,7
prosent.
Bankar og fíggingarstovn
ar kring heimin eru so tætt
tengdir at hvør øðrum, og tí
kann tað taka fleiri mánaðir,
áðrenn tað ber til at staðfesta
tær veruligu avleiðingarnar
av kreppuni í USA. Sam
bært tí leiðandi búskapar
frøðinginum
hjá
First
Securitas kemst alt av einari
orsøk:
Øll kreppan er íkomin,
tí bankar hava veitt fólki
lán, sum tey ikki megna at
gjalda aftur. Hetta er ein
lænibløðra, sum hol er kom
ið á, og guðarnir skulu vita,
hvør endin verður, sigur
Harald
Andreassen
við
NTB.
Søkt um kreppulán
Hetta er tað ringasta, sum
eg havi verið við til, segði
fyrrverandi
amerikanski
tjóðbankastjórin
Alan
Greenspan, tá sjónvarpið í
gjár bað hann um eina við
merking til gongdina.
Tað eru bara átta dagar,
síðani amerikanska stjórnin
sá seg noydda til at yvirtaka
teir báðar realkreditrisarnar
Freddie Mac og Fannie
Mae. Teir standa fyri umleið
40 prosentum av øllum
bústaðarlánunum í landi
num, os tók stjórnin ikki un
endan, høvdu báðir farið á
húsagang.
Í gjár frættist, at enn ein
risi í amerikanska fíggjar
heiminum, tryggingarfelag
ið American International
Group, leitar eftir einari
bjargandi hond. Leiðslan
kunngjørdi, at hon hevur
biðað stjórnina í Washington
um 40 milliardir dollarar í
kreppuláni fyri at forða
fyri, at felagið skal fara á
húsagang. Sambært summ
um fjølmiðlum skal felagið
hava kunnað stjórnina um,
at uttan lán noyðist felagið
at læsa um nakrar fáar
dagar. Marknaðurin gjørdi
skjótt vart við seg, tí stutt
eftir boðini frá leiðsluni fall
virðið á partabrøvunum í
American
International
Group heili 42 prosent.
Sambært The New York
Times er vandi fyri, at ein
møguligur
gjaldssteðgur
hjá AIG fær uppaftur størri
avleiðingar enn gjaldssteðg
urin hjá Lehman Brothers,
tí AIG hevur virðismett síni
virðisbrøv væl hægri enn
LB.
Pínufult
Amerikanska stjórnin hevur
gjørt greitt, at hon yvirtekur
ikki fleiri av teimum kreppu
raktu fíggingarstovnunum,
men at tær frælsu markn
aðarkreftirnar skulu sleppa
at ráða.
George W. Bush, forseti,
segði í gjár, at stjórnin
arbeiðir við at avmarka
avleiðingarnar av kreppuni
mest møguligt. Hann segði,
at støðan er pínufull í løtuni,
men hann segði seg eisini
vera vísan í, at amerikanska
fíggjarskipanin er før fyri
fóta sær aftur, sum frá
líður.
Vit arbeiða við at skapa
tryggari viðurskifti og av
avmarka avleiðingarnar av
gongdini á fíggjarmarknað
inum so nógv, sum til ber,
segði Bush á tíðindafundi.
Blaðið The Washington
Post heldur, at kreppan teir
seinastu dagarnar fer at
enda við einari nýggjari
fíggjarskipan.
Risarnir í Wall Street
verða tvingaðir til at ásanna,
at tann fíggjarheimurin,
sum teir hava bygt upp, er
ov stórur, at hann brúkar ov
nógv av læntum pengum,
og at hann er ov vandamikil
fyri búskapin sum heild,
um
okkurt
miseydnast,
skrivaði blaðið.
Danir væl fyri
Fyribils hevur kreppan á
amerikanska fíggjarmarkn
aðinum ikki fingið stórvegis
avleiðingar á danska fíggj
arkervið, og sambært Tjóð
bankanum er tað heldur
einki, sum bendir á nakrar
álvarssamar avleiðingar.
Sum heild er tað danska
fíggjarkervið sterkt. Fíggjar
viðurskiftini hjá vinnulívi
num og tí privata húsarhald
inum eru so góð, at sum er
eru lánsmøguleikarnir ikki
skerdir
nevnivert,
segði
Niels Bernstein, tjóðbanka
stjóri, í einum tíðindaskrivi
í morgun.
Tjóðbankastjórin
sigur,
at bankin heldur eitt vakið
eyga við pengamarknaðin
um, og at hann støðugt
umhugsar og kannar, um
neyðugt er við tiltøkum fyri
at útvega marknaðinum
neyðugt gjaldføri. Í mai gav
Tjóðbankin peningastovn
unum høvi til at læna fimm
milliardir krónur eyka til
gjaldførið.
(Keldur: CNN, Aftenposten,
Dagsavisen, DR, Tv2)
Hvør verður tann næsti, verð
ur spurt á hesum skeltinum
(Mynd: Polfoto)
Tað hevur verið lívligt á marknaðunum kring heimin teir
seinastu dagarnar sum her í Brasil (Mynd: Polfoto)
Sølufremjandi lýsing hjá bretska blaðnum Evening Standard
(Mynd: Polfoto)
Vænta fleiri gjaldssteðgir
og húsagangir
tíðindi