týsdagur 16. september 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 177 - 16. september 2008
tíðindi
Neytahald
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havnardalur: - Tað eru
sera nógvir fyrimunir við
hesi ætlanini, sigur bóndin
av Velbastað.
Saman við bygdarmonn-
um sínum Jóhan Petur
Brekkstein og Páll Djóna á
Steinum, og Poul Müller
hava teir bygt hetta 2000
fermetrar stóra fjósið, higar
neytini fluttu inn í gjár-
kvøldið.
Teir hava fingið íblástur
til innrætting og arbeiðsum-
støður uttanlands, og halda
seg hava fingið sera væl
burtur úr.
- Eitt slíkt fjós verður
ongatíð 100 prosent. Men
við hesum fjósinum eru vit
komin rættiliga nær, sigur
ein bjartskygdur Tórfinnur
Dalsgarð við Sosialin.
Gongst sum ætlað kann
mjólkaframleiðslan
hjá
hvørjum neyti sær koma
heilt uppá 10.000 litrar um
árið.
Skipaður
gerandisdagur
Fleiri orsøkir eru til at teir
fýra bøndurnir fóru undir
hesa ætlanina, sum í kostn-
aði táttar í tær 20 milliónir-
nar.
Ein av stóru orsøkunum
er, at Poul, Jóhan Petur, Páll
Djóni og Tórfinnur vilja
spara tíð, samstundis sum
neytahaldið verður nútíðar-
gjørt og munandi effektivi-
serað.
Tað er helst so sum Tór-
finnur sigur tað: - Hereftir
verða tey tradisjonellu bása-
fjósini at meta sum søga.
- Vit mugu koma víðari,
og tí fara vit at síggja fleiri
fjós av slíkum slagi í fram-
tíðini, sigur Tórfinnur Dals-
garð, sum nú sær fram til at
ein meiri skipaðan gerandis-
dag.
Eins og hjá so mongum
øðrum hevur neytahaldið
tikið alla arbeiðstíðina og
meginpartin av frítíðini eisini
hvønn Guds skapta dag. Men
nú skal vend koma í!
- Og so fáa vit eisini meiri
tíð saman við familjum
okkara, slær hann fast.
Besta góðskan
Eitt er øll tann tøkniliga
útgerðin, sum hoyrir til eitt
slíkt nútíðar fjós. Eitt annað
er, at teir fýra bøndurnir
hava lagt stóran dent á at
gera fjósið so neytavinarligt
sum yvirhøvur gjørligt.
Í nýggja fjósinum sleppa
neytini nevniliga at ganga
leys og annars ansa seg
sjálvi í ein stóran mun, júst
so sum tey annars høvdu
gjørt uttanfyri teir fýra vegg-
irnar í fjósinum.
Nú kunnu tey sjálvi fáa
sær at eta, tá tey kenna
svongd til tað. Og tá tey
merkja, at nú er tíð til mjólk-
ing, so verða tey tað auto-
matiskt.
Fjósið er gjørt soleiðis, at
tað skal verða so ljóst inni
sum tilber inni hjá neytun-
um. Her skal vera góð inni-
luft við natúrligari útlufting,
eins og tey ganga á gummi-
máttum og hava liggi-básar
við bleytum madrassum,
eins og bøurin í náttúruni.
Pláss er fyri 180 neytum,
og hevur tvey tólmenni til
mjólkingina. Hvørt teirra
kann mjólka 65 neytum um
samdøgrið, og er mjólkingin
og fóðringin tí sera fram-
komin.
- Hetta er neyðugt fyri at
tryggja
mjólkarvirkinum
MBM eina rávøru við best
møguligari
góðsku
tey
komandi árini, siga teir fýra
bøndurnir.
Fjósini hvørva
Fjósið í Havnardali er fyrsta
av sínum slagi í Føroyum,
men uttanlands er ein so
líðandi farin yvir til hesi
fjósini.
Hugskotið til hesa ætlan-
ina kom í roynd og veru í
eini veitslu hjá MBM fyri
eini 5-6 árum síðani. Her
fall prátið inn á umstøðurnar
hjá føroysku bøndrunum.
Teir fýra bøndurnir vóru
fult greiðir yvir, at eingi
vanlig fjós við básum verða
bygd uttanlands, og hesi
fjósini tí fóru at hvørva so
líðandi.
- Ja, støðan er í veruleik-
anum hon, at tað er als ikki
loyvt at byggja slík fjós í
dag. Neytini hava higartil
staðið bundin í sínum bás-
um, men tað verður altso
ikki góðtikið longur, stað-
festir Tórfinnur Dalsgarð.
Í januar 2005 vóru teir
fýra bøndurnir á eini ferð í
Danmark, har teir hugdu
eftir fleiri slíkum fjósum og
í november í fjør vóru teir í
Íslandi í somu ørindum.
Út frá eygleiðingum sín-
um komu teir so fram til,
hvussu teirra fjós skuldi
síggja út. Tí kann sigast, at
hetta fjósið í Havnardali at
meta sum eitt eindømi.
- Vit hava snøgt hava tik-
ið tað besta burtur úr hvørj-
um fjósi, og hava síðani
snikkað tað saman til hesa
framkomnu loysnina.
- Tí kunnu vit siga, at vit
á ein hátt eru frammanfyri
okkara tíð, sigur Tórfinn
Dalsgarð.
Eitt nærum
100 prosent
fjós
Fyrimunir
við felags
fjósi
Tað eru í øllum førum
fimm fyrimunir við hes-
um nýggja fjósinum:
-
Samarbeiði:
Har
arbeiði kann býtast eftir
vitan og evnum
- Trivnaður: Minni lik-
amligt arbeiði, hvíld,
møguleikar fyri frítíð, og
meira tíð til at gera aðrar
uppgávur á festunum
- Djóravælferð: Bestu
umstøður, fóðring og røkt
- Vørugóðska: Reinføri
og ein meiri vistfrøðiliga
vøru
- Umhvørvi: Skipað
viðurskifti, har framleiðsl-
an er uttanfyri bygt øki
Í morgun byrjaði mjólkarframleiðslan av álvara í nýggja og stórsligna fjósinum
í Havnardali. – Vit eru øgiliga spentir uppá ætlanina, tí her fáa neytini tær
allarbestu umstøðurnar, sigur Tórfinnur Dalsgarð. Hann er ein av teimum fýra
bøndrunum, sum eiga hetta leysgongufjósið
Páll Djóni á Steinum og hinir tríggir bøndurnir hava veruliga brotið upp úr nýggjum við
fjósinum í Havnardali