Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 177 - 16. september 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit hava eisini havt yvirvág móti EB/Streymi, so hví ikki eisini hesaferð Bartal Eliasen, ÍF Tór Ingar Akselsen, sum spælir við 07 Vestri, heldur, at rættast er, at dóm­ arar, sum ikki hava landafrøðisligt tilknýtið til AB, VB/Sumba og 07 Vestur døma seinastu dystirnar hjá odda­ liðunum í 1. deild Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Spenningurin er stórur mill­ um tey trý oddaliðini í næst­ bestu fótbóltsdeildini, VB/ Sumba, AB og 07 Vestur. Nú fimm umfør eru eftir at spæla, er VB/Sumba á odda við 53 stigum, AB er nummar tvey við 52 stigum, og 07Vestur er nummar trý við 50 stigum. Tvey lið flyta upp í lovaða landið, Formuladeildina, og eitt av hesum trimum liðunum stendur eftir við svartaperi. Í næsta umfarinum tekur VB/Sumba ímóti AB, og í 25. Umfari skal 07Vestur suður til Vágs. Nógvir spenningur er í hesum dyst­ unum og í øðrum dystum, sum oddaliðini spæla. Farna vikuskiftið tapti 07Vestur 1­2 á Tvøroyri ímóti TB. Dómaraveteranurin, Birgir Sondum dømdi dystin, og tað hevur Tór­Ingar Aksel­ sen frá 07 Vestri ongar trupulleikar við. ­ Tað varð í ordan, at Birgir Sondum dømdi dyst­ in, men vit eru sera harmir um, at báðir hjálpardómarnir vóru úr Suðuroy, sigur Tór­ Ingar Akselsen Serliga er tað ein støða í dystinum, har Tór­Ingar metir, at 07 Vestur átti eitt brotsspark, sum kundi givið teimum eitt­ kanska avgerandi ­ stig. Í sendingini ”3. Hálvleikur” hjá Rás2 sunnukvøldið bar Tór­Ingar uppá mál, at tað hevði verið hóskandi og best, at dómar­ ar frá Eysturoynni og Norð­ oyggjum høvdu dømt teir seinastu fimm dystirnar hjá ávikavist AB, VB/Sumba og 07Vestri. Tór­Ingar heldur, at tað hevði verið best, at ein tryggjaði sær, at eingin dómari er ógegnigur í odda­ stríðnum í 1. deild. Og er tað best tryggjað við, at dómarnir eru frá landafrøð­ isligu økjunum, sum ikki hava tilknýtið til AB, VB/ Sumba og 07Vestur. Mána­ morgun varð næstformaður­ in hjá Argja Bóltfelag, Andrass Drangastein gestur í morgunsendingini hjá Rás2. Har segði Andrass Drangastein, at hann stuðlar sjónarmiðunum hjá Tór­ Ingari Akselsen, at eingin ivi má verða, so ein er tryggjaður ímóti illgrunum og illstøðum í tí harða odda­ stríðnum, sum er fyri framman í 1. deild. Og tískil er Andrass fult samdur við Tór­Ingari. Øll mugu gera sítt Lassin Isaksen, dómaraleið­ ari hjá Fótbóltsambandi Føroya sigur í stuttari við­ merking, at hann hevur bert 50 dómarar og hjálpardóm­ arar at rutta við til dystirnar í Formuladeildini, 1. deild, 2. deild, unglingadeildini og 1. deild kvinnum. ­ Tað er torført at fáa kab­ alina at ganga upp við bert 50 fólkum, men arbeitt verð­ ur út frá bestu sannføring, tá dystirnir skulu mannast við dómarum, sigur Lassin Isaksen. Lassin Isaksen leggur dent á, at tað hevði hjálpt væl, um øll feløgini gjørdu sítt til at manna dómarahópin í Føroyum, men tíverri eru tað summi øki ­ eisini tey, sum finnast at ­ sum ikki útvega nakran dómara. Lass­ in fer at gera sítt besta at manna dystirnar hjá VB/ Sumba, AB og 07Vestri við góðum dómarum, men kann orsaka av tí knappa tal­ inum av dómarum í Føroy­ um, ikki garantera, at dóm­ arnir til dystirnar hjá VB/ Sumba, AB og 07 Vestri verða úr Eysturoynni og Norðoyggjum. Men um øll økini í framtíðini spýta í dómarakassan, so verður tað sjálvsagt lættari at fáa landafrøðisligu rættvísuna at ganga upp. Tór-Ingar vil hava gegnigar dómarar Í bjargingarroyndini misti KÍ takið á B36, meðan EB/Streymur enn eina ferð hevði stórar trupulleikar av fuglfirðingum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltur er eitt undarligt spæl. Ferð eftir ferð vísir tað seg, at eitt lið hevur ógvuliga gott tað á einum øðrum og vinnur sigur oman á sigur, og so vendir tað brádliga. Dømini um hetta eru so mong. Feskasta dømið úr For­ mula deildini eru uppgerðir­ nar millum NSÍ og Víking. Gyltu gullárini í Gøtu vóru gøtumenn omaná. Síðani hevur NSÍ í nógv ár verið greitt omaná í grannaupp­ gerðunum, men nú er tað aftur snarað 180 stig. Sunnu­ dagin var triðja uppgerðin millum leirvíkingar og gøtu­ menn øðru megin og teir í Runavík í ár. Í 4. umfari vann Víkingur 1­0 á heima­ vølli. Í 14. umfari vann Vík­ ingur 3­1 í Runavík, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri, og sunnudagin endaði Víkingur aftur omaná, eftir at NSÍ hevði verið á odda. Harvið hava meistararnir mist níggju stig ímóti Vík­ ingi í ár. Um tað hevði havt verið sum undanfarin ár, og NSÍ hevði fingið fult í grannauppgerðunum, so hevði NSÍ ikki havt 37, men 46 stig, og so hevði møguleikin framvegis verið fínur fyri at endurvunnið FM heitið. Møguleikin er ikki púra burtur. Tað eru tíggju stig frá NSÍ og fram til EB/ Streym, og tað eru fimtan stig eftir at spæla um. Uppgerðirnar millum EB/ Streym og ÍF eru annað dømi um, at tað ber til hjá liði, sum er væl lægri á støðutalvuni enn mótstøðu­ liðið, at spæla eitt orduligt puss. Í 7. umfari vann EB/ Streymur tepran 3­2 heima­ sigur á ÍF, sum var óheppið ikki at fáa stig við sær til hús. Í 14. umfari vitjaði oddaliðið í Fuglafirði, og ta ferðina vann heimaliðið tryggan 2­0 sigur. Í gjár­ kvøldið vitjaði ÍF við Marg­ áir, og aftur hesa ferðina spældu fuglfirðingar odda­ liðnum eitt orduligt puss. Fulla úrtøkan í Streymnesi í gjárkvøldið ber eftir øllum at døma við sær, at tað eis­ ini næsta ár verður sunnu­ dagsfótbóltur í Fuglafirði. Higartil í ár hevur KÍ havt gott tak á B36. Í 7. umfari varð B36 sent úr Klaksvík við 2­1 tapi, og í 14. umfari vann KÍ 2­0 á heimavølli ímóti B36. Sunnudagin vann B36 1­0 á heimavølli ímóti KÍ. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað kiksaði í fyrstu royndini, sum hevur eydnast fyrr í ár, eftir at teir í Klaksvík hava skift venjara og eru farnir undir bjargingarroyndina. Hetta var neyvan lyklaupp­ gávan hjá nýggja venjaran­ um, sum hevur sagt, at talan fór at verða um seks finalur. Tann næsta verður á skránni sunnudagin, og tá er av sonnum talan um finalu. B71 legði við 1­0 heimasigri á illa sperda Skála seg upp á síðuna av klaksvíkingum. Sunnudagin hittast KÍ og B71 í Klaksvík. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 2­1 á heimavølli á B71, sum vann 2­0, tá ið KÍ vitjaði. B68 sendi HB til hús við ongum. Harvið er møguleiki fyri, at HB kann enda bæði á 2. og 5. plássi. B68 er fram­ vegis liðið, sum – í mun til tað, sum tað varð roknað við ­ hevur staðið seg best av øll­ um. Um gongdin heldur fram, so er møguleikin ikki heilt burtur fyri, at toftamenn kunnu lyfta seg upp um mið­ strikuna. 23. umfar sær soleiðis út: EB/Streymur­Víkingur, Skála­B68, NSÍ­B36, HB­ ÍF og KÍ­B71. Botnuppgerð­ in í Klaksvík kann verða eykað krydrað, um óvæntað úrslit stinga seg upp. Eitt nú, tá ið toftamenn fara at vitja illa sperda Skála. Um Víkingur fer at gera ein orduligan vørr í Streymnesi, so er spurningurin, um fyrsta FM heitið verður fingið til høldar í Sunda­ lagnum á mikkjalsmessu, sum vit fyri nøkrum vikum síðani spáddu. Men nú fáa vit at síggja, tí fótbóltur vísir seg aftur og aftur at vera eitt undarligt spæl! Sunnudagurin er bjargaður í Fuglafirði Fuglfirðingar draga andan nakað lættari nú. Sigurin við Margáir ger eftir øllum at døma, at talan eisini verður um sunnudagsfótbólt í Fuglafirði komandi kappingarár Mynd: Sofus D. Johannesen